Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið IE Nr. 104 — 4. JUNI 1994 = Síða7 Tilsamans 31 åstødisnæming- ar á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík fingu prógv í gjár sum teir fyrstu í Føroyum Fyri tveimum árum síðan byrjaðu teknisku skúlarnir við SIT-útbúgvingini, og teir næmingar, sum hildu fram annað árið við T4 eru nú lidnir og fingu prógv í gjár. Petur Hentze, sum hevur undirvíst næmingunum í Havn í maskinlæru, letur væl at úrslitunum. Tað ger Hans Jakku á Kósini, ma- skinlærari í Klaksvík, eis- ini, sjálvt um einki er at sammeta við, av tí hesir næmingarnir eru teir fyrstu. Í Havn tóku 13 á maskin- linjuni prógv. Í Klaksvík vóru 12 á maskindeildini og 6 á el-delidni. Nýklaktu SIT-ararnir hava nú fleiri møguleikar í at velja fyri at útbúgva seg víðari. Teir kunnu fara á mask- inskúla, men best er at hava praktikktíðina fyrst, tí fara teir beinleiðis á skúla, skulu teir í praktikk um eitt ár. Praktikktíðin til makin- meistaraútbúgvingina er 18 mánaðir. Hana kunnu teri fáa við at fara við onkrum skipi, arbeiða hjá SEV ella ødrum fyritøkum. Skúlarnir eru til reiðar at hjálpa næmingunum við at finna praktikkpláss. Prógvið gevur teimum eisini atgongd til miðal- teknikaraútbúgvingar i Danmark. Hesar útbúgv- ingar krevja hålvt år i prak- tikk. Skúlamir taka báðir nýggjar næmingar inn í august. Í Havn verður ein flokkur á maskindeildini. Í Klaksvík verða tveir á ma- skindeildini og ein á el- deildini. randi 13 mans fingu í gjár prógv á Tekniska skúlanum í Havn. Teir eru frá vinstru, fremra rað: Meinhard Augustinusssen av Tvøroyri, Hergeir Carlsson úr Havn, Grettir Hammer av Signabø, Karl Hiensen av Argjum, Jens Eyðstein Jacobsen úr Miðvági, Dan Lysholm Jensen og Sámal Joensen. Aftara rað frá vinstru: Høgni Midjord av Argjum, Kim Nolsøe Nielsen úr Havn, Eivind Olsen úr Vestmanna, Jan Erik D. Poulsen og Kristian Martin Skála úr Hoyvík. John Herman Lindberg av Argjum vantar á myndini. Nakað av ti, sum næmingarnir hava gjørt hetta árið, varð í gjár sýnt fram á næmingaheiminum, og okkurt sæst eisini her á myndini Kommunur kunnu skjótt lækka skattin - Tað er ikki baravalagn, at landsstýrið bnú iðjur kommunur gera nýggja fíggjarætlan. Nú má okkurt gerast, tí fólk orka ikki tann høga skattin, NOREG sigur Reidar Nónfjall, fulltrúi í landsstýrinum Hósdagin fór bræv úr Tinganesi út til allar kommunur í landinum. Í brævinum hetir lands- stýrið á bý- og bygdarráðini um at endurskoða fíggjar- ætlanina fyri í ár. Reidar Nónfjall, fulltrúi í landsstýrinum, heldur einki legið vera í ti, at hetta brævið verður sent út, sjálvt um tann stóri spurningurin um umfígging av allari kommunuskuldini ikki er greiddur. Hann er væl greiður yvir, at tað verður tulkað sum valagn, nú kommunur fáa besa åheitanina bara fimm vikur undan valinum. -Tað er ikki bara valagn. Nú má nakað gerast, tí vit hava óvanliga høgt skatta- trýst, og fólk orka ikki meira, sigur Reidar Nón- fjall. Sum skilst væntar lands- stýrið, at málið um umlegg- * ing av kommunuskuldini verður loyst í næstum. Tað hevur tað skulað í mánaðir. Kommunurnar skulu so nú gera nýggja fíggjarætlan út frá tí, tær væntað, at útreiðslurnar lækka. Inn- tøkurnar skulu metast eftir innigkunum fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað verða ikki allar kommunur, sum kortini kunnu lækka skattaprosent- ið. Bý- og bygdarrådini skulu hava samtykt broyttu fíggjarætlanina í seinasta lagi 20. juni, og broyting- arnar skulu góðkennast av landsstýrinum. Tær kommunur, sum lækka skattaprosentið, skulu útgjalda tað, ið ov nógv er kravt inn við næstu avrokning, tá broytingin fær gildi. randi RR SOS 0 OSOSS SRS ISSI DS SISS 15900 og i hoyr meira. "Fyri 2 vaksin | jog 2 born við | raddali