týsdagur 7. juni 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 105 — 7. JUNÍ 1994
Broytingar i almanna-
verkinum og habilitetur
Finnur Helmsdal, social-
leiðari á Andveikravernd-
ini og gamalt valevni hjá
Tjóðveldisflokkinum,
skrivar í Sjónarmiðnum í
Sosialinum herfyri eina
rættuliga hatska og sensa-
tiénsmerkta grein um min
persón, sum eisini verður
uppafturtikin í oddagrein-
ini.
Í blaðnum koma hesir
tríggir pástandir:
I. At tankin um at neyðugt
er at gera eina umskipan
av lógarverkinum á sosi-
ala økinum, soleiðis at
endamálinum við stovn-
inum verður rokkið, ber
prógv um at eg eri púr-
asta uttan innlit, og at
hugsjónin hoyrir uttasta
høgravongin til
2. At sakførarar (Annfinn
V. Hansen?) er tann
stætturin, sum er veruliga
orsøkin til at alt samfe-
lagid er farid um koll.
3. At valevni hjå flokkun-
um (Fólkaflokkinum?)
eru óskikkað at sita í
starvi hjá tí almenna.
Umsitingin á almannaøk-
inum er í dag ruðuleika-
kend. Orsøkin er at sparing-
ar á starvsfólkatalinum
saman við einum øktum tali
av fólki, sum má leita sær
hagar at fáa hjálp, førir við
sær at stovnurin ikki kann
yvirkoma arbeiðsbyrðuna.
Hetta merkja øll sum leita
sær hagar, og framkemur
beinleiðis av greinini hjá
socialleidaranum. Eisini
skal vísast á kanningina hjá
løgtingsgrannskodaranum
og —rikisgrannskodanini,
sum førdi við sær at stjórin
legdi frå sær.
Trupulleikin kann bert
loysast við at seta fleiri fólk
at umsita målsøkid, ella við
at broyta skipanina so at tað
ikki er neyðugt at nýta so
nógva orku til umsóknirnar.
Við ú sera avmarkaðu
peninganøgd, vit í dag hava
til taks hjá Landskassanum,
er ikki møguligt at økja út-
reidslurnar til fyrisiting utt-
an at tað kemur at vanta
peningur í aðrastaðni. Tí er
neyðugt at umskipa stovn-
in, soleiðis at peningurin
veruliga kemur teimum til
nyttu, sum hann er ætlaður
til.
Vit hava í alt ov langa tíð
útbygttann almenna sektor-
in, uttan á nakran hátt at
gera okkum greitt, at við tí
lítla fólkatalinum, vit hava,
er tað ikki møguligt uttan
fyrilit at kopiera eina skip-
an, sum er í londum, sum
ferðir stórri enn okkara.
Vit hava í Føroyum okk-
urt um 200 ymiskar stovnar
og ráð. Í mun úl fólkatalið
má hetta vera heimsmet,
eins og skattatrýstið er tað.
Samstundis síggja vit, at tað
í einari tingsetu koma 200
tit 300 ymisk lógaruppskot
til viðgerðar. Hvussu skulu
vanligu borgararnir finna
runt í hesum junglum, og
hvor skal gjalda gildið?
Við uppskounum um
nýggja stýrisskipan hevði
tann politiska stýringin
vorðið einfaldari. Tó skal
tað ikki gloymast at tað eis-
ini verður neyðugt við ein-
ari almennari bygnaðar-
broyting, soleiðis at tann
peningur, sum verður játt-
aður á fíggjarlógini ger
mest nyttu.
At hava ein so effektivan
almennan sektor sum
møguligt má vera endamál-
ið, og borgarar landsins,
ikki minst tey veiku, hava
krav uppá eina so skjóta og
rættvísa málsviðgerð sum
møguligt.
Tann nidurskeringarpoli-
tikkur, sum hevur verid
førdur higartil hevur sum
oftast verið at minka játt-
anirnar hjá almennu stovn-
unum, uttan samstundis at
minka um arbeiðsuppgáv-
urnar.
