Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tann minni gjørdist tann stórri á valinum Heðin Mortensen varð leygardagin afturvaldur sum ÍSF-formaður við 58 atkvødum, meðan avbjóðarin Hanus Joensen fekk 45 atkvødur á ÍSF-aðalfundinum Leygardagin var aðalfund- ur í ÍSF, og fyri fyrsti í sera mong ár — kanska nakrantid — var umboðanin so stór, at ikki færri enn 88 ítróttar- feløg vóru mølt upp. Orsøkin til tess var opin- lýs, tí her var talan um eina rúgvu av feløgum, ið hava ligið deyð og still í mong harrans ár. Okkurt fimleika- felag, ið einki hevur verið at hoyrt um síðani 1978 var við, eins og hvílandi borð- tennisdeildin hjá onkrum ølklubba í Havnini var við. At so mong feløg vóru við, var óivað tú, at vid haldsfólk hjá kandidatun- um til formanssessin — Heð- ini Mortensen og Hanusi Joensen — høvdu roynt at mynstra so nógv fólk sum gjørligt fyri at fáa síu igjøgnum, tá atkvgðar skuldi um formannin. Um tað vóru viðhaldsfólk Heðin Mortensen, ið varð afturvaldur sum ÍSF- í formaður leygardagin, og Hanus Joensen, av- bjóðarin í dystinum um formanssessin. Tann minni gjørdist tann stórri, tá samanum kom Mynd: Hilmar Jan Hansen hjá báðum, ið høvdu syrgt fyri yvirvaksnu uppmøl- ingini, ella bert viðhalds- fólkini hjá ødrum teirra, skal her verða ósagt, men umframt tey mongu í áravís ókendu felggini, ið vóru við, tóktist eisini nærmast hvor Hanus og Janus hava fingið fulltrúð frá ymiskum feløgum, ið ikki høvdu nakran at senda frá sær sjálvum. Saman við teimum trettan atkvødunum hjá stjórnini í ÍSF, var talan altso um 101 atkvødur. Spenningurin var eisini rættiliga stórur, tå talt varð upp. Jógvan Arge, fundar- stjóri, setti Jon Hestoy og Torleif Sigurðsson — ein úr hvørjum »leiri« — at hava eftirlitið við atkvøduupp- teljingini, so hvørt sum hann læs ngvnini upp, og so varð bíðað við stórum spenningi eftir, hvussu val- ið fór at spæla av. Endin varð, at Heðin Mortensen varð afturvaldur við 58 atkvgðum, meðan avbjóðarin Hanus Joensen fekk 45 atkvødur. Pinnastilt var í stóru HB-høllini, með- an uppteljingin fór fram, men tá Heðin fekk sína 51. atkvødu, fór eitt suð gjøgn- um samkomuna av mera og minni virknum ítróttarfólk- um og -leiðarum. Takkar fyri álitið Afturvaldi formaðurin, Heðin Mortensen, sigur í stuttari viðmerking, at hann er glaður fyri tað álit, feløg- ini enn einaferð vístu hon- um: — Eg fari eisini hetta kom- andi skeiði framhaldandi at gera mítt til, at ítótturin í Føroyum fer at mennast og fáa so góðar umstødur, sum tað nú einaferð ber til, sigur hann. — Serliga eru eisini lokal- feløgini kring landið, ið jú manna ÍSF, í mínum huga, og teimum fari eg at vera til hjálpar í øllum spurningum, ið taka seg upp. hj.