Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 100 — 31. MAI 1994 Tidindabladid CSE 2. deild, menn: FS Vágar-LÍF 4-1 (2-0) Trygvi Mortensen spraklar, men fær einki gjørt við málið, Páll á Reynatúgvu skjýtur Mynd: Bogi Olsen Sandoyingar funnu leiðina at málinum Við eitt sindur stórri neyvleika hevdi B71 vunnið meira enn 1-0, tá teir brendu dupultkjans og ein 100% kjans einsamallir við málmanninum 1. deild, menn: NSI-B71 0-1 (0-1) Tað var liðið við teimum størru og meira uppløgdu málkjansunum, ið fór av- stað við báðum stigunum í Runavík sunnudagin. B71 kom betri frá sínum álops- spæli, meðan NSÍ dugdi verri at finna leiðina fram at málinum. Fyrri hálvleikur var javn- ur og ikki so hendingarríkur — burtursæð frá málinum, ið Páll á Reynatúgvu skoraði, tá Jóan Petur Clementsen í LOTTO viku nr. 21, 28. maí Vinnaratøl:4 - 7 - 10 - 11 - 19-22-26 Eykatøl: 13 - 16 - 32 Fyribils uppgerðin sigur: 7 vinnaratøl: 1.068.446,-kr. Gvinnarat +! eykat 32.764,-kr.. 6vinnaratøl 3.073,-kr. Svinnaratel 127,-kr. 4 v.iæi> minst I eykatal 39,-kr. Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum. 29. minutti streyk avstad i høgru síðu heilt aftur á bak- linjuna og sendi útfrá til Páll, ið staddur mitt fyri málinum smekkaði bóltin í netið, áðrenn Trygvi Mort- ensen fekk stundir at um- ráða seg. Aðrir målmøguleikar av stórri slag vóru ikki í fyrra hálvleiki, tá ikki tann nógva ferðin var yvir spælinum. Seinni hålvleikur gjørdist meira spennandi og undir- haldandi, og tað var her, at flestu målmøguleikarnir í dystinum vístu seg. Runavíkingarnir kendu seg snýttar fyri brotsspark, tá dómarin Kim Ejdesgaard tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik valdi at lata floyt- una tiga, tá Jónstein Peter- sen hjá NSÍ varð feldur inni í B71-brotsteiginum. Adr- enn átti B71 innkast, ið bæði dómari og linjuverji gjørdu tekn fyri. Men NSÍ. ararnir tóku innkastið hjá B71 í skundi og Jónstein fór avstað inn í brotsteigin, har hann varð feldur. — Legið, at dómarin fekk seg til at ofra eitt brotsspark fyri eitt innkast, søgdu NSÍ- ararnir eftir dystin. Tað var annars ikki so ofta, at NSÍ kom igjøgnum á hendan hátt. Tvær aðrar ferðir var tað Jónstein Pet- ersen, ið royndi seg, men fyrru ferðina bjargaði Val- demar Novisci og seinnu ferð valdi Jónstein at senda innfyri, so bólturin endaði úti til innkast. Djóni Nolsøe Joensen hevði eitt langskot á stongina, ið Valdemar í B71-målinum fekk fatur á, hóast hann sá út til at rokna við, at bólturin fór uttanfyri. Sandoyingar meira avgjørdar kjansir Teir avgjørdaru kjansirn- ar átti B71 — serliga tveir vóru so mikið stórir, at teir áttu at havt givið mál. Tann fyrri var ein dupultkjansur, har Jóan Petur Clementsen fyrst skjeyt á stongina og Rúni í Soylu sendi ripostin í bakið áeinum NSÍ-ara og út til hornaspark. Tann seinni var ein 100% kjansur, tá Jóan Petur fór einsamallur igjøgnum og varð heilt leys- ur við Trygva. Men Uni Hansen fekk hann aftur og órógvaði so mikið, at skotið fór við síðuna av málinum og Trygva, ið var komin langt út úr málinum. Tveir minuttir eftir hend- an síðsta kjansin slapp Tor- bjórn Jensen púra leysur móti