Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

g y g Nr. 121 • týsdagur • 1. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sosialurin á Guernsey: Ingrid Bjarnastein, blaðkvinna Álvur Haraldsen, myndamaður Jákup Mørk, blaðmaður Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsam- bandi Føroya, er sannførdur um, at Føroyar kundu væl verið vertsland fyri oyggjaleikunum í 2007. – Men tað krev- ur, at øll standa sam- an um tað. Ítróttar- feløg, ferðavinna, kommunalpolitikarar og landspolitikar, og ikki minst føroyska fólkið má taka undir við, at vit bjóða okk- um fram. Annars nyttar tað onki, sigur ÍSF forsetin OYGGJALEIKIR 2003 Álvur/Ingrid Guernsey: Tað eru yvir 100 føroyskir áskoðarar við til oyggjaleikirnar í ár. Og ímillum teir er forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Heðin Mortensen. – Eg gleði meg hvørja ferð at sleppa til oyggja- leikirnar. Summarfrítíðin verður løgd soleiðis, at eg havi frí tá oyggjaleikirnir eru, og tað eru spennandi og nýggj upplivilsir hvørja ferð, sigur ÍSF forsetin. Heðin Mortensen dylir ikki fyri, at tað hevði verið ein stór og spennandi upp- gáva hjá Føroyum at verið vertsland enn einaferð, men sum er í løtuni, loyva um- støðurnar tí als ikki. – Tað vantar alt ov nógv í fyri, at vit kunnu vera verts- land aftur. Ítróttarumstøð- urnar eru langt frá nøkt- andi, og tað er nógv sum skal gerast og nógv sum skal betrast. Serliga um- støðurnar fyri frælsum ítrótti eru vánaligar, og eisini tennis og skjóting hava vánalig kor, og hetta má betrast um leikirnir skulu aftur til Føroya. Stóran týdning At vera vertsland fyri oyggjaleikunum er ein stór uppgáva. Tað krevur fleiri milliónir av krónum at fyri- reika, og gistingarumstøð- urnar skulu eisini verða í lagi. – Vit hava arbeitt ímóti at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, men frá tí vit høvdu leikirnar í 1989 og til dagin í dag, er nógv broytt. Tá búðu ítróttarfólk- ini á skúlum, har vit høvdu eina matpakka tænastu, og tá vóru »bara« eini 1100 fólk í Føroyum, greiðir Heðin Mortensen frá. Sum er nú, so høvdu vit ikki megnað at nøkta tørvin á gisting, tí í ár eru sløk 2600 ítróttarfólk umframt áskoðarar á Guernsey. Og her kemur tosið inn á dystin millum Føroyar og Týsk- land. – 2600 ítróttarfólk er ikki tað sama, sum 700 týskarar. Men vit kunnu væl bjóða okkum fram, og vit høvdu nærum fingið leikirnar til Føroya í 2005, men vit meldaðu frá aftur, tí vit klára ikki at fyrireika tað, sigur Heðin Mortensen. – Oyggjaleikirnir eru ein so stór uppgáva nú, at ítróttin megnar hana ikki einsamøll. Tað skal meira til. Hjálp má til frá ferða- vinnu, kommunalpolitik- arum og landspolitikkarum fyri um vit nakrantíð kunnu stápla leikirnar uppá bein- ini í Føroyum. Tað kostar nógv at fyrireikar, men tað hevði eisini verið tað vert, tí nógvir pengar koma jú innaftur ígjøgnum leikir- nar. Harafturat, so hevði tað, fyri ítróttina í Føroy- um, verið eitt risa stig fram- eftir, at fingið ítróttarum- støðurnar dagførdar. ÍSF forsetin vísir á, at umstøðurnar í Føroyum eru góðar til nógvar ítróttar- greinar, men harafturat vanta eisini nógvar. – Oyggjaleikirnir eru meira enn ein ítróttarupp- gáva nú. Øll mugu verða við. Ein sær her, at ferða- vinnan spælir ein risastóran leiklut, og nú vit royna at selja Føroyar sum eitt ferðamannaland, so høvdu oyggjaleikir verið eitt upplagt høvi til at gjørt landið meira kent, heldur Heðin. Forsetin í ÍSF ivast tó ikki í, at Føroyar væl høvdu klárað at staðið fyri oyggja- leikunum um viljin var til staðar. – Um ein meinar tað, so skal ein gera nakað við tað. Tað skal vera meira enn tos, og um politiskur vilji hevði verið til tað, so hevði tað tikið okkum tvey ár at fyri- reika Føroyar til at vera vertsland, so um vit seta okkum sum mál, at vit vilja hava leikirnar í 2007, so kann tað væl lata seg gera, sigur Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, at enda. Oyggjaleikirnir: Meira enn ein ítróttaruppgáva Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, heldur, at