Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Á i 6 1 4 Nr. 102 — 2. JUNI 1994 Síða 17 Tidindabladid ÍSF-formansvalið Hanus Joensen ITROTTAR- ARBEIÐIÐ VERÐUROV LÍTIÐ VIRT Tá aðalfundurin í Ítróttar- sambandi Føroya leygar- dagin skal velja formann lógvabrestum, sum so ofta hevur verið, av tí at bert eitt valevni er, ið sostatt verður valt uttan mótspæl. Hesaferð er Hanus Joen- sen úr Kollafirði uppstillað- ur sum mótvalevni til ÍSF- formannin síðstu 13 árini, Heðin Mortensen. hevur tosað við avbjóðaran, ið hevur fingið somu spurn- ingar sum formaðurin. Hanus Joensen: Hv mál setir tú tær sum for- maður í ISF? — Tað, sum er mest umráð- andi, er at styrkja ÍSF bæði innanhýsis og úteftir, tí ÍSF erein felagsskapur viðnógv- um limum, og tí átti at havt eina góða slagkraft, sigur Hanus Joensen. — Tað hevur stóran týdn- ing, at gott samskifti er mill- um ISF, sersambondini og feløgini. Eg kundi hugsad mær, at sersambondinifingu råmari ræsur og at fleiri fólk vóru í leiðsluni, har tey eitt nú vóru í arbeiðsbólkum. Hanus sigur, at tað eisini hevði verið gott at fingið í lag fleiri fundir við felggini — býtt sundur eftir økjum ella áhugamálum — bæði so feløgini kundu greitt frå, hvat tey arbeiða við og hvat ÍSF arbeiðir við. — Trupulleikarnir í einum felag eru ofta teir somu, sum gera seg galdandi í ein- um ødrum, heldur hann. Eisini heldur Hanus Joen- sen, at tað hevur sera stóran tydning, at politikararnir Navn: Føddur: Starv: Annað: Nakað um Hanus Hanus Joensen 9. juli 1950 Skúlaleiðari í Kollafjarðar Kommunu — dagskúli og kvøldskiili Útbúgving: Lærari — hevur eisini tikið donsku skúlaleiðaraútbúgvingina Verið virkin innan telving — formaður í Talvsambandi Føroya og Norður- lendska Talvsambandinum 1985-87 Spælandi venjari í ymsum hondbólts- feløgum — landsliðsvenjari Organistur í Kollafjarðar kirkju Bygdarráðslimur 1980-88 — harav formaður 1980-84 Innan ítrótt: Spælt hondbólt í fleiri feløgum og hevur spælt 60 A-landsdystir Spælt flogbólt Spælt fótbólt niðri — hevur donsku fót- bóltsvenjaraútbúgvingina Fingist nógv við frælsan ítrótt — eisini við skeiðvirksemi fyri lærarar skilja tað stóra arbeiðið, ið leiðarar innan ítróttin gera. — Hetta er eitt ókeypis arbeiði, ið hevur stóran sos- — Flestu ítróttarleiðarar verða valdir í nevndir og leiðslur, av tí at teir hava ítróttarligar fyritreytir, men fyri ein stóran part snýr arb- eiði teirra seg kortini bert um at fáa pening til vega, so arbeiðið kann verða hildið í gongd. At tað er umráðandi, at ítróttinum verða fingnar betri sømdir, heldur Hanus eisini hava stóran týdning. — Ítróttararbeiðið verður ofta ov lítið virt, men tað er so sanniliga av týdning, at eyguni verða fingin upp fyri tí týdningi og tí virði, hetta arbeiði hevur, sigur hann. = Tað er alla tíðina eitt stríð at fáa endamar at røkka saman, eitt nú fyri at fáa til vega pening at gjalda leigu fyri hallir, vallir og annað fyri. Tí kundi tað ver- ið eitt stórt stig at fingið eina felagsstødu í ÍSF um, hvat gerast kann við hendan spurningin. Vit síggja jú, at kommunurnar arbeida saman fyri at fáa loysn á tor- fóru støduni, og tað sama átti at verið gjørt innan ÍSF. Eisini útbúgving leggur Hanus Joensen stóran dent á, og