týsdagur 1. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 121 - 1. juli 2003
Nr. 121 - 1. juli 2003
11
Í gjár komu føroysku luttakararnir á Special
Olympics aftur úr Dublin við trimum gullheið-
ursmerkjum og tveimum silvurheiðursmerkj-
um. Special Olympics eru serstakir olympiskir
leikir, og føroyingar hava bæði gjøgum SvF og
ÚF kunnu fylgt við hvussu ómetaliga væl
okkara ungu ítróttarfólk hava klárað á ser-
olympisku leikvøllunum í Dublin. Hesir leikir
eru víðagitnir um allan heim og alheimspressan
hevur dekkað leikirnar, sum talan var um teir
vanligu siðbundnu olympisku leikirnar.
Á hendan hátt eru okkara umboð í Dublin
vorðin víða gitin um allan heim, og tað sama
kann so sigst um heimlandið, tey koma frá.
Takka verið okkara framúrskarandi umboðum í
Dublin eru vit komin í gott orð víða hvar. Tey
fyrstu tíðindini av Guernsey eru eisini upp-
lívandi! Føroyingar gera seg postivt kendar, tað
veri seg innan talv, fótbólt, svimjing, boccia,
flogbólt, kvinnufótbólt - you name it! Tað er
gott og stimbrandi fyri ein lítla tjóð sum Før-
oyar. Vit hava nógv at takka føroysku luttakar-
unum fyri og eiga tey okkara størstu virðing
uppiborna.
Her er veruliga talan um eina sera áhugaverda
og spennandi menning innan fleiri ítróttar-
greinir. Tað er eingin ivi um, at allir føroyingar
fegnast um hesa gongd og vóna, at hon fer at
halda fram og mennast. Vit eiga ikki at gloyma
venjarar og øll hjálparfólk, ið gera alt hetta
møguligt. Tað verður víða hvar um landið gjørt
eitt veldugt sjálvboðið arbeiðið innan ítróttin
bæði hjá ÍSF og ÍSB. Uttan hetta sjálvbodna ar-
beiðið hevði tann professionella venjingin valla
kunna farið fram. Hinvegin má ásannast, at sum
gongdin er, er neyðugt við professionellari
venjing og eigur hon eisini at vera nýtt í mest
møguligan mun og hon eigur at verða økt.
Alt hetta er kostnaðarmikið. Øll vita, at ítróttin
fær stuðul fra ymsum síðum. Men ítróttin hevur
so stóran týdnng fyri ungdómin og fyri alla
tjóðina, at hon eigur at fáa nógv dyggari stuðul
frá landi, kommunum, stovnum og vinnulívin-
um, soleiðis at tann positiva menningin, sum nú
sæst kann halda fram. Slíkan stuðul fer sam-
felagið og vit øll at fáa fleirfalt aftur í síðsta
enda. Vælheimafturkomin úr Dublin og góða
kapping tit øll á Guernsey.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trý gull – tvey silvur
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hósdagin verður Føroya-
kvøld í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, og á skránni er
bæði útlendskt og føroyskt
undirhald er á skránni.
Kvøldið verður hildið í
sambandi við, at mentan-
arstevnan
Nordvesten
verður hildin í Klaksvík og
Fuglafirði hesa vikuna.
Fólkatónleikarar
og
dansarar úr Noregi verða
við til Føroyakvøldið, og so
verður ein forvitnislig mót-
framsýning við føroysku
Guðrun & Guðrun, Sirri og
Snælduni. Hesi hava havt
sýningar av sínum ser-
merktu klæðum bæði í
Føroyum og uttanlands, og
tað sigst vera eitt stórt
upplivilsi.
Framsagnarfrælsi
Eitt mál, ið viðvíkur med-
arbeiðara á Søgu- og sam-
felagsdeildini hjá Fróð-
skaparsetri Føroya, hevur
av nýggjum verið umrøðu-
evni í fjølmiðlunum. Ym-
iskt er ført fram í hesum
sambandi, sum ger, at
setursráðið á Fróðskapar-
setrinum heldur tað vera
neyðugt at koma við eini
stuttari rættleiðing.
Tað hevur ongantíð verið
ætlanin at forða med-
arbeiðaranum í at siga sína
hugsan alment um hetta
málið, ei heldur um onnur
mál. Tað, sum álagt varð
medarbeiðaranum, var í
síni umrøðu av samstarvs-
fólki hjá Fróðskaparsetr-
inum at sýna høviskan mál-
burð.
Tí er Fróðskaparsetrið
ikki samt við Mentamála-
ráðið og niðurstøðu tess
um, at fram-søgufrælsið í
hesum máli er skert í ó-
neyðugan mun. Setursráðið
metir við hesum, at málið
er endað og hevur tikið
niðurstøðuna hjá Menta-
málaráðnum til eftirtektar.
