Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 121 - 1. juli 2003 Nr. 121 - 1. juli 2003 13 Fólk skulu hava góðar upplivingar – Drívmegin hjá mær hevur øll árini verið, at fólk skulu hava góðar upplivingar við livandi tónleiki, sigur Brandur Øssursson, sum er maðurin aftan fyri Jazzfestivalin. Í ár fyllir festivalurin 20 ár ELDSÁL Eyðun Klakstein Hann kann tosa sannfør- andi og fegin um allar tón- leikabólkar, sum hann hev- ur á sínum festivalum, og hann dugir at gera sjálvt tann mest ókenda bólkin áhugaverdan á onkran hátt. Maðurin er Brandur Øss- ursson, sum í 20 ár hevur staðið aftan fyri Tórshavnar Fólka, Blues og Jazz festi- val – ella sum fólk bara siga, Jazzfestivalin. Hann brennir fyri tón- leikinum, og grundin til, at hann øll hesi árini hevur havt hug til at taka tað stóra takið við festivalinum, er púra einføld. – Drívmegin hjá mær hevur øll árini verið, at fólk skulu hava góðar uppliv- ingar við livandi tónleiki. Popptónleikur á fløgu er at hoyra allastaðni, tú kemur, og tí er tað gott, at fólk við hvørt sleppa at hoyra góðan livandi tónleik, sigur Brandur Øssursson. Gjørdu álvara av hugskoti Hugskotið til Jazzfestivalin kom fyrst í áttatiárunum, tá ið Brandur var føroyskt um- boð í felagsskapinum Nord- jazz. Tey plagdu at hittast til fundir á ymiskum jazzfesti- valinum í Norðurlondum, og tá ið leiðin í 1983 gekk til Finnlands, segði Brandur við seg sjálvan, at slíkan festival bar eisini til at gera í Føroyum. – Í Finnlandi spældu fleiri verðinsnøvn innan jazz, men spælistøðini vóru ikki nakað serligt. Konsert- ir vóru í fimleikahøllum, á matstovum og aðrastaðni. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at hetta kunnu vit gera betur í Føroyum, greiðir Brandur frá. Hann og danin Poul Jørg- ensen gjørdu álvara av hug- skotinum, og longu í 1984 var fyrsti festivalurin kom- in á plakatina. – Umstøðurnar at halda ein festival í Føroyum vórðu júst tá blivnar nógv betur, tí føroyingar fingu tá Norrønu, Hotel Føroyar og Norðurlandahúsið, so alt í einum var bæði flutningur, innivistur og konserthøll tryggjað, greiðir hann frá. Nógv nøvn Á fyrsta festivalinum í 1984 spældu millum annað Blast, Pia Raug, Svend Amundsen og Lilian Bauté. Síðani hevur ein ørgrynna av føroyskum og útlendsk- um nøvnum spælt á Jazz- festivalinum, og Brandur heldur, at talan er um í minsta lagi 3000 tónleikar- ar, sum hava verið á pallin- um hesi 20 árini. Nøvn sum Mazzoforte, Bjørn Afzelius, Kim Larsen og hópin av øðrum kendum útlendskum nøvnum hava havt framførlsur á Jazz- festivalinum, og so seint sum í fjør var Stig Rossen eitt tað heitasta konsert- navnið í føroyska tónleika- summarinum. – Tað hevur verið ymiskt, hvussu tey ymisku nøvnini hava verið at arbeitt saman við. Tær donsku rockdam- urnar hava drigið sera nógv fólk, men tað hevur verið eitt sindur ósjarmerandi at ar- beitt saman við teimum, tí tú hevur ongantíð tosað bein- leiðis við kunstnaran, og alt uttan um tær er sera komm- ersielt. Tey hava fólk at taka sær av øllum, og hesi fólk skulu helst arbeiða soleiðis, at tey kenna seg hava stóran týdning fyri konsertina, sig- ur Brandur Øssursson. – Men tá hesi nøvnini so er komin á pallin, so hava tey givið nøkur fantastisk show. Brandur vísir hinvegin á, at tónleikarar sum Bjørn Afzelius og Svend Amund- sen hava verið góðir at ar- beiða saman við, hóast teir eisini eru kendir. Brandur Øssursson held- ur, at Jazzfestivalurin hevur havt góða ávirkan á før- oyskan tónleik og samfel- agi sum heild hesi 20 árini. – Í 1984 var tað ein stór- hending, tá ið kend út- lendsk nøvn