leygardagur 28. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 99 — 28. MAI 1994
NORDURLANDA HÚSIÐ Í FØROYUM
SKOTSKT-FØROYSKT KVØLD
verdur 3 |
Norðurlandahúsinum
SUNNUDAGIN 29. mai
KI. 17.00: Skotska ferðamannaráðið
letur upp framsýning.
Tilfar verður at fáa um Skotland sum
ferðamannaland, men fólk eru harumframt
vælkomin at seta spurningar um alt, ið tey hava
hug at vita um Skotland.
KI. 18.30: Skotsk-Føroysk kvøldseta.
ÚR SKOTLANDI: Filmurin »Scotland — a
World of Difference«, skotskur fólkatónleikur,
klavertónleikur, sekkjapipur og skotski meist-
arin í fjólleiki, Paul Anderson, fer at sýna sítt
kynstur.
ÚR FØROYUM: Tórshavnar Manskór, Suður-
streymoyar. Svingkvarteti og ljésmyndarød
eftir Inga Joensen.
Ókeypis atgongumerki eru at fáa við dyrnar frá
kl. 17.00.
Atgongumerkini galda eisini sum lutaseðil í
drátti um m.a. eina ferð fyri tvey til Skotlands í 8
dagar við gisting
VÆLKOMIN Í NORÐURLANUAHÚSIÐ!
Kunnandi fundur um
Horsens,
Horsens Polytechnic,
útbúgvingarmeguleikar
v.m.
Meðan umboð fyri Tekniska Skúlan í
Horsens eru í Føroyum síðst í hesum
mánaðinum, hevur felagið gjørt avtalu
við teir um at halda ein kunningarfund
fyri teknikarar, sum Starvsmannafe-
lagið skipar fyri.
Fundurin verður hildin á Hotel Hafnia
mánadagin 30. maí 1994 kl. 16.30.
Á fundinum fara Finn P. Jensen, deild-
arleiðari, og Eli Ellendersen at kunna
tykkum um Horsens, Horsens Poly-
technic, útbúgvingarmeguleikar v.m.
tt rr
| & wvsmannafelagið
Á 7/
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 461/93)
over matr. nr. 1238 b, Tórshavn, v/
Advokatfelagið j. nr. 36846 der var be-
rammet til den 26. maj 1994 kl. 14.00,
er udsat til
Torsdag den 23. juni 1994 kl. 15.00
Færøernes fogedret, den 26.05.94
Mette Sogaard-Nlelsen
dím.
Tíðindablaðið (71)
Hans Jacob Joensen, biskupur:
Neyðugt at skapa
álit millum fólk
Kirkjan er ikki stovnur, sum setir seg sum dómara yvir
onnur viðurskifti í samfelagnum. Kirkjan er fólkið, og
fólkið er kirkjan, og tí eru vit øll í sama báti, sigur Hans
Jacob Joensen
Tað er einki loyndarmál, at
samfelagskreppan hevur
skapað mistreysti og misá-
lit. Nógv fólk eru ótrygg og
vitað sær ikki síni livandi
ráð burtur úr neyðini.
Í SvF sunnukvøldid nevn-
di Hans Jacob Joensen, bis-
kupur m.a., at eisini prest-
arnir merkja, at fólkið ikki
hevur tað gott.
Sosialurin spurdi biskup-
in, um kirkjan hevur nøkur
góð ráð at geva fólki í hes-
um krepputíðum?
Kirkjan og fólkið
- Kirkjan hevur ikki nakra
serstaka stóðu í samfelag-
num. Tað er ikki uppgávan
hjá kirkjuni at siga, hvat
skal gerast.
- Kirkjan er fólkið - og
fólkið er kirkjan. Tað er
kanska vanlig áskoðan, at
kirkjan skal siga sína hugs-
an um samfelagsmál. Men
hvussu kann kirkjan hava
eina patentloysn, tá polit-
ikararnir, sum eru settir at
stýra, ikki hava tað, spyr
Hans Jacob Joensen.
- Hevur kirkjan eingi boð
uppá, hvussu fólk kunnu
hjálpast?
- Tað var gamalt, at fólk
hjålptu hvørjum ødrum, tá á
stóð. So tók tað almenna yv-
ir meginpart in av ábyrgdi-
ni, men tað nýtist ikki at
týða, at fólk ikki longur
rætta hvørjum ødrum eina
hjálpandi hond.
