Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvørja stødu hevur Sosialurin so til tann vinnuliga sektorin? Í dag er tað fremsta uppgávan hjá øllum at royna at útvega nýggj arbeidsplåss. Í tann mun hetta eydnast verða flestu aðrir trupulleikar hjá samfelagnum eisini loystir. Fiskimannafelagið og undir- ritaði hava nýtt stóran part av síni orku at koma við uppskot- um um hvussu skjøtil kann set- ast á at loysa henda trupulleika. Hettahevur eisini verið gjørt saman við okkara mótparti, reiðarafelagnum. Tað er gjørt út frá tí sjónarmiði, at í hesum døgum mugu allir partar ar- beiða saman. Í síðstu viku varð framløgd ein ætlan uppá 41 síður, har mett verður at tað verður møguligt eftir stuttari tíð at fáa nógv nýggj produktiv arbeiðs- pláss, um gjørt verður eftir uppskotunum hjá nevndini. Tí er tað rættuliga hugstoytt, at tað einasta, sum Sosialurin heldur vera vert at viðgera eru nakrar fáar reglur um almenna sektorin. Hetta kann fáa blað- stjóran at vinda seg upp og at leggja mær og Ingeborg sjón- armið í munnin, sum vit als ikki hava. Ein hevur varhugan av, at blaðið heldur seg nú hava fing- ið eitt høvi at geva okkum eitt spark, og tað er hetta, sum telur í hesum »ummælinum«. Men tað er rættuliga avdúk- andi, at Sosialurin ikki er førur fyri at gera eina sakliga meting av frágreiðingini, hvers høv- uðsmál hóast alt var at útvega arbeiðspláss. Hevði tað so ver- ið so, at javnaðarflokkurin sjálvur hevði ein politikk á hesum økinum, kundi tað verið sínar sakir. Men har finst ikki nøkur sum helst ætlan at loysa trupulleikan við arbeiðsloysin- um, og tí er stødan eisini sum hon er í samfelagnum. Tað er sjálvsagt gleðiligt, at Sosialurin hevur eina greiða stóðu til almenna sektorin. Men henda stødan nyttar ikki nógv í eini stóðu, har vinnuligi sektorurin liggur í knúsi. Tað avgerandi fyri endurreisn av samfelagum er hóast alt eitt vinnulív, sum kann geva ar- beiði til allar hendur. Og tað av - gerandi fyri almenna sektorin er so sannliga eisini tað sama. Tí kemur tað eisini almenna sektorinum til gagns at vinnu- lívið fær fyrsta prioritet. Ein kundi kanska eisini verið illavorðin og sagt, at høvdu ringu tíðirnar ávirkað arbeiðs- plássini í almenna sektorinum eins nógv og tær ávirka ar- beiðsplássini í vinnuliga sek- torinum, ja, tá høvdu »al- mennu« fakfeløgini kanska víst ein heilt annan áhuga fyri at útvega arbeiðspláss til øll. Annars kemur >sakligheit- in< hjá Sosialinum eisini til sjóndar leygardagin, har hann leggur fakfelagsumboðini und- ir at hava stungið egnar limir í bakið við at hava mælt til niðurskurð í såttmålalønunum. Hetta er beinleiðis ósatt, og tað veit blaðið væl. Uppskotið um at fáa nógv arbeiðspláss skjótt er jú treytað av, at lønir- nar ikki verða lækkaðar. Jú, sanniliga stinga hógvar- nir á »Sosialinum« undan í hes- um døgum. Oli Jacobsen Vidvikjandi brævi — Kære færing — til øll håski um grindadråp Í hesum døgum verða send út brøv tiløll føroysk húski við á- heitan um at svara nøkrum spurningum um grindadráp v.m. Meiningin er