Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 101 — 1. JUNI 1994 Síða 3 Hólmasund: Fer til Ísraels Páll Klein í Havn hevur selt sandbátin Hólmasund til Ís- raels og fer sjálvur niður við at fóra bátin í nakrar mánaðir Eitt av bátunum, sum nú stendur á Tórshavnar Skipasmiðju, er sandbát- urin Hólmasund. Hann verður umvældur, tí um nakrar dagar fer hann at siga Føroyum farvæl. Páll Klein, sum hevur havt sandsøluna í Havn í 30 ár og tilsamans hevur havt fýra sandbátar, er nokkso harmur um at skula av við Hólmasund. Men nú er einki at gera longur hjá sandbátunum, tú tá einki verður bygt, er heldur ikki brúk fyri sandi. Aðrir eru farnir til Dan- markar at sigla við sand- bátum sínum. Páll Klein vaældi at selja Hólmasund, sum hann hevur átt síðan 1986. Hólmasund hevur leingi staðið á sølulista, og fleiri fyrispurningar hava eisini verið, men nú bleiv tað so til, at ein israelsk entrepre- nørfyritøka keypti Hóma- sund. Teir verða fýra mans, sum sigla sandbátin niður til Ís- reals. Tveir teirra fara beint heimaftur. Avtalað er, at Páll sjálvur annar úr Før- oyum skal sigla við bátinum í tiggjar mánaðir, saman við tveimum ísrealittum. Teir fara avstað, so skjótt sum Hólmasund kemur av skipasmiðjuni. Siglt verður niður til (Israels undir donskum flaggi, og tá teir koma fram, fer hann undir ísrealskt flagg. Nýggi heim- staðurin hjá Hólmasundi verður býurin Ashod á mið- alhavsstrondini. Tá teir hava siglt við Hólmasundi í tríggjar mán- aðir í Ísrael, koma teir heim aftur. Páll, sum er skipsfør- ari, fer tá aftur út at sigla, sum hann gjørdi í vetur. randi Páll Klein hevur havt Hólmasund síðan 1986. Báturin er tó eldri enn so, bygdur í 1960 Flutt til Trongisvags Føroya Bjór hevur fingið nýggjan avgreidslumann í Suðuroynni Á páskum læt avhreiðslan hjá Føroya Bjór á Drelnesi legði frá sær. Síðan hevur ikki borið til at sloppið av við tómar aftur, tí avgreiðslumaðurin fløskur til Føroya Bjór ella keypt øl frá Føroya Bjór Føroyingafelagid i London Nærrl upplysingar frå: Birgit Sólstein, tif. 00944815815730 Helgi Joensen, tif. 00944932829027 avgreiðsluni í Suðuroy. Fólk hjá Føroya Bjór hava tó eftir førimuni koyrt út til handlarnar í oynni. Nú hevur 24 ára gamli Dan Erik Johansen í Trong- isvågi yvirtikið avgreiðsl- una í Suðuroynni, og harvið er avgreiðslan flutt til Trongisvágs. Umframt at hava avgreiðsluna koyrir Veðrarnir hjá Føroya Bjór eru nú farnir yvir um fjørdin (Mynd: Jan) Dan Erik eisini øl og soda- vatn út í oynni. Á Føroya Bjór vóna tey, at suðuroyingar fara at taka líka væl ímóti Dani Eriki, sum teir hava tíkið ímóti undanmonnum hansara. Smyril Line: Fleiri spyrja um at flyta Tað hevur ljóðað, at væl av fólki fyrireikar seg til at flyta av landinum, tá Norrøna byrjar summ- arsigling sína. Jónfinn Simonsen á fraktdeildini hjá Smyril Line sigur, at væl fleiri fyrispurningar hava ver- ið í ár samanborið við onnur ár um flyting. Fólk spyrja seg fyri, hvussu tey skulu bera seg at, og hvat kostar at flyta. Fýra fimm spyrja hvgnn einsta dag, sigur hann. Hesi fólk ætla at flyta onkuntíð í summar, ikki til nakra ávísa tíð. At so nógv flyta um summar- ið, er neyvan bara tí, at tá siglir Norrøna. Heldur er tað, at tá hava skúlarnir frí, og børnini, sum flyta við, kunnu byrja nýtt skúlaár aftaná flyting- ina. Qll flyta ikki við Smyril Line. Skipafel- agið hevur altíð flutt góðs millum londini, og ein annar møguleikier at flyta við postverkinum. randi Arbeiði at fáa í Norðurnoregi Stórur áhugi hevur verð fyri teimum arbeiðstil- boðum, Arbeiðsávís- ingin higartil hevur fing- ið úr hinum norðurlond- unum. Øll uttanlands ar- beiðsplássini, sum hava søkt í Føroyum eftir ar- beiðsmegi, hava fingið fólk. Tað stendur tó á hjá flakavirkjunum í Norð- urnoregi at fáa fólk úr Føroyum til at skera flak. Eitt virki søkti eftir fimm kvinnum, men fekk bara tvær. Ein or- havn, undir Vøruvognur Litil vøruvognur ynskist til keyps fyri 10—20.000 kr. kontant. Skriva til: Sosialurin, box 76, 110 Tórs- Bill. mkr. 145 søkin kann vera, at virk- id søkti eftir royndum fólki. Tíkravinum hevur virkið nú slept og bjóðar sær at læra upp, um onk- ur aftrat skuldi havt hug at komið, sigur Unn Hansen á arbeiðsávís- Tað koma javnan fyrispurningar úr Nor- egi at fáa fólk til flaka- virki. Arbeiðsávísingin kann ikki áleggja ar- beiðsleysum føroying- um at fara uttanlands at arbeiða. Tey arbeiðs- leysu fáa bara tilboðið. randi