leygardagur 4. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 104 — 4. JUNI 1994 Sida 15
ferð má kallast fyri botn-
dystur. TB hevur fýra stig
og málúrtókuna +5, með-
an NSÍ hevur try stig og
måliånøkuna +3. Við ødr-
um orðum er brennandi
neyðugt hjá báðum pørt-
um at fáa nakað burturúr
hesaferð, fyri at sleppa úr
botninum.
TB hevur sjálvandi tað
betra útgangsstøði, av tí at
liðið hevur klárað seg væl
á heimavelli síðstu dyst-
imar, umframt at liðið við
Bæði liðini mugu
fáa stig á Sevmýri
Dysturin millum TB og NSÍ er sera augerandi fyri
bæði liðini. TB kann sleppa rættiliga úr botninum
við sigri, og NSÍ hevur ikki minni tørv á stigunum
sigri kann koma heilt leyst
av botninum, meðan tað
hevur borið illa til hjá NSÍ
— bæði úti og heima.
Hjá TB eru annars allir
mans klárir, burtur sæð frá
spælandi venjaranum Ja-
zek Burckhardt, ið hevur
gingið við hálskraga alla
vikuna, av tí at okkurt
hevur verið galið við háls-
inum. Men sum skilst
verður hann kortini við.
NSÍ hinvegin kemur á
Sevmyri við broytingum á
liðnum. Tann fyrsta er, at
Uni Hansen hevur givið
avboð vegna lestur, so har
er Dan Knudsen komin í
hópin í staðin, og skulu
hann og Svein í Heiðunum
kappast um plássið. Jack
Jacobsen er hesaferð niðri
á 2. deild — hann hevur
annars verið við allar
dystirnar í 1. deild, og so
er Eddie Mikkelsen aftur
við í hópinum hesaferð
sum alternativ bæði í álop-
inum og sum vongspælari.
hj.
HB roynir at halda
kósina móti IF
Eftir laka byrjan er HB komið væl við og hevur fingið
betri spæl, meðan tað hevur verið sera svingandi hjá ÍF
HB fær í Gundadali vitjan
av fuglfirðingum í morgin.
Liðini liggja sum so bæði
væl fyri — HB á næstfremsta
plássi, meðan ÍF er í miðj-
uni.
Um hugt verður at hagtgl-
unum fyri uppgerðirnar
teirra millum í fjør, sæst at
HB tá fekk øll fýra stigini,
ið liðini spældu um. Fyrst
við at vinna 2-1 í Fuglafirði
og síðani við at vinna 4-1 í
Havn. Men hóast hagtølini,
kann alt henda í dystinum
hesaferð.
HB hevði eina ringa byrj-
Jóannes Jakobsen og HB taka ímóti ÍF í Gundadali
an, har serliga trupulleikar
vóru í verjuni, men liðið
tykist hava stabiliserað seg,
tí í dystunum móti hinum
oddaliðunum hevur HB í
øllum trimum førunum
drigid longra stráðið.
Til hendan dystin hevur
HB allar menn tøkar, so ikki
man talan fara at vera um
tær stóru broytingarnar.
Tiverri hevur ikki eydnast
at fingið fatur á nøkrum í
Fuglafirði, so hagani hava
vit ikki tær nýggjastu upp-
lýsingarnar um liðið. Men
síðst vit frættu, sá heldur
ikki út til, at ÍF noyddist at
gera broytingar orsakað av
skaðum ella líknandi.
Spælið hjá fuglfirðingum
hevur verið svingandi, og
teir hava annadhvørt tapt
ella vunnið í gllum dystun-
um higartil — tríggjar ferðir
hevur verið tap og triggjar
ferðir sigur. hj.
nn
LAGNUVIKUSKIFTI
HJÁ TEIM FLESTU
Meðan tað í høvudsheitum eru GÍ, HB, B36, B71 og
KI, ið stríðast toppstríðið í løtuni við bert tveimum
stigum millum ovast og niðast, eru EB/Streymur,
NSI, TB og B68 ringast fyri í botninum á 1. deild
Nú farið verður undir sjeynda umfarið
í 1. deild hjá monnum, ertalan um eitt
rættiligt lagnuvikuskiftið fyri fleiri av
liðunum.
