týsdagur 31. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EN
FRH.
Mikudagur 31. mai 1994
Progvini ikki
komin á pláss
Nógvir dómaraseðlar eru ikki komnir á rætta pláss-
ið, og hetta ger arbeiðið hjá Fótbóltssambandinum
rættiliga nógu truplari, enn neyðugt er
Undan hverjum dysti, sum verður
leiktur í kappingunum, fyriskipaðum
av Fótbóitssambandinum, verður
seðil skrivaður, har nummarið á dyst-
inum, dagfesting, nevnini á liðunum
og leikarunum eiga at standa á.
Eftir dystarlok eigur dómarin at
skriva á seðilin, hverjir leikarar eru
tiknir út og hverjir eru komnir inn í
staðin og í hverjum minutti hetta er
farið fram. Og so eigur dómarin — áðr-
enn hann og linjuverjarnir skriva undir
— at skriva á seðilin, nær málini eru
skotin og hver hevur skotið tey. Fyri
at alt hetta skriviborðsarbeiðið skal
koma til nakra nyttu, so er alneyðugt,
at dómarin syrgir fyri, at seðilin sum
skjótast verður sendur Fótbóltssam-
bandinum.
Fyri lesaran er alt hetta ivaleyst
sjálvsagt, men fyri tey, sum fáast við
at gera upp, hvussu tað gongur í
kappingunum er tað ein royndur lutur,
at tað er ógvuliga trupult at fáa hesi
vidurskiftini í rættlag.
Sambært upplýsingum frá Fót-
bóltssambandinum, so restaðu 131
dómaraseðlar, tá teir gjørdu upp 18.
mai, og tað er neyvan óhugsandi, at
talið er nógv hægri nú.
Hetta vil kortini ikki siga, at eingin
dómaraseðil er, ella at hann ikki er
sendur inn í 131 forum, tí ivaleyst er
tað soleiðis, at í fleiri forum, so er
dysturin ikki leiktur, tí felogini eru
vorðin samd um at útseta hann til
seinni, ella tí annað liðið ikki er møtt.
Men at nógvir seðlar fyri dystir, ið
eru leiktir, ikki eru komnir á rætta
staðið, kunnu vit skriva undir uppá.
Talan er um dystir, sum vit hava um-
rett her í blaðnum, og sum eru rokn-
aðir vid í stødutalvunum.
Royn og VB í 2. deild hava fyri lang-
ari tíð síðani avgreitt dystin, sum varð
útsettur 23. apríl, men eingin dóm-
araseðil er komin til FSF. 30. apríl
leiktu Sumba og HB í 2. deild á Kross-
inum í Sumba, men eingin seðil er
komin norður í Gundadal tí viðvíkj-
andi. Og at FS Vágar 14. maí var í
Runavík og vann stórsigur móti NSÍ í
2. deild er einki pappír komið uppá á
FSF skrivstovuni.
So eini vinaráð til allar dómarar,
mammur og konur, sum vaska buks-
ur og rudda taskur: kagið eina ferð
afturat í lummar, mappur og niður í
botnin á ítróttartaskuni og sendi dóm-
arasedlamar til FSF skrivstovuna.
Tad ger arbeidid hjå øllum teimum
nógv lættari, id fáast vid fótbóltin.
Ítróttarsosialurin
UNGDÓMURIN
SKRÅNNI
Å
Fótbóltssambandið skipar
— sum nevnt í leygardags-
blaðnum — nú fyri fótbólts-
skúla, ið verður í Havn frá
7. til 9. juli.
Fótbóltsskúlin er fyri tey
heilt ungu — gentur frá 8 til
14 ár og dreingir frá 8 til 16
ár — og verður skúlin býttur
sundur í aldursbólkar, so
øll fáa høvid at royna seg
móti sínum javnaldrum.
Tilmeldingarskjal er í dag
at finna á síðu 15 í Ítróttar-
Sosialinum, og freistin at
gera nýtslu av hesum skjali
er sett til mánadagin 6. juni.
Kostnaðurin fyri fótbólts-
skúlan er 200 krónur.
Seinnu árini hevur Út-
búgvingardeildin hjá Fót-
bóltssambandinum verið 6-
før at skipa fyri ymsum til-
tókum, so sum skeiðum fyri
bæði dómarar, venjarar og
spælarar. Nú verður við fót-
bóltsskúlanum eisini tikið
stig til at gera nakað heilt
serligt fyri tað komandi
ættarliðið av fótbóltsspæl-
arum, og er bert at vóna, at
væl verður tikið ímóti til-
takinum, og at tey ungu fáa
nógv burturúr.
hj.
Í juli skipar Fótbólts-
sambandið fyri fótbólts-
skúla í Havn fyri yngri
spælarar — hann er bæði
fyri gentur og dreingir
Í MORGIN: 3. deild hjá monn-
um og 1. deild hjá kvinnum