heldur hann, at ÍSF átti at skipað fyri einari leiðara- útbúgving, ið so kundi verið útbygd við tí, tey einstøku hava brúk fyri, har tey eru virkin. — Okkurt av sersambond- unum er væl fyri í so máta, men meira kundi saktans verið gjørt á hesum økinum. Eitt hugskot, ið liggur Hanusi nógv á hjarta, er at fáa í gongd ein ítróttarhá- skúla í Føroyum. — Vit hava allar møguleik- arnar til taks, tí vit hava eitt stadion til frælsaítrótt, hall- ir, vallir og annað, ið skal til fyri at fáa slíkan skúla sett- an á stovn, heldur Hanus. — Vit vita jú, at nógvur peningur verður útgoldin í arbeiðsloysisstuðli, og nak- að av hesum peningi hevði farið betur, um okkurt fekst afturfyri. Ov lítið verður eisini bjóðað teimum ungu frammanundan, og við ein- um sovorðnum tilboði, ið vit saktans eisini kunnu fáa lærarakreftir at taka sær av, er hetta eitt gott tilboð við meining í. Annars heldur Hanus Jo- ensen eisini, at eitt hugskot hevði verið at tikið upp eitt samarbeiði við skúlarnar, har eitt nú ávís evni vóru tikin fram, eitt nú >Ung og rúsdrekka<, >Ung og royk- ing<, ið eru kend aðrastaðni í slíkum samarbeiði. — Yvirhøvur eigur tað at vera eitt mál fáa fleiri føroy- ingar at geranógv meira við ítrótt. kal bygnaðurin í ÍSF broytast? - Eingin i ivi er um, at bygn- aðurin í ÍSF hevur endur- skoðan fyri neyðini, men mær tykir, at tað ikki kann gerast einvíst, men má við- gerast í samráð við feløgini, heldur Hanus Joensen. — Tað vil eisini altíð vera so, at tíðin leggur upp til broytingar, og tað má takast til eftinektar. Bygnaðurin mátil eina og hvørja tíð laga seg eftir ítróttinum, um nóg nógv skal fáast burturúr. Hvat er gott innan ISF? — Nógv gott er at siga um ÍSF og sum heild um før- oyskan ítrótt. Tað er umráð- andi, at gongd alla tíðina er í, og atdynamikkur er, sigur Hanus Joensen. — Øll mugu brenna fyri tí sama málinum, og tað átti at borið til at fingið nógv burt- urúr í sátt og semju. Tað er jú ókeypis og sjálvbodnum arbeiði, føroyski ítrótturin verður hildin uppi av, men eg kundi hugsað mær, at ábyrgdin innan ítróttin hvíldi á fleiri herðum. Hvussu við tíðini at røkja starvið sum ISF-formaður? — Frammanundan havi eg nógv fritidaritriv. Eg telvi og spæli framvegis hond- bólt, umframt at vera við í leiðsluarbeiði í báðum. Tá tú spyrt um tíðina, so vil eg siga, at skal tíðin brúkast uppá at vera ÍSF-formaður, so víkir okkurt av hinum fyri tíð, sigur Hanus Joen- sen. — Men eg hevði ikki ætl- að, at eg skuldi gjørt alt, um eg var ISF-formadur. Tað allarmest tydandi vildi ver- ið at býtt uppgåvurnar út. Hvørji krøv skal ein ISF-formadur lúka? — Fyrst og fremst skal hann hava orku og vilja at gera nakað — hann skal brenna fyri sakini, sigur Hanus. — Men samskiftið við fólk hevur eisini sera nógv at siga — bæði innan- og uttan- lands. Aðalmálið má vera fyrst og fremst at fáa alt at virka innan ítróttin í Føroy- um — og síðani úteftir, eitt nú í samstarvi við Norður- lond og aðrar vegir. Hvat skoðsmál vilt tú geva Heðini Mor- tensen? — Eg kenni ikki Heðin per- sónliga, men eg havi alt gott at siga um hann, sigur Han- US. — Hann hevur verid leingi í hesum arbeidinum, og eis- ini hevur hann verið dugna- ligur. Eg havi stóra virðing fyri honum. bj.