leygardagur 28. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 120 - 28. juni 2003
C
M
Y
K
28
Nr. 120 - 28. juni 2003
29
Skúlin er liðugur…
Tey munnu vera
mong, sum hava tikið
teirra seinasta ár í
onkrum skúla í hes-
um døgum. Tað eigur
at verða feirað, og tað
gera fólkaskúlanæm-
ingar vanliga eisini. Í
Ósáskúlanum í Klaks-
vík var tað nú gjørt
heldur seinni enn
vanligt í ár
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Vanliga hevur tað verið so á
hvørjum ári, tá tær skriv-
ligu próvtøkurnar hjá tíggj-
unda flokkunum í báðum
skúlunum í Klaksvík hava
verið lidnar, at so halda
næmingarnir teirra seinasta
skúladag. Og tað plagar at
merkjast bæði so og so í
býnum. Men í ár var heldur
øðrvísi. Skúlarnir báðir
hildu ikki dagin sama dag í
ár. Hetta komst fyrst og
fremst av verkfallinum á
arbeiðsmarknaðinum, sum
gjørdi tað ómøguligt hjá
flokkunum báðum í Ósá-
skúlanum at hava alt teirra
tilreiðar til tann uppruna-
liga ætlaða dagin. So lærar-
ar og næmingar gjørdu í
felag av at útseta dagin til
dagin fyri prógvhandanina.
So
mikumorgunin,
tá
klaksvíkingar
vaknaðu
hoyrdust gass-floyturnar um
allan býin, men tó ikki so
væl, sum tær plaga, tí
hesuferð var tað bert tann
eini skúlin. Ósáskúlin var
sum vanligt skrýddur við
ballónum, og eitt heiðurs-
portur varð somuleiðis gjørt.
Sagt varð í býnum tó, at
hesir báðir tíggjunda flokk-
arnir mugu sigast at hava
verið fyrimyndarligir, tí
ikki hevði verið so nógv at
hoyrt til teir um náttina.
Okkurt árið hevur nærum
ikki verið svøvnfriður fyri
næmingunum, men neyvan
man tað bila so nógv. Tí øll
munnu minnast aftur á,
hvussu glaður ein er, tá ein
er liðugur í fólkaskúlanum,
so um ein nátt rýkur burtur
úr millum um árið, man tað
ikki gera tað stóra.
Sosialurin fangaði hesi
glaðu ungdómarnir, tá tey
vóru á veg túr við last-
bilinum kring býin. Tað er
fastur táttur, tá fólkaskúlin
er liðgur, at næmingar fara í
lastina á einum bili og
koyra so runt í býnum og
kasta karamellir og bomm,
meðan tey rópa og floyta av
gleði. Tá hesin biltúrurin er
av, fara tey flestu heim og
eftir høvdinum í song
deyðatroytt eftir at hava
verið uppi í meira enn eitt
samdøgur.
Munurin hesuferð er tó,
at tey nú av sonnum eru
liðug. Ongar próvtøkur at
hugsa um, tí tær eru jú
farnar aftur um bak.
– Vit halda, at framyvir
átti seinasta skúladagur
bara altíð verið, tá munn-
ligu próvtøkurnar eru lidn-
ar, tí tá eru vit ordiliga lið-
ug. Tað er nógv betur, eru
tey øll á einum máli um.
Hóskvøldið fingu tey
prógvini handað frá skúla-
stjóranum Símun Petur
Hjelm.
Síðani
stendur
heimurin opin fyri teimum.
Tey flestu fara helst víðari í
miðnámsskúla, men nøkur
fara uttanlanda at víðka
teirra sjónarrring, meðan
onnur fara at leita sær eftir
arbeiði ella læruplássum.
Orkestrið Ælabogin
kom aftur av eini væl-
eydnaðari konsert-
ferð í Noregi miku-
dagin 17. juni
KONSERTFERÐ
Solby A. Eliasen
Spenningurin var í hásæt-
inum 2. hvítusunnumorg-
un, tá orkestrið Ælabogin
var við, tá Norrøna legði
frá landi í Havn til Bergens.
Orkestrið skuldi til TREFF
03 í Tróndheimi í Noregi.
Øll vóru sera spent upp á,
hvussu hesin túrur fór at
verða, tí tey høvdu jú bara
spælt til tiltøk í Havn fyrr.
So hetta at fara á uttan-
landaferð at spæla var nak-
að heilt nýtt fyri øll.
Túrurin fekk eina avbera
góða byrjan, tí hetta var
tann fyrri harmonikutúrur-
in við Norrønu, og tey
vórðu øll sera væl móttikin
av øllum umborð. Tey
spældu tvær ferðir umborð,
og ferðafólkini tóku sera
væl í móti teirra framførsl-
um. Harafturat fingu tey
eisini hjálp frá harmoniku-
spælarunum.
