hósdagur 2. juni 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hugskot frá fakfelógum og arbeiðsgevarum: frå javnadarfeløgunum
Nr. 102 — 2. JUNI 1994
Just tey røttu
at koma vid
hugskotum
— og tad er hetta, sum er tad allar besta vid
seinastu frågreidingini um vinnulig framtøk,
sum komin er, heldur Tummas Arabo, lands-
stýrismaður
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður í vinnumálum
er sera fegin um frágreið-
ingini "Karmar fyri før-
oyskari vinnu" sum millum
onnur tey størstu fakfeløg-
ini hava gjørt saman við
arbeiðsgevarafelagnum.
Og tað er júst tað, at tað
eru partamir á arbeiðs-
marknaðinum, sum gjørt
hava frágreingina, sum er
tað mest positiva við henni,
heldur landsstýrismaðurin.
-Tað verður mangan spurt
hví politisku myndug-
leikarnir ikki gera hetta og
hatta, men nú er so eitt gott
tiltak komið frá sjálvum
arbeiðsmarknaðinum sum
vit í landsstýrinum taka sera
væl ímóti, sigur Tummas
Arabo og leggur aftrat, al
tað eru jú hesi feløgini sum
innan teirra karmar hava
bæði fíggjarligar møgu-
leikar og fólk at gera nakað.
Spurdur um hver almenni
parturin skal vera sigur
Tummas Arabo, at við-
víkjandi Føroyum sum til-
feingisdepli er talan um at
fáa almennu avgjøldini so
lagalig sum gjørligt. At
víðka heimamarknaðin til
Danmark og onnur lond er
skilagott, og tá kemur
tollskipanin inn í myndina.
At bóta um tollsømdimar
arbeiða vit nógv við, og tað
at útvega fígging at fara út í
onnur lond at arbeiða, eiga
vit eisini at vera við. Hetta
er ikki minst áhugaverdi
parturin í frágreiðingini, tí
veruleikin er, at vit hava
nógv fólk við stórari vitan í
Føroyum, sum ikki rættiliga
erbrúk fyri í Føroyum beint
sigur Tummas Arabo.
hesum sambandinum
skal landsstýrið hava fund
við Danida og aðrar stovnar
sum arbeiða við menning-
arætlanum í gðrum londum,
sigur Tummas Arabo, sum
leggur aftrat, at tað, at
Menningarstovan er uppi í
frágreiðingini borgar fyri,
at júst tann almenni parturin
er umboður. Landsstýris-
maðurin sigur, at almenni
parturin eigur ikki at liggja
eftir og vísir á, at fyri ein
stóran part liggur hesi
partur heldur ikki eftir.
Góður målsetningur
Tummas Arabo sigur ann-
ars um frágreiðingina, at tað
fer neyvan at bera til at
skapa hundraðvís av ar-
beiðsplássum eftir stuttari
tíð, men her eru so málsetn-
ingar, sum vit eiga at ar-
beiða fram ímóti.
Frágreiðingin ger nógv
burtur úr at fiska fremmand
fiskasløg. Um hetta sigur
Tummas Arabo, at ein
stórur trupulleiki er vøru-
menning og at finna rætta
marknaðin.
Landsstýrismaðurin sig-
Tummas Arabo.,
lamdsst'ýrismaður er sera
fegin um frágreiðingina
frá millum éðrum
fakfelpgum og
arbeiðsgevarum.
Mynd: Kalmar
ur annars um frágreiðing-
ina, at hon er rættiliga kon-
kret og hevur ein heilt
greiðan målsetning.
Í seinastuni eru komnar
nógvar frágreiðingar um
mangt og hvat Hverja
lagnu fær hendan og hvat
fer nú at henda?
