týsdagur 1. juli 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 121 - 1. juli 2003
C
M
Y
K
16
Nr. 121 - 1. juli 2003
17
17
Tíggjundu oyggjaleik-
irnir eru settir. Kom-
andi vikuna fara før-
oysk ítróttarfólk í
harðari kapping við
luttakarar frá 23
øðrum oyggjasam-
feløgum at kappast
um heiður og æru. Og
ikki minst eisini at
styrkja vinarbond
Oyggjaleikir
Álvur/Jákup
Guernsey: So er klárt at
byrja. Leygarkvøldið um
gott og væl átta-tiðina
vórðu 10. oyggjaleikirnir
settir, tá umboðsmaðurin
hjá bretsku trúnuni, Bailiff,
Sir de Vic Carey, við stolt-
leika kundi siga, at nú vóru
Guernsey vertir. Tað var
Guernsey eisini fyri 16
árum síðani, men einki er at
ivast í, at talan er um eitt
munandi størri tiltak hesa-
ferð. Við Bermuda sum
nýggjasta
skotinum
á
stammuni er talið av luttak-
andi oyggjum komið upp á
23. Íroknað leiðararnar hjá
ymsu liðunum er talan um
yvir hálvt-triðja túsund
ítróttafólk, og hesa kom-
andi vikuna fara hesi so at
kappast um ikki færri enn
4.000 heiðursmerki. So tað
er í øllum førum víst, at tað
verður nóg mikið at ansa
eftir hjá fyrireikarunum.
Nýttu havnarlagið
Sum vant, so høvdu vertir-
nir gjørt nógv burturúr, nú
leikirnir skuldu setast. Fyri
fyrstu ferð varð hetta ikki
gjørt á einum ítróttarøki,
men harafturímóti í havnini
í St. Peters Port, sum er
høvuðsbýurin á Guernsey.
Sjálvir hildu fyrireikarnir
annars, at tað kendist nóg
so løgið, at tað ongan tíð
áður var hent, at eitt havn-
arlag varð nýtt til setanina.
Sum frásøgumaðurin so
rámandi segði, so eru tað jú
júst havnir og hav, sum allir
luttakarnir hava til felags
fram um alt annað. Tí vóru
tey ongan tíð stórvegis í iva
um, at hetta vóru teir bestu
karmarnir til slíka setan, og
so er tað jú eisini tað, at við
støddini, sum leikirnir nú
hava voksið seg til, so
hevði helst verið nakað
trongligt, um bæði luttak-
arar og áskoðarar øll skuldu
verið kroyst inn á eitt
stadion.
Og einki er at ivast í, at
talan var um eina væl eydn-
aða setan. Kanska ikki so
pompøs og hábærslig, sum
hon var við stóra fýrverks-
showinum á Isle of Man
fyri tveimum árum síðani,
men kanska hinvegin meira
hugnalig. Trongu høvuðs-
vegirnir í býnum vóru í
góðari tíð ruddaðir fyri
ferðslu. Parkering var ikki
loyvd nærhendir havnar-
lagnum, og saman við løg-
regluni høvdu fyrireik-
ararnir avbyrgt ein geira
eftir høvuðsvegnum, har
luttakararnir so marcheraðu
yvir á Albert Pier.
Game on
Sum sjónliga tekini um, at 10. oyggjaleikirnir eru settir, varð oyl flaggið vundið á stong undir
setanini
Dánjal Asni er maskotturin á Guernsey, og hann var sjálvandi í veitsluhýri, nú
luttakararnir skuldu bjóðast vælkomnir
Á odda fyri øllum hesum
gekk asnin, Dánjal, ella
Daniel the Donkey, sum
maskotturin fyri leikirnar
eitur. Og so komu londini
eitt fyri og annað eftir. Før-
oyar sum sjeynda í røðini
við Sólvu Joensen sum
flaggberara, meðan varp-
arin boðaði frá, at føroy-
ingarnir í Hera Ziska í
øllum førum áttu ein ítrótt-
armann, sum fór at kappast
um heiðursmerki.
Eftir at øll londini so-
leiðis høvdu gingið seg
fram á savningarstaðið, var
tíðin komin til vatn-há-
tíðina, sum eisini er fastur
partur av setanini. Luttak-
ararnir hava nevnliga øll
vatn við heimanífrá, og fyri
at sýna vinarlagið, sum er á
leikunum, verður alt hetta
so latið í eitt springvatn.
Eitt springvatn, sum hesa-
ferð er partur av havnarlag-
num í St. Peters Port. Hesa
ferð vóru føroysku vatn-
berararnir tvey í tali. Gud-
mund Joensen úr Triathlon-
liðnum og Marin í Dali av
borðtennis liðnum. Tað er
annars vanliga mamma
Gudmund, Katrin, sum
hevur ábyrgdina av før-
oyska vatinum, og so var
eisini hesaferð.
Lokal stórhending
At meta eftir umrøðuni,
sum leikirnir fáa í lokalu
miðlunum, so er talan helst
um eina tí størstu ítróttar-
hendingina í søguni hjá
Guernsey. Undir heitinum,
On your marks..., hevði
leygardagsútgávan
av
Guernsey Press eitt 24
síður stórt eykablað í litum,
har greitt var eitt sindur frá
um ymsu luttakandi oyggj-
arnar. Føroyar hava sum
vera man sína egnu síðu í
hesum, og skal metast eftir
greinaskrivaranum, so er
tað serliga treiskni hjá før-
oyingum, sum fólk eru
bergtikin
av.
Umframt
frælsa ítróttin, sum tykist
hava høga raðfesting á stað-
num, so verður í greinini
eisini nortið við góðu
flogbóltsúrslitini hjá før-
oyingum, og so harmast tey
annars, at fótbóltsmenninir,
sum herfyri leiktu javnleik
móti Skotlandi, ikki eru við
á leikunum. Men hinvegin
leggja tey dent á, at kvinn-
urnar í fótbóltinum neyvan
seta seg til sættis við eitt
pláss uttan fyri topp-trý.
Hvussu verður við hesum
og øllum øðrum, vita vit tó
munandi betri um eina
viku. Við íðkarum í ellivu
ymsum ítróttagreinum eru
føroysku vónirnar í øllum
førum settar langt upp.
Seinast vísti endaliga upp-
teljingin 15 gull, 12 silvur
og 13 bronsumerki, og so er
spurningurin, um vit enn
einaferð megna at betra
okkara egna met, ella um
vit skulu vera nøgd við
minni hesaferð.
Topparnir í lokala samfelagnum taldust sjálvandi millum heiðursgestirnar
Fyrrverandi NBA-spælarin,
Alan Bannister, sum í síni tíð
leikti í Utah Jazz, er nú nú
menningarstjóri innan
kurvabólt á Guernsey
Ung sum gomul vóru komin oman á havnarlagið til setanina, og í góðveðrinum mundu tey
flestu hava ein góðan dag
Og føroysk fløgg vóru sjálvandi eisini at síggja í skrúðgonguni