Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 31 Á samkomu á Føroya Sjómansskúla, hós- dagin 19. juni 2003, tá skipsførarar, skiparar og heimaskiparar fingu prógvini hand- aði, helt Marjun Bæk prestur hesa talu: Góða samkoma! Takk fyri innbjóðingina: Eg haldi, tað var av berum forvitni, eg segði ja-takk beinanvegin, tí tað gav mær ein kjans til at hugsa um, hvat í verðini ein land- krabbi sum eg kundi hava at siga í einari slíkari sam- komu? - Tað sigst um navnframa heimamissiónsleiðaran í Danmark, Bartholdy, at tá hann var til próvtøku í Nýggja Testamenti, tá nokt- aði hann at taka við tí spurninginum, hann fekk. Hann var biðin um at lesa kapitul 27 í ápostlasøguni, sum er um eina váðaferð úr Kilikiu til Malta, og tað kapitlið er fult av nautisk- um orðum og fyribrigdum, sum tað ikki er lætt hjá ein- um landkrabba at halda skil á, tíansheldur tá tað er á grikskum. Bartholdy skuldi hava sagt: Eg eri ikki til stýrimanseksamiu, men til guðfrøðiliga embætiseks- amiu! og tað boygdu próv- dómararnir seg fyri. - Men landkrabbi ella ikki: Vit kunnu saktans øll myndaliga talað sigla yvir lívsins hav í einum sálmi, sjálvt um vit aldrin sjálvi høvdu droymt um at valt sjólívið. Og haðani, sum eg havi valt at vera, skylda vit sum ikki er so løgið, tá fyrstu lærusveinarnir vóru fiskimenn - sjónum og sjómonnum ein stóran part av okkara myndaríkidømi. Tað er aldargomul siðvenja myndaliga talað at lýsa kirkjuna sum eitt skip. Tá eg tosi við konfirmantarnar um ta myndina og royni at fáa teir at hugsa eitt sindur meira um symbolikkin og spyrji, hvør er skipari, tá svara teir ofta, at tað man vera prestur, og tá er tað mær altíð ein stór gleði at kunna svara, at tíbetur eru vit í kønari hondum enn so! Og hóast tað ikki er vist, at ein sjómaður nú í tíðini nakrantíð sær ein fisk, so er eitt tað elsta kristna sym- bolið júst ein fiskur, tí tað komst av, at tá tú setti fyrstu bókstavirnar í Jesus Krist- us, sonur Guðs, frelsarin, saman til eitt orð, so fekst tú grikska orðið iktys, sum merkir fiskur. Fiskurin var m.a. nýttur sum loynitekn í rómversku katakombunum, hann hevur jú eisini tað symbolvirði at kunna peika á tann rætta vegin, bæði so og so! - Í mínum grannalagi í barndóminum var ein elskulig gomul omma, sum altíð sat fyri vindeyganum og bant. Hon skuldi eitast at halda eyga við børnunum, men hon hevði jú ikki eygu í nakkanum, og illa hoyrdi hon eisini. Ein dagin mamman kemur heim, er alt aftanfyri hesa gomlu ommu endavent og mamm- an rópar hart og í øðini: Hvat er hetta fyri skil? Tá svarar tann gamla omman: Hatta er bara Jóhanna, sum rættar kumpass! Tað varð síðan til eitt orðafelli har í grannalagnum, hvørja ferð okkurt ólag var onkustaðni, at tað helst bara var Jó- hanna, sum hevði rættað kumpass! Hetta við kumpassini minnir meg so um eina søgu hjá danska rithøvund- anum Nis Petersen, sum jú ofta var í Føroyum. Her hevði hann leingi undrað seg um, hví stór skip løgdu inn á smáar firðir og sigldu aftur og fram í tímavís, tað sá fullkomuliga meinings- leyst út, inntil hann fekk at vita, at tað vóru langfara- skip, sum fyri at vera før fyri langferðina høvdu fyri neyðini av og á at taka ferð- ina av fyri at fáa rættað kumpass. Hetta fyribrigdi fekk so stóran týdning fyri Nis Petersen, at hann ferð eftir ferð vendir aftur til hesa uppliving í verkum sínum. Tað var ein av høv- uðsfatanum hansara, at tað eru ikki bert skip, sum treingja til at rætta kum- pass, tað treingja menn- iskju eisini til. Í