týsdagur 31. mai 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 100 — 31. MAI 1994
Javnadarflokkurin havt eykalandstevnu:
Drugvur fundur
um stevnuskrånna
- Ætlanin var at nyta fyrraparin leygardagin
til endaliga viðgerð av stevnuskrá Javnadar-
floksins, men orðaskiftið gjørdist so drúgut og
gevandi, at fundurin vardi allan dagin, sigur
Eydålv Dimon, floksskrivari
Umleið 60 fólk úr øllum
landinum hittust á Hotel
Føroyum leygardag fyrra-
part, har eykalandsfundur
var f samband vid endaligu
vidgerdini av virkisskrånni
Hit»
—…
<
|
Tidindabladid GSK
hjá Javnaðarflokkinum.
Virkisskráin hevði
frammanundan verið til
viðgerðar í floksleiðsluni, í
feløgunum kring landið og í
redakténsnevndini. Tí varð
ikki mett, at tær stóru
broytingarnar fóru at verða
Orðaskiftið um tey ein-
støku punktini á skránni
vóru gjøgnumgingin og
umrødd, og av hesum stóðst
so lívligtog gevandi kjak, at
fundurin vardi allan dagin.
- Virkisskráin er nú so
mikið á leið komin, at fund-
urin samtykti at líta redak-
tónsneyndini upp í hendi at
gera hana lidna, og hon
verður liðug í hesi viku, sig-
ur Eyðálvur Dimon, floks-
Nógv sjónarmið vóru
frammi á eykalandsfundi-
num og nógv var at tosa
um. Her eru tað Daniel
Jacob Jensen og Ketty
Andreasen sum skifta
orð, meðan Atli P. Dam
lurtar
T
Fundarskrivari og starvs-
nevnd. Vinstrume gin
síggjast: Jón Ingi Eides-
gaard, Eydålv Dimon,
Dan Petersen, Marita
Petersen og Jóannes
Eidesgaard
- Tað hevur verið neyðugt
at gera nógvar broytingar í
stevnuskrá Javnaðarfloks-
ins. Hin var gjørd í átta-
tiårunum, og tí ikki hósk-
andi til tørvin í dag. Áður
vóru virkisskráir eisini
gjørdar fyri longri tíðar-
skeið, men hesaferð ber ikki
til at líta so langt fram í tíð-
ina.
- Munur er eisini á hvat
flokkurin kann binda seg til
í dag, samanborið við farnu
tíðir, og tí er henda virkis-
skráin meira jarðbundin.
Málsetningurin í virkis-
skránni er, at vit skulu røkka
teimum málum, sum vit seta
okkum fyri komandi fýra
árini, sigur Eyðálv Dimon.
Dagny
Myndir: Kalmar
Høgni Joensen um læknastjórastarvið hjá Pál Weihe:
Bert ein partur av arbeidsøki hansara
- Tað hevur ikki verið møguligt at seta ein læknastjóra burturav í sjúkrahúsverkinum. Tí
røkir Pál Weihe hesa uppgåvu. Hann -
eins og so nógu onnur starvsfólk í sjúkra-
húsverkinum hava fleiri uppgávur at røkja, sigur Høgni Joensen, sjúkrahússtjóri
Í 1989 er ein avtala fingin í
lag, at seta Pál Weihe sum
læknastjóra.
Tað fekk landsstýrið í lag,
eftir åheitan frá Høgna
Joensen, sjúkrahússtjóra.
Tað er Karter Højgaard,
umsjónarmaður á Lands-
sjúkrahúsinum 6nøgdur
við. Hann vil ikki góðtaka,
at alt fleiri heimildir verða
tiknar frá honum til Pål
Weihe, læknastjóra, at taka
stóðu til
Pál Weihe vil ikki sjálvur
gera viðmerkingar til málið,
men vísir til Høgna Joen-
sen.
Treytin at eg seti fólk
Høgni Joensen: - Pál Weihe
er settur yvirlækni innan
sjúkrahúsverkið, og er sum
so nógv onnur á stovninum,
settur at røkja ymsar upp-
gávur.
- Ein uppgáva er at virka
sum læknastjóri, og her er
ikki talan um eina serupp-
gávu, sum liggur uttan fyri
stovnin.
- Tá eg skuldi setast í
starv, var ein samtykt varð
gjørd millum landsstýrið og
meg 1. desember 1988. Hon
sigur, at sjúkrahússtjórin
skal gera av, hvørjar upp-
gávur hann metir skulu ger-
ast, og hvørji fólkskulu
setast til ymsu uppgávur-
nar.
- Orsøkin til hesa samtykt
var,atDansk Sygehus Insti-
tut just hevdi gjørt eina frå-
greiðing um landssjúkra-
húsið, og har varð m.a. mælt
til, at fyri at styrkja sjúkra-
hússtjóraembætið, átti
stjórin at hava fleiri starvs-
fólk aftrat sær.
- Eg segði til hetta, at
treytin fyri at eg vildi taka
við sum sjúkrahússtjóri
var, at eg sjálvur skuldi seta
tey fólk, sum eg skuldi sam-
starva við. Við hesum vildi
eg tryggjast móti politiskari
innblanding, sigur Høgni
Joensen.
Hevur røkt
uppgåvuna væl
- Pål Weihe hevur ávís
uppgávugki at røkja innan
sjúkrahúsverkið eins og øll
hini starvsfólkini. Hann
tekur sær av ymsum upp-
gávum, eisini tí sum lækna-
stjóri, men hetta er ikki
skipað starv sum í granna-
londunum. Tað hevur ikki
verið møguligt at seta ein
læknastjóra burturav, og tí
noyðast vit at skipa okkum
á henda hátt.
- Pál Weihe er dugnaligur
og ger sítt arbeiði til lítar,
eins og flestu starvsfólkini
innan sjúkrahúsverið. Hann
eins og øll hini hava sínar
uppgåvur at røkja. Undir
hansara øki er m.a. at vera
læknastjóri, sigur Høgnu
Joensen.
Í fyrispurningi frá Tordi
Niclasen í tinginum herfyri,
svaraði Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismaður
22. apríl, at læknastjóra-
starvið ikki er nominerað
eftir vanligum reglum, L.S.
við góðkenning frá fíggjar-
nevndini.
Upprunaliga hevur verið
ætlanin atendurskoða læna-
stjóraskipanina, men at
hetta ongantíð er gjørd.
Landsstýrismaðurin sig-
ur kortini í svarinum, at
landsstýrið hevur ætlanir
um at fáa hetta gjørt.
Stýrisskipanarlógin
kann nýtast
Annars var ætlanin at hava
eitt aðalorðaskifti á tingi um
frágreiðingina um
sjúkrahúsverkið, sum kom í
fjør, men tað verður av ong-
um nú nýval varð útskri vað.
Nýggja stýrisskipanar-
lógin viðger m.a. eisini
leiðsluviðurskifti, og hon
kann eisini fáa ávirkan á
framtíðar leiðslubygnaðin
innan sjúkrahúsverkið.
Tá endurskoðanin av
starvinum sum læknastjóri
verður gjørd, vil ynskið frá
røktarstarvsf6lkunum viga
tungt í málinum, segði Jó-
annes Eidesgaard m.a. í
svarinum til fyrispurningin
hjá Tordi Niclasen.
Dagny