fríggjadagur 3. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 103 — 3. JUNI 1994 Sida3
Nú kunnu hítir keypast á Farstødini í Havn. Eitt av ferðafólkunum á stødini var so beinasamt at visa okkum hvussu
automatin riggaði. Mynd Kalmar.
Innflutningurin av hítum fýrfaldaður:
Nú verða hitautomatir
settar upp kring landið
— Nú er bert at vóna at fólk nýta automatirnar og at tey ikki gera
seg inná tær, sigur Hjalti Gunnarson, farmaceutur á Tjaldurs
Apotek. Apotekið og AIDS ráðið hava tikið stig til automatirnar
Mikudagin vórðu fyrstu
automatirnar við hítum
settar upp í hevuðsstaðnum.
Á konufólka og á mann-
fólka wc “inum á Farstødini
í Havn tvær automatir. Hes-
ar eru avlangar og modellið
er tað sama, sum tú sær á
túsundtals almennum stød-
um í Danmark. Óbroytt
gjøgnum seinastu mongu
árini og merkið eitur World
Best. Koyrir tú eina 20
krónu í automatina so
kannst tú hála ein lítlan
pakka úr skuffuni og í
honum liggja tríggjar hítir.
Hitimar — hava fingið
góðskumerki frå danska
heilsustyrinum.
AIDS ráðið hevur saman
við føroyska apoteksverk-
inum tíkið stig til at fáa
automatirnar til vega og
seta tær upp. Apotekid fær
hýtirnar til vega.
-Núer bert eftir at vóna at
ikki herverk verður framt í
Hjalti Gunnarsson, farmaceutur. Mynd: Kalmar
móti automatunum. Tæreru
væl gjørdar, alt er mekan-
iskt í teimum, so tær tola
nakað, sigur Hjalti Gun-
narson, farmaceutur. Hann
tekur sær av at fáa auto-
matimar settar upp kring
landið.
— Fyrsta automatin varð
sett upp í Lognbrá í Klaks-
vík beint undan Norðoyar-
stevnu. Í Suðuroy skulu
automatir setast upp í TB
húsinum og í VB húsinum .
Í Eysturoynni ætla vit at
seta automatir upp í teimum
stórru dansihølunum í
fyrstu atløgu. Á flogvøll-
inum skulu eisini automatir
setast upp, somuleiðis í
Sørvågi. Í Sandoynni er ikki
greitt enn hvar automatin
skal standa. Tað hevur ikki
gingist so væl at fáa nakran
at taka sær av automatum
har, sigur Hjalti Gunnarson.
AIDS ráðið og Apoteks-
verkið bera helvt um helvt
kostnaðin av automatun-
um.
Hitinnflutningurin
fýrfaldaður
Lýsingaherferðirnar hjá
AIDS ráðnum hava givið
úrslit. Hetta sýna í hvussu er
innflutningstølini.
Í 1989 vórðu 100 kilo av
hitum innflutt. Try år seinni
í 1992 vórðu 395 kilo inn-
flutt. Her er talan um eina
ferfaldan av innflutning-
inum. Í fjør vórðu 393 kilo
innflutt.
Tølini fyri 1990 og 1991
eru sera låg, 12 kilo i 1990
og 21 kilo f 1991. Men av
Toll og Skattstovuni verður
sagt, at orsøkin er helst at í
dag verða hitir skrásettar
annarleidis enn fyrr.
Fyra innflytarar eru i Før-
oyum av hitum. Sosialurin
hevur tosað við onkran
teirra og sagt verður at ein
ferfaldan av innflutning-
inum samsvarar við teirra
sólu.
Landslæknin, Høgni De-
bes Joensen fegnast um, at
føroyingar nyta meira hit.
Hann sigur at hetta er eitt
årslit av arbeidinum hjå
myndugleikunum i bardag-
anum móti AIDS.
Hitir fåast i dag i næstan
hvørjum einasta handli
kring landi, men roknað
verður við, at nakað av tíð
skal ganga afturat, áðrenn
føroyingar hava tveitt
seinasta smædni av sær,
soleiðis at teir uttan ampa
kunnu keypa hítir saman við
Murmansk
1. juni lat ein føroysk
skrivstova upp í Mur-
mansk. Tað er felagið
Oilwind hjá P/F JAK
Joensen og Sonur, sum
nú hevur egna skriv-
stovu í Russlandi. Hetta
er fyrstu ferð, at føroy-
ingar hava fingið fótin
fastan í Ruslandi.
Á skrivstovuni ar-
beiðir eitt fólk, tað er ein
russi, sum sjálvsagt er
målkønur.
Oilwind hevur sein-
Føroysk
skrivstova
i Ruslandi
J & K Joensen & Sonur
hava latid skrivstovu upp i
astu årini arbeitt vid at
finna keyparar i Russ-
landi til teirra snellur.
Føroyskar snellur eru i
dag umborð á russiskum
fiskiskipum og roynd-
irnar við teimum sigast
at ganga væl.
Okkum eydnaðist tí-
verri ikki at fáa við-
merking frá Oilwind
áðrenn blaðið fór til
prentingar.
jústinus
Russar
takka fyri
seinast
Korelskiy takkar føroying-
um fyri stórt gestablídni í
skrivi til Arabo
Landsstýrið hevur fing- -
ið bræv frá russíska 7
fiskimálaráðharranum
V.F. Korelskiy, har hann
takkar fyri tað hjartaligu
måttøkuna hann og han-
sara sendinevnd fingu |
undir vitjanini í Før- -
oyum 25-28 april i ár.
Korelskiy skrivar i
brævinum, at hann hev-
ur bjartar vónir fyri |
komandi samstarvi við
Føroyar.
— Tær fruktagóðu |
samrødurnar eg hevði |
vid føroyskar myndug-
Korelskiy.
—Eg eri vísur í at fund-
urin millum teir ovastu
innan fiskivinnuna i -
okkara londum, vil geva
nýggjan íblastur í sam-
starvinum millum Rus-
sland og Føroyar í
royndunum at gangnýta
fiskatilfeingið í Norður-
atlantshavi, sigur Korel-
skiy.
Hann ynskir at enda
Arabo og øllum før-