endanum av romanini Spildt mælk letur hann ein siga: Ein og hvør av okkum hevur eina kumpass, sum peikar móti Guði, og ein og hvør má av og á steðga ferðini og leggja inn á ein av Guðs firðum. Tað var so kanska eisini júst tað, eg mest hevði uppá hjartað at siga. H.C. Andersen er av góðum grundum kendur fyri síni mongu ævintýr, men H.C. Andersen hevur eisini skrivað eina rúgvu av søgum, sum kanska eru minni kendar. Ein av teim- um kallast Við hitt ytsta hav (H.C.Andersen: Ved det yderste hav, bd.2 s.61, Jubilæumsudgave for danske børn, Gyldendal 1905). Orðini sipa til eina reglu úr sálmi 139 úr Gamla Testamenti, ein sálmur um Guðs umsorgan í lívi og deyða, har tað einastaðni (v7-10) eitur: Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; lyfti eg mær á veingjum morgun- roðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda! Tað verður ov drúgt at endurgeva alla søguna, hóast hon hevði verið tað verd, men í stuttum er søg- an um tvey stór skip, sum vóru send langt norðureftir móti Norðpólinum fyri at vita, hvussu tað bar til at sleppa. Teir høvdu longu í ár og dag stýrt gjøgnum toku og ís, veturin var komin, og í fleiri, fleiri vik- ur fór alt at vera ein long nátt. So langt eygað bar var alt ísur, og øll skipini vóru fest í ísin. Kavafannirnar vóru ómetaligar, og úr kav- anum høvdu teir gjørt kúpuhválvað kavahús, men tað var ikki myrkt, tí norðlýsið blaktraði skín- andi reytt og blátt, tað var eitt ævigt, stórsligið fýr- verk. Heima var tað fram- vegis heystardagur, og tað hugsaðu teir um har uppi. Klokkan segði, at nú var kvøld og songartíð, og í einum av kavahúsunum høvdu tveir longu lagt seg. Og frá nú av siteri eg: Tann yngri hevði við sær heim- anifrá tað besta og ríkasta, hann átti, tað, sum omman hevði givið honum, áðrenn hann fór so langa leið, og tað var bíblian. Hvørja nátt lá hon undir høvdalagnum, og hann visti frá barnaárum av, hvat stóð í henni. Hvønn dag las hann eitt sindur, og tá hann hevði lagt seg, uggaðist hann av teimum heilagu orðinunum: Lyfti eg mær á veingjum morg- unroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða og høgra hond tín mær halda. Og við sannleikans og trú- arinnar orðum lat hann eyg- uni aftur, svøvnurin kom, og dreymurin kom, andans opinbering í Guði. Sálin var livandi, meðan likamið hvíldi. Hann merkti tað: tað var sum løg av gomlum kendum og kærum sangum. Tað andaði so milt, so summarheitt, og av legu síni sá hann tað skína yvir sær, sum var kavahúsið gjøgnumlýst uttanifrá. Hann lyfti høvdinum, tað skyggjandi hvíta var hvørki veggir ella loft, tað vóru teir stóru veingirnar á herð- unum á einum eingli, og hann hugdi upp og sá hans- ara milda, ljósa andlit. Upp frá bløðunum í bíbliuni, sum úr einum liljukoppi, lyfti eingilin seg og breiddi armarnar út, og veggirnir í kavasmáttuni sukku saman til eitt lætt tokutám. Tann grøni bøurin heima og heyggjarnir við teimum reyðbrúnu viðalundunum lógu víða í stillum sólarhita ein góðan heystardag. Reiðrið hjá storkinum var tómt, men enn vóru súrepli á súreplatrænum, hóast einki blað var eftir. Tey reyðu rósuberini skinu, og starin læt í tí lítla grøna búrinum uppi yvir vind- eyganum í bóndahúsunum, har sum heimið í heiminum hoyrdi heima. Starin sang so sum hann hevði lært, og omman hongdi fuglagras um búrið, so sum ommu- sonurin altíð hevði gjørt. Og dóttir smiðin, so ung og so vøkur, stóð við brunnin og dró vatn, heilsaði omm- uni, og omman veittraði aftur og vísti henni eitt bræv, sum