Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 101 — 1. JUNI 1994 Tíðindablaðið CD Latid okkum byta arbeiðsloysið » - Tá eitt samfelag er komið soleiðis fyri, sum okkara, so eiga vit fullkomiliga at broyta hugburð. Vit mugu finna okkum annað stóði, og seta kós frá tí. Eitt tað fyrsta vit mugu gera, er at broyta okkara hugburð til tað at hava eitt arbeiði. Vit kunnu ikki taka sum givið, at tey sum hava eitt fast starv, absolutt skulu hava tað fyri seg sjálvan ævina alla,< skrivar Eiríkur Lindenskov m. a. í sambandi við mótmælisgonguna hjá teimum arbeidstøku: Felag teirra arbeidstøku lýsir í skrivandi stund til mótmælisgongu í Havn. Ætlanin hjá felagnum er at mótmæla vánaligu við- ferðina, sum tey arbeiðs- tøku fáa frá landsins myndugleikum. - Tað er undir allan kritikk, at stýrið fyri ALS og landsstýrið vanvirða 5.000 arbeiðsleysar føroy- ingar å henda hått, og siggja størri æru i at vinna stríðið móti hvørjum Ødr- um, enn at hjålpa teimum arbeiðsleysu, sum nú i fleiri mánaðir hava livað í óvissu, um tey fáa pening til lívsins uppihald, ella ikki. Og meðan tey klandrast, so rópa tey ar- beiðsleysu aftur í ár neyð- arróp um, at frítíðarpen- ingurin ikki eigur at verða mótroknaður, men hver lurtar? - Einki hendir! ALS-stuðul elur arbeiðsletingar Hóast arbeiðsloysi er eitt nytt fyribrigdi í Føroyum, so mugu vit opid og ærliga siggja veruleikan i eyguni, og vidganga at arbeidsloysi er komid fyri at vera - í nøkur år í øllum førum. Ut frå hesum mugu vit so fara til verka. Tad hjålpir ikki at siga, at eingir pengar eru. - Teir skulu finnast, eins og landsstýrið upp á eina nátt fann pengar at bjarga bankunum við. Tað eru menniskju og mannalagn- ur tað snýr seg um! Støva >solidaritetin< av! Farloyvi.... €G?? Eru tit galin!?? So fåi eg ju minni i løn! | | Ein farloyvisskipan hevði býtt munandi um arbeiðsloysið í Føroyum. Serliga galið | er tað, at tey Ungu ikki fara at kenna arbeiðsmarknaðin, um tey gerast langtíðararbeiðsleys. Fingu vit eina farloyvisskipan, so kundu tey »vaksnu«, eitt nú »68-generasjønin«, í fóstum starvi farið í farloyvi ALS skal taka lánið Tað fyrsta, ið nú er at gera hjá stýrinum fyri ALS, er at fara eftir hasum 45 milliónunum, sum liggja úti í Tinganesi. Tað er ov býtt av stýrinum, at standa so fast við, at pengar ikki skulu lænast. Tað er ov frekt av stýrinum, at halda tey arbeiðsleysu gíðslar í hesum máli. Vit kunnu altíð keglast um, hver ið hevur veruligu ábyrgdina av arbeiðsloysisskipanini, men hesa bráfang- ishjálpina skal stýrið veita. Annað er so tað, at landsstýrið skal aktivt taka lut í skipanini. Tað er einki minni enn eitt fólka- krav, at landsstýrið tryggj- ar teimum arbeiðsleysu sømulig kor. Fólkakravið skal m. a. snúgva seg um, * at landsstýrið skal beinleiðis inn at fíggja skipanina * at veitingin verður 90% av arbeidaralønini * at »rullandi útgjaldið< fer burtur * at farloyvisskipan verður sett í verk * at frítíðarpenigur ikki verður mótroknaður Føroysk betrivitan - komin aftur um brekkur Ni valid er útskrivað, fær landsstýrið valla gjørt nakra lógarbroyting - tí skal stýrið tryggja, at tey arbeiðsleysu liva undir mannsømuligum korum fram til eitt nýtt landsstýr- ið er skipað, sum skal taka alla skipanina upp til nýggja viðgerð. Veljarin skal annars merkja sær, at føroyskir politikarar ikki hava viljað sett pengar av til eitt kom- andi arbeiðsloysi. Í ødrum londum hava tey havt ar- beiðsloysi í mannaminni, og eins leingi hava tey havt arbeiðsloysisskipanir. Men føroysku politikarar- nir vóru gløggari - hildu teir. Okkum tørvadi onga | slíka skipan, tí hon fór bara at elva til arbeiðsloysi og ala fram arbeiðsleting- ar, var sagt. Men í dag standa vit við skegginum í postkass- anum. Høvdu okkara polit- ikarar verið meiri fram- skygdir fyri 20 árum síð- ani, og høvdu teir tá kunna ímyndað sær, at veruleikin eisini einaferð pikkaði upp á hjá okkum, hevði staðið betur til. Tá høvdu vit havt eina skipan, eins og grann- alondini hava, og tá høvdu vit eisini havt uppspart ein kapital, sum í dag hevði komið serdeilis væl við. - Men hetta er ikki gjørt, og ti verður takið tess stórri hjá einum kom- andi landsstýri. Men ar- beiðið skal gerast. >Eiga= vit okkara arbeiði Tá eitt samfelag er komið soleiðis fyri, sum okkara, so eiga vit at fullkomiliga at broyta hugburð. Vit mugu til at finna okkum annað stødi, og seta kós frá tí. Eitt tað fyrsta vit mugu gera, er at broyta okkara hugburð til tað at hava eitt arbeiði. Vit kunn- u ikki taka sum givið, at tey sum hava eitt fast starv, absolutt skulu hava tað fyri seg sjálvan ævina alla. - Vit skulu gera far- loyvisskipanir, so at fólk sum hava arbeiði, kunnu fara í farloyvi, um tey ynskja tað, og fáa stuðul útgoldnan, ið svarar til ALS-studulin. - Hjá teim- um arbeiðsleysu snýr tað seg ikki bara um pengar. Tað er eisini ein stórur tru- pulleiki, -at fólk í áravís verða hildin uttan fyr. ar- beiðsmarknaðin. Vit eiga eisini at hugsa um tað menniskjansliga í hesum. Vit sum starvast sum leysir vikarar í fólkaskúla- Tørvur er á nýhugsan - serliga tá vit tosa um arbeiðsloysi, sum er ein samfelagskreppa. - Eina samfelagskreppu skulu vit bera í felag. Tí eiga vit at hugsa ótradisjonelt, fyri at pláss skal vera fyri okkum øllum á arbeiðsmarknaðinum. num liva júst við slíkum skipanum. Tað at lærarar kunnu fara á ársskeið og farloyvi annars, tryggjar fleiri arbeidsplåss. Men tey eru Ótrygg, eru tíðarav- markað, og tú kanst vera varpaður út nær tað skal vera. Her er tørvur á ný- hugsan, tí sama hvat landsstýri vit fáa eftir 7. juli, so megnar tað ikki at veita øllum føroyingum arbeiði. Tí eiga vit at seta í verk eina farloyvisskipan. Hjá summum er ov nógv fritid ein trupulleiki, hjá ødrum ein mangulvøra. Í arbeiðsloysistíðum er loysnin uppløgd: Lat okkum býta arbeiðið! - Tá fáa vit eitt rættvísari samfelag, har = sam- felagsvirðini verða býtt javnari millum fólkið... Eiríkur Lindenskov