málmanninum, ið fór út ímóti og blokeraði við hondunum — ein metur uttan fyri brotsteigin. Dómarin dømdi frispark, men eftir at hava tosað við linjuverjan læt hann kortini vera við at geva Trygvareyðakortið, ið hevði verið tað einasta rætta, um dómarin kundi verja frísparksdómin. Páll á Reynatúgvu sendi frí- $parksbóltin við síðuna av málinum, so NSÍ-ararnir vóru hesaferð tvífalt hepnir. Samanumtikið var tað í lagi, at B71 vann dystin, tí liðið hevði teir størru og meira uppløgdu målkjans- imar, hóast NSÍ stóran part av seinna hálvleiki royndi at leggja trýst á gestirnar langt uppi á vellinum. Tað gav eisini nakrar kontramøgu- leikar við sær til B71, ið eru nevndir omanfyri. hj. Tað var ógvuliga sann- førandi, sum FS Vágar vísti fyrsta hálva tíman móti LÍF. Bólturin fór skjótt alla tíðina, og leik- ararnir fluttu seg nógv og skjótt, so leirvíkingar vóru um ein háls. Tí var einki forgjørt, at heimaliðið kom á odda 2-0. Lítið korter var leikt, tá Jógvan Hendrik Samuelsen fekk hol á: eftir uppspæl í høgru drálar hann, dregur út frá og lyftir frálíka hegnis- liga í handara síðunetið. Løtu seinni er aftur tal- an um gott uppspæl, og eftir eitt tvey samanspæl sneiðir Jens Erik Ras- mussen fleiri av, endar innan fyri málverjan Torfinn Hansen og fær bóltin í kassan, hóast vinkulin var ógvuliga spískur. So minkaði ferðin, og LÍF kom meiri við, og mittasta hálva tíman høvdu teir fleiri góðar møguleikar. Varð nýtsla gjørd av teimum, kundi spenningur komið í, men einki mál kom, hóast bæði Jógvan Martin Ol- sen og John Olsen vóru einsamallir ígjøgnum. Álvur Samuelsen bjarg- aði báðu ferðirnar, og tað frålikt í ein hálvan tíma gjørdi hann eisini, tá LÍF nakrar ferðir royndi seg við meiri ella minni for- kølsadum skotum úr 16- 18 metra fjarstødu. Men tað kom ongantíð spenningur í, tí málsókni unglingin, Eyðstein Si- monsen, gjørdi sær dælt av, at LÍF verjan sløsadi í uppspælinum. = Hann gjørdist leyur og lyfti upp um Torfinn, tá hann kom út. Jógvan Hendrik Samuelsen økti til 4-0, tá hann úr høgru royndi við skoti, meðan flestu rokn- aðu við innleggi. Hjørleif Olsen mink- aði móti dystarenda, tå LÍF kom í yvirtal móti álopshugaðu verjuni. Teir tóktust rokna við avlevering, og tá eingin leypá, fór Hjørleif sjálv- ur. Á heimaliðnum var Mikkjal Danielsen í miðverjuni og Jonhard Joensen var á beinkinum uttan at koma inn. Birgir Jørgensen sást einki til. Hann hevur latið spæli- loyvið til FSF, og tå ein månadur er farin, verdur hann á TB liðnum. Hjá LÍF noyddist Jógvan Martin Olsen at seta seg sjálvan á liðið uttan at hava hitað upp, tí ein leikari hevði fingið vøddaskada. (-nn-) Avloysari Sekt verður eftir lærara at taka sær av barnum við tali- og menningartrupul- leikum i Eysturoynni frå 15. august og 6 månadir fram. Lærari vid royndum at undirvisa sein- mentum børnum hevur fyrimun. Arbeidid fer fram vid vegleiding frå Ser- nåmsfrødiligu Rådgevingini í Lands- skúlafyrisitingini. Løn eftir sáttmála millum Feroya Landsstýri og Feroya Lærarafelag Umsóknir skulu vera Landsskúlafyri- sitingini í hendi í seinasta lagi 24. juni 1994. Tórshavn tann 27. mai 1994 Landsskulafyrisitingin