mikudagur 1. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Gott fundarfólk!
Sum tykkum gllum kunn-
ugt, so eru tað í ár liðin 100
ár, síðan fyrsti fólkafundur
varð hildin her á landi.
Fólkafundir hava síðan
verið hildnir á ymsum
plássum runt um í Føroy-
um, og finnast nógvar góðar
frásagnir um bæði hvat hev-
ur verið rétt um, og eisini
um gongdina á hesum fund-
um, eins og tað eisini finn-
ast fleiri góðar frásagnir um
ferðing og um hendingar til
og frá hesum fundum.
Eitt, sum tá hendir er, at
fólk fara at syngja. Tey
høvdu sungið sálmar og
kvødid, men hetta er fyrstu
ferð, at veruligur felags-
songur er at hoyra.
Tað, sum eyðkennir fund-
imar og talurnar, sum frå
fyrstan tíð hava verið hildn-
ar og fram til í dag er, at tos-
að hevur verið um dagsins
aktuellu mál, og um vit
kanna eftir, so finnast í
mongum fórum ftøkilig úr-
slit frá hesum fundum.
Tað, sum eg í dag fari at
taka fram, er mál sum eisini
er okkum ógvuliga viðkom-
Tað er ein royndur lutur,
at fólkasamfelgg í ringum
tíðum søkja samanhald og
harvið stórri tryggleika og
styrki til at halda út — ú í
felag klára vit at lyfta stórri
byrðar enn í sjálvdrátti. Ikki
soatskilja, at vit ikki til eina
og hverja tíð hava brúk fyri
góðum undangongumonn-
um og -kvinnum til at slóða
fyri, finna og vísa á nýggjar
leiðir, ið føra til framburð
fyri land okkara og fólkið,
ið her býr.
Mangan verður tikid til
»Onki er so ringt, at tað ikki
er gott fyri okkurt«.
Eg hugsi, at nøgdsemid
hjá okkum ikki veksur við
materialismuni — tvørtur-
ímóti. Meira vit eiga, meira
vilja vit hava, men í trong-
um tíðum, tá læra vit — og
duga nógv betur at síggja
stór virðir eisini í tí smáa.
Nýhugsan tykist at vera
loysunarorðið í dag. Vit
hava nú í langar tíðir verið
ov vanabundin og ikki søkt
nýggjar leiðir — tað eiga vit
jú at gera — tí, væl hava tær
gøtur, sum teir gomlu hava
slóðað okkum, ført okkum
higar til dags, men vit hava
skyldu til at traðka og slóða
nýggjar gøtur víðari fram,
og til eina og hverja tíð taka
til umhugsunar: hvar eru vit
og hvagar eru vit á veg.
Rasmus Effersøe sigur so
rámandi í síðsta ørindi í ein-
um av sínum góðu yrking-
um:
Elt ikki altíð sum fyri er
slóðað;
Sjálvbjar gin far yvir land
yvir hav,
maður skal smíða sær
eydnuna góða,
við teimum eynum sum
skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast
áleið;
Nr. 101 — 1. JUNI 1994
Hanus Poulsen er formaður í Klaksvíkar Sangfelag. Í sambandi við at felagið í ár hevur 50 ár á baki, heitti norðoyasteynu-
nevndin á hann um at halda fólkafundaróðu í Vágstúni norðoyastevnudag (Mynd: Jan)
Hanus Poulsen í nordoyastevnurøduni:
fttiiti
Siggja stor virði
eisini i ti småa
- Vit hava nu i langar tidir verid ov vanabundin og ikki søkt
nýggjar leiðir. Vit hava skyldu til at tradka og slóða nýggjar gøtur
vidari fram, segdi Hanus Poulsen, formadur i Klaksvikar Sang-
felag, í følkafundarrødu síni nordoyastevnudag
ofta í vanda tó vinirnir
tróta:
tann sum vil framá, hann
gloymi í ei
sjálvur sær slóðir at bróta.