Hetta hevur tað úrslit, at
stovnarnir ikki eru førir fyri
at røkja sínar skyldur, við-
gerðin tilvildarlig, nógvar
uppgávur órgktar og um-
støðurnar hjá bæði brúkar-
um og starvsfólki ótolandi.
Tað skal ein nýhugsan til,
eisini innan fyri almanna-
verkið, skal landið yvirliva.
Politikaramir mugu velja
hverjar tænastur landið skal
veita og á hvørjum stødi
hesar skulu vera. Sam-
stundis må tað vera eitt
krav, at umsitingin av hes-
um tænastum er so einføld
sum møguligt, soleidis at
peningurin verður nýttur til
tað endamálið, hann er
ætlaður til.
Almenni sektorurin hevur
ov nógvar heilagar kýr, og
hóast tey flestu eru samd um
at broytingar skulu gerast,
kemur tað ikki fyri, tá upp-
skot um broytingar verða
nevnd, at ikki onkur al-
mennur leiðari (sum oftast
beinanvegin byrjar at tosa
um forfylging av ávísum
samfelagsbólkum, við tí úr-
sliti at ruðuleikin sleppur at
halda fram.
Eg meini sjálvur at ver-
andi umstødur eru ótolandi
og mugu broytast, og átti
hetta álvarsmál ikki at verðð
flokspolitiskt.
Sjálvandi hevur social-
leiðarin Finnur Helmsdal
rætt til at hava eina aðra
hugsan, men at skíra øll tey,
sum ikki hava hansara hugs-
an, fyri at vera uttan innlit,
er lættisoppakent.
Ikki minni lættisoppakent
er tað at hoyra ein almennan
leiðara skíra ein samfelags-
bólk fyri samfelagsins sja-
kalar og umboðsmenn hins
grábeinta á jørð. Hørð orð
frá einum manni, sum livir
av armóðini í landinum.
Álvaratos, Finnur, ikki
havi eg lagt eftir almennum
starvsfólkum, sum uttan iva
stríðast og strevast. Alt í
lagi, at tú kanska ynskir eina
aðra skipan enn eg sjálvur,
men ikki byrja at kalla fólk
við ymiskum ókvæmsorð-
um, tá ið tú ert ósamdur við
tey. Kom heldur við einum
seriøsum boði uppá hvussu
vit loysa teir trupulleikar,
sum eru í verandi skipan.
Oddagreinin í Sosialinum
nýtti ikki óvæntað sam-
stundis høvid til at koma við
sinum vidmerkingum.
Tað var við undran at eg
las leidaran i Sosialinum
skriva um habilitet í umsit-
ingini. Kanska tær politisku
starvssetingarnar eru farnar
í søguna? Vit kunnu vóna
hetta.
Í álitinum um stýrisskipan
okkara varð skotið upp, at
løgtingsmadur tá hann varð
valdur, skuldi leggja frá sæi
øll politisk álitisstørv, sum
eru undir eftirliti av Lands-
stýrinum ella sum Lands-
styrið hevði skipað hann í.
Orsøkin til hetta uppskot er,
at tad er ein mótsøgn at løg-
tingsmenn hava eftirlit vid
Landsstýrinum, sum so aft-
ur hevur eftirlit við teimum
somu løgtingsmonnunum,
tá ið teir eru í starvi hjá
nevndum, ráðum og ødrum
stovnum undir landinum.
Hetta skuldi verid greid
tala, og merkir ikki at fólk
ikki mugu hava eina polit-
iska hugsan, men at tey í ti
løtu tey eru vald í Løgtingid
leggja hesi størv frá sær.
Til hetta valið hava 10
listar boðað frá luttøku. Um
hesir listar stilla tey fólk
upp, sum heimild er til,
verða tað 640 valevni. Har-
umframt kemur eitt líknandi
tal av stillarum.
