týsdagur 1. juli 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 1. juli 2003
19
Eftir nakrar trilvandi
minuttir gjørdu før-
oysku fótbóltskvinn-
urnar bart, tá tær
skutu Isle of Man
sundur og saman
FÓTBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey:
Tá føroysku
fótbóltskvinnurnar í fjør
vunnu gull á Isle of Man
byrjaði alt við einum knús-
andi 10-0 sigri á vertunum.
Aftur hesa ferð var tað
Isle of Man, sum var fyrsta
mótstøðuliðið, og aftur
hesa ferð gjørdist talan um
sanna avbuking. Hesa ferð
við einum máli fleiri.
Fyrstu lítlu løtuna var tó
ikki so nógv, sum bendi á,
at Føroyar skuldu verða so
mikið sannførandi hesa-
ferð. Isle of Man royndu alt
fyri eitt at seta trýst á
føroysku verjuna, og bert
ein stórbjarging av Annu
Kristinu Joensen í málinum
forðaði Isle of Man í at
leggja seg á odda eftir frí-
sparksinnlegg úr høgru.
Føroyska spælið tóktist
heldur ikki serliga sann-
førandi hesa fyrstu løtuna.
Kanska var tað trýstið yvir
favorittleiklutin,
sum
tyngdi føroysku kvinnur-
nar, men eftir fyrsta málið
gjørdist
alt
hetta
tó
munandi betri.
Hesum fyrsat kassanum
syrgdi match-vinnarin frá
finaludystinum
í
fjør,
Malena Josephsen, fyri, og
so gekk bara ein veg.
Tríggjar minuttir seinni
høvdu Vivian Bjartalíð og
Halltóra Joensen trífalda
leiðsluna, og so var tað bara
ein spurningur um stødd á
sigrinum.
Talan gjørdist altso um
ellivu kassar í hesum fyrsta
dystinum, men meira enn
øll málini, so mundu lands-
liðsvenjarin, Álvur Hansen,
fegnast um, hvussu væl
nýggja samasetingin á lið-
num riggaði. Ikki minst
miðvøllurin, har Eyðvør úr
Dímun er einasta eftirver-
andi av liðnum fyri tveim-
um árum síðani, fann skjótt
rætta stevið. Nýggja sam-
ansetingin í verjuni kom
ongan tíð av álvara at
standa sína roynd, men í
øllum førum tykist fram-
rættaði parturin her at vera
í lagi við Sólvu og Silju á
hvør sínum borði, og eitt
álop við Halltóru og Ma-
lenu er í øllum førum
garantur fyri hørðum ar-
beiði gjøgnum heilan dyst,
og so er ofta, at okkurt
munagott spyrst burturúr.
Maibritt á
skaðastovuna
Einasta skeinan í so máta
mundi vera tann, sum
Maibritt Olsen fekk oman
fyri eygað, stutt eftir at hon
kom á vøllin. Hon varð
skumpað um koll, og fallið
var somikið óheppið, at
hon umvegis knæið á Sólvá
Joensen fekk eitt sár, sum
kravdi tríggjar pentur á
skaðastovuni.
Tá vit seinast frættu,
tóktist skaðin ikki at vera
heilt so álvarslivur, sum tað
av fyrstan tíð tóktist, men
tað er nokk illa hugsandi, at
hon skal royna seg í dysti
longu aftur týsdagin, tá
fótbóltskvinnurnar
aftur
skulu í eldin.
Dysturin í tølum
Føroyar-Isle of Man 11-0
(7-0)
1-0: Malena Josephsen
2-0: Vivian Bjartalíð
3-0: Halltóra Joensen
4-0: Halltóra Joensen
5-0: Rannvá Andreasen
6-0: Rannvá Andreasen
7-0: Halltóra Joensen
8-0: Malena Josephsen
9-0: Malena Josephsen
10-0: Rannvá Andreasen
11-0: Rannvá Andreasen
Føroyar: Anna Kristina
Joensen – Sólvá Joensen,
Bára S. Klakstein, Ragna
Andrerasen, Silja á Borg –
Heidi Heinesen, Eyðvør úr
Dímun, Rannvá Andreasen,
Vivian Bjartalíð - Halltóra
Joensen, Malena Josephsen
Føroyar-Isle of Man 11-0 (7-0):
Byrjaði sum endurtøka
Føroysku badmin-
tonspælararnir
vunnu stórsigur á
Bermuda sunnu-
dagin. Úrslitið
gjørdist 5-0 til Før-
oyar, men hinvegin,
so taptu føroysku
spælararnir eisini 5-
0 ímóti Guernsey
BADMINTON
Álvur/Ingrid
Guernsey: Sunnudagin
byrjaði liðkappingin í
badminton.
Føroysku
leikararnir byrjaðu við
dysti seinnapartin, og tá
var tað Bermuda, sum
skuldi vinnast á.
Hesa uppgávuna klár-
aðu føroysku spælararnir
til lítar, tí endaliga úr-
slitið gjørdist 5-0.
Í
kvinnudoublini
vunnu Guri Poulsen og
Guðrun Jacobsen ávíka-
vist 15-1 og 15-1.
Ingun Hansen vann 11-
0 og 11-1 í kvinnu-
single, meðan Bjartur
Lamhauge
og
Aksel
Poulsen bastu Bermuda
við ávíkavist settúrslit-
unum 15-3 og 15-6.
Í blandaðari double
spældu Erland Poulsen
og Guri Poulsen, og tey
vunnu settini 15-4 og 14-
0
Seinast
var
harra-
single á skránni, og slapp
Ragnar Rasmussen tá at
royna seg. Hann sveik
ikki álitið og vann settini
15 ímóti ongum báðu
ferðirnar.
Staðfestast kann lætt-
liga, at spælararnir frá
Bermuda eru á einum
væl lægri støði enn før-
oyingarnir,
sum
ikki
tóktust at hava tað torført
í dystunum.
Tap
Eftir
stórsigurin
á
Bermuda stóð ein heldur
torførari uppgáva fyri
framman.
Føroysku
spælararnir skuldu nú
møta Guernsey sum eru
sterkari enn føroyingar í
badminton.
Hesuferð gekst heldur
ikki so væl. Føroyingar
taptu 5-0.
Í kvinnudoublini taptu
Guri Poulsen og Gurðun
Jacobsen 15-1 og 15-3.
Kvinnu-single endaði
við, at Ingun Poulsen
tapti 11-2 og 11-1.
Í mans-double taptu
Bjartur Lamhauge og
Aksel Poulsen tvær ferðir
15-6, meðan blandaða
doublan tapti 15-6 og 15-
10.
Ragnar Rasmussen var
aftur seinastur á vøllin-
um hesuferð, og hann
tapti settini 15-8 og 15-5.
Føroysku spælararnir
eru tískil útslignir, og eru
ikki komnir víðari í lið-
kappingini.
Badmintonleikararnir
skulu aftur í eldin miku-
dagin tá harra-single og
kvinnu-single
er
á
skránni.
Badminton:
Stórsigur á
Bermuda
Ragnar Rasmussen spælir her ímóti einum av spælarun-
um frá Bermuda. Hann vann bæði settini 15-0
Rannvá Andreasen skeyt fýra av teimum
ellivu føroysku málunum sunnudagin
19
18
Nr. 121 - 1. juli 2003
C
M
Y
K
18
Tað var ein av gyltu
fótbóltskvinnunum
hjá Føroyum, sum
fekk heiðurin av bera
merkið inn til setan-
ina
FLAGGBERI
Álvur/Jákup
Guernsey: Tað var Sólva
Joensen
av
føroyska
kvinnulandsliðnum í fót-
bólti, sum hesa ferð fekk
heiðurin av at bera Merkið
til oyggjaleikasetanina.
Sjálv hevði hon vitað av
hesum í eina viku undan
leikunum, og hon duldi ikki
fyri, at hetta kendist sum
ein stórur heiður.