- Nú er tað almenna í trup-
ulleikum, og so liggur tað
kanska ikki so nær, at vit øll
hava ábyrgd fyri hvør ødr-
um, og at vit skulu hjálpa
teimum, sum eru í neyð.
- Spurningurin er, hvussu
fólk skulu megna at hjálpa
hvør ødrum, tá nógv hava
nóg mikið í sínum egna. Her
noyðist tað almenna at gera
sítt til, at fólk ikki líða neyð.
- Kirkjan kann gera sítt til
at hjálpa fólki, eitt nú veit
eg, at fólk venda sær til
prestarnar kring landið, tí
tey hava brúk fyri onkrum
at tosa við.
- Tað er náttúrligt, at tey
fara til prest, tí hann hevur
tagnarskyldu, og hóast hann
ongan pening kann geva
Hans Jacob Joensen, biskupur: - Í dag hava vit eina álitis-
kreppu millum fólk og politikarar. Hetta er ógvuliga
kensluborið mál, men eisini vandamikið fyri samfelagið
fólki, so kann hann lurta eft-
ir og stuðla teimum í eini
trongari tíð.
gll hava ábyrgd
- Hetta við tí politisku skip-
anini mugu politkarnir
loysa, men vit hava øll á-
byrgd sum partur av fólki-
num.
- Tað er umráðandi fyri
framtíðina, at vit aftur fáa
skaptálit millum politikarar
og fólk, og millum fólk ann-
ars. Misálitið, sum nú ræð-
ur, má beinast burtur.
- Umráðandi er eisini po-
litiska reinførid, at politik-
arar halda tað, sum teir hava
sagt seg vilja gera, tá teir
vóru valdir á ting.
- Sjálvandi verða øll lyft-
ini ikki hildin, men so skulu
politikararnir siga fólki-
num, hví lyftini ikki vóru
innfríað, og grundirnar
skulu vera góðar. Verður
hetta skúgvað til viks, miss-
ir fólkið álitið, og tað verður
torført at byggja upp aftur.
- Í dag hava vit eina ålitis-
kreppu millum fólk og po-
litikarar. Hetta er ógvuliga
kensluborið mál, men eisini
vandamikið fyri samfelag-
ið.
- Tað er bert at vóna, at
tað fer at bera til at beina
samfelagið aftir á rætta leið,
men tað verður ikki gjørt frá
einum degi til annan.
- Hvørji ráð hevur tú til
komandi politikarar, sum
fara at stilla upp til valið?
- Eg havi so ofta í mínum
prædikum ávarað ímóti, a!
fólk kunnu missa álitið á
politikaramar. Konkretar
loysnir skulu til, og tær
skulu politikararnir - sakt-
ans í samráð við skilafólk
finna.
- Í mini stæðu vil eg geva
politikararunum tey ráð, at
teir skulu vera heiðurligir
og ærligir, og ikki gloyma
orðini: "Villist ikki! Guð
letur seg ikki spotta; tí at tað
sum maður sáar, tað skal
hann eisini heysta". Gal. 6
og 7.
Politikarar skulu vera
ærligir
- Politikarar skulu ikki geva
fólki følsk lyfti, men út frá
teimum ymsu stevnuskráu-
num tosa fyri tí, sum teir
halda verða rætt at gera. Teir
skulu eisini siga fólki frá tí
sum ikki eydnaðist, av tí teir
søgdu seg vilja gera fyri
seinasta val.
- Halda politíkararnir
hetta, kunnu vit koma aftur
á rættakjøl, hóast eg væl
veit, fiskurin ikki kemur aft-
ur á grunnarnar av hesum,
sigur Hans Jacob Joensen.
Dagny
TIPS-dystir
í viku nr. 22
4.-5. juni
1. AGF-OB
2 FCKabenhayn-Silkeborg
3 lkast-Lyngby
4 AaB-Brøndby
5 Brønshøj-Horsens
6 Fremad Amager-Ølstykke
7. Heming-B 93
8 Nørre Aaby-Randers Freja
9 Varde-Birkerød
10. Aalborg Chang-Sønderborg
11. Avarta-Køge
12. Glostrup IF 32-HIK
13. Helsingør-Kastrup