mikudagur 1. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Parlamentariskur ruðuleiki
TAÐ sær ikki mætari út enn at tað fara
at vera heilir 10 flokkar, sum fara at
stilla upp til løgtingsvalid. Fyri demo-
kratiið má hetta sigast at vera nakað
gott, tí tað er ein ásannan av, at her
finnast nógvar meiningar og at tær allar
hava møguleika at sleppa at royna seg í
einum valstríði. Fyri parlamentarismu
her á landi er hetta kann ikki eins stórur
sigur, tí koma vit at fáa eina ørgrynnu
av flokkum umboðaðar á tingi eftir
at gera alt teir kunnu fyri at fáa síni
ynski og krøv uppfylt, verða teir
avgerandi 17. maðurin. Hetta er annars
júst tað, sum í stóran mun hevur verið
orsøkin til yvirbjóðingarpolitikkin í 80-
unum.
SOLEIÐIS sum politiska myndin sær út
í løtuni tvs. soleiðis sum veljarakann-
ingarnar síggja út og annars hvussu tað
verður flutt millum teir ymsu flokkar-
nar, so kann henda, at vit fáa ein heilt
stóran vinnara, nevniliga sambands-
flokkin og eina rúgvu av taparum og
smáum flokkum. Teir mongu smáu
flokkarnir og tann flýggingin til sam-
bandsflokkin kann hava við sær, at
sambandið ikki bert fer at fáa nógvar
atkvødur, men tað kann fara at vilja so
væl til hjá flokkinum, at hann fer at fáa
stóran part av øllum teimum umdøm-
isvaldu og so onkarar aðrar aftrat, og tå
er greitt, at tað verður ikki nógv eftir til
hinar at býta.
FYRI sambandsfólk kann hetta kanska í
fyrstu atløgu sýnast sum nakað gott,
men hugsa vit um landið, so kann eitt
ov gott sambandsval koma at elva til
ein sannan parlamentariskan ruðuleika
her á landi, sum vit ongantíð at sæð
fyrr. Og er tað nakað, sum føroyska
samfelagið ikki hevur brúk fyri eftir
valið 7. juli so er tað hetta. At ein
sambandssigur kann gerast ein sannur
pyrrussigur kundi val hent seg. Og eftir
okkara tykki er tað ringasta, sum kann
henda fyri júst sambandsflokkin og
eisini fyri bæði parlamentarisku
stórur. Tað fer at gera tað torførari at
fáa aðrar ábyrgdarflokkar við í eina
samgongu, og ti verður sambandið
tvingað til at leggja saman við smáum
flokkum, sum serstakliga røkja ávís
áhugamál.
TAÐ, sum er komið fram í orðaskift-
inum, er, at brúk er fyri eini breiðari
samgongu eftir valið, tvs. eini sam-
gongu, sum rekur ein politikk tvørtur
um midjuna. Fær sambandið ov stóra
framgongd, so er greitt, at hetta fer at
vera torført. Ringt er í dag at spáa um,
hvussu ein samgonga fer at síggja út.
Nú sjálvstýrisflokkurin tók seg úr hesi
samgonguni eisini, so er ilt at síggja, at
og song fåa nokk. Eru veljara-
kanningarnar rættar, so merkir tað, at
tað verður sambandið, sum skal til at
royna at skipa eitt landsstýrið. Spurn-
ingurin tá verður, um leiðslan í flokk -
inum mengar at seta eina samgongu
saman, sum kann reka ein politikk
tvørtur um miðjuna heldur enn at
krevja, at tað verður reinur borgarligur
valstríðið hjá sambandinum verður
ríkið í løtuni - har framstandandi
sambandsmenn undir dulnevni tveita
og aðra eftir er væl illa hugsandi, at
nøkur samgonga fer at verða skipað
millum hesar flokkar.
TAÐ ringasta, sum kann henda fyri
hetta land, er um vit fáa eitt reint
við sambandi og fólkaflokki. Tá verður
tað ikki tann neyðugu og ynskti politi-
kkurin tvørtur um miðjuna, sum verður
ríkin, men ultravendur høgrapolitikkur,
og hann vita vit, bjargar ongum landi í
kreppu, men ger tað bert uppaftur
svårari hjá teimum frammanundan ring-
astu stillaðu at liva. Tá kann vera at
nýggju flokkarnir fara at ásanna, at ein
vendanbakið til javnaðarflokkin og
tjóðveldið var at gera sær og sínum eina
bjarnatænastu.
SOSIALURIN
Smoltútsetingin á Servágsfirði
Meðan summir tingmenn
arbeiða seriøst fyri málum,
ið hava teirra áhuga og ti
øki, teir umboða, so eru tað
aðrir, ið halda seg meira til
at seta fyrispurningar fram
tikk ístaðin fyri at arbeiða
seriøst.
