Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (ISF Nr. 102 — 2. JUNI 1994 Síða 13 AN (Á Vit skulu hava ein nýggjan fiskivinnupolitikk Hesa røduna helt Dan Petersen i løgtinginum, og er hon nú meira aktuell enn nakrantíð ” Føroyingurin hevur verið rættiliga eintáttaður; hann hevur i fiskivinnuspurning- um hugsað í stórum mongd- um heldur enn í ymiskum sløgum og dýrari útflutn- ingi. Fyrr var tað saltfiskur og bara saltfiskur. Alt, sum ikki hevði toskaskræðu, varð heglað út igjøgnum lensiportrini. Urslitid var eintáttaðar stórar negdir fyri lágan prís Tað sama við havsildini: Veldigar mongdir bert av- høvdadar og saltaðar og út- fluttar í tunnum sum bílig- asta slag. Tað sama við ís- fiskinum. Beinleiðis kruvd- ur og ísaður á bretska marknaðin. Og síðan kunnu vit taka makrelin. Vit før- oyingar dugdu bert at koyra hann í køstin. Samstundis innfluttu vit frystan agn- makrel úr Norra. Annars hava grannar okkara útflutt 100.000 tals tons av skor- num og frystum makreli til sudureuropeiska og ja- panska marknaðin, meðan vit hava sovið sjóvarfallið av okkum Tá ið vit blivu trokaðir burtur av fjarleiðum og inn í okkara egna sjógv, bleiv produktið samankroystur blokkur. Altíð bíligasta slag. Tí blivu negdirnar størri og størri. Vit tømdu grunnarnar, ti vit fram- leiddu og seldu eina ov bi- liga vøru. Ein skilamadur segði, at onki samfelag var blivið ríkt av at selja råvøru. Før- oyar eru besta dømid um hetta. Vit hava dripið okk- um av ov bíligum útflutn- ingi. Vit hugsaðu stórt, eintátt- að og bíligt. Nú mega vit hugsa smátt, fjøltåttad og dýrt. Til hetta krevst eitt skifti í samfelagnum. Men hetta skiftið fer óivað at vera torfert Nýggjar nevndir verða skipaðar dagliga, eisini innan fyri nýggj økir, men somu Tor- denskjoldsoldåtar, sum hava koyrt samfelagið fast, manna hesar nevndir. Tú sært somu gomlu granar ganga aftur og aftur. Tí verður eitt skifti torført. Vit hava ov nógvar heilagar kýr í samfelagnum. Tað er lítið sannlíkt, at somu menn, ið skapt hava hesar heilagu kýr, eru førir fyri at beina fyri teimum aftur. Í letuni hava vit ongan miðvísan fiskivinnupolitikk annað enn at minka flotan. Heldur ikki her er nakar miðvísur planur brúktur. Einasta, ið talt hevur, er talið á skipum, ið legd ella seld eru. Skipaslagið hevur havt minni týdning. Um tað hevur verið partrolari, línu- bátur, djúpvatnstrolari ella onkur bukka, sum lá sokkin við bryggju. Bert talið taldi. Hetta kann ikki vera rætt. Opolitisk nevnd eigur at verða sett av sjómonnum umboðandi allar veiðihætt- ir, og síðani eigur hvert ein- asta far oman fyri 15 tons at vurderast: stødd, drift, ma- skinorka, manningartal o.s.fr. Og síðani skal støda takast til, hvat júst hetta skip ella bátur kann brúkast til. Og somuleiðis við okk- ara havøki. Hvussu kunnu vit optimalt gera brúk av øllum okkara havi uttan at trároyna. Og her skulu vit hugsa smátt og fjøltåttad. Her eiga okkara fakmenn, sum jú eru fiskarar, at hoyr- ast. Td. segði skiparin á Móanesi, ein maður av fá- um orðum, uttan politiskar ambitiónir, at hevði hann fingið 14 dagar sum fiski- málaráðharri, so skuldi hann sett 2-300 mans í vinnu undir Føroyum, uttan at tað skuldi kosta