Ætlar leiðarin á Sosialin-
um, at øll tey fólk, sum stilla
upp nú, ella á annan hátt
hava víst eina politiska upp-
fatan, skulu vera óskikkað
at sita í almennari tænastu,
verða nógv sum mugu
leggja frá sær.
Endamálið við uppskot-
inum var ikki at taka grund-
lógartryggjaða rættin hjá
borgarum landsins at hava
sína egnu politisku metan,
men at tryggja, at økid hjá
teimum 32 limunum í Løg-
tinginum ikki verður bland-
að saman við gkið hjá
Landsstýrinum.
Tá ið Sosialurin nú hevur
so stóran áhuga fyri hesum
spurningi, kann eg leggja
afturat, at í uppskotinum til
nýggja stýrisskipan, sum
Landsstýrið legði fyri Løg-
tingið, var hendan týdning-
armikla grein strikað, uttan
at Sosialurin hevur nevnt
hetta við einum orði.
Er tann stóri áhugin hjá
Sosialinum fyri evninum
ikki heldur, at tað er ein
fólkafloksmaður, sum er úl-
nevndur, og vildu tey somu
goyggini komið, um tað var
ein javnaðarmaður?
Kanska ein javnaðarmaður
pr. definitión ikki kann vera
inhabilur.
Sosialurin hevur loyvi til
at hava ta uppfatan, at tad
bert ber til at hava sosialt
medvit vid at vera sosialist.
Meira sømuligt hevdi tað tó
verið at skriva hetta bein-
leiðis, í staðin fyri at koma
við undanførslum um ha-
bilitet.
Annars er viðmerkingin
um at eg skal vera høvuds-
valevni at taka rættuliga
rivan til, tå tað hóast alt eru
15 onnur sera dugnalig val-
evni á listanum hjá Fólka-
flokkinum í Suðurstreymi.
Um eg verði komandi ak-
tivur politikari er nakað,
sum veljararnir skulu taka
stóðu til, hvorki eg sjálvur
ella leiðarin á Sosialinum.
Annfinn V. Hansen
Tidindabladid (SHU
* Pi Á BA
Á
á veg í
eystureftir
Sjey skip hava fingið loyvi
at royna í Barentshavinum
Mánadagin lá Nordsøki
á Eiði og riggaði tað
seinasta til. Månakvøld-
ið skuldi hann stevna
eystur í Barentshavið at
royna. Eisini Glyvra-
berg úr Hvalban skuldi
sigla í gjårkvøldid.
— Í fjør fingu fýra skip
loyvi at royna við snellu
í Barentshavinum. Tey
vóru Hoyvíkingur,
Nordsøki, Glyvraberg
og Aldubáran. Í ár hava
try skip afturat fingið
loyvi. Teir eru Ingi-
bjørg, Havsbrún og Líð-
hamar, sigur Kai Mort-
ensen, fulltnåi á fiski-
vinnustovuni í Tinga-
nesi.
Bátarnir fara allir í
saltfisk og teir eiga eina
kvotu uppá 910 tons í
rundum fiski. hetta svar-
ar til 396 tons í saltfiski.
Bátarnir býta kvotuna
sínamillum eftir mann-
ingartalinum. Hoyvik-
ingur fær størstu kvot-
una, hann er størsta skip
og hevur flestar manns
vid. Hetta er sama
i vid
snellubåtunum
komu teir í fisk og allir
fingu túr.
jústinus
Syrdugøtu
Helst hava tveir streymleid-
ningar borid vid hvønn ann-
an og so er fest i
Klokkan var jåst farin av
tå fólk í einum sethúsum
í Syrdugøtu vaknaðu av
royki. Tey lupu upp og
sóu at eldur var millum
skinns og hold í køkin-
Felagssløkkilidid hjá
bygdunum Fuglafirði,
Leirvík og Getu kom á
Bið og sløkti eldi
Køkurin er illa farin og
eisini hava húsini fingið
stóran roykskaða. Ong-
in fekk mein av til-
burðinum.
jústinus