Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 100 — 31. MAI 1994 Tigandi mótmæli - Vit fara ikki at gera annað enn at sita kúrr á teimum ymsu stovnunum, sum umsita viðurskiftini hjá teimum arbeiðsleysu, siga stigtakararnir til mótmælistiltakið fyri tey arbeiðsleysu í gjár Tey vita ikki, hvussu nógv fólk fara at taka undir við mótmælistiltakinum í dag, sigangkur arbeiðsleys, sum havatikið stig til at gera vart við korini hjá arbeiðsleys- um. Fyrrapartin í gjár hittust tey á Farstødini í Havn. Mótmælistilkatið byrjar kl eitt seinnapartin, og stig- takaramir eru komnir úr hver sínum herðaldshorni í landinum, ein úr Sandvík, ein úr Eysturoy, ein úr Sandoy , ein úr Kollafirði og ein úr Havn. Nú góðtaka tey Ikki meir Øll eru tey samd um, at nú er tolið uppi, og at tey brøv, sum landsstýrismaðurin ødrumegin og formaðurin í stýrinum fyri ALS hinu- megin hava sent stigtakar- hvussu mótmælisfólkini skulu býtast soleiðis, at ein bólkur fer út í Tinganes at sita, ein fer á Arbeiðsloysis- skipanina og ein á Al- mannastovuna. Tey arbeidsleysu hava sett krøv sini upp f fyra Tey tóku Farstødina í nýtslu, tá tiltakið skuldi fyrireikast:. Vinstrumegin síggjast: Elberg Klett- heyggj, Niels P. Guðjóns- son við soninum Jóhan, Sofus Poulsen og Fríðhild Winther punktum, sum í stuttum m.a. er at fáa rætt til at liva sum menniskju í einum frí- um demokratiskum landi. Tey krevja pening til mat, klæði, olju, el, telefon og aðrara fastar útreiðslur. Tey krevja, at øll skulu vera líka fyri lógini. Tey arbeiðsleysu vilja við mótmælinum visa sína 6- nøgd við at fritidarlønin verður mótroknað ALS, at ALS er ein vika afturúr í út- gjaldi, at útgjaldið ikki kemur rættstundis, og at fólk í fiskiídnaðinum ikki verða mótroknað í fritidar- lón eins og at Almannastov- an mótroknar avlopsskatt. - Vit hava bíðað í 800 dagar eftir at ábyrgdar- kenslan skal vakna onkun- staðni, men enn er einki hent. Stýrið fyri ALS má kroystast at gera okkurt, halda stigtakararnir og eru samdir um at uppskotið um lántøku bert er undanførsla, sum boðar frá ábyrgdar- loysi, bæði í landsstýrinum og f stýrinum fyri ALS. Fagfelggini eingin stuðul Tey harmast eisini, at ar- beiðsleys ikki fáa innivist í styrinum, og at fakfeløgini ikki vilja hjálpa teimum ar- beiðsleysu, sum hóast alt gjalda limagjald til fak- feløgini. Stigtakaramir hava sent brøv út til 14 stór fakfeløg, men tå vit tosadu saman, høvdu bert tvey lokalfeløg, ren gen OD Føroya Handverkarafelag og Sethúsafelagið boðað frá luttøku. Á middegi boðaði Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeidarafelag frå luttøku kortini. Fridhild Winther í Skop- un, hevur rættiliga brynjad seg til at fara til Havnar at mótmæla. Mamma hennara er flutt inn til tey fýra børn- ini sum eru eftir heima. Fríðhild sigur, at hon fær 1800 krónur 14. hvønn dag atliva fyri, og at hetta er ein- asta inntøka sum er í húsi- num. Maðurin hevur verið heima í nærum hålvt ár, tí skipið hevur ligið við bryggju, men at hann er nú farin avstað aftur. Hann fekk ongan stuðul hetta tíð- arskeið. - Kortini hevur maður mín goldið til ALS alla tíð- ina. Hann fekk telefonstud- ningin herfyri, men hann var brúktur til at gjalda ar- beiðsloysistryggingina. Tað er lógarkrav at hann skal gjalda ALS, hóast hann ikki hevur rætt til at fáa stuðul haðani. Tid og tol at sita - Jú, eg havi nógv at "sita" fyri í Havn, og eg ætli mær ikki avstað aftur, fyrr enn myndugleikarnir vilja ganga okkara krøvum á meti, sigur Fríðhild Winth- er. Hini tosaum, at tey fara at sita, so leingi sum tað er neyðugt. Onkur hevur ætlað sær avstað aftur í dag men góðtekur, at um málið dreg- ur út, so er einki annað at gera enn at blíva sitandi. - Spumingurin er ikki, hvussu leingi vit fara at sita á ymsu stovunum, men heldur, hvussu leingi tey har tima at sita yvir okkum. Vit eru arbeidsleys og hava ovmikið av tíð til at taka, Sigur ein teirra. Stigtakararnir eru eisini á einum máli, at politikararnir ikki hava viljað tíkið stóðu til ALS, ti teir vilja bíða til valstríðið byrjar. Tey hava øll varhugan av, at myndugleikarnir við ikki at taka ALS í álvara nú, hava hug at trysta tey arbeiðs- leysu av landinum. Onkur teirra hevur meir enn so fingið spurningin, um tey ikki hava umhugsað at flyta, og viðkomandi ivast ikki í, at tá hevði Almannastovan verið kvik at gjalda ferða- seðilin. Tey arbeiðsleysu kenna tað mannminkandi, at tað alment verður kunngjørt, hvussu nógv ALS útgjaldið er hvgrja ferðina. Tey fáa manga skoluna frá teimum, sum hava arbeiði av tí sama. Vit fara at sita kúrr - Hvat fara tit at tosa við stovnsleiðarar og starvs- fólk um? - Vitkoma til teirra. So má tað verða uppgávan hjá teimum, at tosa við okkum, og ikki umvent, sigur ein av stigtakararnum. Øll hava tey eina vón um, Tíðindablaðið GSK attey arbeiðsleysu í dag fara at stuðla tiltakinum, so tey í felag kunnu reisa seg móti tí Órætti, sum tey kenna seg hava verið fyri, bert tí tey vóru so óheppin at vera millum teirra, sum gjørdust arbeiðsleys. Fríðhild Winther í Skopun ætlar sær ikki heimaftur fyrr enn avvarandi myndugleikar hava gingið krøvum teirra á móti Orð: Dagny Mynd: Klamar Landsfelagið fyri ISETHISAEGARAE eigarar lýsir til Eykaaðalfundar leygardagin 4. juni, kl. 15.00 í HOLUM FØROYA ARBEIÐARAFELAGS Tórshavn ANDSFELAGIÐ FYRI Frágreiðing Framtíðarætlan „Skrá: —————<n. Meg. nevndarval Ymist Landsfelagið fyri Sethúsaeigarar Udsat auktion Det meddeles herved, at tidligere be- kendtgjort tvangsauktion (AS 514/93) Over matr. nr. 1464 c, íbúð 34, Tórs- havn, v/ Advokatskrivstovan j. nr. 930639 der var berammet til den 26. maj 1994 kl. 10.50, er udsat til Torsdag den 16. juni 1994 kl. 10.30 Færøernes fogedret, den 27.05 94 5 Mette Søgaard-Nielsen dím.