Fróðskaparsetur
Føroya
tann 26. juni 2003
Setursráðið
Malan Marnersdóttir,
rektari (sign.)
Jóan Pauli Joensen,
megindeildarráðsformað
ur á Søgu- og
samfelagsdeildini (sign.)
Hans Pauli Joensen,
megindeildarráðsformað
ur á
Náttúruvísindadeildini
(sign.)
Turið Sigurðardóttir,
megindeildarráðsformað
ur á Føroyamálsdeildini
(sign.)
LÓGARMÁL
Tíðindaskriv
Hóskvøldið 3. juli verður
fundur í FLR, Føroyskum
Lógar Riti.
Á fundinum skal nýggj
ritstjórn veljast. Í ritstjórn-
ini, sum er hægsti myndug-
leiki felagsins, eru, um-
framt ritstjóran, ein ungur
stjórnarkønur og trý lóg-
arkøn ella løgfrøðilesandi.
Føroyskt Lógar Rit er eitt
óheft løgfrøðiligt tíðarrit,
ið kemur út tríggjar ferðir
um árið. Í lógarritinum er
fyrst og fremst tilfar, sum
er viðkomandi fyri før-
oyska løgfrøði.
Allir føroyingar, ið lesa
løgfrøði, og annars øll, ið
hava hægri útbúgving, sum
viðvíkur
løgfrøði
ella
stjórnmálafrøði,
kunnu
møta á fundi og soleiðis
vera við til at velja rit-
stjórnina, sum skal veljast á
hvørjum ári.
Fundurin
hóskvøldið
verður á Landsbókasavn-
inum kl. 19.30.
Rættleiðing
Fundur í Føroyskum Lógar Riti
Føroyakvøld í Fuglafirði
TÍÐINDASKRIV
Nógv umrøddi danski præ-
dikumaðurin Hans Bernt-
sen og kona hansara Inge
vitja aftur í Føroyum 4. &
5. juli
Í hesi vikuni koma Hans
Berntsen og kona hansara
Inge til Føroya, har tey fara
at tosa - og biðja fyri sjúkum.
Fyrsta tiltakið verður
fríggjakvøldið 4. juli kl. 20
í auluni í Kommunu-skúl-
anum í Havn. Leygarmorg-
unin 5. juli verða tey í
Grasagarði í Miðbýnum í
Havn kl. 11. Og um kvøld-
ið - leygarkvøldið 5. juli
verða tey í fimleikahøllini í
skúlanum á Glyvrum kl.
20.
Hans & Inge vóru í
Føroyum í mai mánaði, har
tey vitjaðu á Tvøroyri og í
Havn. Nógv fólk løgdu
leiðina framvið fyri at lurta,
hvat Hans Berntsen hevði
at siga, og ikki minst fyri at
síggja, hvat hendi, tá tey
bóðu fyri fólki. Stílurin hjá
Hans & Inge er sum altíð,
ógvuliga lættur og ófor-
mellur.
Hans Berntsen leggur
stóran dent á at kunna biðja
persónliga fyri fólki, og
fólk upplivdu veruliga, at
tað hendi nakað. T.d. ein
kvinna, sum hevði verið
sjúkrameldað og óarbeiðs-
før í longri tíð og skuldi
skurðviðgerðast. Hon bleiv,
heldur óvæntað fyri lækn-
arnar - útskrivað, tí hon var
vorðin frísk. Og eini ung
hjún og foreldur at lítlum
barni við skeivleika í rygg-
inum kundu staðfesta, at
barnið varð vorðið púra
frískt.
So hevur tú hug at upp-
liva Hans Berntsen hesar
dagarnar - so ert tú, sum
lesur hetta tíðindaskrivið -
og annars øll, vælkomin til
eitt ella fleiri av tiltøkun-
um. Møguleiki verður fyri
persónligari forbøn fyri
teimum, sum ynskja tað.
Skrá fyri tiltøkini:
Fríggjdagin 4. juli kl. 20:
í auluni í Kommunuskúl-
anum í Havn
Leygardagin 5. juli kl. 11:
í Grasagarði í Miðbýnum í
Havn
Leygardagin 5. juli kl. 20:
í fimleikahøllini í skúlan-
um á Glyvrum
Grøðingar- & prædikumaðurin
Hans Berntsen vitjar aftur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 27. juni
var samkoma á
Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin, har
maskinsmiðir,
framleiðslutøkningar,
húsasmiðir, elektr-
ikarar og maskin-
atstøðisnæmingar
fingu prógvini
handaði. Samstundis
var hetta fyrstu ferð
at framleiðslu-
tøkningar fingu
prógv í Føroyum.
