Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bretar og hvalaátarar ÓHUGNALIG og óserigs propaganda - onkur hevur kallað tað búskaparlig terrorisma - er útlendski ágangurin móti eitt nå føroyska grindadrápinum. Hetta hava vit sæð og hoyrt so nógv til hesi seinastu árini, men nú ber av. Nú eru sokallaðir umhvørvisfelagsskapir - ser- stakliga í Bretlandi!, næsti granni okk- ara - farnir at skýra okkum hvalaátarar og vilja sjálvandi við hesum fáa assos- iatiónina við mannaátarar fram. Í grein í blaðnum í dag umrøda vit, hvussu hesir umhvørvisfelagsskapir hava hert um herferðina móti eitt nú føroyingum við risastórum lýsingum í bretskum blød- um. LÝSINGARHERFERÐIN hesaferð snýr seg um franska uppskotið at friða allan hval í einum parti av suður- atlantshavinum. Heitt verður á fólk um at lata pengar inn til arbeiðið hjá um- hvørvisfelagsskapunum - helst bein- anvegin - í dag, tí í morgin kann tað verða ov seint. Franska uppskotið varð samtykt m.a. við atkvøduni frá Dan- mark, nakað, sum føroyingar eru sera ónggdir við. í hesum sambandi hevði løgmaður fund við danska uttanríkis- ráðharran í gjár, har hon gjørdi støðuna hjá Føroyum í øllum hvalaspurning- Umhvørvisfrødingur Sekt verður eftir starvsfólki til um- á Heilsufroðiligu hvørvisdeildina Starvsstovuni. inum påra greida. Henda støda er, at hvalur eigur bert at verða friðaður, um stovnurin er í vanda. Føroyingar bera ótta fyri, at avgerðin at friða hval har suðuri fer at fáa avleiðingar fyri eitt nú grindahval her norðuri. Løgmaður vísti í blaðnum í gjár á, at nå umrødda upp- skot er samtykt m.a. við danskari hjálp, verður tað næsta umhvørvisfelagsskap- irnir fara at krevja, at eisini grinda- hvalurin verður heilt friðaður. DANIR hava tó sagt, at avgerðin at friða har suduri skal ikki fáa nakra avleiðing fyri smáhval her norðuri, men hyggja vit í stóru heilsíðulýsingarnar í bretskum bløðum, so er skilligt, at frið- ingin á sunnaru hálvu er bert byrjanin. Tí um sama mundi sum lýsingin skal vera ein roynd at fáa uppskotið um at friða hval við Antarktis samtykt, so snýr partur av lýsingini seg nettup um grind og føroyingar. Sagt verður, at tað lønar seg at studla umhvørvisfelagsskapum, tí arbeiðið teirra at steðga eitt nú grindadrápi hevur longu givið úrslit. Herferðin móti grindadrápi hevur gjørt, at fleiri stórar handilsfyritøkur eru givnar at keypa føroyskan fisk. f lysingini verdur grinddråp umrøtt sum "Horrific slaug- hter of pilot whales for sport in the Faroe Islands”. HESAR seinastu dagarnar hava verið vístir sera áhugaverdir filmar í sjónvarpinum um ymisk sløg av hvali, ið hava lætt at koma í samband við menniskju. Tá tú hevur sæð hesar filmar hevur tú kenslu av, at hetta vakra og klóka djórið eigur ikki at verða dripið eins og onnur djór. Tað er júst her vandi er á ferð. Vinna slíkar kenslur, tá hava eisini teir fanatisku felagsskapir, við einum vegetaretandi Beatla á odda, vunnið. Og tá allur hvalur er friðaður, hvat verður so tað næsta kann við réttum verða spurt. HÓAST føroyingar í nýggjári tíð ikki kunnu rósa sær av at hava dugað serliga væl at troyta fiskastovnarnar á nóg skynsaman hátt, so er greitt, at vit hava verið eitt við náttúruna og vistfrødina, tá tað snýr seg um grindahval. Vit hava dripið