Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útvarpið - blødini og samfelagsviðurskifti NÚ vetrarskráin hjá útvarpinum er liðug er sendingin Góðan Morgun Føroyar eisini tik - in av skránni. Tað var annars í hesi sending, at útvarpið greiddi sínum lurtarum frá, hvat blødini skriva. Alt gott um hesa sending og eiga bleðini at vera fegin um hetta góða til- tak. Men nú summarskráin er komin í gildi og umrøddi táttur ikki er á skránni longur verður lítið og einki endurgivið úr bløðunum - heldur ikki um har eru tíðindi og greinar við týðandi og relevantum samfelagsligum TAÐ er hugstoytt, at útvarpið sum er ein al- mennur fjølmidil og tí ikki nýtist at hugsa um kapping við eitt nú bleðini, ikki endur- gevur bleðini allar ársins dagar, sjálvandi bara tá okkurt er, sum hevur samfelagsligan áhuga og týdning. Bara at kappa á stokk- inum og útiloka sellum, sum kemur fram í blødunum, tí sendingin Góðan morgun Før- oyar verður tikin av skránni halda vit er sera legið, ósakligt og dømi um vánaligan fjøl- miðlapolitikk. Eftir okkara tykki átti ein fjølmidil sum útvarpið, sum jú kemur í hvert tað einasta heim í landinum, alla tíðina at verið á varðhaldi og kagað í bleðini at vita, um har var okkurt at geva mongu lurtaum sínum - uttan at taka hædd fyri, hverjum blað hetta nú stendur í. Sjálvandi má tað vera upp til tann einstaka tíðindamannin á vakt í útvarpinum at meta og døma um, nær tað er rætt at endurgeva tíðindi og úttalilsi úr blødunum. Men aftrat hesi individuellu meting átti útvarpið sum almennur fjølmidil eisini at havt ávísar reglur at ganga eftir, tá tað snýr seg um at endurgeva úr bleðunum, soleiðis at hetta verður gjørt - ikki bert tá sendingin Góðan morgun Feroyar er á skránni ella tá tað er trot á tíðindunum í sendingini, men allar dagar í árinum. TAÐ er einki dulsmál, at blødini meta end- urgeving av teimum í útvarpinum sum góða reklamu - sum eina staðfesting av, at her er gjørt eitt gott journalistiskt arbeiði. Ti eggjar tað eisini teimum til halda fram við at fåa „óviðkomandi tíðindi - "ferðir. Hví tá ikki heldur blaða í bløðunum sakligt og objektivt tilfar, sum hevur al- mennan áhuga - eisini fyri lurtarar útvarps- ins. Í so máta kann ein siga, at endurgeving í tíðindasendingum útvarpsins av blaðtilfari kann vera við til at hækka stødid á blød- unum. Tad sigur annars seg sjålvt, at eitt útvarp við sera avmarkadari manning kann ikki altíð vera á blettinum. Og tá tað koma út nógv blød, sum hvert í sínum lagi - eftir førimuni sjálvandi - royna at leita fram aktuell og samfelagsrelevant tíðindi og upp- lýsingar, so skuldi eisini verið lagamanni hjá útvarpsmanningini í stórri mun at brúkt um og skotskum útvarpi, so verður har alla tíðina - hvønn dag í árinum - endurgivið tilfar úr bløðunum. Hetta tykist at vera nak- að heilt nátúrligt í teirra journalistikki og átti eftir okkara metan eisini at verið tað hjá okkara útvarpsfólkum. Sjálvandi hugsa vit eisini um sjónvarpið, men tað hevur als ikki somu meguleikar sum útvarp og er eisini heilt annað slag av fjølmiðli. TAKA vit tíðindasendingarnar í út- varpinum, so eru tær ikki færri enn 11 í tali frá morgni til kveld. Vit vita, at tað er ikki altíð so lætt at fylla hesar sendingar út og tí verða útlendsk - oftani fyri okkum endurgivin fleiri og vita, um har kundi verið okkurt at trivid í og endurgivið! Nú kann hetta ljóða sum at vit halda, at út-varpið eigur at gera hetta fyri okkara - bleðini - skyld. Men so er ikki. Verður eitt gott journalistiskt arbeiði gjørt á blødunum og tað