Tó skuldu tað ganga 14
ár, áðrenn fólk funnu útav,
at Svend Áge Ellefsen er
størsti politiski sjónleikarin
Men sum teir skilagóðu
menn sørvingar eru, so
kvettu teir ikki á stokkinum,
hinvegin, skuldi tað verða
nakað samstarv, so vóru
treytimar beinhardar, ti
hetta var eitt ålvarsmål:
I. Alt arbeiði á Sørvågsfirdi
í sambandi við aling — røkt
og tøku av fiski skal gerast
av sørvingum.
2. Um smolt verdur flutt
higar, skal tað ikki vera
smittað av furunkulose ella
aðrari sjúku.
3. Smoltútsetingin skal ikki
verða til bága fyri teir lokalu
alararnar.
4. Eingin flutningur skal
vera beinleiðis ímillum ali-
brúkið í Vestmanna og Sør-
vågsfjørd. Hvørki skip, út-
gerð ella fólk.
Hesar treytir vildi P/F
Navir við Birgir Danielsen
ikki lika og tí gjørdist úr-
slitið at einki uttanbíggja-
smolt verður sett út á Sør-
vågsfjørd.
Frank Davidsen
og so aftan å at tey einstøku
målini eru avgreidd, so siga
teir seg vera væl nøgdar
eins og teir gera vart vid, at
fyrispurningurin hevur
tænt sínum endamáli, uttan
at:teir sjálvir hava rætt hond
frá síðu til at fylgt málunum
upp. Í tí sambandi var tað
einaferð ein tingmadur
(Pauli Ellefsen), sum segði
tey søguligu orð, at óneyð-
ugt var at brúka tíð og pen-
ing til kvotasamrådingar
uttanlands, tí tað hevdi hann
klárað við einum frímerki.
Kanska tað var orsøkin til at
sami maður aftan á sum
løgmaður fekk so vånalig
samráðingarúrslit viðvíkj-
andi fiskikvotum okkara tað
valskeiðið.
Herfyri váttaði ein annar
tingmaður (bróður Paula
Ellefsen), at hann vid at seta
fyrispurning fram hevði
fingið steðgað øllum uttan-
bíggjamonnum í at ala á
Sørvågsfirdi. Hann
gloymdi tó at siga frå, at
uttanbíggjamaður = hevði
brúkt Servágsfjørð sum
skiftisøki í 20 mánaðar
frammanundan at fyri-
spurningurin varð settur,
eins og hann gloymdi at
greiða frå at hesin uttan-
bíggjamaður fekk hetta
loyvi meðan spyrjarin og
partamaður hansara fiski-
málaráðharrin sótu úti í
Tinganesi.
Tá tað herfyri varð stað-
fest, at BKD sjúkan var á
aliøkinum í Vestmanna og
Birgir Danielsen, parta-
maður fólkafloksumboðið í
Vágum, hevði fingið loyvi
frá Landsdjóralæknanum at
seta 250.000 smolt út á Sør-
vågsfirdi, tå var deydatøgn
og eingin vidmerking at
hoyra frå Svend Åge Ellef-
sen.
Helst var tað orsøkin, at
eingin hevði hug at heita á
hetta løgtingsumbodid fyri
at fáa eina hjålpandi hond, tí
tað er prógvað ferð eftir
ferð, at ístaðin fyri at ar-
beiða seriøst við nøkrum
máli óansæð um tað er 1o-
kalt ella ei, so roynir Svend
Áge Ellefsen at spæla poli-
nakrantíð, og tað ganga
helst nógv ár, áðrenn ein so
ábyrgdarleysur politikari
verður valdur inn aftur á
Føroya Løgting.
Men tíbetur vóru tað aðr-
ar kreftir, ið tóku stig til at
forða fyri at 1/4 millión
laksasmolt vórðu sett út á
Sørvågsfirdi. Avleiðingar-
nar kundu í ringasta føri
havt við sær, at teir sør-
vingar, ið høvdu loyvi til at
seta smolt út, settust aftur.
Tí fyri tað fyrsta, so hevdi
umhvervið ikki tolað at út
ímóti 1/2 millión smolt
vórðu sett út tilsamans, ti
tilrådingamar frá teimum
somu, sum góvu På&F Navir
v/ B. Danielsen loyvi, vóru
at 200.000 smolt var ein
hóskandi nøgd, ið Sørvågs-
fjørður kundi bera, og har-
næst var smittuvandin stór-
ur at sjúkan varð flutt til
Sørvågsfjørd.
Harafturat var smoltið, ið
ætlanir vóru um at flyta til
Sørvågs, fongt við furunku-
vågsfjørdur er einasti fjørð-
ur í landinum, ið er furunku-
losefríur.
Sostatt var stødan tann, at
um smolt og útgerð varð
flutt ímillum Sørvåg og
Vestmanna, so var tað bert
ein spurningur um tíð, nær
sjúkan eisini var á Sørvågs-
firði.
3 zonen SPÆRIKASSI
midbynum og Hornabø.
Deildin við Tinghúsvegin
verður umbygd
Nú deildin við Tinghúsvegin verður umbygd, verður
afturlatid í døgunum 6. - 27. juni
FØROYA SPARIKASSI
Viðvíkjandi avgreiðslum verður vist til deildirnar í