Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 100 — 31. MAI 1994 Sida3 fyri eitt nú suðringar, um kreditorarnir lótu teir sjálvar skipa fyri einum felag, sum átti øll virkini. Tá hevði tað so eisini verið upp til suðringar sjálvar at avgera, hvat og hvussu nógv virki skulu vera opin. Jóhan Páll ivast i, um stigtakararnir til Fiska- virking í dag halda, at loysnin, sum varð stungin út í fjør, fer at verða tann rætta í framtíðini eisini. Try feløg Royndirnar vit hava gjørt her norðuri og sum aðrir kunnu læra av, vísa, at tað hevur havt ómetaliga nógv at siga, at at vit hava tíkið fólkið við. Arbeiðsfólkið hevur verið við í endurr- eisanini og tað hevur havt sera positiva ávirkan á gongdina. Jóhan Páll heldur annars ikki, at tað finst ngkur létt loysn á trupulleikunum hjá fiskavirkjunum í Føroy- um, tí kappingin um fiskin er harðari enn nakrantíð. Verða fleiri virki latin upp verður kappingin uppaftur harðari, og stóri spurn- ingurin er tá, hvør skal fíggja hesa kapping! -Hvat vit enn halda um Fiskavirking, so verður tað ein vanlukka fer tað á heysin nú, tí tá verður alt galið. Tí vóni eg, at tað fer at ganga teimum væl kort- mi. Ikki lønarlækking men effektivitetur Ein spurningur, sum hevur verið nógv frammi í eina tíð er lønarlækking. Nú tað hevur gingið hampu- liga væl hjá Kósavirkinum spurðu við stjóran, um hetta kemst av, at teir hava lækkað lønirnar. Tað hava teir ikki gjørt og fara heldur ikki at gera í bræði sigur hann. -Tað er eingin loysn fyri virkini, ið fáast við fisk, bara at síga, at nú minka vit tímalgnina við so og so nógvum krónum. Vit mugu til at gera okkum betri allan vegin, áðrenn vit fara at tosa um lønar- lækking. Og her er enn langt á mál. Minka vit ar- beiðslgnina so verður kappingin um fiskin upp- aftur harðari og tað fer so bara at merkja, at bátarnir fáa meira burtur úr. -Men hvat vil tú siga við teir flokkar, teir arbeiðs- gevarar 00. við, sum siga, at vit mugu lækka lønirnar fyri at fáa betri kapping- arførid? -Tosa vit bara um at fåa betri kappingarføri vid at lækka lønirnir, so ger tað, at kravið til effektivitet dettur heilt burtur. Jóhan Páll sigur víðari, at effektivitetur eigur at vera í gllum liðunum, frá råvørukeypi til framleidslu og sølu. -Men hava tit kalkul- erad vid lønarlækking fyri, at virkid kann vera kappingarført í framsíðini? -Nei og tað fara vit heldur ikki. Vit hava gjørt okkara metingar út frá nú verandi forteytum. Gongur tað ikki mugu vit fyrst spyrja okkum, sum umsita hetta, um vit megna hesa uppgávuna nóg væl. Áseta útreiðslur eftir inntøkunum -Nú situr tú sum stjóri á Kósavirkinum og nevnd- arformaður í samanlagda bankanum. Landið er í svárari kreppu. Hvat er títt boð, nú tú situr í slíkum lyklastórvum? -Mitt boð er, at tað nytt- ar lítið at bjarga bankum, læna til ALS, áseta kvotur uttan at hugsa tankan "for" út tvs. viðgera allar partar av samfelagnum, bera teir saman og so vita, hvat avleiðingarnar vera, tá tú fyritekur tær nakað. Við hesum meini eg, at tá nú tingmenn hava ásett nakrar kvotur, so hava teir eisini ásett, hvussu nógvar pengar vit skulu hava í inntøku. Tí mugu teir spyrja seg sjálvar: klára vit at forsvara Føroya skuld og Føroya umstødur vid teimum inntøkum vit fåa eftir hesar kvoteringar? Og tad vita vit, at vit ikki kunnu. -Meinar tú harvið, at tað hevur verið skeivt at áseta kvotur? -Nei. Ein skal bara gera sær greitt, at fer ein at áseta kvotur, so hevur ein eisini ásett inntøkurnar, og tá mugu útreiðslurnar eisini lagast hareftir. Tvs. at skuldina vit hava fingið við m.a. at bjarga bankum og ødrum hana klára vit ikki at bera við komandi inntøkum, sum eru vornar avmarkaðar við kvotu- num. Tað skal tí ein politisk avgerð til fyri at skapa tann karm, sum sigur, at vit skulu klára okkum og hvussu. Vit vita, hvat vit fáa av fiski alla staðni, hvat vit fáa frá Danmark og vit kenna okkara skuld. Hana klára vit avgjørt ikki við verandi kvotum heima sum burturi. Tað er eisini fullkomi- liga skeivt at fyrigykla sær, at tað ber til at koma aftur á beint við at leggja meira skatt á fólk og annars at siga fleiri fólkum upp í t.d. tí al- menna sektorinum. Hóast vit skerja almenna sek- torin verður skuldin kort- ini tann sama. Tí hjálpir einki at pilka við hann. Tað er í lagi at fara inn og skerja, har hetta ber til, men tað er alt ov lítið við teimum inntøkum vit hava.at bøta munandi um støduna. Til tess er