Í slíkum tíðum sum hes-
um er tað at ymiskir felags-
skapir taka seg upp. Í 30-ár-
unum vóru vánaligar tíðir,
og tá tóku nøkur fólk her í
Klaksvík seg saman og
byrjaðu at venja kórsang,
og 6. november 1944 — áðr-
enn seinni verðaldarbar-
dagi var komin at enda —
varð Klaksvíkar Sangfelag
stovnað og æt tað tá Klaks-
víkar sang og musikkfelag.
Felagið hevur sostatt 50 ár á
baki nú í ár. Aðrir felags-
skapir hava eisini tíkið seg
upp í ringum tíðum — og er
hetta enn eitt dómi um, at
fólk í ringum tíðum søkja
saman.
Tíverri er tað so, at fleiri
familjur eru farnar av land-
inum vegna tørvandi ar-
beiði, og verða tað óivað
fleiri enn, sum fara, og tøl-
ini vísa eisini at tað í størsta
mun er ungdómurin, sum
flytur.
Eitt er givið, og tað er, at
um ikki ungdómurin, sum
vit í dag eiga — so góðan sum
nakrantíð — ikki fær høvi til
at brúka sínar kreftir her á
landi — ja, so søkir hann sær
arbeiði úti í heimi — ella
kemur als ikki heim aftur
eftir lokna útbúgving uttan-
lands.
Hvat kann so gerast — og
hvat eigur at verða gjørt fyri
at venda hesi skeivu gongd,
sum nú er?
Henda spurning hava vit
ofta sett okkum — og eru tað
nokk eisini nógv, sum hava
gjørt sær sínar tankar um
hetta.
Orðatakið sigur: >Ofta
hava ungum hvølpi vaksið
hvassar tenn í munni< — og
skal tað verða mín vón, at
tann ungdómur, sum veksur
til í dag, veruliga vil gera um
seg, hann hevur nógvar góð-
ar møguleikar at útbúgva
seg, serliga innan skúlagátt
— verri er við handverkinum
í dag, har er tíverri heilt
steðgað upp vegna vantandi
arbeiði.
Vit hava her á landi -eins '%
og útheimurin — havt upp-
og niðurgangstíðir, og tað
vísir seg tíverri so, at sjálvt
um vit áttu at havt lært av
feilum upp igjøgnum tíðir- Í |
nar — og harviðkunnaðriðið |
å einum alduryggi vidari
fram, so endurtekur søgan F
seg.
Sum altid gingu skótarnir
skúðgongu
Á
Enn hava aldri rikið so
dimm skýggj fyri sólina, at
hon ikki kom fram aftur og
vit eiga hóast tíðirnar eru
sum tær eru, at vera takk-
som fyri lívið og læra at
virða tað minna.
Tit ungu — tit standa í
besta blóma og eru tey, sum
skulu føra okkara kæra fost-
urland víðari fram — eitt
vilja vit biðja tykkum um og
tað er, líkamikið hvagar í
Tíðindablaðið ÆI)
heiminum tit fara, slíuð ikki
røturnar, sum eru gróður-
settar her heima.
At enda skal eg lesa síðsta
ørindid úr yrkingini »Langt
burt frå gðrum londum« hjá
Gulak Jacobsen:
Hvar enn tín fótur fjakkar,
hvar enn tú festir búgv,
ber altíð títt fóðiland í
minni;
tí urtin hon følnar og
verður ikki drúgv,
er rótleysur stelkurin hin
stinni
Bið gott yvir fólkið av
fornari ætt,
sum Gud hevur givið so
dýran ein skatt.
at liva í friði í Føroyum.
Hanus Poulsen
BRÚKTIR
BÍLAR 2
Vit hava fleiri GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR av
ymiskum merkjum til
solu.
SERA BILIGA
& LAGALIGA
Ynskja tygum at
sýna/royndarkoyra
teir, kann hetta av-
talast á tlf. 18903.
v/ Atla Klein Olsen
Rann ">>> =>
110 Tórshavn
Teld "im
Tlf. 18903 - 88903