Tá tey vóru komin til
Bergens gekk leiðin bein-
leiðis til Lerdal, har tey
svóvu ta fyrstu náttina.
Túrurin í bussi til Lerdal
var í sær sjálvum eitt upp-
livilsi. Tey koyrdu ígjøgn-
um ikki minni enn einar 50
tunlar, har av ein teirra var
24 kilometrar langur.
Dagin eftir koyrdu tey
víðari til Dombås. Lands-
lagið var sera stórsligið at
koyra
ígjøgnum.
Tey
koyrdu um Hardagerviddda
Jotunheimin, oman fyri
træmarkið og har var kavi á
vegnum.
Í Dombås búðu tey í
smáttum, og har var gott at
vera. Um kvøldið fóru tey á
írsku pubbina ” Dirty
Nelly”. Hetta var dagin, tá
Føroyar spældu í móti
Týsklandi á Tórsvølli, og
eigarin av pubbini var so
vinarligur, at hann fann
dystin fram til tey á stór-
skíggja, so tey fingu høvi
til at síggja dystin.
Hósdagin 12. juni hildu
tey frí og nutu dagin í Dom-
bås. Tey fóru ein túr inn í
býin, í Trollparkina og heils-
aðu upp á Dovregubban.
Eisini svumu tey og sluppu
ein túr á rossabaki.
Fríggjadagur 13.
Fríggjadagin gekk leiðin so
til Tróndheim. Og tað at
hetta var fríggjadagur tann
13. skuldi av sonnum vísa
seg hjá ferðalagnum. Tey
skuldu koyra í einum bussi
til Tróndheim. Túrurin varð
mettur at taka umleið
tríggjar tímar, men hann
kom at varða nógv longur
enn tað. Tey vóru so óhepp-
in at koma at sita á einum
steðgiplássi í fimm tímar
umringaði at nógvum kúm.
Hetta fingu hvørki bussfør-
ari ella vertir teirra í Trónd-
heimi gjørt nakað við, hó-
ast tey royndu alt tað, tey
kundu.
Men
føroyska
ferðalagið tók hetta við
góðum lagi, og tey komu til
Tróndheims í tveimum
mini-bussum kl. 17:30 um
kvøldið bæði móð og troytt.
Leygardagurin var tann stóri
dagurin, sum tey høvdu
ferðast so longi fyri at vera
við í. Hann byrjaði við
góðum veðri, og lagið var
gott á øllum. Fyrst gingu øll
orkestrini
skrúðgongu
gjøgnum býin, síðani varð
stevnan sett á torginum, og
Ælabogin vóru fyrst at
framføra. Tey spældu á torg-
inum fyri stórari manna-
múgvu, sum klappaði dúg-
liga fyri teimum.
Av tí at hetta sama viku-
skiftið var bæði bý-veitsla
og Harley Davidson-treff,
so máttu hini orkestrini
spæla á einum øðrum torgi,
men allar framførslurnar
vóru væleydnaðar. Um
kvøldið var stór veitsla við
góðum dansi. Og er tað
nakað hesi fólkini dugdu,
so var tað at hugna og stutt-
leika sær til eina tílíka
veitslu. Tey hildu á til mid-
nátt, tá fóru øll heim.
Sunnudagin vóru tey og
hugdu at Nidarrós Dóm-
kirkjuni. Ein sera stórsligin
og flott kirkja. Aftaná fóru
tey til grillveitslu í Sverres-
borg, har onnur orkestur
eisini vóru við. Seinni
koyrdu tey aftur til Dom-
bås, har tey fóru á pizzaria,
áðrenn tey fóru í koyggj-
urnar á vallaraheiminum í
Trolltun. Dagin eftir hildu
tey leiðina fram til Lervik
og síðani til Bergen og
Norrønu.
Ferðalagið letur sera væl
at túrinum. Og tey siga, at
tey búðu sera væl og høvdu
allar hentleikar. Eisini tá
hugsað verður um fólk í
rullustóli.
– Hetta hevur verið ein
strævin, men stuttlig ferð í
Noregi. Og vit vilja takka
okkara stuðlum og Smyril
Line fyri beinasemi í sam-
bandi við ferðina, og Tórs-
havnar Kvøld- og Ung-
dómsskúla, sum gevur okk-
um møguleika fyri at vera
saman um tónleikin hvørja
viku, sigur ferðalagið, sum
var aftur í Føroyum í øllum
góðum mikudagin í sein-
astu viku.
