leygardagur 28. juni 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 120 - 28. juni 2003
Nr. 120 - 28. juni 2003
33
Toll- og Skattstova Føroya.pdf
Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna við
einum nýggjum og feskum blað. Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á
internetið. Á Sosialinum starvast í dag uml. 25 fólk.
Blaðfólk til
Eysturoyarredaktiónina
Til at røkja spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
verður søkt eftir blaðfólki til Sosialin.
Talan er fyrst og fremst um at røkja uppgávur á Eysturoyarredaktión
okkara í Saltangará og kring alla oynna. Men tað verða eisini
uppgávur á hinum redaktiónunum hjá blaðnum kring landið her
serstakliga høvuðsredaktiónini á Argjum umframt á rullandi
redaktiónini.
Vit hugsa okkum, at tú skal byrja eftir summarfrítíðina, helst frá
fyrst í august. Møguleiki verður tó eisini at byrja fyrr.
Vit rokna við, at tú er ein persónur við áræði at fara undir nýggjar
uppgávur, har tað ofta ræður um skjótt at kunna seta seg inn í tey
viðurskifti, sum talan er um. At tú ert uppsøkjandi og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt undir eini ásettari tíðarfreist, og at tú hevur teldukunnleika
á brúkarastøði.
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun, men er hetta ikki
nøkur treyt fyri starvssetanini.
Lønin er sambært sáttmála millum Blaðútgevarafelagið og
Blaðmannafelagið.
Er ynskiligt at frætta nærri um starvið, sum kann gerast títt, ert tú
sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við Jan Müller á telefon
341800. Ella at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo.
Seinasta freist at søkja starvið er hósdagin 3. juli. Umsóknir við
viðkomandi skjølum verða at senda til:
Sosialurin
Jan Müller
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Sosialurin 341800
Skráseting Føroya hevur í dag
skrásett niðanfyri standandi
fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2835, P/F
Vest Service, 370 Miðvágur.
Viðtøkur broyttar: 01.03.2003.
Kapitalur:
Partapeningur:
kr. 600.000,00, harav Flokkur
A: kr. 450.000,00 og flokkur B:
kr. 150.000,00
Nevnd:
Farin úr nevndini: Andrias
Gaardlykke, 370 Miðvágur.
Innkomin í nevndina: Jens
Gaardlykke, 370 Miðvágur.
Skráseting Føroya tann 26. juni
2003
Kristin Balle
Aðalfundur
hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag 15. juli 2003 í
kantinuni hjá FJM í Runavík.
Nevndin
Lesið
Sosialin
C
M
Y
K
33
32
Toll- og
Skattstova
Føroya
Roknskaparstarv
Starvið sum leiðari fyri Roknskapar- og
bókhaldsdeildini
í stýrinum á Argjum verður hervið lýst leyst at seta í
seinasta lagi 15. august 2003.
Arbeiðsuppgávurnar verða millum aðrar:
ñ at hava roknskapar- og bókhaldsskyldugu ábyrgdina
av lands-, kommunu- og kirkjuskskattinum og
gjøldunum til teir grunnar, Toll- og Skattstovan
umsitur. Hertil kemur eisini roknskaparligu ábyrgdina
av innkrevjingarskipanini (IK),
ñ at hava ábyrgdina av, at Roknskaparreglugerðin
verður viðlíkahildin, og at allar deildir hjá Toll- og
Skattstovuni nýta hana,
ñ at samstarva/hava samskifti við Føroya Gjaldstovu
um allar roknskaparligar spurningar, sum knýta
roknskaparhaldið hjá Toll- og Skattstovuni saman við
FSL og harvið roknskaparframløguna í
Landsroknskapinum,
ñ at leggja innanhýsis mannagongdir til rættis og skipa
fyri bæði innan- og uttanhýsis kunning um
roknskapar- og bókhaldsspurningar,
ñ at geva leiðbeining og hjálp til økini í samband við
roknskapar- og bókhaldsspurningar og
ñ at hava um hendi alt samskifti viðvíkjandi roknskapar-
og bókhaldsspurningum annars við Føroya
Gjaldstovu, Landsgrannskoðanina og onnur.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður, skal hava góða roknskaparliga
útbúgving helst frá hægri lærustovni . Kunnleiki til
almenna fyrisiting kann geva fyrimun. Teldukunnleiki á
brúkarastøði er eitt krav. Vit vænta okkum ein
arbeiðssaman og fyrikomandi persón, sum skal kunna
arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunna bjóða
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum
fyri eftirútbúgving, v.ø.o. eitt sjálvstøðugt starv í góðum
arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri frágreiðing um starvið
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun
R. Simonsen, stjórnarskrivara á tlf. 35 26 00.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um
viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi
4. august 2003.
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Postsmoga 2151
FO 165 Argir
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er
skipaður soleiðis, at
planlegging og menning
fer fram í Stýrinum á
Argjum. Tær seks økis-
skrivstovurnar, ið eru á
Tvøroyri, í Skopun,
Sørvági, Tórshavn,
Saltangará og Klaksvík
røkja raksturin.
Starvið er nýtt og kemur
tann, ið verður settur, at
byrja við eini rættuliga
sjálvstøðugari uppgávu,
sum er at byggja upp
eitt roknskapar- og
bókhaldsverk í Stýrinum
í tøttum samarbeiði við
Menningardeildina.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo