týsdagur 1. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 121 - 1. juli 2003
Nr. 121 - 1. juli 2003
7
Í samráð við felagið
Rækjuskip, fór lands-
stýrið ætlandi longu í
gjár at senda eina
fráboðan til kanad-
isku myndugleikarn-
ar um, at vit ikki fara
at fiska av kvotuni á
Grand Bank, sum vit
sjálvir hava ásett,
men fara í hesum
árinum at halda
okkum til kvotuna,
sum NAFO hevur
tillutað okkum.
Málið um søguligu
rættindini í altjóða
sjógvi á Grand eru tó
ikki slept, men verður
tikið uppaftur millum
partarnar
STONGSUL
Vilmund Jacobsen
Eftir at fundurin í Halifax í
Kanada
millum
Jacob
Vestergaard,
landsstýris-
mann í fiskivinnumálum og
kanadiska
fiskimálaráð-
harran, Robert Thibault,
endaði úrslitaleysur, eru nú
kortini útlit til, at stongdu
havnirnar í Kanada verða
lætnar uppaftur fyri før-
oyskum fiskiskipum.
Á fundinum í Kanada
hildu føroyingar fast um, at
vit eiga søgulig rættindi í
altjóða sjógvi á Grand
Bank, hóast býtið hjá
NAFO ikki tekur hædd fyri
hesum.
Fiskidagarnir hjá føroy-
ingum á Flemmish Kap eru
tillutaðir við atliti til søgu-
lig rættindi, men tað hevur
ikki latið seg gera hjá
føroyingum at vinna frama
fyri hesum sjónarmiðum, tá
ið ræður um Grand Bank.
Á fundinum í Kanada
hildu Robert Thibault og
hansara fólk fast um, at
føroyingar skulu ganga
undir kvotuna, sum NAFO
hevur ásett, um stongsulin
skal takast av aftur.
Hetta merkir, at vilja
føroyingar ikki ganga undir
NAFO-kvotuna,
men
í
staðin fiska ta kvotu, vit
meta okkum eiga rættin til,
vera kanadisku havnirnar
verandi stongdar fyri før-
oyskum fiskiskipum.
Bæði landsstýrið og fel-
agið Rækjuskip hava staðið
saman um, at okkara til-
lutaða kvota á Grand Bank
er alt ov lítil í mun til søgu-
ligu rættindini. Men higar-
til hava føroysku sjónar-
miðini ikki vunnið frama
millum NAFO-limalondini.
At »objecta«, sum tað eitur
á fakmáli, er ikki ólógligt,
og tí er tað heldur ikki
ólógligt, at føroysk skip
fiska ta kvotu á Grand
Bank, sum vit meta okkum
hava rætt til.
Tá ið føroyingar ikki
vildu ganga undir ásettu
NAFO-kvotuna, tóku kana-
diumenn umsíðir málið í
egnar hendur og stongdu
sínar havnir fyri føroyskum
fiskiskipum.
Stongsulin
hevur borið í sær, at før-
oysk rækjuskip í meira enn
eitt ár ikki eru sloppin inn í
kanadiskar havnir.
Neyðugt hevur tí verið at
sigla heim við veiðini og at
skifta manning.
Fráboðan
Í NAFO-høpi er loyvt at
vera ósamdur um kvotu-
ásetingar og fiska sína egnu
kvotu í altjóða sjógvi.
Eingin kann nokta føroy-
ingum at fiska tann partin,
vit halda okkum eiga rættin
til, men hetta kann í ring-
asta føri fáa avleiðingar. Í
hesum førinum vóru tað so
kanadiarar, sum høvdu høvi
at sekta føroysku rækju-
vinnuna við stongsli.
Eftir fundin í Halifax, har
eingin loysn fanst á trætuni
millum londini, hevur ein
breiður meiriluti í felagn-
um Rækjuskip gjørt eitt til-
mæli til landsstýrið.
Mælt verður landsstýr-in-
um til at senda kanadisku
stjórnini eina fráboðan sum
sigur, at Føroyar fara ikki at
fiska okkara egnu ásettu
kvotu á Grand Bank í ár,
men undir protest at ganga
undir kvotuásetingina hjá
NAFO.
Hetta merkir tó ikki, at
Føroya landsstýri og felag-
ið Rækjuskip sleppa krav-
inum um søguligu rættind-
ini á leiðini, men vilja
halda fram at arbeiða fyri
hesi søk.
Ein fráboðan úr Føroyum
til kanadisku myndugleik-
arnar fór væntandi avstað
longu í gjár.
Sosialurin hevur skilt, at
kanadiarar vilja taka av
aftur stongsulin, tá ið
nevnda fráboðan úr Føroy-
um er komin.
Ikki semja
Semja er ikki í felagnum
Rækjuskip um hetta mál, tí
ymiskt er, hvønn týdning
stongdu havnirnar vera
mettar at hava. Tó metir ein
breiður meiriluti í felagn-
um, at føroyska rækjuvinn-
an í longdini ikki kann liva
við, at skipini ikki sleppa
inn í kanadiskar havnir.
