týsdagur 31. mai 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Tore Lyng, skipari
Nr. 100 — 31. MAI 1994
#
norska Torbas:
Eg eigi
Klovning,
tað er
skjalfast
— Eg keypti bátin fyri 700.000 krónur frá
Westfish við Meinhard Haldansen, eg havi
oll neyðug skjól uppá søluna, sigur Tore
Lyng, skipari á nótaskipinum Torbas,
sum sleipar Klovning til Noregs
Dramatikkur var á eystaru
bryggju í Havn seinnapartin
sunnudagin. Undir Havna-
skrivstovuni og Skipa
felagnum lá Torbas, ein
minni norskur nótabátur
Tíðindablaðið
Her fara T orbas og K lovningur av Havnini um sjey tina sunnukvøldid. "Mynd: Jústínus Eidesgaard
uttaná honum lá tann
prúðari trolarin Klovning-
ur, illa tøssadur av einum
| TEKNISK! SKULIN Í KLAKSVIK
|
Treytað av myndugleikagóðkenning sekir.
| Tekniski Skúlin í Klaksvík eftir
| LÆRARUM 8 TÍMALÆRARUM
at byrja frá 1. august 1994. |
Maskindeildin:
is
Lærari við sveinabrævi sum maskinarbeiðari og før-
leika til at undirvisa í lærugreinunum steddfroði og
náttúrulæru. Kunnleiki til ETV er ein fyrimunur.
SIT- og HT-deildirnar:
Teknikum- ella akademiverkfrødingi og sivil-verktrød-
ingi at undirvisa á stødi A, B og C í lærugreinunum
maskintøkni,
byggitøkni,
informatiénstøkni,
stødd-
frødi, alistrødi og evnafrødi — annar byggi- og hin
maskinverkfrødingur. Her er talan um ialt 1 1/2 fulltíð-
arstarv.
Lærarar ella timalærarar i føroyskum á stødi B, C, Dog
tyskum/enskum å stødi C og D.
Løn:
Sambært såttmåla imillum Føroya Landsstyri og Sam-
rådingarnevndina fyri undirvisarar vid teir tøkniligu
skúlarnar i Føroyum.
Umsókn:
Umsóknir við ljósriti av
prévskjølum v.m. skulu
vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi hósdagin
9. juni 1994.
| Tlf. 56311
TEKNISK! SKÚLIN Í KLAKSVIK
Postsmoga 20
700 Klaksvik
Teletax 57311
Tekniski Skúlin í Klaksvík, sum er sjålvsognarstovnur frå 1935, heldur
til í nýmótans hølum vid tilhoyrandi hentleikum. Skúlin hevur hesar
he vuðsútbúgvingar: SIT (steðisútbúgving innan tøkni), Atstoðisútbúgv-
ing og HT (hægri tøkniliga útbúgving). Umframt skúlaheim eru í nær-
umhvørvi skúlans tennisvøllur, svimjihøll, itréttarhøll, billard, borðtennis
v.m.
sjógvi, hann fekk í fjør.
Javnan koyrdu bilar fram-
við, fólk vóru komin oman
av berum forvitni at vita
hvussu leikur fór fram.
Thorbas hevði
sunnunåttina verið á
Fuglafirði. Har hevði hann
skorið endarnar á Klovningi
og síðan farin av stað við
honum. Politii kom uppí
íeikin. Tjaldrið steðgaði
Torbas í Leirvíksfirði og
síðan var farið á Havnina.
Klokkan var farin av seks
sunnukvøldid og á brúnni á
Torbas stóðu skiparin, Tore
Lynge og Bjørn á Heygum,
sakførari og tngaðust.
Eisini vóru boð send eftir
norska konsulinum. Hann
eitur Dánjal Magnussen,
sakførari. Tá blaðmaðurin á
Sosialinum kemur umborð
eru sakførari og konsul júst
lidnir. Alt er greitt, skiparin
hevur fingið loyvi at sleipa
Klovning til Noregs. Øll
neydug skjøl eru tøk og
Bjørn á Heygum hevur
skrivað eina váttan um, at
Tore Lyng hevur keypt
Klovning á lógligan hátt.
Aftaná samrøduna við Sosi-
alin loysir skiparin á Torbas
og bakkar frá.
— Hetta var eitt verri skil,
men nú sleppa vit so avstað,
sigur Tore Lynge, skipari.
Tú ert skuldsettur í tíð-
indunum i dag fyri at hava
stolið Klovning, er hetta
rætt?
— Nei, vit hava einki skip
stolið. Vit hava keypt
Klovning á lógligan hátt frá
Westfish í Havn við
Meinhard Haldansen á
odda. Vit hava rindað góðar
700.000 krónur fyri trol-
aran, vit hava øll neyðug
skjøl uppá skipið og tí er tað
heilt burturvid at siga at vit
hava stolið Klovning.
- Tá Tjaldrið kallaði á
víksfirði og bað okkum
fylgja við til lands, vildi eg
bert ganga við til at koma
inná Havnina, ikki aftur til
Fuglafjørð, sigur hann
- Eg haldi, tað sum P/F
Bogasteinur hevur gjørt, at
sleipa skipið ul Fuglafjarð-
ar er ólógligt Teir hava
einki pappir uppå, at teir
hava keypt skipið. Vit fara
eisini at reisa endurgjalds-
krav móti fuglfirðingum, tí
lutir úr skipinum fyri minst
200.000 krónur eru tiknar.
Hetta vóru lutir sum vóru í
keypinum. Millum annað
eitt autotrol - tól, sigur Tore
Lynge.
— Vit stovnaðu eitt smá-
partafelag í Miðvági sum
keypti tolaran frá West-
fish. Tað hevur gingið
trupult at fáa neyðugu
keypspappirini til vega. Eg
havi sjálvur verið drúgva tíð
í Føroyum fyri at fáa hetta í
rætt lag og ti gjørdist eg sera
skakkur, tå eg hoyrdi at
Klovningur var sleipaður ti!
Fuglafjarðar. Tá okkara
vipurskiftir vóru í lagi, helt
eg eisini al tað var mín
rættur at fara eftir skipinum,
hetta var ikki neypugt at
spyrja nakran eftir, sigur
Tore Lyng.
— Eg veit ikki hver hevur
givið fuglfirðingum loyvi at
sleipa Klovning ul Fugla-
fjarðar. Men ein sannroynd
er, at teir hava einki pappír
sum sigur, at teir kunnu fara
við skipini. Tílík pappír
havi eg, sigur Tore Lyng
Norðmenn vóru serliga
áhugaðir fyri motorinum í
Klovningi. Motorurin skal
setast í Thorbas. Motorurin í
hesum er slitin. Hann er frá
1966.
jústinus
Westfish
fuglfirdingar fara vid
ein kelda
honum, sigur