óivað heldur at skriva: Kære fæ. Grindamannafelagið held- ur, at áðrenn nakar svarar hes- um brøvum, eiga fólk at hugsa seg væl um, tí ongantíð enn hava vit verið úti fyri, at tær upplýsingar, sum vit føroying- ar í góðari trúgv hava latið so- nevndum umhvervisfelags- skapum, eru vorðnar nýttar til tað, sum vit høvdu væntað. Vit mugu bara ásanna, at tað hevur ongan áhuga, hvat vit halda eila gera. Hví skuldi tað verið ødrvisi hesa ferð? Hvussu kunnu hesir felags- skapir nýta aftursenda tilfarið ímóti okkum? Jú, einki er at ivast í, at teir fara at siga, at Ld. 1000 føroyingar hava svarað teirra fyrispurningi um grinda- dráp og eru sostatt ímóti tí. Á tann hátt kunnu teir seta kílar inn ímillum føroyingar. Standa vit ikki saman, vikna vit so 6- metaliga nógv. Men tað er nógv fyri, at vit, sum frá náttúruni hava álit á gðrum, nú skulu fara at ivast í, um tað er vinur ella fíggindi, vit hava við at gera, tá ið útlendingar seta seg í samband við okkum. Hetta er kanska eitt vælsignilsi við at vera >civiliseraður<. Men nógv er, sum bendir á, at ætlanin við brævinum er ein onnur, enn brævskrivararnir lata fólk fáa fatan av: Í brævin- um eru beinleiðis ósannindi — (IWC regulerer bestanden af hvaler) —, endamálið er at steðga grindadrápi (-- som et skridt hen imod et fangststop) — og teir heita beinleiðis á fólk um at fremja tað, ið líkist landasviki, tá ið teir biðja okk- um um at siga frá, um: >Brugte jeg — eller så jeg andre bruge — fangstkrogen fra en båd eller bruge spyd? Blev nogle av hvalerne dræbt, uden at de kunne strandes forsvarligt? « Ósannindini eru, fyri at nevna okkurt dómi, at teir geva fólki ta fatan, at IWC ansar eftir øllum hvalasløgum. Hetta er beinleiðis ósatt: IWC roynir at ansa eftir stórhvali, men grindahvalur, sum kemur undir smáhval, verður hildin uttan fyri (NAMMCO tekur sær av hesum málinum). IWC roynir at fáa avgerðarrættin yvir smá- hvalinum eisini við góðari hjálp frá umhvørvis- og djóra- verndarfeløgum, og so vita vit, hvussu tann søgan endar. Mangt annað er, sum trivið kundi verið í, men fólk kunnu lesa sjálv og hugsa um tað, sum stendur í brævinum. Hvat kunnu vit gera í staðin? Jú, vit kunnu seta saman eitt svar, td. Grindamannafelag- ið, har fólk seta navnið undir. Júfleiri viteru, tess betri verður úrslitið. Endamálið er at spjaða okkum og á tann hátt at gera okkum veik, tí er meira umráð- andi nú enn nakrantíð at standa saman, um vit skulu fáa eitt gott úrslit. Grindamannafelagið fer hesa vikuna at orða eitt skriv, sum fer at liggja frammi í handlum, skrivstovum og á almennum stovnum, so at fólk, sum hava hug, kunnu styðja til- takinum. Ein annar håttur at stydja Grindamannafelagum er at gerast limur, antin hvílandi ella gjaldandi. Limagjaldið er kr. 50,00 um árð, og tað fer alt til at upplýsa um grind og grinda- dráp innan- og uttanlands. Limir kunnu tekna seg á post- húsum kring landið eftir 1. juni í ár. Tess stórri limatalið er, tess stórri åvirkan fær felagið, sum í løtuni hevur stívliga 500 limir. f. Grindamannafelagið . h. 26.05.1994 Hans J. Hermansen, form. Nólsoyarstova! Í Sosialin fyri leygardagin/ sunnudagin 28./29.05.1994 stendur grein við hesi yvir- skriftini >Nólsoyarstova letur nú upp«! Í hesi grein verður upplýst, at Dánjal Rein fyrsta dagin let- ur nýggja matstovu upp í Nóls- oyarstovu — hann bíðaði tá bert eftir tí formliga loyvinum til hetta! Sum næsti granni til Nóls- oyarstovu — tað eru bert uml. 90 cm millum hús okkara — koma hesi tíðindi sum eitt ovurhonds stórt sjokk! — Eg kann ikki í- mynda mær, at teir myndug- leikar, sum skulu geva hetta seinasta formliga loyvi, aftur fara at bróta teirra egnu byggisamtykt, hesuferð enn grovari enn áður!!! Eg skal loyva mær at minna hesar sokallaðu myndugleikar á>Serstaka byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havn- ina«, serliga 2. gr. Eind A: Bú- staðarendamál! Eisini skal eg loyva mær at spyrja hesar, — ella hægri myndugleikar: Er hugtakið »grannabod« ikki til longur? — Eg krev ji svar uppá hetta í blóð- unum! Ikki kann eg hugsa mær, at býráðslimir høvdu viljað havt matstovu við skeinkiloyvi og loyvi til at hava opið tl kl. 24.00, 30 cm frá teirra egna stovu- ella kamarsvindeyga. Eftir mínari metan fremur býráðið aftur í hesum førinum sera, sera grovan yvirgang í- móti íbúgvum í hesum øki, og sína egnu byggisamtykt, nevnd omanfyri! Eg mótmæli harðliga at loyvi verður givið til hesa mat- stovu!!! Atli Klein Olsen undir Kletti Nr. 101 — 1. JUNI 1994 Síða 15 Tíðindablaðið [ sosialurin ] — Nr. 101—1. JUNI 1994 Síða 15 ( Lesarabrøv 3 = sm Nýggj bók eftir Olav í Beiti: Frekun Snarljós — og hennara dýrabæra ogn Nýtt stuttsøgusavn eftir Olav í Beiti, Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn, kom út fríggjadagin 20. maí og fæst í bókasglunum kring landið. Tað er E. O. Prent Forlag, sum gevur savnið út. Hetta er fjórða søgusavnid eftir lav í Beiti. Ólavur skrivar um dagsins spurningar. Málið er lætt, hóast evn- ini, hann umrødur, kunnu vera álvarsom. Søgurnar lýsa viður- skiftini heldur enn at viðgera tey. Tað er eing- in hevjadur peikifingur, ið svarar einvist og rætt- trúgvandi. Tær 14 søgurnar snúgvaseg um persónlig og almenn viðurskifti. Sermerkt fyri Ólav í Á GILJANESI FERÐAMANNAHEIM Tlf. 32900/Tlf. 87199 Tidindi, lysingar, myndir og alt møguligt annad - alt finnur tå í Tíðindablaðnum Sosialinum! Beiti er hansara opin- skáraða og erliga lýsing av evnum, sum ov nógv tøgn valdar um, eitt nú rúsdrekkamisnýtslu, hjúnabandstrupulleikar og einsemi. Eisini lýsir Ólavur samfelagsligar | spurn- ingar so sum arbeiðs- loysið í dagsins samfe- lag og mangt annað. Søgurnar eru allar skrivaðar tað seinasta fýra-ára skeiðið. Ein teirra, >Portrið<, er lisin í Utvarpinum, og tann nýggjasta er skrivað í ár. Hetta er fyrsta bókin, E. O. Prent Forlag gevur út, og Mentunargrunnur Løgtingsins hevur veitt fíggjarligan stuðul. Bókin kostar 148 kr. og er 199 bls. TANNLÆKNA STOVAN VIÐ HOYDALSVEGIN Mánad.-fríggjad. frå kl. 10—16 Leygardag frå kl. 10—14 EYVØR Tlf. 11510 PATURSSON Tanni. Hoydalsvegur 10 - Tórshavn