leygardagur 4. juni 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Kanning hjá 10. fl
Nr. 104 — 4. JUNI 1994
%
okki í Eysturskúlanum í Havn:
Tíðindablaðið (XI)
Skúlanæmingar hava
arbeiði eftir skúlatið
Ein 10. flokkur í Eysturskúlanum í Haun hevur brúkt ein part av fakinum samtíðarkunning til
eina kanning millum aðrar næmingar í 10. flokki í høvudsstadarøkinum, og hava tey spurt til-
samans 120 aðrar næmingar ymist um, hvar Fóroya ungdómur endar. Kanningin gevur eina
áhugaverda mynd av støduni, og nidurstødan er, at alt sær helst ikki so svart út kortini
Herfyri gjørdu 17 næm-
ingar í flokkinum 10. C í
Eysturskúlanum eina um-
fatandi kanning millum
aðrar tíggjunda floks
næmingar í hevuðsstað-
argkinum. Næmingarnir
hava nú bert royndirnar
eftir, tí í gjár var seinasti
skúladagur hjá teimum.
Kanningin fevndi um
tilsamans 120 næmingar,
og hevdi hon fingið heitið
>Hvar endar Føroya ung-
dómur?<.
Tað er fakið samtíðar-
kunning, ið hevur givið
kanningini húsarúmd, og
lærari hjá næmingunum,
ið hava gjørt hana, hevur
verið Pauli í Sandagerði:
— Hugskotið við kann-
ingini hevur verið grund-
að á ymist, bæði tað, at
næmingarnir á hendan
hátt sjálvir kunnu sleppa
at royna, hvussu ein slík
kanning verður gjørd, og
eisini tað, at vit við hesi
kanningini kundu fáa
eina mynd av, hvussu tað
er vorðið hjá ungdóm-
inum, sigur Pauli.
- Næmingarnir hava
HVAT ÆTLAR TÚ EFTIR 10. FLOKK?
12,00%
eisini vist åhuga fyri hesi
kanningini, og tå eg so
endiliga havi fingið kon-
fiskerad kortspøl, onkran
walkman og okkurt ann-
að, ið kann upptaka hug-
an meira enn undirvísing-
in, hava tey arbeitt dúg-
liga við kanningini, ið eg
eisini haldi, at tey eru
komin sera væl frá.
Pauli sigur, at tey um
vikuna bert hava tveir
tímar til samtíðarkunn-
ing, ið liggja í hver sínum
enda á vikuni. Tað hevur
kanska verið eitt minus, tá
talan hevur verið um at
fingið gjørt eitt saman-
hangandi arbeiði, men tó
er væl komið burturúr.
— Vit hava bert fingið
stundir at gera kanning-
ina millum næmingar, ið
ganga í Kommunuskúl-
anum, Venjingarskúlan-
um, Argja Skúla og Eyst-
urskúlanum. Tað hevði
avgjørt verið stuttligt at
fingið at vita, hvussu ein
sovorðin kanning sá út,
um hon fevndi um allar
næmingarnar í tíggjunda
flokki i Føroyum, ti helst
HEVUR TU ARBEIDI UMFRAMT SKULAN?
sær tad eitt sindur ødrvisi
åt åti å bygd, sigur Pauli.
— Onkrir av næmingun-
um, id eru spurdir, hava
sjálvandi ikki svarað i
fullum álvara, men tað er
ikki gjøgnumgangandi, ti
tey flestu hava eftir okk-
ara meting roynt at svar-"
að spurnignunum ordi-
liga.
Næmingarnir
vælnøgdir
Næmingarnir — sjålvir
eru eisini vælnøgdir við
tað arbeiði, teir gjøgnum
kanningina hava fingið
høvid at royna.
— Vit høvdu sjálvandi
undan kanningini gjørt
okkum eina mynd av,
hvussu stødan mundi
vera, men í mongum før-
Hesin flokkurin — 10. C.
[Eysturskilanum — hev-
ur gjørt kanningina, id
er å hesari opnuni. Tey
hava spurt næmingar i
hinum tiggjundu flokk-
unum í Havnini um
mangt og hvat. Uttast til
vinstru lærarin, ið hev-
ur tey í samtíðarkunn-
ing, Pauli í Sandagerði
Mynd: Kalmar
um var alt ikki soleiðis,
sum vit frammanundan
høvdu roknað við, siga
teir.
— Samanumtikið mugu
vit siga, at úrslitið av
kanningini varð betri, enn
vit høvdu væntað. Sjálv-
andi er heildarstødan
tann, at minni arbeiði er
at fáa, enn tað hevur ver-
ið, men kortini ikki so
lítið, sum vit høvdu rokn-
að við, at tað var. Tað sær
út til, at fólk gera nógv fyri
at kunna halda fast um
tað, tey hava, tí tað er so
ringt at fáa nakað annað.
Næmingarnir í 10. C
siga, at teir gjøgnum hesa
kanningina nú hava fingið
nógv størri áhuga fyri,
hvat rørist í samfelagnum
— teir hugsa meira um,
hvussu onnur hava tað, og
hvat tey hugsa í hesum
døgum, tá sera lítið posi-
tivt er at hoyra.
— Vit hava lært nógv av
hesi kanningini, og eingin
ivier um, at vit fegin vildu
hildið fram og roynt at
gjørt eina breiðari kann-
ing av sama slagi. Men tað
eru ikki stundir til nú, tí
allar royndirnar standa
fyri framman og vit skulu
fáa skúlan frá hondini.
A
TYKIST TAÐ TRUPULT AT FINNA ARBEIÐI?
18,00%
82,00%