Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

in | Løgin uppstilling Hóast freisin fyri at stilla upp til løg- tingsvalið enn ikki er úti, so er tað longu nú greitt, hvgrji fleiri av flokkunum og valevnunum vera. Ikki kann sigast annað enn, at hetta verður eitt margháttligt val, tá hugsað verður um, hvussu persónar og flokkar skifta bæði navn og innihald sum onkur skiftir hosur. Fyri so vítt er einki nýtt í hesum. Vit sóu m.a. til seinasta val, hvussu menn - fyri at koma gjøgnum nålar- eygað - skiftu frá einum flokki til annan - sektrina á, hvat hesir stóðu fyri, bara viðkomandi slapp inn á ting. HETTA sama ger seg galdandi til hetta valið. Vit hava sæð, hvussu ein trúgvur sjálvstýrismaður gjøgnum 25 ár nú bráddliga tekur saman hendur við prestaflokkin. Nú telur tað bráddliga meira at vera sannur kristin og sannur familjumaður, enn at vera "gamal sjålvstyrismadur”. Og leita vit vidari i skaranum, so síggja vit nú, at í nýggja verkamannaflokkinum, sum segði seg hvorki vera høgra- ella vinstraflokk ella sambands- ella loysingaflokk, eru framstandandi persónar í tí sosialistiska z På v y r r Anger Jan Måler. "Fyritaksstjóri. Krisjan Daht „Ljósmyndari“ r í Fór. B —— loysingaflokkinum, ein flokkur, sum ikki stillar upp, tf partar av honum heldur vilja vera við nýggja verka- mannaflokkinum. Einki ilt um tað, men tað sýnist bert sum um at her ræður sannur ruðulleiki, tá hugsað verður um, hvat flokkar og valevni í veuleikanum standa fyri og siga seg standa fyri. MEN alt hetta eru piparnøtur afturímóti uppstillingini hjá “stjórnuskotsflokk- inum", sambandinum. Til síðsta val sóu vit, hvussu fólk, sum taka undir við sjálvstýri ella loysing, fóru upp í henda flokk og vórðu vald á ting. Nú síggja vit sama tendens men nú í nógv stórri mun. Fyri at gera komikkin fullkomman síggja vit nú eisini fyrrverandi tjóð- veldisfólk á sambandslistanum umframt at fólkafloksfólk halda fram við at flyta yvir í sambandsflokkin. IKKI kann sigast annað enn, at upp- stillingin hjá sambandinum er løgin. Alt kann brúkast, tá tað ræður um at jarðleggja javnaðarflokkin. Minni hevur tað at týða, at kandidatarnir eru sam- bandsfólk, bert teir hava gjørt vart við misnøgd mólti serliga javnaðarskip- aðum landsstýrum. Hetta fær ein til at minnast aftur á, hvussu mong valstríð - summi væleydnað - sum sambandið hevur ríkið við sosialistahatri, heið- inskapi, kommunismu og gørum sum høvudsinnihaldi. Heta er kanska ikki so “in" longur. Nú skal spælast upp á aðrar streingir og til tess hevur flokkurin fingið hendur á nýggjum “andlitum“" at koyra fram í einum skitnum valstríði móti javnaðarfólk. Summi teirra eru kend, tey eru kandidatar, meðan onnur válka sær í sambandsmálgagninum undir dulnevnum. SAMBANDIÐ hevur skift stíl við lít. Ístaðin fyri nógv umhugsnað fólkið, teir eiga at taka av, draga teir fram um øll onnur nútíðar yuppiar okkara, sum allir skulu hava eithvert persónligt líktorn røkt, áðrenn hugsað verður um, hvat sambandsfólk flest halda um skilagóðan sambandspolitikk. Sambandsleiðslan veit - um íkki sinnuligu sambandsstuðlarnir kring landið, at talan er um fólk, sum bert vil elta sína egnu køku, um fólk, sum uttan at blunka leypa á leistum fyri einhvørjari útlendskari pengamakt fyri at innrætta Føroyar til fúlasta casino hugsast kannn til útlendskar matadorar at spæla sær við, bert hesir nýggju sambandsmenn ella nýsambandsku r á Kósavirkinu Jóhan Páll Joensen: - | Vit mugu sum skjótast fara