leygardagur 4. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 4. JUNI 1994
Sida 9
Tíðindablaðið
||| | atdinum.
HAVA FORELDRINI ARBEIÐI?
5,00% 11,00%
72,00%
12,00%
Tey flestu ætla
á studentaskúla
Kanningin vísir, at tey
allarflestu — helmingurin —
av teimum 120 tíggjunda
floks næmingunum ætla
sær at satsa upp á eina stu-
dentsútbúgving. Eingin av
teimum spurdu hevur hin-
vegin ætlanir um at fara á
HF, og hongur hetta helst
saman við, at reglurnar fyri
HF standa fyri broyting.
Tey, ið ætla at royna aðrar
av størru útbúgvingunum,
id eru tøkar, fara vid nøkun-
lunda jøvnum byti at royna
FHS, SiT ella annad, og
nakað sama talið hevur hug
at royna at finna sær eitt
lærupláss onkunstaðni.
Mong hava arbeiði
umframt skúlan
Meðan tað bert vísir seg,
at arbeidsloysistølini hvørja
ferð eru eins ræðandi, tykist
ikki beinleiðis arbeiðsloysi
at valda millum næming-
arnar, ið ganga í tíggjunda
flokki í Havn.
Av teimum 120 spurdu,
hava heili 60% okkurt arb-
eiði umframt skúlan. Tað
vil siga, at tey á tann hátt
hava møguleikan at vinna
nøkur eyka oyru til lumma-
pengar.
Í flokkinum, ið hevur
gjørt hesa kanningina, er tó
ikki so útbreitt, at tey hava
nakað arbeiði umframt
skúlan, tí av teimum 17
næmingunum í 10. C eru
bert fimm, ið hava arbeiði.
Foreldrini
hava arbeiði
Arbeiðsloysið sær ikki út
til at vera so stórt, sum tølini
annars vísa, tí ikki færri enn
72% av teimum 120 næm-
ingunum, ið eru spurdir í
kanningini, hava foreldur,
ið bæði hava arbeiði. Pápin
hevur arbeiði einsamallur í
11% av førunum, meðan
mamman hevur tað i 12%.
Bert seks av teimum 120
spurdu næmingunum eru
soleiðis fyri, at hvorki av
foreldrunum hevur arbeiði.
— Hetta førir jú eisini við
sær, at næmingarnir meira
og meira siga seg vera fyri,
at spart verður heima, siga
næmingarnir í 10. C.
— Av tí at avmarkað er,
hvussu nógv arbeiði er og
hvussu nógva inntøku fam-
iljurnar hava, tykjast nógv
av teimum at vera sinnað
fyri sparingum, so ein ikki
longur kann loyva sær alt
tað, ein hevur kunnað fyrr.
Nógv hava hug
at fara uttanlands
Tað tykist, sum um rætti-
liga stórur partur av næm-
ingunum, ið ganga í tíggj-
unda flokki, hava hugsað
um at fara av landinum.
Tølini visa, at heili 73%
ganga vid hesum i tonkun-
um, medan bert 27% hava
hug at verda verandi i Før-
oyum.
Orsøkin til, at tey eru so
mong, ið hava hug at fara av
landinum, tykist fyrst og
fremst vera, at tey hava ætl-
anir um at fara uttanlands at
fáa sær skúlagongd — hetta
er galdandi fyri 45% av
teimum 120 spurdu í kann-
ingini.
Men ein fimtapartur av
teimum hevði farið av land-
inum fyri at fingið arbeiði,
og 14% kundu hugsað sær at
farið, fyri at fingið eitt læru-
pláss uttanlands. Ein annar
fimtapartur av teimum 120
spurdu hevur aðrar orsøkir
til at hugsað um at flyta av
TOSA FORELDRINI UM AT FLYTA?
HH Ja
Ø Nei
Helvtin fer, um um-
stødurnar gera tad
Eisini hava næmingarnir
spurt hinar næmingarnar,
um teir hava »hug« at flyta
av landinum, um tey noyð-
ast vegna broytingar — um
umstødurnar gera tað.
Her vísir tað seg, at helvt-
Tilsamans 5.110 krónur liggja í
in av teimum spurðu svarar
játtandi, meðan 22% nokta.
