Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sofus á Sýnuni í Oyn Herfyri varð Sofus Klein Joensen, Sofus á Sýnuni, borin til gravar í kirkju- garðinum í Oyndarfirði. Sofus doyði knappliga í bestu árum og eitt sárt sorgtåm hvílir eftir hann, nú kransarnir gulna á Sofus var oyndfirðing- ur. Í Oyndarfirði steig hann fyrstu fetini vaks hann upp og her endaðu allar hansara ferðir, eisini tann sein- asta. Nøkur ár vóru millum meg og Sofus, soleiðis kennist tað í dag. Men tá eg var smådrongur, var Sofus tann stóri. ” Hjá børnunum eru tey vaksnu fyrimyndin og eru tað vaksin, sum eisini eru litfagur og skapandi, so situr myndin enn fastari. Eg minnist hann sum ungling og vaksnan. Tað hendi nakað, tá Sofus var heima. Tú keddi teg ikki saman við honum. Hann kom, sum tann dugnaligi veiðumaður hann var, við harunum á baki oman úr fjøllunum, tá hugnaliga jóltíðin nærkaðist. Hann kom oman av Vatni ella innan úr Firði við tráðu í aðru hond og sílateggju í hinari. Og so fleyt hann á fjørdinum í Krákuni, lítla fýramannafarinum, sum hann hevði latið smíðað. Ferðirnar eru óteljandi, har Sofus kom aftur á landi, antin undan Nes- tanga ella undan Stong- ini, við fongi í rúmi og hvítbringaðum flogfen- aði á bekki. Aftaná slíkar ferðir veit eg at Sofus kendi seg ríkan. Um hesa tíðina fyri sjey árum síðan vóru eg og Sofus saman til skips. Vit vóru saman tríggjar mán- aðir hetta summarið við Minningarorð um darfirði einum lítlum trolbáti á landleiðini. Hetta árið lærdi eg Sofus at kenna sum menniskja og minn- ini um hetta summarið fløva, tey fylla út í tóm- leikanum, nú Sofus ikki er meira okkara millum. Sofus var vitugur við víðum flogi. Sofus var sjómaður burturav, fiski- maður og góðan skúla hevði hann gingið. Hann var sera handigur til alt ar- beiði umborð á skipi, hann var nærlagdur og røkin. Hann var eitt náttúrunn- ar barn og hann elskaði lívið í náttúruni. Bæði tað sum svam niðri í bika- svarta dýpinum og tað sum fleyg og sveimaði yvir okkum. Hetta gjørdist eitt hend- ingaríkt summar bæði við álvara og gaman. Sofus var hittinorðaður og vit skemtaðu okkum ófórt umborð, men vit tosaðu sanniliga eisini um lívsins álvara. Alt var tó ikki ar- beiði hetta summarið, onkuntíð komu vit í havn, eisini uttanlands og tá var veitsla og tað við lít. Sofus hevði altíð út- ferðarhug og tað sum hendi uttanfyri Føroyar hugtók hann nógv. Sofus hevði siglt úti og hann hevði víðan sjónarring. Sofus tosaði ofta um londini sunnanfyri. Tú legði merki til, at hann var ein gløggur eygleiðari. Hann tosaði ikki bert um hvítar baðistrendur og kávalæti á betri hotellum. Hann hevði eisini stóran Fóroyg Bjór í SUðuroy í Trongisvági, er opið: Mánadag: 10.00-12.00 & 4.00—17.00 Tysdag: > 10.00-12.00 8 14.00—17.00 Onsdag: 10.00-12.00 Tørsdag: 10.00-12.00 8 14.00—17.00 Friggjadag: 14.00-18.00 Leygardag er stongt! Vit heita á fólk um ikki at koma vid leysum fløskum tórsdag og friggjadag. 4 áhuga fyri hvussu fólkið í landinum hann vitjadi hevði tað, hvussu tey búleikaðust. Umframt at hava siglt í stóru verð, so gjørdi Sofus eisini onkra ferðina aftur at vitja stød har skip hansara hevði verið. Hann var hálva- vegna vælkendur í Portu- gál og har knýtti hann mong vinarbond. Útferð- arhugurin hjå Sofusi var ein stórur partur av hans- ara lívi. Sofus var ein ógvuliga ættkærur maður og uttan at gera mun á nøkrum, so mundi mamman standa honum næst. Sjálvdan havi eg hoyrt nakran tosa so vakurt um móður sína, sum Sofus. Tey fægstu av okkum liva í hesum heimi uttan mótburð av nøkrum slagi. Tað gongur ójavnt á. Við- hvert er leikurin lættur og aðrar tíðir er nátt í sål. S0- leiðis var eisini hjá So- fusi, hann reið eftir aldu- rygginum leikandi lætt og heimurin lá allur framm- anfyri honum. Hann var eisini niðri í aldudalinum og vendi. Nú hevur hann Á einum lítlum grav- steini í nýggjakirkjugarð- inum í Havn standa hesi vøkru orð, leysligaendur- givin eftir minninum. "Man doyr ikki, man fer upp til Jesus pápa". Hanna, nú syrgir tú sonin. Hann ið sigur: "Sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda" fylgir eisini tær og veitir troyst til tín og tíni næstu. Friður veri við minnin- um um mín góða vin Sof- us. Tøkk fyri tað tú vart. Jústinus Eidesgaard EYKA- AÐALFUNDUR verður í KFUK mikukveldið 15. juni, kl. 19.30 KFUK - Tórshavn Ringið! - og vit skriva (C11820 Ung í arheiði Tú, sum fer ella er farin úr skúlanum og hevur áhuga í einum skúlaári við ødr- vísi innihaldi, kom í Tvøroyrar skúla tórsdagin, 2. juni, kl. 15.00 og fá nærri at vita ella ring til skúlan, tlf. 71582 ella 71062 Tveroyrar skúli Klaksvíkar Sjúkrahús Bandagistur og Ortopædiskur skó- makari frá Samfundet og Hjemmet for Vanføre i København, arbeiða á Klaks- víkar Sjúkrahúsi 7.-8. juni og á skaða- stovuni á Landssjúkrahúsinum 9. juni 1994. Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 55463. Inngongd er nordanfyri i kjallaranum i starvsfólkahúsinum. LUTASEÐLARNIR til frama fyri føroyska luttøku á Oyggja- leikunum 1995 á Gibraltar eru nú drig- nir. Vinnararnir eru: . Ferð við Norrenu til Danland 461 . Gávukort á 5.000 kr. í Miklagarði — 13.554 . Gávukort á 5.000 kr. í Føroya Keypssamtøku . Gåvukort å 5.000 kr. frå Statoil . Gåvukort å 5.000 kr. frå Shell . Gåvukort å 5.000 kr. . Gåvukort å 5.000 kr. . Gåvukort å 5.000 kr. 6.993 4.303 7.323 5.858 4.017 14.001 Vinnararnir verda bidnir um at skriva navn og bustad å sedilin og senda hann til: Oyggjaleikanevndina, Box 223, 110 Tórshavn. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin! OYGGJALEIKANEYNDIN SUÐURSTREYMOYAR SJÁLVSTÝRISFELAG hevur 3. og seinasta uppstillingarfund til løgtingsvalid mikukveldið 1. juni 1994, kl. 19.30 Å LANDSBOKASAVNINUM Sudurstreymoyar Sjålvstyrisfelag