týsdagur 1. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 121 - 1. juli 2003
Nr. 121 - 1. juli 2003
5
Tvey innleiðandi
umfør í barna-
prixnum vóru um
vikuskiftið
BARNAPRIX
Tíðindaskriv
I vikuskiftinum vóru tvey
innleiðandi umfør av Nósa-
barnaprix 2003.
Fyrra var í Roynhøllini í
Hvalba har vinnarin bleiv
Manja Johannsen. Annað
umfarið varð hildið í Bad-
mintonhøllini í Havn. Har
var tað Súsanna Samró og
Terji Højgaard, sum skulu
við í stóru finaluna sum
verður áÓlavsøku tann 28.
juli í Badmintonhøllini.
Nú eru bert tvey innleið-
andi umfør eftir, so spenn-
andi verður, hvør fer avstað
við heitinum og teimum
tíggjutúsund
krónunum,
sum er høvuðsvinningurin.
Nr. 2 og 3 fáa eisini vinn-
ing. Tað er Føroya banki
sum stuðlar Nósabarnaprix
2003.
Manja, Súsanna
og Terji sluppu víðari
Setrið
ósamt í
niðurstøðu
Ætlanin var ongan-
tíð at skerja fram-
søgufrælsið hjá
Jógvani Mørkøre,
sigur setursráðið,
sum er ósamt við
Mentamálaráðið.
Kortini tekur set-
ursráðið niður-
støðuna til eftir-
tektar og hevur
ógildað ávaringina,
sum Jógvan Mørk-
øre fekk fyri út-
sagnir í Sosialinum
TALUFRÆLSI
Ingi Rasmussen
Setursráðið á Fróðskap-
arsetrinum hevur nú
viðgjørt avgerðina hjá
Mentamálaráðnum, sum
hevur viðgjørt kæruna
frá Jógvani Mørkøre,
adjunkti á Søgu- og
samfelagsdeildini.
Jógvan Mørkøre fekk
eina skrivliga ávaring
frá rektaranum, tí hann
úttalaði seg kritiskt í
Sosialinum um arbeiði í
sonevndu
Menas-frá-
greiðingini, ið Setrið
legði navn til.
Mentamálaráðið kom
til ta niðurstøðu í málin-
um, at framsøgufrælsið
hjá Jógvani Mørkøre
varð skert í óneyðugan
mun, tá hann fekk ávar-
ingina.
Setursráðið sigur seg
taka niðurstøðuna til
eftirtektar, hevur ógild-
að ávaringina og metir
málið endað. Men sam-
stundis sigur ovasta
leiðslan á Setrinum, at
hon ikki er samd við
Mentamálaráðið.
»Tað hevur ongantíð
verið ætlanin at forða
medarbeiðarum í at siga
sína hugsan alment um
hetta málið, ei heldur
um onnur mál. Tað, sum
álagt varð medarbeiðar-
anum, var í síni umrøðu
av samstarvsfólki hjá
Setursráðnum at sýna
høviskan
málburð«,
skrivar Setursráðið í
einum tíðindaskrivi.
Í Setursráðnum sita
Malan
Marnersdótti,
rektari, Jóan Pauli Joen-
sen, Hans Pauli Joensen
og Turið Sigurðardóttir.
Reyð tøl á komandi fíggjarlóg
Fyrstu tølini við
fíggjarlógini fyri 2003
eru langt frá nøkt-
andi. Tað viðgongur
Óli Breckmann, for-
maður í Fíggjar-
nevndini hjá løgting-
inum. Sum nú er, geva
ynskini frá ymsu að-
alráðunum eitt minus
á góðar 200 milliónir
krónur á komandi
fíggjarlóg, áðrenn
lønarhækkingar eru
íroknaðar. Nú fáa
ráðini boð um at
skera niður
FÍGGJARLÓG
Ingi Rasmussen
Samgongan er longu farin
at viðgera tølini fyri løg-
tingsfíggjarlógina komandi
ár.
Fíggjarlógin er so at siga
karmurin um samfelagið. Í
fíggjarlógini kemur ítøki-
ligi politikkurin til sjóndar,
har virðini og byrðarnar
verða býttar.
Í síðstu viku legði hvør
landsstýrismaður síni tøl
fyri Karsten Hansen, lands-
stýrismann við fíggjarmál-
um. Frammanundan hava
landsstýrismenn
fingið
boðini, at fíggjarlógin fyri
komandi ár skal vera eitt
prosent lægri enn fíggjar-
lógin fyri 2002, men tað er
so sum so, hvussu boðini
eru aktað.
Í vikuni, sum fór, stungu
landsstýrismenn og sam-
gonguumboðini í fíggjar-
nevndini høvdini saman og
kjakaðust um tølini, ið
standa á ynskilistanum.
Sambært álítandi upplýs-
ingum, sum Sosialurin hev-
ur fingið, vísti samantelj-
ingin góðar 200 milliónir
krónur í undirskoti á fíggj-
arlógini komandi ár. Verður
almenna lønarhækkingin
tann sama, sum vit higartil
hava sæð, táttar undirskotið
í einar 280 milliónir krónur.