Maskinsmiðir
Hanus Gregersen, Syðrugøta, lærupláss: KJ-Hydraulik á Kambsdali, Andrias Haraldsen,
Tórshavn, lærupláss: P/F Tórshavnar Skipasmiðju, Høgni R. Haraldsen, Sandavágur, lærupláss:
P/F J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, Helgi Stefan Ingibjørnsson, Eiði, lærupláss: Tórshavnar
Skipasmiðju, Esbern O. Lervig, Leirvík, lærupláss: P/F F.J.M. í Runavík, Tórstein Magnussen,
Sørvágur, lærupláss: Tavsen Maskinverkstaður í Sørvági, Mannbjørn Nesá, Nes (Eysturoy),
lærupláss: Mekanik í Runavík, Ragnar Nolsøe, Trongisvágur, lærupláss: Sp/f Bærendsen Teknik
á Tvøroyri, Aron Olsen, Toftir, lærupláss: P/F F.J.M. í Runavík, Jákup Andrias Vang, Glyvrar,
lærupláss: P/F F.J.M. í Runavík, Høgni J. Zachariasen, Fuglafjørður, lærupláss: KJ-Hydraulik á
Kambsdali. Hesir vanta á myndini: Andru Lindarstein, Tórshavn, lærupláss: Tórshavnar
Skipasmiðja, Andrias Samuelsen, Tórshavn, lærupláss: Tórshavnar Skipasmiðja.
Framleiðslutøkningar
Kenneth Dam Frandsen, Tórshavn, Jóhan Hansen, Klaksvík, Martin Jóanesarson, Vestmanna,
Jóhan Jógvansson, Saksun, Jákup av Kák, Tórshavn, Magnus Norðberg, Hoyvík, Erla á Bøgarði
á Smið, Kaldbak. Hesir vanta á myndini: Jógvan Dam Frederiksen, Miðvágur, Svein Rógvi
Nielsen, Klaksvík, Bergur Vinther, Vágur.
Húsasmiðir
Lars Abrahamsen, Rituvík, lærupláss: Svenn Ó. Olsen í Syðrugøtu, Rógvi Árnason, Argir,
lærupláss: P/F Byggitek í Tórshavn, Pól Knút Davidsen, Toftir, lærupláss: Haldur Vang Sp/f á
Toftum, Sakaris Juul Heinesen, Tórshavn, lærupláss: Byggisamtakið HJT á Argjum, Dávur
Magnussen, Vestmanna, lærupláss: Sp/f G.A.J. Smíð í Kvívík, Mikael Mikkelsen, Klaksvík,
lærupláss: Klaksvíkar Byggivirki í Klaksvík, Johan Martin Poulsen, Saltangará, lærupláss: TN-
Bygging á Glyvrum, Christian Sørensen, Trongisvágur, lærupláss: Sp/f TMT í Trongisvági, Niels
Weihe, Lamba, lærupláss: TN-Bygging á Glyvrum. Vantar á myndini: Jóanis í Hoygarðinum,
Tórshavn, lærupláss P/F H.V. Lützen í Tórshavn.
Prógv á Tekniska Skúla
í Havn
Elektrikarar
Rógvi Jacobsen, Glyvrar, lærupláss: P/f El-Service á Skála, Arne Debess Madsen, Tórshavn,
lærupláss: P/f Einar Mikkelsen í Tórshavn, Heini Mohr Mortensen, Hoyvík, lærupláss: P/f LM-
Electric í Tórshavn, Rúni Mortensen, Streymnes, lærupláss: Tummas Eli Hansen í Hoyvík,
Dion Petersen, Tvøroyri, lærupláss: Sp/f Bærendsen Teknik í Trongisvági, Høgni Rasmussen,
Tórshavn, lærupláss: P/f LM-Electric í Tórshavn, Jógvan Símun Sevdal, Runavík, lærupláss: P/f
El-Service á Skála, Bogi Sigurstein, Tórshavn, lærupláss: P/f LM-Electric í Tórshavn, Lasse S.
Thomsen, Tórshavn, lærupláss: El-Service á Skála.
Atstøðisnæmingar – maskin
Petur Kári B. Funding, Hoyvík, Bjarni Arge Gregoriussen, Tórshavn, Jákup Egil
Joensen, Sandvík, Aagi Niclasen, Miðvágur, Dan Bárður Thomassen, Tórshavn, Rúni
E.D. Thomsen, Miðvágur, Jákup Thorsteinsson, Hoyvík. Hesir vanta á mundini: Sune
Dam Frederiksen, Miðvágur, og Peter Old, Tórshavn.
C
M
Y
K
11
10