Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 104 — 4. JUNI 1994 Tíðindablaðið { sostalurin Toppdysturin hesaferð er í Gøtu, har GÍ tekur ímóti B36, ið lá á odda í lands- kappingini fleiri umfør, men nú er farið afturum bæði GÍ og HB og hevur sama stigatal sum B71. Síðsta vikuskiftið gekk ikki alt ov væl hjá B36, ið mátti lúta fyri grannunum úr HB, ið við sigrinum komu sær framum. Held- ur ikki visti GI so øgiliga nógv í dystinum á skerv- vellinum á Eiði, hóast líð- ið vann 1-0. Alt skuldi tala fyri, at bæði liðini hesaferð fara at gera sítt besta fyri at mynda ein sannan topp- dyst. Ein slíkur var herfyri íGotu, tá B71 var á vitjan, men tá gekst trekt at fáa veruligt toppspæl fram. Gøtumenn hava alt síu fólk til taks undan dyst- inum, og líkt er til, at tað verður sama útgangsstøða hesaferð, sum tað hevur verið í síðstu dystunum. Annars skulu vit í ferð- ini viðmerkja, at vit fóru skeivir — eins og allir hinir fjølmiðlarnir — tá vit týs- dagin søgdu, at tað var John Petersen, ið skoraði málið hjá GI móti sunda- lagsmonnum. Tað var Jó- an Petur Olsen, ið setti pannuna á bóltin, men vit eru eitt sindur umskiltir hesaferð, tí onkur av keld- unum til dystarfråsøgnina týsdagin var úr Gøtu! Men fyri aðru ferð í ár noyðast vit altso at senda Jóan Peturi eina umbering og vóna, at kelduneud hjá okkum ikki kiksar aftur. B36 fer allarhelst at Gøtumenn móta B36 í toppdystinu Meðan GÍ heldur seg til sama fólkið, verður helst onkur broyting á liðnum hjá B36, ið lá eftirá í topp- dystinum síðsta vikuskiftið móti grannunum úr HB borðreiða við broytingum á liðnum. Í hvussu er tyk- ist Régvi Thorsteinsson at vera við í hópinum hesa- ferð, og fer tað helst at føra við sær, at hann kemur inn í verjuni, meðan Petur Eiriksson fer fram á miðj- una. Trupulleikin hjá B36 er tann, at Heri Olsen fekk skaða í fótin undir venjing håskvøldid og sostatt er ivasamur undan hesum dystinum. Tað fer kanska eisini at geva pláss fyri onkrum ungum manni frammi í spíssinum, og har kundi talan verið um Za- charias Bech ella Gunnar Nielsen, ið báðir hava kent smakkin av 1. deild í ár. hj. Ofta er tætt millum B68 og Kl á Toftum Toftamenn hava higartil í ár fingið fýra stig — og tey eru øll komin við javnleiki. Fáa teir tað hesaferð móti KÍ, er tað í hvussu er frægari úrslit enn í fjør, tå KI vann 3-0 Vanliga leikar tætt á, tá B68 og KÍ metast í landskapp- ingini á Svangaskarði. Í fjør vann KÍ 3-0, so tann dystur- in passar ikki júst til saman- beringina, men í hvussu er kann tað vera ein íblástur hjá bæði toftamonnum og klaksvíkingum undan hes- um dystinum: Toftamenn vilja gera alt fyri at sleppa undan slíkum smeiti aftur í ár, og klaksvíkingar fara sjálvandi at royna at endur- taka sigurin. Hjá B68 er Ingolf Feter- sen framvegis ikki klárur, HAVNAR TAAT Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÁL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE eftir at hann í síðstu viku fekk snudd undir venjing, so hann noyddist at fáa nakrar pentur seymaðar. Edmund