var komið langa leið. Hendan morgunin var tað komið úr teimum køldu londunum, heilt frá Norðpólinum, har ommu- sonurin var í Guðs hond. Og tær flentu, og tær grótu, og hann, sum var undir ísi og kava, í verð andanna, undir einglaveingjunum, sá og hoyrdi alt, flenti við teimum og græt við teim- um. Og úr brævinum varð lisið hart bíbliunnar egnu orð: Við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða. Sum góður sálmasongur ljóðaði tað víða, og eingilin legði veingir sínar sum eitt slør yvir tann sovandi. Dreymurin var at enda, tað var myrkt í kavasmáttuni, men bíblian lá undir høvdalagnum, trúgvin og vónin lógu í hjarta hansara. Guð var við og heimið var við - við hitt ytsta hav. Tað var H.C.Andersen. Havið er og hevur altíð verið ein kaos-mynd, ein mynd av tí villa og ótemj- andi, sum vit ikki makta. Tað, sum viðhvørt krevur meira av okkum, enn tað, vit hava at lata. Og sum ikki treytaleyst gevur av sínum ríkidømi. Men havið er eisini ein mynd av tí, sum bindur saman: Langt áðrenn fólk hættaðu sær upp um fjøll, tíansheldur ígjøgnum fjøll ella undir havið, var havið lívgevarin og sambinding- arliðið millum fjarskotin lond og fólk. Mangan ein- asti vegurin fyri útkomin- um, men eisini einasti veg- urin hjá forvitninum, menningini, nýhugsanini og nýskapanini. Menniskj- an hevur altíð við ella ímóti sínum egna vilja leit- að útum sín egna sjóna- rring. Og heimið var altíð við. Andlitini heima, hug- burðurin, umhvørvið, orð- ini komu við. Teir óav- markaðu samskiftismøgu- leikarnir, sum nú eru, og sum gera tað møguligt hjá fólki úr hvør sínum heimsins enda at samskifta, bera framum alt annað heimið við út og tey, sum eru úti, heim. H.C. Andersen endaði søgu sína við um tann unga mannin at siga, at bíblian lá undir høvdalagnum, trúgv- in og vónin lógu í hjarta hansara. Guð var við og heimið var við - við hitt ytsta hav. Við hitt ytsta hav er tað hvørki bókstaviliga ella myndaliga talað løtan til at seta seg á bíbliuna og finna mørk, sum gera skilnað, hvørki menniskju ímillum ella millum menn- iskju og Guð. Bíblian undir høvdalagnum boðar tvørturímóti hvíldina í, at vit kunnu leggja okkara mørk inn í tað markloysi, sum Guð stendur fyri, at tað er ein sjónarringur, sum er víðari enn tann, vit sjálvi kunnu røkka, sjálvt við ytstu høv. Bíblian undir høvdalagnum er ikki ein koddi, sum ger góðan sjó- mansskap og framkomnar trygdarskipanir óneyðugar, tvørturímóti peikar hon á, at hvør løta krevur okkara ítasta, at lívið kostar lívið fyrr ella seinni. Bíblian undir høvdalagnum er ikki ein koddi millum okkum og onnur, ella millum okkum og havsins ella lívsins brestir. Bíblian undir høvdalagnum er tann kodd- in, vit kunnu leita okkum hvíld á, tá vit hava troytt menniskjulívið til ytstu mørk, og tann, vit kunnu reisa okkum aftur frá til tey mørk, sum næsta løta vil hava okkum at troyta. Bíblian undir høvdalagnum leggur trúnna og vónina í hjørtuni, ta trúnna og vónina, at Guð er við og heimið er við við ytstu høv. Og við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga tillukku! Jesus fylgi tykkum! Takk fyri! Við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín leiða meg Her handar Dánjal Johan Poulsen, skúlastjóri, Malenu Fredrikku Sivertsen úr Norðdepli, skiparaprógvið Mynd: Jens Kristian Vang Kvíkvíksprestur, Marjun Bæk, helt røðu fyri sjómansskúlanæmingunum, tá teir fingu prógvini handað Dánjal Johan Poulsen, skúlastjóri handar John Joensen í Vestmanna skipsføraraprógvið C M Y K 31 30