Serliga í botninum er umráðandi,
at botnliðini hesaferð tryggjað sær
stig, um tey ikki skulu detta heilt niður
ímillum. Serliga eru EB/Streymur og
NSÍ við ávikavist tveimum og trimum
stigum illa fyri, men eisini TB og B68,
ið hava fingið fýra stig, mugu ansa
sær.
EB/Streymur hevur sera torføran
dyst á Sandi móti B71, ið hevur eins
nógv at siga fyri heimaliðið, ið sjálv-
andi ger sítt ítarsta fyri at halda seg í
ovastu rødini.
Fyri TB og NSÍ kemur helst tað at
gera seg galdandi, at annað ella
bæði liðini verða vónbrotin eftir dyst-
in, tí tey skulu spæla móti hvørjum-
ødrum. Endar dysturin við javnleiki,
eru bæði komin ongan veg, so hugs-
ast kann, at álopsfótbóltur verður á
Sevmyri í morgin, tí hvørgin parturin
kann bert verja eina so vánaliga
stødu, liðini eru í frammanundan.
Toftamenn hava eisini nógv at
taka sær av í dystinum móti KÍ, ið
tykist hava fótað sær, eftir at byrjanin
ikki var nakað serlig. B68 hevur fingið
fýra stig, og tey eru øll fingin í
javnleikum, og hóast fýra stig ikki eru
Áskoðarin roynir seg...
Hesaferð: Elis Poulsen, B71
>Ég eri øgiliga
spentur undir
fotboltsdysti«
Gestaøaskodarin hjå okk-
um hesaferð má sigast at
vera ein av kendastu per-
sónum her á landi — nevni-
liga útvarpsverturin Elis
Poulsen av Sandi.
Hann er av allaridnastu
viðhaldsfólkum hjá B71, og
sjálvur sigur hann, at við-
hvort hevur hann verið so
spentur, at hann er lopin inn
á vøllin, tá B71 hevur fingið
mál:
— Eg royni altid at vera til
heimadystirnar, meðan tað
ofta er meira so sum so við
útidystunum, tí ein skal jú
eisini hava stundir til fam-
iljuna, sigur Elis.
Hann væntar annars, at
hetta umfarið í 1. deild fer at
enda við hesum úrslitum:
TB-NSÍ 1-0
B71-EB/Streymur 3-1
Bó68-KÍ 1-1
HB-ÍF 3-1
GI-B36 3-2
púra einki burtur úr seks dystum,
kann bert ein sigur gera tað stuttligari
hjá teimum fótbóltshugaðu á Toftum.
Hinvegin hevur KÍ eina plasering
millum tey fremstu liðini at verja, so
hjá gestunum úr Klaksvík er ikki minni
umráðandi at gera seg galdandi í júst
hesum dystinum.
HB hevði — eins og KÍ — eina heldur
spaka byrjan, har ikki rættiliga bar til,
men síðani tveir teir fyrstu dystirnar
hevur gingið betur. HB hevur eisini
vunnið á gllum trimum liðunum, ið eru
undir liðini á teimum í toppinum, og
tað er ikki byttasta útgangsstoðan at
hava undan hesum umfarinum, nú ÍF
vitjar.
Fuglfirðingar liggja í miðjuni á stiga-
talvuni, og teir eru ikki beinleiðis í
vanda fyri at enda í botninum eftir
hetta umfarið. Men hinvegin kann ein
sigur jú geva kjansin at blanda seg
upp í toppin.
Toppdystur er í Gøtu millum GÍ og
B36, og her eru tað serliga havnar-
menninir, ið skulu prógva nakað, nú
teir taptu móti einum ødrum av odda-
liðunum, HB. Men tað sama er gald-
andi fyri GÍ, ið sum meistarar skulu
royna at verja sína stoðu, so teir eisini
eru í fremstu rød eftir hetta umfarið.
Ítróttar-Sosialurin