Jacobsen er heldur ikki vid, tí hann hevur leik- bann vegna trý gul kort, men so er Eyðfinnur Olsen í staðin komin aftur á besta toftaliðið, eftir at hann hig- artil í ár hevur hildið seg á 2. deildarliðnum. Klaksvikingar hava somu manning, sum í Norðoya- stevnudystinum vann á TB, og manningin verður enntá styrkt hesaferð, tí Eyðun Klakkstein er viðaftur, eftir at hann hevur verið og ferð- ast í Skotlandi. Fríðin Ziskason, ið sat uttanfyri við skaða á Norð- oyastevnu, er ikki klårur enn. Hann hevur ein skaða í skinnabeininum, ið skuldi kravt fýra vikur frí, men hann er longu byrjaður at venja aftur við renning, so klakvíkingar rokna við hon- um, tá HB kemur á vitjan. KI kann við sigri sunnu- dagin koma enn nærri topp- inum, meðan B68 als ikki tolir eitt tap, id førir vid sær, at toftamenn hinvegin nærk- ast botninum enn meira. hj. B71 og EB/Streymur m | einstakar broytingar Eli Hentze er ivasamur hjå sandoyingum, og sunda- lagsmenn noyðast at vera Dånjal Magnussen og kanska eisini Finnbjørn Zachariassen fyriuttan å Sandi Dysturin í morgin í Dalin- um á Sandi millum B71 og EB/Streym verður søgulig- ur å tann hått, at hetta er fyrsta ferdin, at hesi bædi lidini metast í einum lands- kappingardysti í 1. deild. Lidini hava annars eina kanska ikki heilt ólíka bak grund. Tá B7I í sínari tíð varð stovnað, var tað eitt lið fyri alla Sandoynna, heldur enn at bygdir sum Skopun og Sandur royndu at seta egið lið á føtur, sum gjørt hevur verið so nógva aðrstaðni. Og hetta samstarvið hevur staðið sína roynd: B71 vann í 1986 triðju deild og flutti upp í aðru deild, har liðið steðgaði tvey ár, áðrenn tað vann deildina í 1988 og síð- ani kom upp í 1. deild, ið varð tíkin við stormi í 1989, tá B71 varð føroyameistari. EB/Streymur er eisini ein staðfesting av, at tað ber betur til, at bygdir og feløg sláa seg saman, men annars hevur ikki gingið so væl hjá liðnum í bestu deildini, har tað higartil bert er blivið til tvey stig. Men at liðið flutti upp í 1. deild fyrsta árið við samanlagdari manning, átti at givid kanska øðrum tilfar til umhugsanar. Vágamenn hava lært av tí, og tí er eisini FS Vágar veruleiki í dag. B71 mynstar stór sæð við somu manning sum móti NSI síðsta vikuskiftid. Tó er Eli Hentze ivasamur, ti hann hevur fingið skaða í økslina og hevur gingið við hondini í fatli. Hetta gevur helst John Sørensen pláss í hópinum — hann hevur verið stak góður í 4. deild í ár. EB/Streymur fær Dånjal Magnussen aftur, ið hevdi skada sidsta vikuskiftid, og eisini er Halldórur Joensen við aftur, eftir túr til skips. Finnbjørn Zachariasen hev- ur fipurspreinging at drag- ast vid, og er ivasamur til hendan dystin. Bergur Mag- nussen er nú í 3. deild, men er nokk ikki heilt klårur til 1. deild enn. hj. Dystir og domarar 1. deild, menn, i morgin: TB-NSI: Nemus N. Djurhuus, HB B71-EB/Streymur: Jónfinn Olsen, MB B68-KI: Petur Erhard Kjærbo, VB HB-IF: Baldvin Baldvinsson, B36 GÍ-B36: Lassin Isaksen, KÍ 2. deild, menn, í dag: LÍF-VB: Petur Hans Joensen, KÍ SI-KI: Artur Ellingsgaard, EB Sumba-FS Vágar: Tórður Holm, TB HB-NSI: Jógvan Næss, B36 B68-Royn: Andreas Poulsen, GÍ 3. deild, menn, í morgin: TB-IF: Karl Arne Egholm, Royn Skåla-EB/Streymur: IF FS Vágar-KÍ: Suni Johansen, SÍF HB-IF: B71 GÍ-B36: NSÍ 1. deild, kvinnur, í morgin: Skála-B36: Jón Kári Frederiksen, KÍ HB-IF: Jógvan Næss, B36 VB-KI: Marlon Kjærbo, Sumba EB-Sumba: Sunleiv Højgaard, NSÍ ÍSF formaðurin og Fótbóltssambandið Tað er lagt upp til ein spenn- andi ÍSF aðalfund leygardagin. Sjey sersambond í ÍSF skjóta upp annað valevni enn núver- andi formann. Okkurt ruggar ikki rætt, tá ið ein so stórur meiriluti vil hava annan formann. Orsøkin er einføld. Núver- andi formaður hevur sitið nóg leingi. Hví skulu flestu leiðarar berast út, hví segði núverandi formaður í vetur, at hann ikki fór at stilla upp og hví stillar hann upp álíkavæl? Ónggdin við núverandi formann er so stór, at djúpu sárini ongantíð kunnu lekjast. Núverandi formaður eigur at lata onnur sleppa framat, með- an leikur er hampuliga góður. Hevdi tað ikki verið eitt hug- skot, at ÍSF formaðurin varð valdur tíðaravmarkað, sum 14. September skrivaði herfyri? Nýggir kustar feiða altíð best. Tað er Fótbóltssambandið, sum er høvudsorsøkin til mis- trivnadin í ÍSF. Fótbóltssambandið hevur gjøgnum bakdyrnar í lands- stýrinum fingið heilar 300.000 krónur um árið at útbúgva sínar fótbóltsvenjarar. Tjóð- veldismenninir í Fótbóltssam- bandinum og tjóðveldismenn- inir í Landsstýrinum hava á ein ella annan hátt fingið hesa upp- hædd á fíggjarlógina. Hini sersambondini fáa onki. Hví skal skattgjaldarin gjalda útbúgving av fótbólis venjarum og ikki av ødrum venjarum. Hetta er grovur vina- og kenningapolitikkur, sum vónandi verður séga um ikki so langa tíð. Tað er hetta, Fótbóltssam bandið er bangið fyri kemur fram í ljósmála, og tí vil Fót- bóltssambandið sjálvandi ikki hava formansskifti. Núverandi ÍSF formaður hevur onki gjørt við henda mis- munin og ÍSF formaðurin hev- ur alla tíðina verið í parti við Fótbóltssambandinum. Hetta vita vit øll, sum hava arbeitt og arbeiða í ÍSF húsinum. Nýtt landsstýri fer ikki at gera mismun millum ítrótta- greinirnar í Féroyum. Núverandi ÍSF formaðurin hevur nóg mikið við politiska arbeiðinum. Ikki er ov nógv sagt, at ÍSF formaðurin hevur verið passivur síðan Oyggja leikimar í Føroyum Hvussu skal hanneisini klåra S0 nevndarsessir, ÍSF, familju, Býráðið, Lions og onnur álitis størv? Hann skal helst eisini hava átta tímar svøvn. Tað er ein veikleiki at vera bangin fyri at lata vald frá sær. Onki at ivast í, at nýggja val- evnið fær heilt nógvar atkvød- ur leygardagin. Tað er ikki spumingurin, hvat núverandi formaður hevur gjørt í góðu 80'årunum. Nú- verandi formaðurin gav tá før- oyska ítróttinum nógv. Spurn- ingurin er, hvat komandi ÍSF formaðurin hevur at bjóða ítróttinum í framtíðini. Og tað er her núverandi ÍSF formaður hverki hevur tíð ella hugflog at røkja ÍSF formans- sessin. Nýggja, vælegnaða val- evnið eigur at fáa møguleikan Jógvan