Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# 0 = — Tíðindablaðið CD Nr. 103 — 3. JUNI 1994 Sida 15 Summartónar á triðja sinni: Fjalbroyttari og meira um- fatandi enn nakrantíð áður Íslendingar fara at seta serligan dám á Summartónar stevnuna við klassiskum tónleiki, sum verður í Féroyum í døgunum 23. juni til 4. juli. Ikki færri enn fýra av toppnøvnunum innan klassiskan tónleik í Íslandi koma til Føroya í summar Men er tað íslendskt, so er tað ikki bara íslendskt. Tí fleiri av verkunum, íslend- ingar fara at framføra Før- oyum, eru av føroyskum Harafturat verður uppruna. - føroysk luttøka í nøkrum av íslendsku bólkunum. Jó- hannes Andreassen leikar nevniliga við tí eina bólkin- | um, og Ernst Dalsgarð og + Páll Sólstein skulu vera so- listar hjá íslendska sym- | = Íslendsku gestirnir verða nógvir í tali. Sinfóniu- hljómsveit Íslands telur um 70 tónleikarar. Orkestrið hevur sínar røtur aftur til 1920. Tað var til donsku kongsvitjanina, at íslend- ingar tóku seg saman og settu symfoniorkestur á stovn at spæla fyri kongi. Áhugin fyri tónleikinum Blásarakvintett = Reykjavíkur Symfoniorkestur Íslands á palli vaks tey næstu árini, og 10 ár eftir stovnanina hátíðar- helt íslendska tjóðin 1000 ára dagin fyri íslendska al- tinginum. Tá vórðu danskir tónleikarar bodnir til Ís- lands. Sama árið fór ís- lendska útvarpið undir at senda, og samstundis var ís- lendski Tónlistaskúlin í Reykjavík settur á stovn. Alt hetta gav tónleikalív- inum góðan byrð, og or- kestrið hevði fleiri konsertir tey næstu árini. Í 1950 var endaliga súgið tkið at stovna eitt veruligt symfoniorkestur við 40 tón- leikarum. Síðan tá hevur or- kestrið ment seg støðugt. Sinfóniuljómsveit Íslands, sum orkestrið nevnist, ger nógv burtur úr at umboða íslendskt tónlistalív eisini uttanlands, og í tí sambandi ere hevur orkestrid gjørt avtalu við bretska plátufelagið Chandos um upptøkur og flogugerð at selja uttan- lands. Hesar upptøkur hava fingið góð ummæli bæði í íslendskum og útlendskum bløðum. Fimm fløgur eru longu givnar út við verkum eftir Leevi Madetoja, Ed- vard Grieg, Johan Svend- sen, Jean Sibelius og Sergei Rachmaninoff. Tónleikur eftir íslendskar komponist- arer åvegis. Orkesturstjórn- ari sidan å heysti 1993 er finnin Osmo Vanska. Und- an honum var ein annar finnlendingur, Petri Sakari, stjórnari í fimm år. Tríggjar konsertir í Føroyum ; Symfoniorkestur Íslands fer at hava triggjar konsertir iFøroyum í summar — tvær í Norðurlandahúsinum og eina í Christianskirkjuni í Klaksvík. Talan er um tvær ymiskar skráir. Á konsertini í Norðurlandahúsinum mánadagin 27. juni fer Páll Sólstein at vera solistur. Hann leikar horn. Á hesi konsert verða verk eftir ís- lendingin Jón Leifs, føroy- ingin Sunleif Rasmussen, Mozart og Beethoven fram- førd. Íslendska verkið kall- ast Rimnadansur. Henda sama konsertin hjá ís- lendska symfoniorkestrin- um verður í Norðurlanda- húsinum 29. juni. Á skránni tá eru try verk: Fornir dansir eftir íslendingin Jón Ásgeirsson, Floytukonsert eftir Kristian Blak og Sym- foni nr. 4 eftir Mendelsohn- Bartholdy. Tvey føroysk verk Íslands Symfoniorkestur skal framføra tvey føroysk verk á Summartónum. Verkið eftir Sunleif Ras- mussen eitur Grave, og varð skrivað til minnis um Karst- en Hoydal, tá hann andaðist. Føroya Symfoniorkestur frumframførdi verkið í 1990. Hitt verkið er ein Floytu- konsert, sum Kristian Blak hevur komponerað til Ernst Dalsgarð, sum verður solist- ur hjá íslendska symfoni- Búmerkið hjá Summartónum verður í framtíðini hesin sjáldsami hani, ið William hevur teknað orkestrinum á seinnu kon- sert teirra í Norðurlanda- húsinum mikudagin 29. juni. Bæði hesi verk eru við á nýliga komnu fløguni Landið, sum plátufelagið Tutl í Havn gav út fyri kort- um. Íslendsk Trio Ein áhugaverður bólkur er ein íslendsk trio við Hólm- fríður Thóroddsdóttir á obo, Sólveig Onnu Jónsdóttir á klaver og Darren Stonham á Framhald á síðu 20 Finnin Osmo Vánská stjórnar Ísl Symfoniorkestri