lands- kassanum eitt oyra, og uttan at tað skuldi nerva tey trad- itionellu fiskasløgini. Hetta eigur at geva okkum nakað at hugsa um. Meðan útlendingar senda takkarskriv til okkara fræg- asta fólk, reka vit hesar somu menn til havs. Tað er takkarlønin fyri bókstavi- liga at seta liv og limir í váða fyri at bróta upp úr nýggjum. Ósemiligt at hav- taskumenninir noyddust at siga fólkið upp og lýsa skip- ið til sølu, áðrenn teir fingu myndugleikarnar í tal. Atli Dam skal hava takk fyri, at hann persónliga setti seg í samband við hesar menn og syrgdi fyri, at teir fingu ta sømd, teir høvdu uppiborið. Eitt annað dømi um líka- sælu frá myndugleikana síðu mótvegis okkara sjó- monnum er fylgjandi: Ídn- aðartrolarar fingu fitt av hummara vestan fyri Suður- oynna ella rættari millum Skeiva Banka og Stóru- tungu. Teir fingu upp í einar 12-15 kassar av hummara sum hjáveiðu. Ein maður fekk tað hugskot at sekja um loyvi at royndarveiða við rúsum eftir hummara. Saman við umsóknini sendi hann kort, har hann hevði áteknað tær leiðir, har hann visti, at hummari fekst. Myndugleikarnir hirdu honum ikki svar, men sendu ein trolara at royndarveida, men onki spurdist burturúr. Næstseinasta år noyddust trolaramenn at ganga hend- ur f lumma uppi å landi eina viku, áðrenn fiskivinnu- nevndin tók seg saman at avgera, hvørji økir á land- leiðini teir kundu ávísa trol- bátunum. Tað hevði kanska gagn- að okkum øllum, um vit sendu allan fískivinnu- myndugleikan til Hanst- holm at læra seg, hvussu vit eiga at fara við okkara sjó- fólki. Vit eiga at hugsa smátt og fjølbroytt. Til dømis kundi hvítingsbróðurstovnurin borið fleiri skip, og áttu vit at sett einar 4-5 trolarar inn í hesa drift aftrat. Í 7-ti ár- unum høvdu einir 8-10 bátar lenandi vinnu á skeljaveiðu. Samstundis var nógvur fiskur undir Før- oyum. Nú roynir bert ein bátur eftir skel. Hví eru ikki fleiri bátar í hesi drift? Vit eiga at vordera alt okkara sjógki, hvønn grunn, hvønn banka, hverja helling o.s.fr. Hvønn reiðskap skulu vit brúka til júst hatta fiska slagið á júst hasum leiðum? Vit eiga at søkja okkum expertisu hjá sjómonnum, ið sigla við útlendskum skipum. Hví fáa norðmenn og ka- nadiarar tað at bera til at draga línu á 1000 favna dýpi? Teir fáa bæði kalva, svartkalva, háv, blálongu- langasporl, lira og onnur dyr fiskasløg við djúpvatns- línu Vit hava bert ein tanka: at minka flotan. Flotin er ov lítil sum er, og hann verður alt ov lítil, tá ið fiskur vón- andi skjótt kemur aftur í føroyskan sjógv. Menn sleppa ikki burtur Dan Petersen longur. Eingin ungur sjó- maður verður settur við. alt ov lítið hevur verið gjørt fyri at seta skip í aðra drift uttan fyri landgrunnin. Vit eiga at gera fleiri praktiskar fiski- royndir á ótraditionellum leiðum eftir ótraditionellum fiski. Vit hava ikki ráð at látast sum einki, tá ið út- lendingar bjóða sær til at læra okkum ókeypis á okk- ara egna havi. Fiskifrødingar siga, at fiskaloysi stavar frá ovur- fisking. Her eri eg ikki samdur. Og tað kann prógv- ast við tølum. Frá 1961- 1967 var eg sjómaður burt- urav. Til stuttleika hugdi eg í álmanakkan fyri 1965 Har sæst í skrásetingini, at vit áttu 55 stállínubátar, 46 gamlar sluppir, 51 