komu hendan vegin at spæla, men vit gjørdu tað til nakað aftur- vendandi, og tað haldi hevur givið føroyingum eitt annað forhold til útlendsk- an tónleik. Nú var tað ikki longur nakað, sum mann bara hoyrdi í útvarpinum ella sá í sjónvarpinum, nú var tað nakað, sum tú kundi uppliva live í Føroyum. – Tað er umráðandi at fáa livandi tónleik út til fólkið, og aftur í ár kunnu vit bjóða eina hugnaligan og glaðan festival, sigur Brandur Øss- ursson, sum í dag kann fegnast um, at 20. Jazzfesti- valurn fer av bakkastokki. Rókur Jakobsen og hinir í MC Hár verða eitt av før- oysku nøvnunum, sum skulu spæla á Jazzfestivalinum í ár. MC Hár spælir saman við Déjá Vu í Norðurlandahús- inum hóskvøldið Mynd: Jens Kristian Vang – Tað er umráðandi at fáa livandi tónleik út til fólkið, og aftur í ár kunnu vit bjóða eina hugnaligan og glaðan festival, sigur Brandur Øss- ursson, sum í dag kann fegnast um, at 20. Jazz- fstivalurn fer av bakkastokki 20. Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival Týsdagur 1. juli 15:00-16:00 Spælimenninir Gongugøtan, FK 16:00-17:00 Gentlemen of Jazz Gongugøtan, Vaglið 19:30:21:00 Gentlemen of Jazz Listaskálin (kr. 60) 21:00-23:00 Spælimenninir Havnar Klubbi Mikudagur 2 juli 15:00-16:00 Trio de Janeiro Gongugøtan, FK 16:00-17:00 Orbit Big Band Gongugøtan, Vaglið 16:30-17:00 Gentlemen of Jazz SMS 19:30-22:00 Pele Møller Band Maria Guttesen Band Norðurlandahúsið (kr. 100) 21:30-23:00 Orbit Big Band Gamla Meiaríið Hósdagur 3. juli 15:00-16:00 Tjant Gongugøtan, FK 16:00-17:00 Paradox Gongugøtan, Vaglið 16:30-17:00 Trio de Janeiro SMS 19:30-22:00 Déjá Vu & MC Hár Norðurlandahúsið (kr. 100) 19:30-21:00 Orbit Big Band Listaskálin (kr. 60) 21:30-23:00 Enekk & Yggdrasil Gamla Meiaríið (kr. 60) Fríggjadagur 4. juli 15:00-16:00 Paradox og Toxic Gongugøtan, FK 15:00-16:00 Irving Anckers Sekstet Tilhaldið 16:00-17:00 Pele Møller Band Gongugøtan, Vaglið 17:30-18:30 Irving Anckers Sekstet Havnar Klubbi 19:30-21:00 Tom Nagel Rasmussen Band Listaskálin (kr. 80) 20:00-20:30 Gospeltrio SMS 21:30:23:00 Paradox, Toxic & Monkey Mongolia Gamla Meiaríið (kr. 60) 23:00-03:00 Trio de Janeiro Maria Guttesen Band Headache Blues Treo Havnar Klubbi (kr. 100) Leygardagur 5. juli 11:30-12:30 Irving Anckers Sekstet Gongugøtan, Vaglið 12:30-13:30 Søren Søgaard Blues Gongugøtan, FK 19:30-21:00 Irving Anckers Sekstet Listaskálin (kr. 60) 21:30-23:00 Søren Søgaard Blues Headache Blues Treo Gamla Meiaríið (kr. 60) 23:00-03:00 Pele Møller Band Gospeltrio Havnar Klubbi (kr. 100) Føroyskir tónleikarar sleppa at breiða seg á 20. Jazzfestivalinum, sum byrjar í dag. Konsertir verða ymsastaðni í Havnini, og nógvur tónleikur verður spældur úti á gøtuni JAZZFESTIVALURIN Eyðun Klakstein Í dag byrjar Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festi- valurin, og í ár er tað 20. ferð, at hendan tónleika- stevnan verður hildin í høvuðsstaðnum. Í ár verður tað føroyskur tónleikur, sum verður í miðdeplinum, men út- lendskir tónleikagestir koma eisini til landið at spæla. Nøvnini eru kanska ikki so kend, sum tey plagdu at vera, men talan er um ymiskan og góðan tónleik. Konsertir verða hildnar á ymsum støðum í Havnini. Tvær konsertir verða í Norðurlandahúsinum, har høvuðssætið hjá festival- inum plagdi at vera, áðrenn Listastevnan gjørdist flaggskipið hjá húsinum. Gamla Meiaríið, Havnar Klubbi, Tilhaldið, Lista- skálin og SMS fara eisini at hýsa konsertum á Jazz- festivalinum, og so verður eisini nógvur tónleikur spældur úti á gøtuni. Frá í dag og fram til leygardagin verða hvønn dag framførslur við