Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 121 - 1. juli 2003 Nr. 121 - 1. juli 2003 3 UTTAN ÚR HEIMI Tað verður ja Ein kanning vísir, at 70 prosent av teimum norsku veljar- unum vænta, at meiriluti verður fyri norskum limaskapi í ES, tá fólkaatkvøða aftur verður um spurningin. Bara 20 prosent vænta, at svarið verður eisini nei næstu ferð. Kanningin vísir eisini, veljararnir hjá teimum flokk- unum, sum eru ímóti ES-limaskapi, vænta meiriluta fyri limaskapi. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra og Sosialistiski Vinstriflokkurin eru ímóti limaskapi í ES, men eftir kanningini vænta flestu veljararnir hjá báðum flokk- unum, at svarið næstu ferð verður ja. Formaðurin í rørsluni Nei til ES, Sigbjørn Gjelsvik, kennir seg kortini ikki ótryggan. Við Aftenposten sigur hann, at seinast vístu summar kanningar eisini meiriluta fyri limaskapi, men tá avtornaði, var meirilutin ímóti at fara upp í ES. Sigbjørn Gjelsvik sigur, at nógv fara at broyta áskoðan, tá tey fáa at vita, hvørjar avleiðingar lima- skapurin fær fyri eitt nú landbúnaðin og fiskivinnuna. Onga ætlan um viðurkenning Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, segði í einari sjónvarpssamrøðu sunnudagin, at pakistanska stjórnin umhugsar at viðurkenna ísraelska ríkið, og at stjórnin fer at umrøða spurningin um at knýta diplomatiskt samband við Ísrael. Hetta hevði verið ein kúvending í pakistanskum utt- anríkispolitikki, og tí kom tað ikki heilt óvart á, tá landsins verjumálaráðharri, Rao Sikandar Iqbal, longu í gjár avsannaði tað, sum forsetin hevði sagt. Verjumálaráðharrin sigur við tíðindastovuna PNS, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at viðurkenna Ísrael, og at spurningurin hevur heldur ikki verið umrøddur í stjórnini. So Ísrael verður ikki viðurkent í bræði, legði ráðharrin afturat. Betri prís fyri seyðakjøt Grønlendskir bøndur, sum hava seyð, eru ikki nøgdir við tann prísin, sum teir fáa fyri kjøtið. Nógvir bøndur í Grønlandi eru illa fyri fíggjarliga, og í síðstu viku kravdu teir at fáa betri prís fyri seyða- kjøtið. Sum er fáa teir 31 krónur fyri kilo, men teir krevja at fáa 40 krónur. Men tað fáa teir ikki. Bønd-ur- nir hava ein fimm ára sáttmála við sláturvirkið Nuka. Eftir honum fáa teir 31 krónur fyri seyðakjøtið, og enn eru trý ár eftir av sáttmálanum. Sláturvirkið vísir samstundis á, at tað fær ikki nóg mikið av seyði frá bøndrunum. Virkið skal hava minst 25.000 krov um árið, men í fjør fór talið niður um 20.000, og leiðslan sigur, at so leingi bøndurnir ikki klára at lata meiri, kunnu teir heldur ikki vænta at fáa betri prís. Oyðileggja frumskógin Umhvørvisverndarfelagsskapir ávara nú um, at vit oyðileggja alt ov nógvan frumskóg. Kanningar í Suðuramerika vísa, at bara í 2002 vórðu 25.000 ferkilometrar av frumskógi í Amazonas- økinum gjørdir til landbúnaðarøki, og tað var væl meiri enn árini frammanundan. Umhvørvisverndarfelags- skapirnir vísa á, at sambært avtalu við brasilsku mynd- ugleikarnar skal frumskógurin varðveitast, men við hesari gongdini gongur tað skjótt tann skeiva vegin, sigur felagsskapurin Friends of the Earth in Brazil. Brasilski forsetin, Lula, hevur boðað frá, at hann er liðugur við eitt uppskot, sum skal forða fyri, at ov nógv- ur frumskógur verður feldur. Men umhvørvisverndarfólk siga, at uppgávan hjá forsetanum verður trupul, tí fyrr hava slíkar lógir ikki víst seg at hava stórvegis ávirkan. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at fólk, sum verða tikin fyri at hava brotið slíkar lógir, sleppa undan revsing, og tað eggjar øðrum til at halda fram. Katharine Hepburn var ein av teimum gomlu Hollywood- stjørnunum. Sunnu- dagin doyði hon, 96 ára gomul. FILMSLIST Árni Joensen -Við sínum einastandandi evnum gleddi Katharine Hepburn áskoðararnar í meiri enn seksti ár. Hon var ein vitug og fjølbroytt kvinna, og vit fara at minn- ast hana sum nakað serstakt í okkara listarheimi, stóð í einari kunngerð frá Hvítu Húsunum í Washington, tá deyðboðini av gomlu filmskvinnuni vóru komin. Katharine Hepburn vann sín fyrsta Oscar sum besti kvinnuligi leikarin í film- inum "Morning Glory" longu í 1933. Tríggjar ferð- ir afturat fekk hon ta fremstu virðislønina í filmsheiminum, í 1967 fyri sín leiklut í filminum "Gu- ess Who's Coming to Dinner", í 1968 fyri filmin "The Lion in Winter", og sín seinasta Oscar fekk hon í 1981 fyri leiklutin í film- inum "On Golden Pond". Í sínari longu tíð í films- heiminum spældi hon sam- an við nøkrum av teimum best kendu stjørnunum so sum James Stewart, Hum- phrey Bogart, Spencer Tracy, Gary Grant, John Wayne og Henry Fonda. Katharine Hepburn gift- ist í 1920-unum, men seks ár seinni sleit hon hjúnar- bandið. Hon átti eingi børn. Katharine Hepburn deyð Katharine Hepburn Ísrael í øðini inn á BBC Ísraelska stjórnin vil ikki samstarva við bretska BBC longur, eftir at BBC um viku- skiftið endursendi eina sending, sum avdúkar evnini hjá Ísrael at gera hópoyð- ingarvápn. ÍSRAEL Árni Joensen Sendingin varð fyrru ferð send fyri trimum mánaðum síðani hóast hvøss mótmæli úr Ísrael. Leygardagin varð sendingin endursend, og hesaferð kom svarið alt fyri eitt úr Tel Aviv: Ísrael vil einki hava við BBC at gera longur. Avgerðin ber í sær, at hvørki tíðindafólk ella framleiðarar hjá BBC sleppa at hava nakað sam- starv við ísraelsku myndug- leikarnar, og ísraelskir em- bætismenn fara ikki at tosa við tíðindafólk hjá BBC. Sambært blaðnum Haaretz merkir avgerðin eisini, at tað kann gerast trupult hjá BBC-tíðindafólkum at fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Ísrael. Tað, sum hevur fingið øði í ísraelsku stjórnina, eru myndir í sendingini, sum vísa sjálvt hjartað í ísraelsku kjarnorkuvápna- verkætlanini, verkið Dim- ona í Negev-oyðimørkini. Harafturat vísti BBC myndir av einum stovni sunnan fyri Tel Aviv, sum fæst við lívfrøðiliga gransking. Franskir fjøl- miðlar hava fyrr avdúkað, at stovnurin hevur gjørt ikki færri enn 43 ymisk lív- frøðilig og onnur vápn. Leiðarin á tíðindatænast- uni hjá ísraelsku stjórnini, Danny Seaman, hevur fyrr sagt, at framferðin hjá BBC er mest átøk antisemitismu, og sunnudagin segði hann, at einasta endamálið hjá BBC var at spilla Ísrael út. Tað hevur leingi verið al- ment kent, at Ísrael hevur hópoyðingarvápn, sjálvt um landið ongantíð hevur viljað viðgingið, at so er. Ísrael hevur ikki skrivað undir altjóða sáttmálan, sum bannar londum at gera ella at goyma evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn, og landið hevur heldur ikki staðfest sáttmálan ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. C M Y K 3 2