Mikudagin var seinasti skúladagur hjá tíggjunda flokkunum í skúlanum við Ósánna. Hetta
bæði sást og hoyrdist aftur í býnum allan dagin, inntil tey deyðatroytt fóru av aftur lastbilinum
og heim í song
Mynd: Jens K. Vang
Ælabogin á konsertferð í Noregi
Ælabogin slapp fyrst framat
at spæla eftir, at stevnan var
sett
Mynd: Hugo Leo
UTTAN ÚR HEIMI
Tørvur á nýggjum kapitali
Ein kanning hjá Den norske Bank vísir, at 29 prosent
av teimum smáu og meðalstóru fyritøkunum í Noregi
mugu fáa nýggjan kapital tey bæði næstu árini.
Leif Teksum, stjóri í DnB, sigur við Dagsavisen, at
tann stóri tørvurin á nýggjum kapitali er eitt tekin um,
at fyritøkurnar hava ov lítlan eginpening. Hann leggur
afturat, at hetta er ein óheppin støða, tí í flestu førum er
talan um júst tær fyritøkurnar, sum skulu skapa
menning í samfelagnum.
Í norska arbeiðsgevarafelagnum ásannar búskaparfrøð-
ingurin Tor Steig, at tað er ikki lætt at fáa fatur á nýggjum
kapitali, og hetta er serliga galdandi fyri tær fyritøkurnar,
sum framleiða vørur til útflutnings, og sum kappast við
aðrar fyritøkur av sama slagi, sigur hann.
Uppsagnarbræv við sær
150 av teimum 240 fólkunum, sum arbeiða á skipa-
smiðjuni Danyard í Aalborg, fáa eitt uppsagnarbræv
við sær, tá tey fyrsta dagin fara í summarfrí.
Danyard byggir í løtuni eitt marglætisskip til eitt
amerikanskt felag. Skipið kostar einar 500 milliónir
krónur og verður liðugt um stutta tíð. Tá skipið er latið
eigaranum, hevur skipasmiðjan onga bílegging eftir, og
tí er einki annað at gera enn at koyra fólk til hús, sigur
stjórin á Danyard, Torben Erikstrup, við Nordjyske
Stiftstidende. Danyard tingast í løtuni við eitt felag um
ein møguligan sáttmála, men ikki fyrr enn í august
verður greitt, um nakað kemur burturúr.
Tey, sum ikki fáa uppsagnarbræv, skulu gera ymiskt
viðlíkahaldsarbeiði umborð á nøkrum skipum hjá donsku
sjóverjuni. Men sambært skipasmiðjustjóranum er hetta
arbeiðið ikki so umfatandi, sum tað plagdi at vera, tí
eisini danska sjóverjan er farin at spara, sigur hann.
Tollararnir á festivali
Tann vælkendi Roskilde-festivalurin byrjaði alment
hósdagin, men hesaferð eru tað ikki bara tónleikarar og
tey, sum hava áhuga fyri tónleiki, sum eru á festi-
valinum.
Danska toll- og skattstovan er farin í hernað ímóti
teimum, sum keypa og selja øl, sodavatn og rúsdrekka
uttan at rinda tey almennu avgjøldini, og í tí sambandi
halda bæði løgreglan og tollarar eyga við tí, sum verður
selt á festivalinum. Sambært danska útvarpinum hava
tollararnir longu funnið nógvar kassar av øli og nakað
av rúsdrekka, sum var farið uttan um almennu av-
gjaldsskipanina.
Tey, sum gera sær dælt av at selja atgongumerki á
svarta marknaðinum, hava eisini havt jól og góðar
dagar í Roskilde seinastu dagarnar. Skalt tú til allar tær
150 konsertirnar á festivalinum, kostar eitt lógliga
keypt atgongumerki 1.100 krónur, men seinastu dagar-
nar hevur prísurin ligið um 3.000 krónur á svarta
marknaðinum.
Sleppa aftur at flúgva
Herfyri settu bretsku myndugleikarnir øllum bretskum
flogfeløgum forboð fyri at flúgva til tveir býir í Kenya,
høvuðsstaðin Nairobi og tann væl umtókta frítíðarbýin
Mombasa.
Orsøkin til forboðið var óttin fyri yvirgangsatsókn-
um frá víðgongdum muslimskum felagsskapum, men
nú sleppa bretsk flogfør aftur at flúgva til Nairobi.
Flutningsmálaráðið í London sigur, at trygdarviður-
skiftini eru bøtt munandi í kenyanska høvuðsstaðnum.