FK í Dr. Jacobsens gøtu og á Vaglinum. Hesar fram- førslur verða mitt á degnum og koma tí uttan iva at seta dám á býarlívið hesa vik- una. Aðrastaðni her á síðuni ber til at fara ígjøgnum skránna fyri festivalin, men vit skulu her tríva í nøkur av nøvnunum, sum fara at spæla Jazzfestivalinum hesaferð. Maria Guttesen heima Tvey av nøvnunum, sum koma úr útlandinum, eru meira og minni føroysk. Maria Guttesen, sum telist millum okkara kendu sang- kvinnur, fer at spæla saman við einum bólki, har bæði føroyingar og danir eru við. Saman við Mariu spælir beiggi hennara Gunnar, og harafturat verða donsku brøðurnir Stephen og Jo- hannes Nørlykke við í bólkinum Guttesen-systkini kenna føroyingar væl. Tey hava verið virkin í føroyskum popp- og gospeltónleiki í nógv ár og hava fleiri tón- leikaútgávur aftanfyri seg. Brøðurnir Nørlykke eru kendir í tónleikaumhvørv- inum í Århus. Teir hava spælt saman við nøvnum sum Karen Busck, Tinu Dickow og Juliu Michel- sen. Maria Guttesen hitti Stephen Nørlykke á Musikkonservatorinum í Århus, og tey hava síðani arbeitt nógv saman – millum annað undir navninum Devided Minds. Tey hava seinastu tíðina arbeitt við fløgu, sum nú er til reiðar at geva út. Maria Guttesen Band spælir í Norðurlandahúsin- um mikukvøldið og í Havn- ar Klubba fríggjakvøldið. Pele úr Grønlandi Úr Grønlandi kemur Pele Møller Band, og her er eisini eitt føroyskt ískoyti í bólkinum. Tað er Rói Elia- sen, sumspælir klaver í bólkinum. Pele Møller er víðagitin í Grønlandi, og hann er kendur fyri at spæla lættan og melodisøan jazztónleik við grønlendskum sangi. Meginparturin av tí, hann spælir, hevur hann sjálvur gjørt, og bólkurin hjá honum hevur givið út átta fløgur. Trio de Janeiro er bólkur, sum hevur spælt síðani 1986, og tær mongu ferðir- nar til Brasil hevur givið bólkinum íblástur til tón- leikin hjá sær. Í bólkinum spælir millum annað sonur Halfdan Ras- mussen, og umframt fram- førslurnar við Trio de Janeiro fer Tom Nagel Ras- mussen eisini at hava eina konsert, har hann spælir sangir hjá pápa sínum. Nógv ymiskt føroyskt Føroyskir tónleikarar spæla alla dagarnar, meðan festi- valurin er. Á fyrsta degnum eru tað Spælimenninir, sum fara at spæla lívligan spæli- manstónleik, og síðani er nógv ymsitk á skránni. Hóskvøldið verður kon- sert í Norðurlandahúsinum, har tveir bólkunum, sum gjørdu nógv vart við seg í Prix Føroyum, fara at spæla. Déjá Vu endaði sum nummar tvey í kappingini í ár, og teir hava verið uttan- lands og spælt á festivali í summar. Saman við teim- um fer MC Hár at spæla, og tann bólkurin er garantur fyri lívligari framførslu. Seinni hóskvøldið spælir Enekk í Gamla Meiarínum, og har verður Yggdrasil eisini við. Ein gospeltrio við Sigrid Sivertsen á odda fer at hava framførslur í SMS og í Havnar Klubba, og leygar- kvøldið verður blueskvøld við Søren Søgaard og Headache Blues Treo í Havnar Klubba. Seinasta konsertin á Jazzfestivalinum verður leygarkvøldið frá kl. 23.00 og út á náttina í Havnar Klubba. Tá hava slakar 30 konsertir verið í høvuðs- staðnum. Føroyskur tónleikur í miðdeplinum Maria Guttesen kemur heim at hava tvær konsertir á Jazzfestivalinum. Hon fer at spæla saman við beiggja sínum Gunnari og einum donskum brøðrapari Ein gospeltrio við Sigrid Sivertsen á odda fer at hava framførslur á Jazzfestivalinum Úr Grønlandi kemur Pele Møller, sum hevur ein føroying við í bólkinum hjá sær Headache Blues Treo, har Uni Debess er frontmaður, spælir fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Havnar Klubba. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12