grindahval í fleiri hundrað ár og hevur hann verið ein nátúrligur partur av okkara fødi. Fyri tað at tað hevur eydnast granskingarstovnum í USA at fáa samband við og at venja ávís sløg av hvali til tað, sum eingin hevði torað at droymt um, so kann ikki vera rætt at koma til ta niðurstøðu, at tað er synd at drepa grind. Tað er júst soleiðis fan- atisku umhvørvisfelagsskapimir hugsa og eru lysingarnar f bretskum blødum um "hvalaåtarar” higartil besta dómi“ um tað. FØROYINGAR hava dripið hval í hundraðtals ár. Vit brúka ikki tvgstið við handli fyri eygað. Vit ovtroyta ikki stovnin. Vit fara at halda fram á sama hátt. Hvat drápsháttinum viðvíkur so hava vit lurtað eftir atfinningunum og roynt at gera hann so rímuligan tilber. Hetta er helst eitt øki, sum vit fram- haldandi eiga at hyggja eftir. Tað má vera eitt alment krav, at grindadráp í framtíðini gongur fyri seg á rættan hátt og har brot verða gjørd eigur hetta at verða revsað. Spell er annars at síggja, hvussu næsti granni okkara, Bretland tiggjar sær í grindamálinum. Hugsa vit um bretsku krgvini í marknamálinum eisini, so kann ikki sigast annað enn, at vit tíanverri eiga nógvar fíggindar í Bretlandi. Teir skulu tó vita, at vit ætla okkum ikki at gevast, men fara at stríðast fyri søk okkara til tað seinasta. At danska stjórnin heldur ikki stendur við okkara lið er harmiligt. Vit eiga tí at leita eftir stuðuli frå gðrum og her er NAMCO-felagsskapurin ein teirra, ið vit eiga at venda okkum til og brúka. Vit skulu enn einaferð bera teimum fólkum í landsstýrinum og á Náttúru- gripasavninum, í Namco og ødrum stóra tøkk fyri tað stóra og áhaldandi arbeiði tey hava gjørt til tess at greiða umheiminum frá grindadrápinum. SOSIALURIN Frá Norðurstreymoyar Javnadarfelag Arbeidid kemur serliga at umfata vid- gerð av kærumálum, góðkenning av serliga dálkandi virksemi, regluskap- andi arbeiði, skriving av leiðbeiningum og viðgerð av fyrispurningum innan tað ekið, sum umhvervisverndarlógin fevnir um. Harafturat kemur viðkom- andi eisini at luttaka í verkætlanum av ymiskum slag. Skikkað til starvið eru tey, sum hava lokið hægri prógv innan náttúruvísind ella verkfroði. Tey, sum hava hollar praktiskar royndir, hava fyrimun. Løn og setanarviðurskifti verða sam- bært avtalu millum Føroya Landsstýri og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jacob P. Joensen, deildarleiðara ella Marjun Hanusar- dóttir, stjóra. Umsóknir skulu vera Heilsufroðiligu Starvsstovuni í hendi innan 20. juni 1994. , , | V Heilsufrødiliga Starvsstovan No så 3 ) V. U. Hammershalmbsgøta 11 N/ 100 Tórshavn * NÝLIGA HEIMKOMIÐ * Ternut bummullstoy í mótalitum Eisini hava vit HEILT BÍLIG SUMMARTOY. Toy til FØROYSKAR BUKSUR, 150 cm breitt fyri meturin BERT kr. 177,- FLOYALSELASTIK í tímum breiddum, 3—4 og 5 cm, kr. 56,50 — 60,- og 66,- fyri meturin ALTID STORT URVAL AV SEYMITILFARI Bygdaordrar verda avgreiddir sama dag. Pf. MARJUN HEIMÅ | C. Pløyensgøta 4 100 Tórshavn Tlf. 12531 Uppstillingarfundur verður í húsinum hjá KOLLAFJARÐAR ARBEIÐSMANNAFELAG sunnukveldið 5. juni, kl. 20 Øll javnaðarhugað eru vælkomin. Norðurstreymoyar Javnaðarfelag Sands Sýslu Javnaðarfelag Uppstillingarfundur verður í SAMLJÓÐ Í SKOPUN mánakveldið 6. juni, kl. 20 Sands Sýslu Javnaðarfelag