Meirilutin í rækjuskipum
metir ikki, at rækjuvinnan
kann liva við, at havnirnar í
Kanada
vera
verandi
stongdar.
Rækjuskipini missa um-
leið ein túr um árið, tí tey
noyðast at sigla heim við
rækjunum og at skifta
manning. Ymiskt hevur
verið frammi um, hvat hetta
merkir í krónum og oyrum.
Tøl sum 5-7 milj. krónur í
tapi eru nevnd, men sum
skilst á rækjuvinnuni, eru
hetta bruttotøl, sum ikki
kunnu brúkast til nakað
serligt.
At havnirnar í Kanada og
í Ný Foundlandi verða latn-
ar uppaftur fyri føroyskum
fiskiskipum, loysir ikki
fíggjarligarligu trupulleik-
arnar hjá rækjuvinnuni,
men hetta loysir í staðin
nakrar praktiskar trupul-
leikar. Lítil meining er í, at
rækjuskipini skulu virka
sum farmaskip hjá sær
sjálvum. Hinvegin spara
skipini pening í farmaflutn-
ingi.
Í Ný Foundlandi eru tey,
ið hava fingið ágóðan av
føroyska virkseminum har
yviri, sera hørm um stongs-
ulin, tí rækjuvirksemið hjá
føroyingum í Ný Found-
landi hevur havt stóran
týdning fyri lokalsamfelag-
ið.
Sum skilst, hava ný
foundlendingar gjørt eitt
stórt lobby-virksemi fyri at
ávirka myndugleikarnar í
Kanada til at taka stongs-
ulin av aftur.
Nú er so ein loysn í ljós-
mála - tó undir føroyskari
protest.
Føroyskir myndugleikar
hava eisini borið uppá mál
møguleikan at fáa fiski-
rættindi
í
kanadiskum
sjógvi.
Sum skilst, hevði hetta
kanska ikki verið ómøgu-
ligt, men spurningurin er,
hvat vit hava at lata kanadi-
arum í staðin, tí ein slík av-
tala hevði helst snúð seg
um fiskirættindi hjá hvørj-
um øðrum.
Stongdu kanadisku havnirnar:
Stongsulin verður helst avblástur
Nú bendir alt á, at stongdu kanadisku havnirnar verða latnar uppaftur fyri føroyskum fiskiskipum
Tulkingingin av Ȓ
ættini « er stóra
ivamálið í sambandi
við lógina um fólka-
nøvn. Løgtingsins-
umboðsmaður hevur
talað ímóti kunn-
gerðini um undantøk,
og nú er landsstýris-
maðurin fullkomiliga
í villareiði um, hvat
hann eigur at gera
NAVNALÒGIN
Heri á Rógvi
Hvat merkir at vera í ætt
við? Klárar tú at svara hes-
um greitt, so megnar tú tað,
ið
Løgmálaráðið
ikki
megnar.
Tað er nú einaferð soleið-
is, at Føroya løgting stutt
undan løgtingsvalinum í
fjør samtykti eina nýggja
endurskoðaða
lóg
um
fólkanøvn. Hendan kann
væl kallast fyri ein lítil
liberalisering av lógini,
sum vanliga eisini verður
rópt fyri navnalógin.
Kjarnin er, at fólkanøvn
eru partar av føroyska mál-
inum, og hesi nøvn skulu
eisini vera í tráð við før-
oyskar málreglur. Men í
greinini um fólkanøvn, sum
sæst aðrastaðni á síðuni,
verða undantøk loyvd, har
talan er uppkalling »eftir
fólki í ættini«.
Har skal landsstýrismað-
urin áseta nærri í eini kunn-
gerð, sum Høgni Hoydal í
hesum førinum hevur gjørt.
Navnanevndin vildi ikki
loyva, at ein genta kundi
eita Victoria – við C – og
tað sama helt Løgmálaráð-
ið. Hendan avgerðin varð
kærd til Løgtingsins Um-
boðsmann, sum greitt sigur,
at kunngerðin um undantøk
ikki er í tráð við lógina.
Òmøguligt
Og hvat hendir so víðari.
Kunngerðin er í skrivandi
stund ikki broytt, og líkt er
heldur ikki til, at hon í
nærmastu framtíð verður
broytt.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í lógarmálum, ætl-
ar ístaðin at leggja eitt lóg-
aruppskot fyri løgtingið
fyri at fáa greitt, hvat løg-
tingið ynskir.
Løgtingið hevur í síðstu
løtu samtykt eina lóg uttan
viðmerkingar ella nærri
ásetingar, sum eg skal gera
eina kunngerð til. Eg havi
so tulkað eina orðing, so
tað eisini ber til at umsita
lógina. Nú virkar tað heilt
ómøguligt at umsita lógina,
sigur Høgni Hoydal.
