leygardagur 28. mai 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
m-
>
+
Lagt
4 til rættis:
i Ap odsvjere
7} j I) Poulsen )
Jesus elskar syndarar
Ein av farisearunum bjóðaði Jesusi heim
at fáa sær at eta hjá sær. Jesus fór við hon-
um og teir settu seg til borðið og ótu av øll-
um tí góða, sum maðurin hevði sett á borð-
ið til Jesus.
Tá kom ein kvinna, sum var kend sum
ein syndarinna. Øll tosaðu um hana. Hon
boygdi seg fyri Jesusi hendan dagin. Hon
fór at salva Jesu fótur. Men farisearin helt
tað var løgið, at Jesus hevði nakað við hesa
kvinnu at gera. Jesus visti hvat ið farisear-
in hugsaði og mátti læra hann at Jesus
elskar ØLL — eisini syndarar.
Við kvinnuna segði Jesus: Trúgv tín
hevur frelst teg, far í friði.
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 27/94)
over matr. nr. 12 y, Miðvágur, v/ Advo-
katfelagid j. nr. 38058 der var beramm-
et til den 26. maj 1994 kl. 10.10, er ud-
sat til
Torsdag den 23. juni 1994 kl. 15.00
Færøernes fogedret, den 26.05.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
yðkvæmislinjan —
svarar alt samdøgrid á if. 18820.. = -—
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persónilg ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Skrivstovufólk
Sekt verður eftir einum skrivstovufólki
til Skråseting Føroya at byrja uml. 20/6-
1994.
Skráseting Føroya er deild undir Sjó-
vinnufyrisitingini, sum umframt Skrá-
seting Føroya, eisini hevur deildirnar
Feroya Skipaskráseting og Sjóvinnu-
umsitingina. Skråseting Føroya fevnir í
sinum virksemi um umsiting av teimum
nýggju vinnulóggávunum (lóg um
partafelog, småpartafeløg, ársrokn-
skaparlóg v.m.)
Tann, sum sett/-ur verður, skal ar-
beiða innan fylgjandi okir:
Skráseting av partafeløgum, smá-
partafeløgum, vinnurekandi grunn-
um, figgjarfyritøkum v.m.
Skråseting av fráboðanum/broyt-
ingum hjå somu.
Eftirkanna øll skjøl, sum koma inn til
skråsetingar. | ti sambandi hava å-
vist samskifti vid viðskiftafólk, løg-
froðingar, grannskodarar og
bankar.
Avgreiða fyrispurningar frá viðskifta-
fólki.
Vanligt skrivstovuarbeiði á stovnin-
um.
Viðkomandi skal eisini kunna skifta
millum málsekini innan stovnin. Ar-
beiðið verður at utføra í samráð við løg-
frødingin á stovninum.
Vit krevja:
Skrivstovuútbúgving, nærlagni, evnir,
áhuga fyri at arbeiða sjålvstødugt. Fyri-
munur er, um umsekjarin kennir til at
arbeiða á teldu.
Vit bjóða:
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur í umsit-
ing og við tænastuuppgávum mótvegis
vinnu, umsiting og borgarm annars.
Starvið er lent sambært sáttmála mill-
um Starvsmannafelagid og Føroya
Landsstýri.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Eyðun-Berth Jacobsen, stovnsleiðara,
á telefon 13669.
Allar umsóknir verða vidgjørdar í trún-
aði.
Umsóknin skal sendast til:
Sjóvinnufyrisitingin
J. Broncksgeta 5
Postboks 3068
110 Tórshavn
Att. Eyðun-Berth Jacobsen
og vera okkum í hendi í seinasta lagi 6.
juni 1994.
Moøti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærlndis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031-
$78999.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Síða 24 Nr. 99 — 28. MAI 1994 Tíðindablaðið sosialurin |
Trinitatis sunnudagur
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra vár Guð, faðir, sonur og heilagi andi! Vit
neyðar syndarar viðganga fyri tær, at vit av náttúru eru
vreidibørn, og at vit av okkum sjálvum máttu doyggja
og farast í syndini, av tí at tað, ið er føtt av holdinum, er
hold og ikki kann síggja Guðs ríki. Men vær biðjum
teg: ver okkum náðigur og miskunnsamur, og ger okk-
um til nýggjar menniskjur, so at vit fult og fast trúgva á
fyrigeving fyri syndir okkara, sum er okkum tilsøgd í
dópinum, og dagliga vaksa í trúgv, vón og kærleika,
inntil vit verða sæl um ævir fyri Jesus Krist, váran
harra, sum við Guði faðir livir og ræður í einleika
heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar!
Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Efesusmanna,
1. kap. 3.--14.v.
Lovaður veri Guð og faðir vårs harra Jesus Krists,
sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing
á himnagrundum í Kristi, líkasum hann útvaldi okkum í
honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit
skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara, við
tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum at
hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld,
samsvarandi góðtokka vilja síns, til prís fyri dýrdar
náði sína, sum hann náðaði okkum við í hinum elskaða,
sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyri-
geving syndanna, samsvarandi nådirikidømi hansara,
sum hann veitti okkum ríkiliga í øllum vísdómi og viti,
tá ið hann kunngjørdi okkum loyndardóm vilja síns,
samsvarandi góðtokka sínum, sum hann frammanundan
hevði sett sær fyri hjá sær sjálvum, um eitt húsarhald,
sum hann vildi skipa, tá ið fylling tíðanna var komin,
fyri aftur at sameina alt til eitt í Kristi, bæði tað, sum er
í himlunum, og tað, sum er á jørðini, í honum, sum vit
eisini hava fingið arvalut í, eins og vit vóru ætlaðir til
frammanundan, samsvarandi fyriskipan hansara, sum
virkar alt eftir ráðagerð vilja síns, fyri at vit skuldu vera
dýrd hansara til pris, vit, sum frammanundan høvdu sett
vón okkara til Krists, sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu
sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum
eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við
heilagaðum anda, sum okkum var lovaður, hann, sum
er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini,
dýrd hansara til prís.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus
evangelistur, 28. kap. 18.-20. v.
Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði:
»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og
gerið øll fólkasleg til lærusveinar mínar, við tað at tit
doypa tey í navns faðirsins og sonarins og hins heilaga
anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg
havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar
alt til veraldar enda«.
Frá HALDARSVÍKAR KOMMUNU
UNG I ARBEIÐI
Kommunan hevur fingið jåttadan stuð-
ul til arbeiðsskapandi tiltøk fyri ung ar-
beiðsleys millum 16 og 26 ár.
Áhugað kunnu venda sær til komm-
unuskrivstovuna í seinasta lagi 8. juni.
Bygdaráðið