Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 102 — 2. JUNI 1994 Síðag Avstað í kvold Vesturvón fer í kvøld nýggjan túr eystureftir Trolarin Vesturvón hevur seinasta mánaðin verið í dakk. Hann er málaður, og teir hava reinsað motorin. Í kveld fer Vesturvón av Sørvågi. Teir fara eystur í Barentshavið at royna. Hetta er besta tíðin, og teir fáa nógv í løtuni í Bar- entshavinum. Einniberg hevur í seinastuni fingið 20 tons um dagin. Heldur sami góði fiski- skapur sær, skuldi Vestur- vón kunnað komið heim- aftur um tveir måndir ella hálvan triðja, sigur reiðarin Ólavur Petersen. 39 mans eru við Vestur- vón. Skipari er Jónberg á Mýruni. Seinasta túrin høvdu teir 762 tons, sum vórðu landað í Grimsby, har Vesturvón altíð hevur landað. randi Tórshavnar Skipasmiðja: 130 mans í arbeiði Nógv umvælingararbeiði er á skipasmiðjuni í summar rom Fyri viku síðan varð Skála- berg tikin upp á Tórshavnar Skipasmiðju, har hann verður yvirhálaður og botn- reinsaður. Skálaberg er størsta skip, sum nakrantíð hevur verið uppi á skipasmidjuni, og tað bar til nú, tí skipasmiðjan bygdi út í vetur fyri triggjar mió. krónur. Nú kann hon taka upp skip upp til 2600 tons. Frammanundan var hámarkið 2000 tons. Nú er bara viðlíkahalds- | arbeiði á skipasmiðjuni. Reiðaríini gera bara tað | neyðugasta, sum eisini gott ' er, sigur Poul Mohr. Taðer heilt væl av arbeiði á skipasmiðjuni nú. Umleið 130 mans eru í arbeiði, og so nógvir verða teir á skipa- smiðjuni í hvussu er langt út á summarid, summir longur Hmm enn so, sigur Poul Mohr. randi | Skålaberg verður væntandi liðugur fyrst í næstu viku Poul Mohr ber orð fyri ongantíð at gr emja seg, og nú letur hann heilt væl at Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 23. juni 1994, kl. 13.10 tvangsauktion, (AS 146/94) over matr. nr. 98 b, Sumba, beliggende Sumba. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 37283) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et grundstykke på 585 kvm. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 31.05.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm. Kunngerð At vallistin fyri Vágs kommunu til løg- tingsvalið 7. juli 1994 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í døgunum 1. juni til og við 8. juni 1994 verður gjørt kunnugt. Kæra um, at onkur ikki er komin á list- an, ella at onkur av órættum er tikin vid, skal skrivliga sendast býráðnum í sein- asta lagi 13. juni 1994. VÁGS BÝRÁÐ 30.05.93