Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 103 — 3. JUNI 1994 Spurningur til Henrik Old Sambært Sosialinum 28./ 29. maí 1994 er tú >rúkandi ósamdur< við fiskifrøding- ar um, hverja atferð fiskur hevur. Tú sigur m.a.: »Tå vánaligu árini koma við ongari fødi í sjónum, so flýggjar fiskur. Hann hevur onki annað val, annars doyr hann í hungri. So skjótt sum fødi er aftur í sjónum, so er fiskur at fåa« At nøkur fiskasløg, sum svartkjaftur td., ferðast á henda hátt er ongin ivi um; men tað skilst, at tú meinar, at Ld. toskur og hýsa eisini geratað. Tað, at so lítið hev- ur verið til av toski og hýsu seinastu árini, kemst sam- bært tær av, at fiskurin er rýmdur úr føroyskum hav- øki, hvagar er ikki greitt. So skjótt meiri fødi aftur í er føroyskum sjógvi, veit hann av tí og kemur aftur. Hetta er beint øvugt av tí, sum fiskifrødingarnir siga. Sambært teimum eru toskur og hýsa í føroyskum sjógvi serføroyskir stovnar. Tann toskur, ið er undir Føroyum, er gýttur undir Føroyum, og har verður hann, til hann doyr av náttúrligum grund- um ella verður fiskadur. Sambært fiskifrødingunum er tað ógvuliga sjáldan, at toskur og hýsa ferðast inn í ella úr føroyskum øki, og tað er so lítið, at vanliga kann síggjast burtur frá tí. Hetta er helst ein tann mest umráðandi spurningur fyri føroysku tjóðina í hes- um árum. Um tú hevur rætt, so ræður, sum tú sigur, um at fiska fiskin, meðan hann er undir Føroyum, áðrenn hann rýmir. Um fiskifrød- ingarnir hava rætt, so er hvor fiskur, sum verður fiskaður í ár, minni til at fiska næsta ár ella triðja. Sjálvandi doyr nakað av fiski eftir einum ári, og tann fiskurin erm istur; men tað, sum livir eftir, hevur etið seg so mikið nógv feitari, at tú í veruleikanum vinnur við at bíða, inntil eitt vist. Mest álvarsligi vandin er sjálvandi tann, at ov nógvur fiskiskapur minkar gýting- arstovnin so nógv, at tað er ov lítið av vaksnum fiski til at gýta okmandi ættarliðini av toski og hýsu. Higartil hevur føroyskur fiskivinnupolitikkur sum heild verid grundadur å tina uppfatan, og tað skilst, at tú og fleiri aðrir politikarar vilja halda fram við ti. Eg fari tí at spyrja teg, um tú kanst greiða eitt sindur gjøllari frá, hvat tú grundar hesa uppfatan á. Sjálvur eri eg ikki fiskifrødingur, men arbeiði saman við teimum dagliga, so eg veit, at teirra nidurstøda er grundað á stórt tilfar, merkingar av fiski og veidutøl bæði frá Magnusi Heinasyni og frá flotanum sum heild. Ég havi so ofta kjakast við fiskifrødingar um handan spurningin, at eg veit, at teir ikki siga hetta uttan grund. Hinvegin veit eg eisini, at tú sum løgtingsmadur og fyrrverandi formaður í Fiskivinnunevndini hevur havt uppaftur betri møgu- leikar til at tráspyrja fiski- frødingarnar og ganga tilfar teirra ígjøgnum, so tú mást hava góðar grundir úl at vera so >rúkandi ósamdur<. Tað, sum eg ikki heilt fati, er, hvussu tú hevur borið teg at fyri at koma til eina so av- gjørda niðurstøðu. Tú sigur, at hetta er av »royndum«; men hvørjar eru tær? Tað ber væl til atsíggja, um fisk- ur er undir skipinum ella ikki. Tú kanst tóga og vita, um tú fært nakað. Tú kanst hyggja í ekkoloddið ella sonarin og síggja, um fiskur er undir ella í nánd av skip- inum; men tá ongin fiskur er at síggja, hvussu veitst tú tå, at hann ikki er fiskadur ella farn aðrar staðir á Føroya- grunnunum? Hvussu veitst tú, at hann er flýddur av før- oyskum havøki? Og tå tú aftur á Norðhavinum sært tosk ella fær hann, hvussu sært tú tá, at hesin fiskurin er komin úr Barentshavinum Tíðindablaðið td. og ikki av Munka- grunninum? Hetta er tað, sum eg ikki fati. Tú hevur kanska hug at svara mær, at hetta ber ikki til at forklára einum, sum alt sítt lív hevur sitið á síni fløtu reyv inni á landi, og at tað byggir á royndir sum fiski- maður. Trupulleikin við ti er, at tá eg havi tosað við fólk um hetta, so eru reiðar- ar og løgtingsmenn ofta samdir við tær, meðan van- ligir royndir fiskimenn líka ofta eru samdir við fiski- fréðingarnar um handan spurningin. Allir fiskimenn hava ikki hasar royndirnar; men allir — og eisini vit onn- ur — hava stóran áhuga í spurninginum, og tú hevði gjørt okkum øllum ein stór- an beina, um tú í blaðnum kundi greitt okkum frá teim- um royndum, tú byggir hetta á. Bogi Hansen Vilja tit hava MOI RA? Ja, tað eru uttan iva fleiri, ið svara játtandi upp á henda spurning. Í summ- ar traðkar nýggi, spenn- andi dansi-tónleikabólk- urin MOIRA fram á pall fyri fyrstu ferð. Tað er ikki á hverjum degi, at so kendir og royndir tónleikarar sum Kaj Jo- hannesen, Kim Hansen, Niclas Johannesen, Mikkj- al Joensen og Edmund Ja- cobsen finna saman at stovna ein nýggjan tón leikabóik, men tað e hent nú. Byrjanin til bólkin kom á jólum 1993, tá fýra av limunum í MOIRA spældu saman í bólkinum »Ed- mund og Vinmenn«, og nú er so navnframi tónleikarin og sangarin Kim Hansen komin afturat. Spæla til dans Bólkurin fer fyrst og fremst | at spæla ul dans kring oyggjarnar í summar. Tón- leikastílurin er fyri tað mesta kend nýggj popp- og rockløg, frå útlendskum bólkum og solistum, og eis- ini verda onkur heimagjørd løg vid. Alt fyri åhoyraran Teir fimm limirnir, ið ikki Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað = alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum! kunnu sigast at vera heilt ókendir innan føroyskan tónleik, hava sett sær eitt mål, og tað er at framføra tónleikin og sangin so væl og professionelt sum gjør- ligt. Vælvitandi at dansihøl- ini eru karmur um ein stóran part av føroyska tónleikin- um, fer bólkurin at gera eitt sindur meira burturúr, enn tað er vanligt fyri dansi bólkar. Dansifólkið fær nakað út yvir tað vanliga fyri pen ingin, tá MOIRA traðkar fram á pallin — lova ter fimm limirnir í bólkinum, sum eru Edmund Jacobsen, sang, Niclas Johannesen, guitar og kór, Mikkjal Joen sen, bass, Kim Hansen, tan- gentar og kór, og Kaj Jo- hannesen, trummur og kór Sera stórur áhugi er fyri at fáa bólkin at spæla. Tey, sum vilja vita meira um bólkin, kunnu ringja til FC- Booking í Tórshavn, tlf. 17646.