Góðtekur ikki
undirskot
Tølini eru langt frá tí, sum
er sett sum mál. Nakrir
landsstýrismenn hava fylgt
boðunum um at lækka
karmin eitt prosent, men
serliga á trimum rakstrar-
støðum var stórt minus. Tað
eru almannamál, heilsumál
og mentamál.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjamál-
um, vil ikki út við nøkrum
tølum enn, tí tað er so stutt
fráliðið, og talan er bert um
arbeiðstøl.
– Arbeiðið við fíggjar-
lógini gongur, sum tað skal,
og eg kann siga, at vit eru
longri frammi, enn vit vóru
um somu tíð í fjør. Eg haldi
ikki, at tíni tøl eru heilt røtt.
Umleið helvtin av lands-
stýrismonnum hava fylgt
mínum tilmæli, men sjálv-
andi eru nakrir, sum royna
at fáa eitt sindur omaná.
Tølunum fari eg ikki at
viðgera alment so tíðliga,
men vit fara ikki út við ein-
ari fíggjarlóg, sum gevur
undirskot. So mikið kann
eg siga, sigur Karsten Han-
sen.
Taka aftur um endan
Síðsta ár, tá samgongan
smíðaði fíggjarlógina, varð
endin, at fíggjarnevndin hjá
løgtinginum tók um endan
og skar einar 100 milliónir
krónur av fíggjarlógarupp-
skotinum, sum landsstýrið
hevði lagt fyri tingið.
Tað var fíggjarnevndini
eitt hart hoyggj at draga, og
boksast mátti í nógvar ættir,
fyri at fáa kabaluna at ganga
upp. Nú kann sama søgan
endurtaka seg. Óli Breck-
mann, formaður í fíggjar-
nevndini, viðgongur, at enn
er langt á mál at røkka mál-
setninginum, sum sigur, at
fíggjarlógin skal minka við
einum prosenti.
– Hetta er so eitt útgangs-
støði, men tað er langt frá
nóg gott. Nøkur málsøki
eru komin upp á pláss, men
onnur eru absolutt ikki nóg
góð, um vit skulu røkka
ætlanini at minka verandi
fíggjarlóg við einum pro-
senti, sigur Óli Breckmann.
Fíggjarnevndarlimirnir
hjá samgonguni hava longu
nú givið landsstýrismonnum
boð um, at málsetningurin
skal haldast, og Óli Breck-
mann ger púra greitt, at vera
tølini so reyð, sum tey nú
síggja út, so átekur fíggj-
arnevndin sær aftur leiklutin
sum barberurin, ið kutar
burturav fíggjarlógini.
– Um menn ikki makka
rætt, um vit síggja somu
slendrian sum seinast, so
mugu vit gera arbeiðið fyri
teir. Men vit royna at fáa
loyst trupulleikan áðrenn
framløgudagin
hesaferð,
sigur Óli Breckmann.
Hótta við lønum
Sáttmálasamráðingarnar
hjá Starvsmannafelagnum
og øðrum feløgum fara at
ávirka tølini á fíggjarlógini
í stóran mun. Fáa tey al-
ment settu somu lønar-
hækking í prosentum sum
tey á privata arbeiðsmarkn-
aðinum, fer tað at kosta
einar 70 milliónir krónur.
Tað kann koppa alla ætl-
anina við tí eina prosentin-
um, men tann trupulleikan
hevur Fólkaflokkurin eitt
greitt boð uppá.
– Mítt uppskot er, at vit
lata vera við at geva lønar-
endurgjald fyri tær lønar-
hækkingar, sum koma. Vit
kundu givið tey greiðu boð-
ini, at um Starvsmannafel-
agið vil hava stóra lønar-
hækkingar, mugu tey sjálv
taka avleiðingarnar fyri
teirra limir undir hvørjum
einstøkum aðalráði. Tað
kundi verið ein gongd leið
fyri at sleppa undan reyð-
um tølum, sigur Óli Breck-
mann, sum kortini ger vart
við, at tað er hansara sjón-
armið.
Hvussu verður og ikki, so
er greitt, at fíggjarlógin fyri
komandi ár longu nú gevur
høvi til kjak innanhýsis í
samgonguni.
Eftir tógvi stríð eydnaðist tað at fáa skorið fíggjarlógina niður í fjør. Líkt er til, at sama søgan kann endurtaka seg í ár, tí Óli
Breckmann er alt annað enn nøgdur við arbeiðstølini til komandi fíggjarlóg, sum Karsten Hansen hevur fingið á borðið frá
landsstýrismonnum
Rætting
Í greinini um nýggju stjórnmálafrøðingarnar leygar-
dagin komu vit av misgáum at nevna ein teirra Oyvind
Brimnes. Tað var ikki rætt, tí nýggi stjórnmálafrøð-
ingurin eitur Oyvindur av Skarði, sum tað eisini stóð
aðrastaðni í greinini. Vit umbera.
C
M
Y
K
5
4