Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NE Nr. 103 — 3. JUNI 1994 Síða 11 Kunnu vit sleppa at siggja Vis mær títt heim, og eg skal siga tær, hvør tå er! Sendingin er ein spurnarkapping um hugburð og vanar. Lagt til rættis: Helle Lyster og Anna See- berg. Friggiakvøldid kl. 21.55; Gorillur í tåminum Am. filmur frå 1988 við Sigourney Weaver og Bryan Brown f høvudsleiklutunum. Filmurin er grundaður á bókina hjá Dian Fossey um hennara áhaldandi stríð at bjarga nøkrum gorillum í Miðafrika, ið vóru í vanda fyri at doyggja út. Hon varð send til Afrika í 1966 at kanna hesar gorill- urnar og livdi saman við teimum í 20 ár, men alla tíðina mátti hon stríðast við jek- arar, veiðitjóvar og manglandi innlit hjá fólki á staðnum — eitt stríð, sum tíverri endaði í sorgarleiki. Friggjakvøldid kl. 0.00: Beatles aftur Bassisturin Stuart Sutcliffe var besti vinur John Lennons og »tann fimti beatlin« tann tíð tað var. Nú hava tey gjørt filmin »Back- beat< um hann. Í sendingini eru samrødur við tey, sum hava høvudsleiklutirnar í film- inum, og vit síggja brot úr filminum við nógvum góðum tónleiki og undirhaldi. Leygardagin kl. 17.30: Fótbóltsteknikkur Kent Nielsen var tann, sum dugdi best at skalla á EM-landsliðinum, og í dag vísir hann, hvussu tú skalt skalla. Sean Young og James Woods Leygarkvøldid kl. 22.10; Vandamikil stremban Am. filmur frá 1988. Lenny livir av at selja hús, men tá sølan minkar, minka eisini inn- tøkurnar hjá honum, so lagið er ringt. Tá geva >smartu< vinir hansara honum tey ráð at fáa sær eitt >sniff< av kokaini, so verður alt gott aftur. Men tað verður byrjanin til endan hjá Lenny. Óhóskandi fyri smærri børn. Leygarkvøldid kl. 23.40; Cliff Richard Konsertupptøka frå Wembley i London, har Cliff Richard syngur 34 av sínum kend- astu sangum, m.a. Devil Woman, Some People, We Don't Talk Any- more. Ikki sunnudag Grikskur filmur frá 1959 við Melinu Mer- couri í høvudsleiklutinum sum gentan Ilya, ið er framúr blíð við sjómenninar, sum koma til tann grikska havnabýin, har hon býr. Ein amerikanari setir sær fyri at gera Ilyu til eina >góða< gentu, ið hevur áhuga fyri mentanarligum virðum. Melina Mercouri nn in kl. 17.40: Tónleikur fyri Mandela Verkið hjá sudur-afrikanska pianistinum Abdullah Ibrahim >Perfume for Winnie< er tónadámurin í hesi sending, ið fylgir partar av eini radioframleiðslu við suituni hjá Ibrahim, sum hann hevur ognað Winnie og Nelson Mandela. Limirnir í >Radioundirhaldsorkestrin- um< spæla undir leiðslu av Palle Mikkel- borg, og Ibrahim greiðir undir sendingini frá stríðnum hjá suðurafrikanska fólkinum ímóti apartheidstýrinum. nn in kl. 18.10: Eitt heim langt heiman — ungarnsk børn til Danmarkar Alt fleiri ungarnsk børn verda ættleidd til Danmarkar. 90% av teimum eru sigoynar- ar, id er ein minniluti, ið lítið verður hildið um í Ungarn. Í hesi dokumentarsendingini síggja vit, hvussu skjót børnini eru at laga seg til donsk viðurskifti — og enntá gloyma móðurmálið. Sunnukvøldid kl. 19.55: Folkafundur å Sandi Annan hvitusunnudag var fólkafundur í haganum norðan fyri Sands bygd. Á hesum sama plássi varð fyrsti fólkafundur í Før- oyum hildin fyri 100 árum síðani. Vit síggja og hoyra brot frá fundinum. Vit hitta fólk, ið minnast stórar fólkafundir í oynni fyri fimti árum síðani og hoyra hvgnn týdning hesir fundir høvdu fyri tey. Fleiri gamlar myndir eru við í sendingini. Sunnukvøldid kl. 21.40: Hair Am. filmur frå 1979. 1960'árini eru fram- vegis væl umtókt, og hippie-musicalurin >Hair< er enn fullur av flower power og uppreistri ímóti allari siðvenju. Søgan er um ein ungan drong, sum kemur til New York og varnast, at har eru heilt onnur virði enn tey, hann er vaksin upp við. Milos Forman hevur leikstjórnað, og John Savage, Treat Williams, Beverly D'Angelo hava høvudsleiklutirnar. ískvoldið kl. 21. Americana Sending í trimum pørtum um ymiskt legið í USA. T.d. hava tey eitt hamburgarasavn, á eini matstovu eru servitrisurnar naknar og tú kanst fáa ein døgurda fyri einki, um tú tómir tallerkin upp á ein hålvan tíma. Men tá skalt tú eisini hava 2 kilo av kjøti og eplir afturat niðurum. Tyskvøldid kl. 22.05: Einglagarðurin Mynd úr »Einglagardur« Svenskur filmur frá 1992. Á eini stórari Harley Davids-motorsúkklu og í sólbrillum og leðurklæðum koma Fanny og Zach koyrandi inn í eina lítla bygd mitt undir eini jarðarferð. Bygdarfólkið er varið og sera skeptiskt, og hvaðna verri verður, tá tað kemur upp, at Fanny er einaarvingur til tann stóra harragarðin har, Einglagarð. Mikukvøldid kl. 22.25: Predator Amold Schwarzenegger hevur høvudsleik- lutin sum tann harði leiguhermaðurin Dutch, ið stendur á odda fyri einum liði av toppvandum og væl vápnaðum hermonn- um, ið verða sendir inn í frumskógin. Teir hava fingið at vitað, at talan er um eitt vandaleyst bjargingartiltak, men menninir varnast skjótt, at teir ikki hava fingið sann- leikan at vita. Filmurin er óhóskandi fyri børn! Hóskygldið kl. 21.35: Russiska mafian — skipadur kriminalitetur Fyrra sending um tann harða veruleikan í Russlandi og Estlandi. Upptøkurnar eru gjørdar í St. Pætursborg, Moskva, Tjetjeni- en og Tallin hetta seinasta hálva árið. Samproduktión ímillum NRK, YLE/FST RUV, SVTI og Danmarks Radio.