Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 121 - 1. juli 2003 Nr. 121 - 1. juli 2003 9 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tvíburasystrar seksti Í dag, 1. juli, fylla tvíbura- systrarnar Alma og Herdis, føddar Joensen, 60 ár. Tær eru døtur Aase Stecher úr Århus og Johan Peter Joen- sen úr Hesti. Jóan Petur var skúlastjóri í Klaksvík 1952-56 og fyrsti lands- skúlaráðgevarin 1956-65. Alma og Herdis tóku realprógv í Havn í 1960. Alma var fyrst arbeiðsgenta í eina tíð hjá Edith og Jákup í Jákupsstovu, arbeiddi so í Barnagarði Drotning Ing- ridar í eitt ár og var á Askov Háskúla veturin 1962-63. Hon tók prógv frá Social- pædagogisk Børnehave- seminarium í Århus í 1965. Í Århus hitti hon Karl Jóhan Fossá úr Havn, sum las til lækna. Tey giftust í 1964 og eiga tríggjar synir. Jón er føddur í 1965 og er veikstreymsverkfrøðingur. Rasmus er føddur í 1971 og er eisini veikstreymsverk- frøðingur. Frans er føddur í 1972. Alma arbeiddi í barna- garði í Århus í tvey ár. Síðani var hon á talustovni í Risskov í gott 4 ár. Seinni var hon aftur á Barnagarði Drotning Ingridar. Í 1975 vóru Alma og Karl Jóhan í Nykøping í Svøríki og fluttu síðani til Tvøroyrar, har hann fekk starv sum kommunulækni. Har vórðu tey búgvandi. Herdis tók studentaprógv í Havn og fór saman við systrini á Askov. Síðani fór hon á læraraskúla í Hjør- ring í 3 ár og tók prógv har. Hon fór til Tanzania at vera lærarinda hjá donskum, svenskum og týskum børn- um og var har í 3 ár. Heimafturkomin tók hon við starvinum sum lærar- inda í einum lítlum vestur- jútskum skúla og var har í meira enn 12 ár. Í hesi bygdini, Sdr Vium, tóku tey eitt árið ímóti skúlabørnum úr Føroyum, og tvey ár vitj- aðu børn haðani her. Herdis fór í 1983 til Tarm at vera lærarinda. Hon tók prógv sum serlærari í 1986 og fekk seinni útbúgving innan hoyrn. Hon starvaðist so sum ráðgevari fyri lærarar í Ringkøbing í 8 ár. Eftir tað arbeiddi hon sum lesi- og staviráðgevari í Egvad. Saman við einum starvsfelaga hevur hon givið út eina bók um stavimedotik. Í 1990 fór Herdis at halda saman við læknanum Charlotte og seinni giftust tær. Tær vóru fyrsta skrásetta parlag í Ringkøbing. 18. juni 2003 fingu hesi prógv handaði á Klaksvíkar Sjómansskúla í grundskeiði til skipskokk Standandi frá vinstru: Torvald Danielsen, Klaksvík, Rúni Johannesen, Tvøroyri, Símun Esmar Vágsá, Klaksvík, Karl Jóhan Hansen, Norðskála, Casey Kambsenni, Fuglafjørður. Sitandi frá vinstru: Liljan Poulsen, Nólsoy, Olga Andrea Thomsen, Hvalba, Mariann O. Johansen, Klaksvík, Jónfríð Hjelm, Vági, Josefina Strømsteen, Norðragøta. Óli Samuelsen, Klaksvík, vantar á myndini Hesar fingu virðisløn: Josefina Strømsten fekk gávu frá Norðoya Sparikassa og Mariann O. Johansen fekk gávu frá J.F.K. heilsølu Dugnaskaparskeið í sigling á Klaks- víkar Sjómans- skúla Standandi frá vinstru: Jens Pauli Jacobsen, Norðragøta, Jørgin Joensen, Morkranes, Helgi Hansen, Strendur. Sitandi frá vinstru: Eydna Jacobsen, Klaksvík, Sámal Olsen,Rituvík. Á myndini vanta: Jákup Erik Johannesen, Tórshavn, Ragnar Mortensen, Øravík, Jóhannes Poulsen, Tórshavn og Óli Andreas Hammer, Eiði. Hesir fingu virðisløn: Ragnar Mortensen fekk gávu frá Føroya Banka og Sámal Olsen fekk gávu frá Norðoya Sparikassa. Tekniskir studentar 2003 Hesi hava tikið prógv sum tekniskir studentar á Tekniska Skúla í Klaksvík. F.v.: Bjørn Friður Mikladal, Dorius Johannesen, Dánjal H. Kjærbo, Ulrik í Hjøllum, Hansina Joensen, Sólgerð Joensen, Elin Højgaard, Gunnar Andreasen, Jógvan Joensen og Jaspur Guttesen. Dánjal Johannesen 90 ár Í dag fyllir Dánjal Johanne- sen, (Dánjal