verður tað oftani - so skuldi ein trúð, at tað ikki bara var náttúrligt, at føroyska útvarpið endurgav hetta, tað skuldi verið eitt krav frá teimum, sum leggja linjuna fyri tíðindasendingunum. Har tilfar í bløðunum er við til at menna samfelagsliga orðaskiftið og er eitt íkast til aktuell mál, ið hava stóran almennan áhuga, har eigur útvarpsmanningin eisini at taka hetta við. AT útvarpið ikki hevur nakran miðvísan fjølmiðlapolitikk á hesum eki síggja vit best, um vit samanbera teir ymsu dagarnar í vikuni ella hyggja eftir, hver er á tíðindavakt. Onkur tíðindamaður ger nógv burtur úr at hyggja í blødini og endurgeva úr teimum, onkur annar virðir blødini einki sum helst og roynir at sleppa undan at taka tey upp á tungu, kanska tí viðkomandi heldur lítið um tey. Taka vit so ein ávísan dag sum leygardag, tá útvarpið hevur skerda manning á tíðindavakt og stundir tí ikki eru at leita fram tíðindi ol. heimanífrá, so hendir tað seg meira enn einaferð, at kagað verður í blødini at vita, um har kundi verið okkurt at fylt út við. Hetta kann ikki vera rætt. Tí neyvan er tað so, at blødini bara eru áhugaverd at endurgeva leygardag. So sanniliga hendir nakað allar aðrar dagar eisini og so sanniliga er tilfar av almennum áhuga í bløðunum aðrar dagar eisini. Var nakar miðvísur fjølmiðlapolitikkur og nakar kontinuitetur á hesum eki í útvarpinum, so var tað eitt heilt náturligt ting hjá útvarpsmanningini hvenn dag í árinum at vita, um blødini høvdu nakað, sum átti at verið latið útvarpslurtarunum kring landið FYRI at lýsa hetta sjónarmið okkara betri kunnu vit taka okkurt dømi. Hetta er frá Sosialinum í hesi vikuni. Her er samrøda við nevndarformannin í tí samanlagda banka- num, Jóhan Páll Joensen. Madurin er harumframt nevndarførmadur í Kósavirkinum og hevur hann tí stóra ávirkan á tað, sum fer fram bæði í framleiðandi vinnulívinum og í føroysku peningaverðini. Blaðið hevur brúkt drúgva tíð til at práta við mannin og skriva greinina og halda vit hana eisini hava so mikið stóran almennan og samfelagsligan áhuga, at vit seta hana á forsíðuna. Maðurin sigur bart út, at Føroyar klára ikki at gjalda aftur stóran part av uttanlandaskuldini, og tí mugu vit gera okkara kreditorum hetta greitt sum skjótast. Hann vísir á, nú politikararnir hava ásett kvotur, so hava teir eisini ásett, hvat vit fara at fáa av inniskum í komandi tíðum og mugu hesar so berast saman við út- reiðslunum. Og tað hann hevur roknað seg fram til, so klára vit bert at gjalda aftur ein lítlan part av okkara skuld til útheimin Hann sigur, at eitt samfelag, sum ikki kann seta pengar av til konsolidering, til nýílegur og annað, tað hevur onga framtíð. Og hetta er júst tann støda Føroyar eru í og mælir hann tí politikarunum til beinanvegin at fara aftur til útlandið at siga kreditorunum frá hesum. Maðurin, ið sigur hetta er sum sagt, neynd- arformaður í stórbankanum og tí ikki hver sum helst. Tað mátti verið meira við- komandi at borið víðari til føroya fólk hesa meining enn at at ein tilvildarligur ameri- kanskur sentarorur skal vera tikin f at snfta fyri einar tvær milliónir - fyri ikki um at tala at umsetningurin á børsinum í Nepan ein dagin var 10.000 kr. TÍ er okkara spurningur til útvarpsleiðsluna: vildi tað ikki verið bæði rímuligt og rætt av almennum áhuga at endurgivið nøkur av orðum hansara í útvarpinum! Áhugavert kundi verið at fingið at vitað, hvønn fjøl- miðlapolitikk almenni stovnurin Útvarp Føroya hevur á hesum øki. Orðaskifti um fjølmidlapolitikk er annars ein mangulvøra her á