Av teimum spurdu eru 28%
ikki avklárað viðvíkjandi
hesum spurninginum, og
tey siga seg ikki vita, um tey
hava »hug« at fara av land-
inum, orsakað av broyttum
umstødum.
Um øll familjan flytir av
landinum, halda 34%, at
møguleiki er fyri, at tey
flyta heimaftur, meðan 25%
ikki vita, og heili 41% ikki
halda, at møguleiki er fyri tí.
Tey flestu aftur
r útbúgving
Hinvegin eru møguleiki
fyri, at 82% av tíggjunda
floks næmingunum kunnu
koma aftur til Føroya eftir
um hondunum. Tað er helst meira, enn foreldrini hjá næmingunum ftiggjunda flokki
eru von at hava um hendur. Í hvussu er vísir ein kanning hjá næmingum í Eysturskúlanum, ið er gjórd millum aðrar
næmingar í tíggjunda flokki í hóvuðsstaðarókinum, at fólk hava minni pengar at rutta við
lokna útbúgving uttanlands.
Her hava tey býtt seg so-
leiðis, at 57% svara játtandi,
meðan ein fjórðingur ikki
veit, um tey høvdu komið
aftur til Føroya.
Tey, ið beinleiðis svara, at
tey ikki høvdu komið aftur
til Føroya, eru 18%.
hj.
(Savnsmynd)
Minni av peningi
er til millum fólk
Umframt teir spurningarnar, ið eru lýstir í greinini við síðuna av, bað
kanningin eisini um viðmerkingar, um stødan í landinum hevur ávirkað
spurdu næmingarnar — og kanska eisini ávirkað familjuna
Viðmerkingarnar, ið næm-
ingarnir í 10. C. í Eystur-
skúlanum fingu frá sínum
javnaldrum í hinum skúlun-
um í høvudsstadarøkinum,
vóru gjøgnumgangandi ein
staðfesting av, at peninga-
umfari — í hvussu er, tá talan
er um tøkan pening — er væl
minni, enn tað hevur verið.
Tey vóru ikki so fá, ið
vóru greið í sínum viðmerk-
ingum í kanningini. Her eru
| nøkur dómi:
| M>Familjan hevur minni av
peningi um hendi — landið
fer avstað við øllum.«
M>Eg sleppi ikki í musikk-
skúla vegna peningatrot,
fyrr enn eftir studeni.«
B»Eg fái ongan pening, lit-
ið er at keypa fyri, og einki
avlop er. Og so er skatturin
eisini so høgur.«
M>Tað er verri at svara
hverjum sitt, og lagið á for-
eldrunum er ikki eins gott
og tað var fyrr.<
M>Vit hugsa meira um tey
smáu tingini —og serliga um
sparingarnar.<
M>Tað er ræðuliga depri-
merandi — bæði fíggjarliga
og sálarliga<
M>Kreppan hevur kanska
ikki ávirkað okkum bein-
leiðis, men vit mugu sjálv-
andi royna at spara sum
frægast<
Eisini tað, at mong longu
eru flutt av landinum, og
fleiri ganga við flytingini í
tonkunum, hevur havt sína
ávirkan á ungdómin.
Hesi viðurskifti eru eisini
við í viðmerkingunum, ið
teir 120 spurdu næmingarn-
ir hava havt møguleika at
gera niðast á spurnarblaðn-
um, og her eru nøkur dómi
úr kanningini:
M>Kreppan ávirkar kanska
eitt sindur — ein er keddur
av, at n6gvir vinir hjåeinum
mugu flyta av landinum.«
8 »Foreldrini tosa bara um
at flyta av landinum, ti tey
orka ikki at vera her.«
M>Vit ungu hava ikki teir
nógvu møguleikarnar her í
Føroyum — hvørki í frítíðini
ella viðvíkjandi útbúgving
og arbeidi«
Eisini arbeiðsloysið hevur
sína ávirkan á familjurnar:
M>Babba hevur h... gron,
og so hevur hann heldur
einki arbeiði.
Æ»Foreldrini og beiggi mín
eru arbeidsleys.«
bj.