Hinvegin sleppa bretsk flogfør ikki at flúgva til
Mombasa, tí har eru trygdarviðurskiftini framvegis
ikki í lagi, men væntandi koma tey skjótt í rættlag,
sigur flutningsmálaráðið í London.
Amerikanska umsit-
ingin hevur eitt yvir-
lit við "ther most
wanted men", men
enn hava teir ikki
funnið Saddam Hus-
sein, Osama bin Lad-
en ella Mullah Mo-
hammed Omar, sum
standa ovast á yvirlit-
inum.
USA OG YVIRGANGUR
Árni Joensen
- Sjálvt heimsins einasta
stórveldi við heimsins mest
framkomnu tøkni kann
hava ilt við at finna hesar
menn, sigur Charles Pena,
sum er amerikanskur verju-
serfrøðingur.
Í mars róku amerikanar-
arnir irakska forsetan, Sad-
dam Hussein, frá, men nú
hálvan triðja mánað seinni
hava teir framvegis ikki
funnið hann. Í desember í
2001 segði George W.
Bush, forseti, at hann vildi
hava yvirgangsmannin Os-
ama bin Laden "dead or
alive", og Donald Rums-
feld,
verjumálaráðharri,
segði sannførdur "we're
going to get him". Men enn
hava amerikanararnir ikki
sæð nakað til bin Laden.
Mullah Omar var leiðari í
afghanska Taliban-stýrin-
um, sum hýsti al-Qaeda,
men hann slapp til rýming-
ar, tá USA og onnur lond
lupu á Afghanistan í okto-
ber í 2001.
Ein talsmaður hjá verju-
málaráðnum Pentagon við-
gekk fyri tíðindastovuni Re-
uters í gjár, at amerikanska
stjórnarumsitingin er ør-
kymlað av, at eingin av teim-
um trimum er funnin enn.
Amerikanararnir halda,
at bin Laden er í Afghanist-
an ella Pakistan, og at Mul-
lah Omar fjalir seg í Kan-
dahar ella Oruzgen í Afgh-
anistan. Í Irak hava ser-
vandir amerikanskir her-
menn leitað eftir Saddam
Hussein, men uttan úrslit,
og eingin iraki tykist vita
ella vera sinnaður at siga,
hvar hann er.
Amerikanararnir ørkymlaðir -
sfinna ikki oddafiskarnar
Labour mist oddasessin
Kríggið í Irak hevur
fingið nógvar bretar
at venda sær frá ar-
beiðaraflokkinum og
Tony Blair, forsætis-
ráðharra.
BRETLAND
Árni Joensen
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár
vísir ein veljarakanning í
Bretlandi, at tann konserva-
tivi andstøðuflokkurin hev-
ur størri undirtøku millum
veljararnar enn arbeiðara-
flokkurin hjá Tony Blair,
forsætisráðharra.
Kanningin, sum Daily
Telegraph kunngjørdi í
gjár, vísir, at hevði parla-
mentsval verið í Bretlandi
nú, høvdu teir konservativu
fingið 37 prosent av at-
kvøðunum og arbeiðara-
flokkurin 35 prosent. Lib-
eralu Demokratarnir høvdu
fingið 21 prosent.
Kanningin er gjørd í
døgunum frá 24. til 26.
juni, og hon avdúkar eisini,
at heldur ikki forsætisráð-
harrin sjálvur er so væl um-
tóktur longur. 34 prosent av
teimum spurdu siga seg
stuðla Blair. Í mai søgdu 38
prosent tað sama, í apríl 42
prosent, og fyri tveimum
árum síðani fekk hann
stuðul frá 52 prosentum av
veljarunum.
Eygleiðarar í London
siga, at høvuðsorsøkin til
afturgongdina hjá Labour
og Blair er, at bretar og am-
erikanarar framvegis ikki
hava funnið nøkur hópoyð-
ingarvápn í Irak. Júst hóp-
oyðingarvápnini vóru høv-
uðsgrundgevingin
fyri
álopinum á Irak.
Samkynd fingu viðhald
Amerikanski hægstirættur
hevur nú gjørt av, at
samkyndir menn kunnu
hava kynsliga samveru.
Úrskurðurin kom í sambandi
við eitt rættarmál í Texas,
har tveir menn vórðu tiknir
fyri at hava havt kynsliga
samveru. Í fýra
amerikanskum statum hevur
tað verið bannað
samkyndum monnum at
hava kynsliga samveru, og í
níggju statum umfatar
forboðið eisini samkyndar
kvinnur. Mett verður, at
úrskurðurin hjá hægstarætti
er ein týðandi sigur fyri
rættindini hjá samkyndum í
USA, og tey vóru eisini
mong, sum fegnaðust um
avgerðina.
29