hósdagur 2. juni 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 102 — 2. JUNI 1994
ÍSF-formansvalið |
Heðin Mortensen
Heðin Mortensen hevur tey
síðstu trettan árini sitid í
formanssessinum í Ítróttar-
sambandi Føroya — og hann
er flestu ferðirnar, aðal-
fundur hevur verið, vorðin
afturvaldur við lógvabrest-
um, av tí at einki mótval-
evni hevur verið.
So er ikki hesaferð, tí nú
er Hanus Joensen úr Kolla-
firði eisini uppstillaður, og
tí skal valið standa millum
teir báðar.
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur tosað við báðar tveir,
og teimum eru settir somu
spurningar, ið teir so hava
svarað í greinunum á hesi
opnuni.
Heðin Mortensen:
Hverji mál setir tú
tær sum for-
maður í ISF?
— Fremsta málið sum for-
maður í ÍSF má vera at fáa
savnað ítróttin í Føroyum,
og at skipa so fyri, at ítrótt-
FELOGINI
MUGU FÁA
MEIRA AT
SIGA Í ÍSF
urin í Føroyum verður væl
skipadur, sigur Hedin Mort-
ensen.
— Ítrótturin hevur sum er
góðar umstødur at virka
undir, tá hugsað verður um,
at allir hentleikar eru til
staðar, men á øOrum økjum
kundi kanska okkurt verið
gjørt ødrvisi, so hesar um-
Heðin Mortensen sigur, at
hann leggur nógvan og stór-
an dent á lokalfeløgini runt
un í landinum, tí tað er fyrst
ogfremst har, at grundarlag-
ið undir sjálvum ítróttinum
er at finna.
— Uttan vælvirkandi feløg
ber jå ikki til at hava eitt
vælvirkandi ítróttarsam-
band. Uttan feløgini einki
ÍSF, so einfalt er tað, sigur
hann.
— Nakað annað, ið eisini
hevur stóran týdning, er at
hava so gott samanhald og
samstarv sum gjørligt innan
íSF, har øll fáa møguleikan
at gera vart við seg á sama
Navn:
Føddur:
Starv:
Útbúgving:
Annað:
Nakað um Heðin
Heðin Mortensen
7. apríl 1946
Tryggingarmaður
Bil- og maskinmaður
Útbúgving innan trygging
Býráðslimur í Tórshavn síðani 1972
| Sitið sum varamaður á løgtingi
Formaður í Havnar Róðrarfelag
Formaður í Tórshavnar Ítróttarráð
| Formaður í róðrardeildini hjá ÍSF
Skrivari í ÍSF 1979-80
Formaður í ÍSF frá 1980
Nevndarlimur í Havnar Sjúkrakassa
Innan íirótt: Kappróðrarmaður
Spælt fótbólt
Gjørt fimleik
| Situr í SEV-stjórnini
stødi, so eingin mismunur
verður gjørdur.
Samstarvið úteftir, eitt nú
við Norðurlond, ið eru teir
nærmastu grannarnir, eru
eisini eitt av málunum,
Heðin sjálvur kallar hjarta-
mál.
— Men eisini víðari enn
tað ber til at fara, og eg meti
tað hava nógv at siga, at tað
arbeiðið, ið higartil er gjørt
fyri at vinna føroyskum ítr-
ótti viðurkenning í altjóða
hópi, sleppur at halda fram,
sum higartil. Tað hevur
nógv at siga fyri eina so lítla
tjóð sum okkara, at vit fáa
alla ta altjóða viðurkenning,
vit kunnu fáa.
Skal by i i
ÍsF bro
- Gjøgnum årini hevur
bygnaðurin í ÍSF verið fyri
nógvum og stórum broyt-
ingum. Meðan tað fyrr var
soleiðis, at ein stjórn sat við
stórt sæð gllum avgerðun-
um, ið skuldu takast, er tað í
dag soleiðis, at deildir og
sersambonderu sloppin upp
í part og kunnu gera sína
ávirkan galdandi. Hetta eru
góðar og gagnligar broyt-
ingar, sigur Heðin Morten-
sen.
— Men hinvegin standa vit
í dag á einum vegamåti, tí
hvat skal nú gerast? Tíðin
setir krøv til bygnaðin í ÍSF,
eins og til alt annað. Kortini
er spurningurin framvegis,
hvussu nógv bygnaðurin
skal broytast, og tað má so
vera upp til felggini at taka
avgerð um tað. Vit hava ein
bygnað, sum gevur sersam-
bondunum frælsi at arbeiða
sjålvstødugt innan fyri
teirra egna øki, og tað meti
eg sum eina dygd við ver-
andi bygnaði, hóast kanska
okkurt annað kundi verið
betri.