-Eg haldi, at eg fari at
biðja um ein fund við tey,
sum hava gjørt hesa frå-
greiðingina, og tað, sum eg
fyrst av øllum vil hava at
vita er, hvat stigtakararnir
væntaav politisku myndug-
leikunum, sigur Tummas
Arabo.
tór.-
Eysturoy:
Fleiri
nygg)
Jørgen Thomsen,
tingmaður í 16 ár, fer
at greiða frá
arbeiðinum á tingi
Eftir øllum at dóma
verður listin hjá Javnað-
arflokkinum í Eystur-
oynni liðugur í kveld.
Har verður stillað
soleiðis upp, at tær ymsu
bygdirnar koma við
sínum uppskoti til val-
evni. Eysturoyar Jav-
nadarfelag samskipar
uppstillingina, og tað
verður gjørt á fundi
felagsins í kveld. Fund-
urin verður á Statoil
stødini í Leirvík klokkan
átta.
Dan Petersen, for-
maður felagsins sigur, at
valevnini eru øll funnin,
og roknar hann tí við at
hava uppstillingina
lidna í kveld. Hann
leggur aftrat, at talan er
bæði um gomul og
nýggj nøvn hjá Javnað-
arflokkinum í Eystur-
oynni.
Løgtingsmadur jav-
naðarfloksins í Eystur-
oynni seinastu 16 árini,
Jørgen Thomsen, stillar
ikki uppaftur hesaferð.
Hann verður við á fund-
inum og fer at greiða frá
tíðini hann hevur verið
umboð floksins á tingi.
Tíðindablaðið CSE
Sandoy:
Fund
mána-
valevni kveldið
Listin hjá Javnaðar-
flokkinum á Sandi verð-
ur ikki klárur hesa
vikuna. Nevndin í Sand-
oyar Sýslu Javnaðar-
felag hevur havt fund,
og miðað verður ímóti at
hava fund mánakveldið
komandi. Fundurin
verður í Skopun. Felagið
lýsir fundin seinri.
Vágar:
Listin
liðugur
í kveld
Vága Javnaðarfelag
hevur havt tveir upp-
stillingarfundir, og í
kveld hevur felagið sín
triðja og seinasta upp-
stillingarfund.
Fundurin verður á
Ferðamannaheiminum
áGiljanesi klokkan átta í
kveld.
Suðuroy:
Suðurstreymoy:
uppstilling
í kveld
Í kveld klokkan átta
hevur Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag sín triðja
og endaliga uppstilling-
arfund til løgtingsvalid.
Fundurin verdur i fel-
agshølunum å Argjum.
Norðstreymoy:
Stilla
upp
SUnnu-
Í Norðstreymoy hevur
javnaðarfelagið ikki enn
havt nakran uppstilling-
arfund, men har rokna
tey kortini við at vera
liðug við uppstillingina
sunnudagin. Tá hevur
Nordstreymoyar Jav-
naðarfelag fund í bygd-
arhúsinum í Kollafirði.
Fundurin verður klokk-
an 20.
Stilla upp í kveld
Umleið 70 fólk vóru á
uppstillingarfundi
mánakveldið í Porkeri.
berg. hava
gjørt av at skipa fyri
uppstillingini í felag.
Á fundi í Hovi var lut-
akast um, hvar uppstill-
ingarfundimir skuldu
vera, og tann fyrsti var í
Porkeri, sígur Mikkjal
Sørensen, sum stóð fyri
fundinum månakvøldid.
- Fundurin var góður
og friðarligur. Nógv fólk
nýtti høvi at siga sína
hugsan, men tað vóru
ikki tær stóru atfinning-
amar, sum vóru havdar á
lofti. Øll vóru positiv og
til reiðar at gera okkurt
munagott fyri at stuðla
valevnunum, sígur
Mikkjal Sørensen.
2. og møguliga 3. upp-
stillingarfundur verður í
kveld, og hann verður
hildin í Royn-Høllini í
Hvalba kl. 20.
Suðuroyingar ætla at
gera skjótt av. Teir
vóna, at valevnini kunnu
almannakunngerast í
vikuni.
Åua umboð fyri Javn-
;