Hetta er tað sama sum
um, at ferðslulógin segði, at
tað er loyvt at koyra 80
km/t, men summi kunnu
koyra skjótari. Øll eru ikki
líka, og eg kann ikki gera
eina kunngerð, har øll ikki
fáa líka viðferð, sigur
Høgni Hoydal.
Í komandi tingsetu fer
Høgni Hoydal at leggja eitt
lógaruppskot fyri tingið um
broytingar í lógini um
fólkanøvn.
Áðrenn tingið fór heim
undan seinasta løgtingsval-
ið, hevði Høgni Hoydal eis-
ini lagt eitt uppskot fyri
tingið. Men hetta fekk ikki
undirtøku, og tískil tók
hann tað aftur. Tingmenn
valdu heldur at leggja eitt
næstan eins uppskot fram,
har munurin var, at nú
kundu undantøk í ættini
gerast. Men samstundis
varð álagt landsstýrismann-
inum at gera eina kunngerð
um undantøk.
– Eg vil hava tingið at
siga mær, hvat tað ynskir.
Tað ber ikki til hjá teimum
at biðja meg gera eina
kunngerð á henda hátt.
Verður tað ikki gjørt greið-
ari, so mugu vit bara broyta
navnakunngerðina hvørja
ferð, onkur klagar, sigur
Høgni Hoydal.
Beinleiðis uppkalling
Anfinn Johansen er for-
maður fyri navnanevndina,
sum umsitur lógina. Teir
tulka uppkallinbg sum bók-
stavarøtt uppkalling, t.e.
kallast abbi tín Christian,
so kanst tú – ert tú eitt
mannfólk – kalla teg Chris-
tian, men systur tín kann
ikki kalla seg Christina, tí
hetta er ikki í tráð við før-
oyskar málreglur.
Loyvt er at fara aftur til
abbar og ommur, men ikki
longur.
Soleiðis ber tað til at
umsita lógina. Var kunn-
gerðin ikki gjørt so greið,
so var tað púra ómøguligt
at umsita, sigur Anfinn
Johansen.
Síðani nýggja lógin kom
í gildi hava tey gingið 57 av
57 umsóknum um »bein-
leiðis« uppkalling á møti.
Hann minnist bert fá dømi
eins og tað við Victoriu.
Broyta kunngerð
Ein av teimum, sum hevur
verið millum heitastu for-
talararnar
móti
gomlu
navnalógini, er Jógvan á
Lakjuni, tingmaður fyri
Fólkaflokkin.
Hann er formaður fyri
rættarnevndina í løgtingin-
um. Eisini er hann í familju
við fólkini, sum kærdu við-
viðvíkjandi
navninum
Victoria. Men hann heldur
ikki, at hetta ger hann
ógegnigan.
Eg havi fingist við hetta
um navnalógina í fleiri ár.
Eg havi allatíðina hildið
upp á, at kunngerðin, sum
Høgni Hoydal gjørdi, ikki
var í tráð við lógina, sum
løgingið samtykti.
Boðskapurin hjá Jógvani
er eisini greiður. Hann vil
hava Høgna Hoydal at
fylgja úrskurðinum hjá løg-
tingsins umboðsmanni og
gera eina nýggja kunngerð.
– Tað eru fleiri, eg veit
um, sum eru í líknandi
støðu viðvíkjandi uppkall-
ing. Tað er so vanligt, at
landsstýrismenn skulu gera
kunngerðir, og Høgni Hoy-
dal skal í hesum førinum
fylgja viljanum hjá løgting-
um, sigur Jógvan á Lakjuni,
sum ikki heldur tað vera so
trupult at gera eina greiðari
og betri kunngerð.
Hvør er í ætt við hvønn? Tað
er hesin spurningurin, sum
landsins myndugleikar hava
trupult at svara.
Í ætt við navnalógina
Frágreiðingin í føroysku orðabókini hjá Føroya Fróðskaparfelag.
Í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um
fólkanøvn verður skrivað soleiðis um fornøvn.
§ 2. Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum
ikki av røttum eru fornøvn, og onnur nøvn, ið
kunnu haldast at verða fólki til ampa.
Stk. 2. Navnið skal vera í samljóði við føroyskar
málreglur.
Stk. 3. Navn, sum ikki er á navnalistanum, kunnu
foreldur ella tann, sum foreldramyndugleikan
hevur, leggja fyri navnanevndina, sbr. § 21, stk. 1,
ið ger av, um navnið kann verða givið.
Stk. 4. Navnanevndin kann eftir umsókn gera
undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir
fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í
kunngerð nærri reglur um undantøk.
Kunngerð nr. 71 frá 29. juni 2002 um undantak til
navnauppkalling tulkar omanfyrinevndu lógar-
grein soleiðis:
§ 1. Er navn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í
lógini, kann navnanevndin eftir umsókn í sam-
bandi við navnagávu kortini loyva navnið, tá ið tað
er beinleiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum
ella abbum barnsins. Navnanevndin kann eisini í
serligum føri gera undantak til uppkalling av
systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum, ið
lata lív undir óvanligum umstøðum.
Fakta
C
M
Y
K
7
6