— Men viðvíkjandi broyt-
ingum eigur eitt ávist var-
semi at verða víst. Tað ber
ikki til, at vit leypa á blåman
hesum viðvíkjandi, tí vit
hava hóast alt havt ÍSF í 55
ár, og hóast alt kann ikki
sigast annað, enn at ÍSF
hevur virkað.
Heðin Mortensen leggur
dent á, at skulu broytingar
gerast, so mugu tað vera
slíkar, ið fremja, at tey smáu
fáa stórri húsarúmd í ÍSF, so
tað kann smitta á feløgini —
og aftur hinvegin vera gev-
andi fyri íSF.
— Málið må vera, at lokal-
feløgini fáa meira beinleiðis
ávirkan á ÍSF, og at tey fáa
eitt nógv stórri orð at siga,
enn tað hava havt framman-
undan, sigur hann.
— Feløgini mugu fortelja
íSF, hvor kósin skal vera, tí
tað er eingin annar, ið kann
gera tað. Tey eru jú ÍSF.
Hvat er gott innan
ISF?
— Avgjørda styrkin hjå
[SF er, at alt arbeiðið verður
gjørt sjálvboðið, og at allir
leidaramir ofra seg fyri itr-
óttin — bæði innan fyri sína
egnu ítróttargrein og sum
heild. Tey gera heldur eitt
gott ítróttararbeiði, enn at
hugsa um pening ella egnan
vinning, og tað er stór dygd,
heldur Heðin Mortensen.
Hann heldur eisini, at tað
er ein dygd, at ítróttarfólk
og ítróttarleiðarar í ÍSF fáa
møguleikan at tosa út um
tað, ið liggur teimum fremst
í huga, og at ítróttargrein-
arnar samstarva.
Hvussu við tíðini at
røkja starvið sum
ISF-formadur?
— Nú havi eg sitid rætti-
liga drúgva tíð sum formað-
ur, og eg veit av royndum,
at tað er eitt starv, ið fer av-
stað vid rættiliganógvari tíð
— tú skalt altíð vera tøkur,
um brúk er fyri tær, og tað
ber verri enn so altíð til at
hyggja at klokkuni og siga,
at nú eru ikki stundir til at
gera meira, um boð skuldu
verið eftir tær, sigur Heðin.
— Tað er sjálvandi torført
at røkja formansstarvið í
ÍSF, um tú hevur annað full-
tíðararbeiði, og tað noydd-
ist eg eisini sjálvur at taka
fylgjurnar av, tá eg fyri ein-
um ári síðani fór niður í
hálva tíð á tryggingini, har
eg starvist. Men eg havi ver-
ið so heppin at hava eir arb-
eiðsgevara, ið hevur víst
gott tol og forstáilsi. Mítt
arbeiði er ikki so tíðarbund-
ið, og ein part av tí kann eg
gera uttan fyri vanligu arb-
eiðstíðina, eitt nú um kvøld-
Tíðindablaðið
arnar og vikuskiftini. Tað
hevur gjørt tað møguligt hjá
mær at verið formaður —
Hverji krøv skal ein
ISF-formadur lúka?
— Fyrst og fremst skal ein
íSF-formaður altíð vera til
taks, so hann kann vera fel-
øgunum og ÍSF til hjálp, tå
trupulleikar og spurningar
taka seg upp — tað veri seg
nærmast nátt sum dag, sigur
Heðin Mortensen.
- Eisini ræður um at fáa
fylgt væl við og verið diplo-
matiskur. Tað ræður eisini
um at duga at mynda ítróttin
úteftir — bæði yvir fyri al-
mennu myndugleikunum,
uttanlands og sum heild.
Hvat skoðsmál vilt
tú geva Hanusi Jo-
ensen?
— Hann kenni eg sum ein
virknan ítróttarmann, ið
hevur markerað seg bæði í
talvi og hondbólti, sum eg
havi fylgt væl við í. Eg havi
hoyrt nógv gott um hann, og
hann fyrikemur mær at vera
ein, ið altíð er klárur, tá tók
skulu takast — bæði í heim-
bygdini og aðrastaðni. Eg
havi stóra virðing fyri ti,
hann hevur gjørt.
hj.