Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ÍF legði sjógv | til strikuna Toftamenn púra sørir framman fyri mótstóðumálinum 1. deild, menn: ÍF-B68 1-0 (0-0) Tað gjørdist akkurát so tætt í Fuglafirði, tá toftamenn komu á vitjan, sum vit høvdu roknað við. Talan var í stóran mun um strid um ein ovfólkaðan miðvgll, og tá nógv fólk er á lilum øki, er ikki undarligt, at tað minni enn so alla tíðina verður polerað fótbólts- spæl. At tað var so trongligt á miðvgllinum komst m.a. av, at ÍF setti annan for- stopparan á midvøllin, tf B68 undan steðginum bara ara. Tað var einki at fara skeivur í, at bæði liðini løgdu stórri dent á ikki at tapa heldur enn at royna at vinna. Heimaliðið vann upp á málið, teir fingu, tá 1. hálv- leikur var um at verða lið- ugur. Og B68 verjan noyð- ist at taka åbyrgdina fyri møguleikan å sfnar herdar: spælt verður tvørtur um og aftur til målverjan, sum kennir seg so kroystan, at men dómarin tigur, letur fyrimunin galda, tå Høgni å Lakjuni fær tamarhald å og smekkar til. Verjuleikari blokerar, og bólturin støkk- ur til Margar Hansen, sum skorar, hóast vinkulin var rættiliga spískur. Tað varð tikið til undan dystinum, at fekk heimalið- ið mál, so vunnu teir, tí tað tykist meiri enn torført hjá B68 at fáa mál. At teir einki mál hava skotið í fýra dystir árað ber boð um, hvar teirra størsti trupulleiki er. B68 hevði annars fínan møguleika tíðliga í 1. hålv- leiki, men Súni Fridi Jo- hannesen var óheppin og skjeyt við síðuna av úr stutt- ari fjarstødu. Símun Elias- sen hjá ÍF hevði stutt eftir møguleika av sama slag, sum hann heldur ikki fekk nyttu burturúr. Óneyvir og óhepnir Eftir ÍF leiðslumálið varð B68 liðið umskipað, soleið- is at meiri fólk fór í álopið. Súni Fríði Johannesen og Jákup Djurhuus vóru settir fremst, og so fór Ambjørn Danielsen, ið hevði verið einsamallur á toppinum fyrra umfarið, út í vinstra borð. Broytingin bar møguleik- ar við sær í báðum endum, t.d. smekkaði Páll Didrik- sen úr góðari stóðu oman- fyri, unglingaleikarin Arn- finn Olsen, sum varð skiftur inn, var ikki nóg kaldur, tá hann úr góðari stóðu sendi omanfyri, og Súni Fríði Jo- hannesen var óheppin við høvdinum at senda gott inn- legg í stólpan. Og so hevði Øssur Hansen onkrar fri- sparksroyndir uttan fyri brotsteigin, men tær fóru - omanfyri. Tå B68 trýsti alt meiri fyri útjavning, gjørdist meiri opið í verjuni, og tríggjar ferðir var um reppið, at ÍF gkti. T.d. kom Roy Róin at standa í góðari stóðu eftir skjótt álop, men í staðin fyri at smekka til, valdi hann at leggja tvørtur um, og so kom verjan í millum. Sperdir toftamenn Jan Petersen, sum hevur verið skaddur alt árið og tískil ikki hevur verið at sæð á B68 liðnum, kom inn á midvøllin nakað inn í 2. hálvleik, men heldur íkki hann kundi fáa toftamenn úr illu ringrásini. So er spurn- ingurin um teir frá fyrsta bríksli fara at vera álops- hugaðir og hava størri hepni vid royndunum, tá KÍ kem- ur á vitjan, ella um teir kenna seg so sperdar av vánaligu gongdini, at teir enn eina ferð leggja størsta dentin á verjupartin. Fuglfirðingar fara til Havnar móti HB við gloppi til nidurflytingarstrikuna. At teir fara at dyrgja eftir javnleiki á útivelli móti oddaliðnum er einki for- gjørt at rokna við. (-nn-) Jákup Djurhuus hjá B68 liggur skaddur uttanfyri — meðan blóðið flýtur Mynd: Janus Joensen Á SI JANI 5 R 5 4 TAXA % FERDAMANNAHEIM TIf. 32900/Tlf. 87199 Nr. 100 — 31. MAI 1994 Sida 15 LOTS Toftamenn og fuglfirðingar dystast um ein luftbólt. Fuglfirðingar vunnu dystin við ein- Mynd: Janus Joensen asta málinum, ið varð skotið TILMELDINGARSKJAL Navn: Fødd/ur: Gøta: Telefon: Bygd/by: Útileikari: Málverji: (setið kross) Foreldur: Tlf. heima: Tlf. arb.: Sjúkrakassi, nr. Faðir/móðir (undirskrivt foreldur/verji) Tilmeldingin skal vera FSF í hendi í seinasta lagi 6. juni 1994 Samstundis við tilmeldingini skal luttøkugjaldid kr. 200,00 verða goldið Fótbóltssambandi Føroya til giro nr. 0068586 FOTBOLTSSAMBAND FØROYA Gundadalur Postrum 3028 110 Tórshavn + 3 Mi