týsdagur 31. mai 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED : Nr. 100 — 31. MAI 1994 — Sida5
seg væl
at skera
i hond
- Høvdu fleiri gjørt sum vit
og lagt seg eftir at skera i
hond, vóru ikki so nógvar
ovurstórar iløgur gjørdar,
sigur Egil Olsen å Fiska-
virking å Tvøroyri
Flakavirkið á Tvøroyri
telist millum flaka virkini
við flestum fólkum í ar-
beiði.
Orsøkin er fyrst og
fremst, at á hesum virkinum
hava tey lagt seg eftir at
skerasvartkalva í hond. Tað
arbeiði krevur meira av
fólki, enn tá fiskurin verður
ikki tl allar hendurnar
hvgnn dag. Beint nú er
slakt.
Egil Olsen, stjóri á Fiska-
virking á Tvøroyri, er fegin
um, at virkið har í góðari tíð
legði seg eftir at skera fiskin
í hond. Tað var longu fyri,
at virkið fór upp í Fiskavirk-
ing.
Hugaligari arbelål
- Í fyrstuni loysti tað seg
ikki, men nú eru vit komin
eftir tí. Tað verður skorið
líka nógv, sum tað hevði
verið, um vit skóru við
maskinum. Men tað loysir
seg kortini. Tað verður bet-
ur skorið, fólkini eru so
nógv glaðari, og haraftrat
kosta maskinumar, sigur
Egil.
Minni eintáttað
Fólkinum dámar betur at
skera í hond, tí arbeiði teirra
verður ikki so eintáttað. Tá
skorið verður í hond, standa
ikkingkur av avhøvda, nøk-
ur skera ryggin úr 0.s.v. Øll
gera alt, og tað er nógv
hugaligari enn bara at gera
tað sama. Og tá fólkini trív-
ast, kemur eisini minst líka
nógv burturúr.
- Høvdu fleiri havt gjørt
sum vit, vóru ikki so nógvar
ovurstérar fløgur gjørdar í
dyrar maskinur, sigur Egil
Olsen.
randi
Fólkinum dámar væl at
skera í hond
(savnsmynd)
Skiparin á
Grana fekk
harðan dóm fyri orð síni
móti tollvaldinum
Tað er ikki lukkuligt at
hótta og háða embætis-
menn í tænastu.
Tað hevur skiparin á
línubátinum Grana fing-
ið at sanna. Herfyri feldi
Føroya rættur dóm í ein-
um sakarmáli aftaná
eina hending fyri hálv-
um triðja ári síðan á
Tvøroyri, og skiparin á
Granaskal inn at sita í 30
dagar.
Eitt friggjakvøld beint
fyri jól í 1991 kom Grani
úr Skotlandi. Tá teir
koma inn av hesum
væl mannað lið av toll-
arum fyri teimum. Um-
framt tollararnar á Tvør-
oyri vóru tríggir tollarar
úr Havn har.
Hetta loypti ødi í skip-
aran, sum rópti alskyns
ókvæmisorð eftir tollar-
unum úr Havn. Suðring-
ar bera orð fyri at taka
meira dýran til enn aðrir
føroyingar. Tað gjørdi
hesin skiparin eisini.
Hann vildi ikki siggja
tollararnar úr Havn um-
borð, men teimum har
suðuri hevði hann einki
ímóti. Tað var ikki tí,
skiparin hevdi nakað at
krógva. Tollararnir
funnu í hvussu er einki
umborð.
Maðurin varð stevnd-
ur fyri hóttan sína um
harðskap móti tænastu-
monnum í arbeiði - og
fyri at hava háðað tollar-
amar.
Dómsvaldið tók orð
skiparans í so stórum
álvara, at maðurin varð
dømdur 30 daga fongs-
ulsrevsing.
randi
Heidi Andreasen, forkvinna í Húsafelagnum:
Okkurt mátti henda
- Bergur Jacobsen var noyddur at gera nakað, so ring sum viðurskiftini viðvíkj-
andi Føroyahusinum vóru blivin, sigur Heidi Andreasen, forkvinna í H. úsafelag-
num í Keypmannahavn
Í Húsafelagnum hava tey
einki ímóti, at Trygvi Jo-
hansen hevur lagt frá sær
sum limur í stýrinum fyri
húsið.
Heidi Andreasen, sum er
forkvinna í Húsafelagnum,
heldur tað vera skeivt av
Trygva Johansen at lasta
Bergi Jacobsen, landsstýr-
ismanni, fyri at hann við-
mælti at broyta bygnaðin í
Fgroyahúsinum.
- Bergur Jacobsen kom
tiår NOREGI/DANMØRK
Ring til:
DANNY TRANSPORT
Tlf. 19192 - 89192 - 84100
Vit hava eisini flytikassar!
fyri tað fyrsta bara við til-
mæli, men hann var noydd-
ur at gera okkurt nú, so stór
sum misnggdin við viður-
skiftini í húsinum var bliv-
in, sigur Heidi.
Hon heldur ikki, at nakar
heldur kann lasta landsstýr-
ismanninum fyri, at hann
hevði fund við felggini,
sum eru í húsinum. Útiset-
arnir bóðu um fundin, tí tey
vistu sær ikki onnur ráð,
eftir at tey ikki fingu eyka
umboðsráðsfundin, tey
høvdu biðið um. Formað-
urin í stýrinum tá, Trygvi
Johansen, vildi ikki kalla
inn til fund, sjálvt um tað
kravdu talið av undirskrift-
um var, og tey tí høvdu rætt
til at fáa fundin, sigur Heidi.
- Og tá so regluligi um-
boðsráðsfundurin var 17.
maí, stóð lógarbroyting ikki
á skánni. Tað kom ikki fyri
fyrr enn aftaná ymist, og tað
er ikki vanligt, sigur Heidi.
Hon heldur tað vera burt-
urvið, tá Trygvi Johansen
hevur sagt, at landsstýris-
maðurin fór aftur um bakið
á sær.
- Tað hevur eingin gjørt.
Trygvi visti, sum var. Hann
hevur ikki bara verið
afturhaldssinnaður. Hann
forðaði fyri, at vit kundu
gera nakað. Alt stóð bara í
stað, sigur Heidi, sum átal-
ar, at Trygvi ger skilnað
millum seg og hitt fyrr-
ið í nevndini og tey ungu.
- "Tey ungu" eru næstan
gll fólk millum 30 og 60 ár,
og tey umboðat.d. slik feløg
sum Føroyingafelag og
dansifeløgini.
Heidi er spent, hvat nú fra
at henda. Nyggja nevndin
sleppur ikki til verka, tí
Trygvi Johansen noktar at
útgjalda pengarnar, sum
húsið eigur.