neyð- ugt at hyggja eftir samlaðu skuld okkara. Avtalu við láni- veitararnar Jóhan Páll sigur víðari, at klára vit ikki at halda okk- ara skyldur, so mugu vit fáa eina skipan við okkara lániveitarar. Her hugsar hann um at fara aftur til Danmarkar og sum heild at tosa við okkara láni- veitarar, sum antin mugu ganga við til at avskriva ella niðurfrysta skuld. Jóhan Páll Joensen heldur annars, at komandi valið eigur at snúgva seg um at skapa ein karm fyri einum samfelag at arbeiða undir. Upp á fyrispurning hvat kemur at mangla í fyri at gjalda okkara skuld sigur Jóhan Páll, at vit klára kanska at bera nakrar heilt fáar milliardir. Í hvussu er klára vit ikki at bera alla okkara skuld. -Ætla vit at stríðast fyri at gjalda alla hesa stóru skuld, so verður avleið- ingin tann, at vit koma ikki víðari. Vit fáa einki yvirskot til konsolidering, einki til fløgur og nakað annað. Og Jóhan Páll spyr: - Hvør kann hugsast hevur hug at gera nakra íløgu í Føroyum skal tú framhald- andi rinda 70% í skatti? Og hann svarar: -Eingin og tvs., at vit koma ongan veg burtur úr hesum. -Men er tað ein loysn at lata landið fara á húsa- gang? -Nei, tí tá verða tað kreditorarnir, sum einsa- mallir ráða? -Var tað rætt at bjarga bankunum? -Eg dugi ikki at siga tað, møguliga var tað rætt, møguliga ikki. Vit hava í hvussu er brúk fyri bank- um og eini peningaskipan. Jóhan Páll Joensen sigur víðari, at teir, sum koma á ting eftir komandi val, eiga beinanvegin at seta seg niður og spyrja, hvussu vit kunnu yvirliva á hesum klettum við ver- Hann leggur stóra á- herðslu á, at vit sjálvi mugu koma við eini loysn. Tað nyttar ikki, at aðrir siga okkum, hvussu hetta skal gerast. -Klári eg ikki mína skuld til ein banka so má eg fara til hansara og spyrja, hvussu vit fáa eina skipan, har eg við míni inntøku klári at yvirliva. Jóhan Páll er annars fegin um vælvildina frá dønum at vera við til at endurfiggja okkara skuld, men hann heldur, at okkurt meira må vera vid i eini loysn enn bara tað at kunna yvirliva. Tað má ganga framá eisini. -Karmurin vit hava at liva undir er ov trongur. Vit mugu til at lækka skattatrýstið, soleiðis at flytingin av landinum steðgar. Kunnu politikararnir í Føroyum ikki skapa tann karm, sum eitt nú parta- feløgini í Føroyum kunnu liva undir, so fara uppaftur fleiri av landinum. Stýring má til -Hvat heldur tú um trætuna, sum Ósemjuna, sum er millum fiskifrød- ingar og fiskimenn? -Tað eg kenni frá fiskarfi er , at fiskimenn vita oftani hvussu stødan er eitt sindur áðrenn aðrir. Men eg eri eisini greiður yvir, at fiskimadurin vil bara sleppa at fiska. Tí mugu vit hava eina stýr- ing á fiskiskapinum. dagin 04.07. Ring tlf. 15900 og hoyr meira. TL AR ARASST SSR RRR SR. Men eg skilji ikki rætti- liga hetta vid kvotum. Vit hava eina primervinnu sum nevnist fiskivinna. Vit åseta eina kvotu, sum vit uppfiska longu í apríl og harvið steðgar høvudsvinnan upp. Tað sigur seg sjålvt, at tå er okkurt ravruskandi galið. Tað er fullkomiliga burturvið. Tá haldi eg hevði verið rættari at avmarka við kapasiteti. Jóhan Páll Joensen við- gongur annars, at mangl- andi fígging er ein sera stórur trupulleiki, sum er um at hvala ein stóran part av vinnuni. Tað er íkki nóg attraktivt fyri stóran part av føroyingum at gera fløgur. Harnæst er tað trupult hjá bankunum at fíggja. Breið samgonga Jóhan Páll heldur annars, at tað partapolitiska eigur at sparkast ongantíð ov langt út á sjógv, soleiðis sum stødan er vorðin í landinum. Stødan er so mikið ålvarslig, at vit mugu hava eina breiða samgongu eftir valið. -Fer sambandsflokkurin meira ella minni einsa- mallur út í Tinganes eftir valið, so kubbar hann eisini høvdid av sær. Tey málini, sum standa fyri framman at loysa, eru so stór, at tað má ikki vera nakar flokkur, sum aftaná sigur, at hann var ikki við. Var eg sambandsmaður so hevði eg ikki torað at farið í eina samgongu einsamallur ella bert við einum lítlum stuðuls- flokki. Tá verður einki eftir av honum til eitt komandi val, so stórar og álvarsligar avgerðir skulu takast í næstum. jan oo tn. Cat gar Fr - Þróttar ET TIL —— Farið verður av Havnini við Norrønu fríggjadagin 24.06. til Esbjerg. Haðani verður farið vi bussi tíl býanna bý, París. Í París fært tú hovi at síggja og hvat. T.d.: Euro DE and, Trium Champs Elysées, Eiffel Vit verða aftur á Havnini mána- uppliva mangt og iumfbogan, tornið og mangt annað. Ef ri við