Eysturi í Líð) á Nesi 90 ár. Hóast henda høga aldur er Dánjal lættur uppá krop og fylgir við í øllum, sum rørir seg í samfelagnum. Hugurin til sjógvin hevur verið stórur hjá honum. Hann fór tíðliga til skips, fyri síðani at fara á motor- passaraskúla. Tey nógvu árini á sjónum var hann motorpassari. Nevnast kann, at hann var motor- passari á Heyki hjá Skipa- felagnum, tá hann fylti 70 ár. Hann hevur verið ein álitismaður, lættur av lyndi, skemtingarsamur, vinar- ligur og lættur at umgang- ast. Dánjal var farin um tey sjúti tá hann legðist uppi. Hugurin stóð støðugt til sjógvin, og tí hevur hann altíð átt bát. Ein partur av tíðini, sum pensionistur, er farin í bátinum, og í egn- ingaskúrinum. Hóast Dánjal nú fyllir 90 ár, so hendir tað enn, at hann fer á prutlinum inn í skúrin at egna. Dánjal hevur verið trúgvur at møtt upp bæði í kirkjuni og í missiónshús- inum. Honum hevur dáma væl at sungi, og hevur hann gott mál. Dánjal er giftur við Herthu, og eiga tey fýra børn. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum. Carl Mikkelsen gevst á Oyrarbakka Eftir at hava verið lærari við Felagsskúlan á Oyra- bakka síðan 1973, hevur Carl Mikkelsen, sum fyri kortum fylti 60 ár, sagt seg úr hesum starvi. Carl er føddur 16. juni 1943 í Hoy- vík, sonur Onnu Sofíu, f. Joensen úr Vestmanna og Arna Mikkelsen av Velba- stað, ið búðu í Hoyvík. Hann tók studentspróv á VBV við Skansavegin í 1962, árið fyri at skúlin flutti niðan í Hoydalar, og læraraprógv á Ranum Seminarium í 1969. Hann var lærari á Sorø Borger- realskole frá 1969-70 og í T ó r s h a v n a r Kommunuskúla skúlaárið 1970-71. Meðan hann gekk á Danmarks Lærer Høj- skole frá 1971-73, var hann lærari á Ingrid Jespersen Skole í Keypmannahavn frá 1972-73. Síðan 1973 hevur Carl verið lærari á Felags- skúlanum á Oyrarbakka, har hann undirvísti í mate- matik og fysik/kemi. Hann hevur ymisk frítíð- aráhugamál, sum t.d. at spæla bridge, og hann er limur í dansifelagnum »Tøkum Lætt«. Eisini hevur hann bát, so hann kann fara á flot tá hann hevur hug til tess. Carl er giftur við Arn- leyg, f. Eikholm, úr Hval- vík, tey búgva í Hoyvík og eiga børnini Arna og Onnu Sofíu. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fýra nýggir læknar Á universitetinum í Keypmannahavn hava fýra føroyingar tikið læknaprógv. Tey eru: f.v. Arnhold Trustrup Jensen, av Tvøroyri, Djóni Sandberg Joensen, úr Miðvági, Eydna Eysturskará, úr Runavík og Rógvi Wintereig Rasmussen úr Tórshavn. Dagurin Juli. Sjeyndi mánaður hevur navn sítt eftir Juliusi Caesar. Í gamla rómverska kalendaranum varð hann róptur Quintilis, ið merkir tað, sum hoyrir til tann fimta (mánaðin). Tann fimti var her roknaður frá mars, ið var tann fyrsti. Í árinum 45 f.o.t. samtykti rómverska senatið at geva Quintilis navnið juli, Juliusi Caesar til heiðurs, tí hann fekk í lag tann nýggja kalendaran. 1. juli. Teobaldus, deyður í 1066. Franskur aðalsmaður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einbúgvi. Var fyrst í Luksemburg, ger so pílagrímsferð til Santiago de Com- postela í Norðurspaniu, síðan til Róm og fær sær at enda tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð prestvígdur. Jóannes Østerø deyður 25. juni andaðist doyði Jóannes Østerø í Vági, 49 ára gamal. Hann var ættaður úr Mikladali, sonur Mariu Súsannu og Absalon hjá Janusi. Jens, kallaður Janus, var sonur tann kenda Føroyingafelagsmannin Absalon á Trøllanesi. Jóannes var timburmaður. Hann giftist við Elinborg úr Sumba, og tey búsettust í Vági. Elinborg og Jóannes fingu døturnar Lív, sum tók studentsprógv nú um dagarnar, og Monu. C M Y K 9 8