Føroyar væl høvdu kunnað verið vertsland fyri oyggjaleikunum í 2007, um miðvíst varð arbeitt fram ímóti tí 15 14 Nr. 121 - 1. juli 2003 Rentulækkingar fyribils av Hækkingin í lánsbrævarentun- um næstseinastu viku helt á í farnu viku. Orsøkin var av- gerðin hjá amerikanska tjóð- bankanum um “einans” at lækka teirra leiðandi rentu við 0,25%-stigum - júst sum meir- lutin av marknaðarluttakarar- num mettu. Nakrir, ið tó vænt- aðu eina lækking á 0,50%-stig, gjørdust sostatt vónbrotnir og fóru undir at selja lánsbrøv við hækkandi rentum sum úrsliti. Umframt hetta, var tjóðbanka- stjórin Alan Greenspan hesu- ferð meira bjartskygdur, og hann metir nú, at eins stórt sannlíkindi er fyri hækkandi sum lækkandi búskaparvirk- semi. Sumstundis kann lesast í røðu Greenspans, at hann met- ir, at sannlíkindið fyri vantandi prísvøkstri enn er til staðar, hó- ast sannlíkindið er lágt. Tískil skal ikki roknast við fleiri rentulækkingur í USA fyribils. Vit meta eisini, at evropiski miðbankin fyribils velur at bíða við fleiri rentulækkingum. Partabrævamarknaðirnir ávirkaðust postitivt av orðum Greenspans, men fríggjadag- in fóru partabrævaeigarar at staðfesta vinning og amerik- ansku og evropisku marknað- irnir fullu aftur. Norður- lendsku marknaðirnir stóðu seg kortini væl, og endaðu vikuna við einum vinningi. Síðani miðjan juni eru lánsbrævarentur hækkaðar nógv. Umframt at hetta er ávirkað av avgerðini hjá amerikanska tjóðbankanum, eru so at siga bert positiv lyklatøl kunngjørd seinastu vikurnar - lyklatøl sum benda á eina betran í amerikanska búskapinum. Enn er sjálvandi møguligt at gongdin vendur aftur og at lánsbrævarentur- nar tí fella aftur. Tó koma av- gerðandi tøl hesa vikuna, sum kunnu staðfesta búskap- arligu gongdina. Verða hesi tøl bjørt, vilja renturnar hækka meira hesa vikuna. Verða tølini hinvegin vánalig, kann sannroyndin at rentur- nar eru hækkaðar nógv sein- astu dagarnar, lættliga seta eina mótrørðslu í gongd, so- leiðis at renturnar lækka eitt vet aftur. Kortini er størri sannlíkindi fyri støðugum til hækkandi rentum enn fall- andi rentum hesa vikuna. Partabrævamarknaðirnir vilja sjálvandi eisini ávirkast av tølunum, ið verða kunn- gjørd. Vit meta at góður møguleiki er fyri at partabrøv fara at standa seg hampuligt hesa vikuna, tí tøl kunnu fara at vísa, at tað gongur framá í amerikanska ídnaðinum. Or- sakað av lutfalsliga høga stig- inum, kunnu partabræva- marknaðirnir kortini vera skiftani næstu dagarnar. Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing Før- oyar metir vera álítandi, men Kaupthing Føroyar hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaup- thing Føroyar kann heldur ikki ábyrgdast tap ella líkn- andi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari. Marknaðarrák Vika 27, 2003 www.kaupthing.fo Ganga teldutíðini á møti á Sernámsdeplinum: Hentar teldur innan skúlagátt GÁVA Jan Müller Fríggjadagin handaði stjór- in hjá Statoil Exploration í Føroyum, Rúni Hansen vegna Statoilsamtakið (Statoil, ConocoPhilips, Petro Canada og Shell), skúlanum á Sernáms- deplinum í Havn eina kærkomna gávu. Stuðulin uppá 50.000 kr. er farin til at keypa seks teldur, sum verða bundnar í netið. Tær skulu takast í brúk til kom- andi skúlaár. Magnus Hansen , stjóri er sera fegin um tað, ið hent er. Hann vísir á, at tað er sera um- ráðandi, at tey veiku í sam- felagnum eisini hava møguleika til at nema sær førleika at brúka telduna. At tey kunnu fylgja við teldutíðini eins og øll onnur. Við hesum tiltakin- um fer at bera til at sam- skipa telduundirvísingina og at skapa næmingunum eitt nýtt og hent umhvørvi, ið kann vera teimum ein góð ballast víðari í lívinum – í hesum teldutíðum. Magnus Hansen sigur, at tey fara at hava skipað undirvísing í teimum ymsu flokkunum longu frá kom- andi skúlaári. Í hvørjum av flokkunum verða tá 4-5 næmingar. Rúni Hansen, stjóri læt vegna Statoilsamtakið Magnus Hansen, skúlastjóra kærkomna gávuø. Mynd Jens K Vang C M Y K 14