Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sida 4 Nyggjur Nr. 102 — 2. JUNI 1994 svenskur konsul Sørin Christiansen avloysir Aksel Hansen i starvinum Aksel Hansen, stjóri í Havn, er nå avloystur sum svenskur konsul f Føroyum. Aksel Hansen hevur siti3 í hesum starvinum síðan 1959 ella í 35 ár. - Svenska lógin sigur, at tá ein konsul er fyltur sjeyti ár so skal hann fara frá. Eg fylti sjeyti í fjør, men eg varð sitandi til ein avloysari varð funnin. Søren Christian- sen, stjóri á Statoil verð- ur nýggjur svenskur konsul í Føroyum, sigur Aksel Hansen. Hann } ' 237 Søren C hristiansen leggur afturat, at sviar hava konslar f næstan hvørjum einasta stórri býi í Norðanlondum og Aksel Hansen, stjóri eisini úti í heimi. Hevur ein svenskur konsul í Føroyum nógv at takast við? — Fyrr var nógv at gera hjá svenska konsul- inum. Í 'sildatíðini keyptu svíar nógva sild úr Føroyum og hetta gav nógv arbeiði ul konsul- in. Í dag er samstarvið ikki so stórt millum Føroyar og Svøriki og ti hevur konsulin heldur ikki so nógv at gera, sigur Aksel Hansen. Kemur onkur svii í trupuleikar í Føroyum, so kann hann venda sær til konsulin. jústinus g00dan fiskiskap Fekk heilt væl fyrstu dagar- nar å tårinum Beinir roynir nå eftir kongafiski f Irmingar- havinum. Hann byrjadi at royna fyrst f seinastu viku og kom i fisk bein- anvegin. — Tveir teir fyrstu dag- amar fekk hann 50 tons av skráskornum konga- fiski, men so komn 6- veður á teir og tá teir høvdu roynt í fýra dagar høvdu teir 61 tons inni, sigur Aksel Hansen, Irmingarhavid er ein hervilig farleið til veður. havið liggur beint á leiðini hjá lágtrýstunum yvir Atlantshavið Íslendska storfyritøk- an Sølumidstød Rá- frystihúsanna skal selja fyri Beinir og ein íslend- skur eygleiðari er við. jústinus Í | | Sólin fær smílið fram ! P kkum øllum. Góðveðursmynd fr Tíðindablaðið (SL Hagtølini hjá vedurmonnunum spáa: Heitt summar — Ein rættuliga støðug javnvåg er millum hita og kulda gjøgnum árið. Er tað kalt vertarhálvárið, so má summarhálvárið gerast heitari fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, sigur Petur Skeel, Jacobsen frá fóroysku veðurstovuni Myndirnar til hesa greinina vórðu tiknar í góðveðrinum í seinastu viku. Eitt hátrýst lá fridaligt yvir Íslandi og hetta gav okkum støðugt veður, við hópin av fløv- andi vársól. Men hátrýst- miðdepulin er farin suð- urvið okkum og vit hava fingið vesturætt við stormi í løtum. Aftur til góðveðursprát. Petur Skeel Jacobsen, okk- ara henti veðurmaður, er rættuliga varin at spáa um veður ov langt fram í tíðina. Men tó er hann ikki bangin fyri at vísa á, at tað eru nakrar sannroyndir í veður- lagnum sum ganga aftur ár um ár. — Tosa vit um hitalagið, so sýna hagtølini at tað er ein javnvág millum hita og kulda gjørnum teir tólv mánaðirnar í árinum. Er tað kaldari enn vanligt ein part av árinum, so verður tað heitari ein annan part av árinum, sigur Petur Skeel Jacobsen. — Midalhitin í Føroyum "Blindastovnur Foroya“ — hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19288. liggur rættuliga støðugur millum seks og sjey stig. Hyggja vit eftir tí sum farið er av árinum, so hevur bæði vetur og várið verið kaldari enn vanligt. Skulu vit í ár náa millum seks og sjey stig í meðalhita í ár, so er neyð- ugt at summarið gerst heit- ari enn vanligt, sigur Petur Skeel Jacobsen. - Men eg má leggja aftur- at, at her er talan um hagtøl, vit stýra ikki veðrinum, vit stýra ikki lågtrystunum. Veðurmenn kunnu bert spáa um veðrið út frá teim- um upplýsningum teir hava, Nærri Foroyingafelagið í London upplýsingar frá: Birgit Sólstein, tif. 00944816815730 Helgi Joensen, tif. 00944932829027 sígur Petur Skeel Jacobsen. Hver veit kanska fáa vit eitt lyu og fjálgt summar heilt ókeypis. Tað stimbrar sálina og lættir hjá øllum, eisini hjá teimum sum eru ringast fyri. jústinus