landi, og tað hevði einki gjørt, at fleiri tóku orðið um henda og aðrar fjølmiðla- spurningar. Vit skulu vera teir fyrstu at geva ymsum sjónarmiðjum innivist. Hetta er eftir okkara tykki ikki ein spurningur um per- sónar, um ávís blað ol. Hetta er ein prin- cipiellur spurningur og m.a. ein spurningur um skyldu og ábyrgd hjá einum almennum stovni sum útvarpinum. IDEELLA stødan var tann, um ein fjølmiðli sum útvarpið og so blødini kundu virka saman - kundu virka sum katalysatorar - soleiðis at hesi í stórri mun enn í dag vóru við til at menna almenna orðaskiftið og eisini innlitið hjá almenninginum í flest øll samfelagsmál. Um bleðini so ella so hava eitt ella annað politiskt tilknýti, so átti tað at borið til hjá professionellum útvarpsfólkum at sortera frá tað, sum veruliga hevur almennan áhuga og tað, sum verður borið fram sakligt og objektivt. Okkara partur skal so ikki liggja eftir. Hóast vit kappast um at vera fyrstir við tíðindunum, so latið okkum tó royna at draga somu línu, tá tað snýr seg um at tæna tí sakliga, objektiva og ópolitiska partinum av tí samfelagsliga orðaskiftinum. SOSIALURIN Nú um dagarnar prentaðu vit lesarabræv frå Ola Jacobsen, formanni i Føroya Fiskimannafelag, sum hann ynksti at fáa prentað saman við grein, sum stóð í Bergmáli í fjór. Av eini misskiljing var bara brævið hjá Óli við. F yri at lýsa sjónarmiðið hjá Óla Jacobsen til fulnar vilja vit tí endurprenta bæði bræv og umrøddu grein. —irnidiennn Fakfeløgini og javnaðarflokkurin »Sosialurin« intykist at benda á ein knappligan áhuga hjá javnaðarflokkinum fyri fakfeløgunum. Hetta skal bert verða skrivað fyri atrættanakrar misskiljing- ar um hesi viðurskifti. Odda- greinin vil halda orsøkina til støduna millum fakfelagsfólk og javnaðarflokkin at vera tann, at »javnadarflokkurin ikki megnaði at halda sitt fremsta vallyfti um arbeiði til allar hendur«. Undanførslan fyri at hetta ikki eydnadist sigst vera, at »peningakervid smildraðist og vinnulívið alt fór av knóranum<. Síðani verður sagt: > Vit kundu mint á, at alt hevur verið roynt, sum roynast kann, fyri at fáa gongd á aftur… « Til hetta er at siga, at orsøkin fyri at alt fór av knóranum var júst tann politikkur, sum varð førdur fyrst í hesum valskeið- num. Annars kann eisini sig- ast, at tad er ikki í samsvari við veruleikan, at salt hvur verið roynt< at fáa gongd á. Veru- leikin er tann, at einki hevur verið gjørt hesum viðvíkjandi. Prógvið fyri hesum er, at tann peningur, sum er settur á fíggjarlógina fyri 1994 at stuðla nýggjum arbeiðspláss- um als ikki kann nýtast, tí landsstýrið ongan áhuga hevur havt fyri at gera tærreglur, sum eruneyðugar fyri at kunna nýta hesa játtan. Nú eru skjótt 5 mánaðir farnir av árinum uttan at hesar reglur eru greiðar Hetta einsamalt prógvar dugnaloysið hjá hesum lands- Blaðstj. stýrinum og serstakliga hjá javnaðarflokkinum. At flokk- urin eisini beinleiðis forðar fyri nýggjum alternativum ar- beiðsplássum í fiskivinnuni sigur nakað um hvat ið kann væntast haðani. Men hjá fakfelagsfólki, sum hava stuðlað javnaðarflokkin. telur eins nógv tann støda sum flokkurin hevur mótvegis fak- heim aftaná. feløgum. Og her kann sigast heilt stutt, at javnadarflokkurin " GJÅAR SAMKOMUHUS Franihald á síðu 22 GOTT BINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 5. juni Nógvir góðir vinningar, so sum ræstur fiskur, turr tjógv, 10 gávukort á 500,- kr. og annar døgurdamatur. 15 vinningar á lutasedli. Høvudsvinningurin gåvukort å 1.500,- kr. Eykaspæl verður. Moguleiki at verða koyrdur