Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 102 — 2. JUNI 1994 Sida 3 Starvsfólk á Pensionatinu Kortanei til at vera einsamøll Starvsfólkini á psykiatrisku deildini Pensionatið finna seg ikki í, at tey til heystar skulu vera einsamøll á náttarvakt 1. oktober letur ein nýggj psykiatrisk deild upp á Landssjúkrahúsinum. Hetta verður ein dagdeild fyri fólk, sum ikki eru inn- løgd, men sum kortini hava brúk fyri einum stað at vera um dagin. Í fíggjarætlanini fyri í ár stendur, at henda deild skal lata upp í ár innanfyri ver- andi fíggjarkarmar. Tað vil siga, at ongar eyka útreiðsl- ur mugu standast av at lata nýggja deild upp. Tað merkir sostatt, at pengarnir mugu takast frá ødrum deildum. Maria á Dul, fyristødu- kvinna á Landssjúkrahúsi- num, sígur, at dagdeildin skal hava 2,5 starvsfólk, og harav verða 1,4 tíkin frá Á Pensionatinum eru starvsfólkini alt annað enn fegin um at verða skorin niður í tíð. Tey halda hetta vera óðamannaverk. Ikki bara tí tey sjálv harvið fara niður í inntøku, men tey Ótt- ast fyri síni egnu trygd, og at als eingin tíð tá verður til at taka sær av sjúklingunum. Tíggju sjúklingar Tíggju sjúklingar eru á Pensionatinum, sum er ein opin deild. Summir sjúkl- ingar nýta nógvan heilivág, og í tí dagliga er alt í lagi. Men tað kann henda, at onkur, sum t.d. ikki hevur tikið heilivágin regluliga, gerst harðligur. - Tá treingja tey til, at onkur kann seta seg niður friðarliga at práta, men tað hava vit als ikki fólk til. Røktin er púrasta gloymd, sigur eitt av starvsfólkun- um, sum ikki torir at stíga Pensionatið er á niðastu hædd í fremsta bygninginum á myndini fram alment av ótta fyri at missa sítt starv. Onkuntíð harðligir Sagt verður, at tað meira enn so hendir, at sjúklingar á Pensionatinum gerast harðligir og leypa á. Tað hendi einaferð herfyri, at ein sjúklingur knappliga „leypáeitt starvsfólk, sum tó slapp við smærri snuddum. Starvsfólkini siga, at tey als ikki góðtaka ætlanina um, at bara eitt starvsfólk í senn skal vera á náttarvakt. Tað er ov vandamikið, siga starvsfólkini. Maria á Dul, fyristødu- kvinna, sigur, at arbeitt verður við at gera eina til- kalliskipan, sum kann nýt- ast, um náttarvaktin hevur hjálp fyri neyðini. randi So rikiligt Verkamannafylkingin fer i dag ut i landdstyrid vid næsan 1000 undirskriftum Tad gekk væl hjå teimum i Verkamannafylkingini at fáa fólk at skriva undir, so- leiðis at fylkingin kann stilla upp. -Núerso ríkiligt, soeg eri givin við at biðja um fleiri undirskriftir, segði Luitjen Apol í gjár. Hann sigur, at tað bara vóru nøkur heilt få, sum ikki vildu skriva undir. Bara í Havn hava tey fingið umleið 600 undirskriftir. Luitjen visti, hvussu nógv var komið inn aðrastaðni, so samanlagt eru undirskift- irnar útvið 1000. Og tað er væl meira enn neyðugt. Seinnapartin í dag verða undirskriftirnar handaðar landstýrinum. Undirskiftirnar verða nú kannaðar í kommununum, har undirskirvararnir búgva, tí tað skal vera vist, at fólkini standa á vallista. Í kveld kl. 19.30 fer Verkamannafylkingin at hava fund í hólum Føroya Arbeiðarafelags. Á skránni er arbeiðsloysi og møgu- leikarnir fyri at fáa fleiri ar- beiðspláss. Løgtingsvalid verður sjálvsagt eisini til umrødu. randi Tå tey arbeidsleysu mánadagin vóru i landsstýrinum, nýtti Luitjen Apol hevið til at biðja um undirskriftir - og har vóru nógvar at fáa (Mynd: Kalmar) Starvsfólk á psykiatrisku deildunum skipa m.a. fyri Almennum dansi Nú verður so møguleiki at sleppa í dans á einum »nyggjum« staði, ið ikki vanliga verður brúkt til slík tiltók. Friggjakvøldid kl. 23 verður nevniliga almennur dansur í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum fyri tey eldri enn 18 ár Fyrireikararnir hava fingið vælumtókta, góða og undir- haldandi bólkin >Twilight< at spæla til dans hetta kvøldid, ið vónandi gerst karmur um ein minniligan dag fyri mong. Byrjað verð- ur sum nevnt kl. 23 og hild- ið verður á til uml. kl. 3. Men hetta er bert ein part- ur av tiltakinum á hesum minniliga degi. Tí longu kl. 15 sama dag kunnu tey, ið dáma væl køkutombola, verða við í SMS. Har verða alskyns køkusløg at vinna, ið góð eru afturvið einum drekkamunni. Innanlandsferðir Fyrireikararnir vóna at mong vilja stuðla báðum til- tøkunum, tí innkomni pen- ingurin fer til eitt gott enda- mál. Eins og aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum hava tær pyskiatrisku deildirnar eisini verið fyri sparingum, og tí hava ikki verið tøkir midlar til alt ov nógv uttan- dura virksemi fyri sjúkling- um. Hugskotið kom tí fram um at geraeitthvørt eyka til- tak til frama fyri hetta, og hetta vid dansi og køkutom- bola er ti vid at gerast fastur táttur í útveganini av pen- ingi til innanlandsferðir hjá sjúklingum. Fríggjadagin 3. juni kl. 15 og 23 hava so øll møguleik- an at stuðla góða endamál- inum, annadhvørt tað so er við góðum køkuvinningi í SMS ella við einum >sving- om< á Landssjúkrahúsin- um.