av landinum aftur og gera kreditorunum greitt, at vit megna ikki at gjalda alla skuldina aftur. Mynd kalmar yuppiar fáa leiklutin sum strámenn ella líknandi. FÁA hesir politiska makt eru Føroyar foknar - seldar fyri løtuvinning hjá teimum fáu til útlendingar so ella so. Valstríðið er ikki meira enn byrjað, men longu nú síggja vit málgagnið hjá sam- bandsflokkinum - størsta og eina veru- liga gjøgnumførda politiska blað í Føroyum - vísa sítt sanna andlit, nevnil- iga sum málgagnið hjá sambands- flokkinum. Millum mongu valgrein- arnar síggja vit fyrrverandi formannin og fyrrverandi løgmann, mannin, sum hevði ábyrgdina av landinum fyrru helvt av 80-unum, vaska sínar hendur. Sambandið vil sleppa at standa sum endurnýggjarin í Føroyum politikki. Ja komedian er fullkomin, tá endur- nýggjarin eftir øllum at dóma eitur Pauli Ellefsen. Men treyðugt tó - nýggju yuppiarar floksins fara uttan iva at endurnýggja flokkin - í hvussu so er stríðið móti javnaðarflokki og -fólki. Tað fara vit at síggja meira til í sambandsmálgagninum komandi. SOSIALURIN -Vit klára ikki at gjalda alla skuldina aftu -Vit klára ikki við verandi og komandi inntókum at gjalda alla okkara skuld aftur, og tí mugu vit fara til Danmarkar sum skjótast at finna eina loysn, har fleiri milliardir krónur verða avskrivaðar ella niðurfrystar. Ætla vit at stríðast við at skula gjalda alla hesa stóru skuld aftur verður avleiðingin tann, at vit koma ikki víðari. Vit fáa einki yvirskot til konsolidering og heldur einki til ílógur og nakað annað, og tað ber ikki til sigur Jóhan Páll Joensen, nevndarformadur í Føroya Banka. Hann er eisini nevndarformadur í Kósavirkinum. Um somu tíð sum flest all- ir partar av landinum eru merktir av kreppuni og flakavirkini, sum enn eru opin, hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, gongur tað tann rætta veg- in á stóra flakavirkinum í Klaksvík Kósini. Virkið er ikki við í Fiskavirking. Tað eydnað- ist í fjør verkamannafel- øgunum og einstaklingum við stuðuli úr Norðoya Sparikassa at sanera virkið og fáa tað til keyps fyri munandi minni upphædd, enn tað stóð í frammanundan. Jóhan Páll Joensen, stjóri á virkinum sigur við Sosialin, nú virkið hevur koyrt í umleið eitt ár, at raksturin í fjór var hampu- liga góður. Í ár hevur eis- ini nógv arbeiði verið á virkinum. Teir hava fingið meira enn 5000 tons hig - artil men rakstrarliga hevur tað verið tyngri enn í fjør, tó at virkið hevur klárað sínar skyldur. Ar- beiði hevur verið til mill- um 170 og 230 fólk. Jóhan Páll Joensen sigur at fáa teir eini 8000 tons ár, fara teir at fáa endarnar at røkka saman. Fiskavirking á vegamóti Hann heldur annars, at tað var heppið, at Kósavirkið kom at standa uttan fyri Fiskavirking, men heldur tó ikki málið vera so ein- falt, at tú kanst geva Fiskavirking skyldina fyri støduna á virkjunum kring landið. Gongdin í Føroyum hevur verið tann, at vit seinastu 20 árini hava bygt 22 flakavirki, sum síðani hava lagt eina skuld eftir seg upp á eina milliard krónur. -Eg skilji tí væl, at kreditorarnir tá hava sagt, at skuldu teir avskriva pengar, so vildu teir eisini hava nakað at siga. Men nakað annað er, at loysnin kundi verið ein onnur, t.d. áttu ikki øll virkini at ver- id løgd undir eitt og sama felag. Fyri at fingið fólkið á teimum ymsu plássunum kring landið meira hugað fyri nýggja bygnaðinum áttu menn kanska heldur at býtt øll virkini upp í eini trý felgg. Tað hevði t.d. verið meira áhugavert =D