útróðrar- bátar millum 20 og 100 tons, eitt ótal av 20-tonsa- rum og smærri motorbátum og somuleiðis eitt stórt tal av grenlandsbátum ella seksæringum. Burtursæð frá línubátunum, sum eisini fiskaðu undir Íslandi, so fiskaði allur hesin veldigi floti undir Føroyum vetrar- hálvárið. Umframt hetta so fiskaði hópur av skotskum trolarum púra ókontroller- að inn at 12 fjórðingum. Eitt yðjandi lív, sum ikki hevur verið at sætt hvorki fyrr ella seinni, og tá var ikki fiska- loysi. Í mun til trýstið, sum tá var á stovnarnar, er fisk- urin at kalla friðaður undir Føroyum í hesum tíðum. Ein skipari ringdi til mín nú um dagarnar og helt fyri, at tað var nógv lættari at vera skipari fyrr. Tá ið nýggi álmanakkin kom út í desember, kundi hann leggja alt komandi ár til rættis. Nú er ødrvisi. Fe- bruar er komin at enda, og skip liggja við bryggju og bíða, meðan politikarar keglast um iløgustudul og avtøkur av kilostudning- inum. Hetta er ein vanvirð- islig viðferð av okkara frægasta fólki, sjómunnun- um, sum jú í seinasta enda breydføda okkum øll Var rætt atborið, var allur fiski- vinnupolitikkurin fyri eitt komandi ár fastlagdur áðr- enn ársskiftið ella saman við fíggjarlógini. So vistu menn, hvat teir høvdu at halda seg til. Mong skip liggja við bryggju, og tey megu fáast aftur í drift. Eitt trolarapar liggur í Getu og eitt á Toftum. Vit áttu at latið dugnaligum monnum skip- ini og skapað útvegir fyri eini millión kr. í láni. Fyri hetta kundu teir brent hol í skansaklædningin og sett snellur í. Einir 12 mans við hverjum skipinum, og 48 sjómenn komu í vinnu, um- framt øll arbeiðsplássini, fiskurin frá hesum skipum skapti á landi. Gamli Strembingur ella fyrrver- andi Logos liggur og slítur gummi í Havn. Set línuspæl í skipið, og vit hava ein frystilínubát, sum kann fiska á djúpum vatni. Av 1000 favnum verður drigið spakuliga, 4 mans kundu egnt beinleiðis frá spæli- num, so egningarmaskina var ikki neyðug. Fyri lítlan og ongan penga kundu 16- 18 mans komið í vinnu. So- leiðis skuldu vit vorderað oll okkara skip. Nú nevndi eg Torden- skjoldsoldåtar, sum tú sást aftur og aftur allastaðni í samfelagnum. Í bankaverð- ini, í politikki, í vinnulív- inum og í øllum ráðum og nevndum krekja teir seg fastar, hóast teir ferð eftir ferð prógva sítt dugnaloysi. Sum smådrongur las eg eitt danskt ævintýr, sum æt »Nissen flytter med.« Tað var um ein bónda, sum ikki fekk frið fyri einum vættri, sum alla tíðina gjørdi hon- um ónáðir. At enda var hann so illa kroystur av hesum vættri, at hann av- gjørdi at rýma. Í góðum treysti koyrdi hann burtur á innbúgvi til ein annan garð. Men tað, sum hesin neyðars bóndi ikki visti, var, at ovast á førninginum sat vætturin og flenti smørliga. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna - sigst. Henda ak- utta neyðin, vit eru í, hevur enn ikki lært okkum nakað. Tíverri! Sy ye Frå Eysturoyar Javnaðartelag 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur til løgtingsvalid verður á | ; STATOIL-STØDINI Í LEIRVÍK Í KVOLD, 2. juni, kl. 21 Eysturoyar Javnaðarfelag Frá Vága Javnaðarfelag 3. uppstillingarfundur til legtingsvalið verður í FERÐAMANNAHEIMINUM Á GILJANESI Í KVØLD, 2. juni, kl. 20 Nevndin