- Tá eg varð spurd um
hetta, nýtti eg ikki langa tíð
um at taka av. Tað er í øll-
um førum ikki nakað, sum
tú fært møguleikan fyri
fleiri ferðir, og sjálvandi er
tað ein stórur heiður, segði
ein stolt Sólvá, beint sum
setanin var liðug.
Um hetta segði hon
annars, at tað, sum hon
einamest óttaðist, var, at tað
skuldi verða ov tungt hjá
sær at bera Merkið undir
allari setanini.
- Eg hevði avtalað við
Heðin, at hann skuldi halda
seg nærhendis mær, um so
var, at eg ikki orkaði at
bera, men tað gjørdist so
tíbetur ikki neyðugt, sjálvt
um nú eri nóg so troytt í
armunum. Men nú er so
bara at hvíla. Fyrsti dyst-
urin hjá okkum er longu í
morgin
(sunnudagin,
blðm.) og tað er so ikki
nakað, sum vit kunnu loyva
okkum at taka lætt uppá.
Vit hava jú eitt gullmerki
frá seinast at verja, segði
Sólvá Joensen at enda.
Sólvá gekk á odda
Føroysku súkklarar-
nir fingu ikki heið-
ursmerki á einkult-
startinum, men í
sterka feltinum var
hetta heldur ikki
væntandi
SÚKKLING
Álvur/Jákup
Guernsey: Sum fyrsta
kappingin sunnudagin var
einkultstarturin í súkkling
avgreiddur sunnumorgunin
á L’Eree, sum liggur á út-
nyrðingshorninum Guerns-
ey.
Heilt uttan dramatikk var
hendan kappingin ikki. Og
einamest var hetta orsakað
av smølu vegunum, sum
fleiri av fremmandafólkun-
um hava havt nakað av for-
treð av. Fyri Terry Wright
av Guernsey kom tað í
øllum førum dátt við, at ein
bilur brádliga sneiddi fram
fyri hann. Úrslitið var ein
samanstoytur, og tó at hesin
tíbetur ikki var so álvars-
ligur, at súkklarin fekk
nakran snudd, so fekk hann
ikki hildið fram í kapping-
ini. Seinnapartin sunnu-
dagin kom løgreglan við al-
mennari
útmeldan,
og
hendan tókist sýna, at tað
var súkklarin sjálvur, sum
hevði ábyrgdina av hesum.
Í øllum førum varð sagt, at
vegurin var opin, og at tað
so í øllum førum ikki var
bilførarin, sum hevði gjørt
nakað skeivt.
Tíbetur sluppu føroysku
luttakararnir undan slíkum
slag av dramatikki. Føroy-
ingarnir í kapping sunnu-
dagin vóru tríggir í tali.
Gunnar Dahl-Olsen, Eli
Christiansen
og
Sverri
Mohr Edvinsson.
Av teimum trimum var
Gunnar tann, sum hevði
bestu tíðina. Ein tíma, seks
minuttir og 32 sekund tók
tað honum at gjøgnumføra
teinin, og hetta rakk til eitt
pláss sum nummar 18 á
listanum yvir teir 43 súkkl-
ararnir, sum komu á mál.
Fremstur av hesum var sum
vant Andrew Roche av Isle
of Man, sum er í einum
flokki fyri seg í einkult-
startinum. Tíðin hjá hesum
var 1.00.45, og tað var nær-
um hálvan annan minutt
betri enn næstbesti súkkl-
arin.
Sverri Mohr Edvinsson
kom á mál við tíðini
1.10,18, og rakk tað til eitt
pláss sum nummar 28,
meðan Eli Christiansen
kom á mál sum nummar 34
við 1.12,52.
Bogi Kristiansen og Jens
Sigurd Simonsen tóku ikki
lut í krevjandi einkultstart-
inum, soleiðis at teir ístaðin
kunnu spara nakað av
kreftum til komandi kapp-
ingarnar.
Hampuligt á
einkulstartinum
Gunnar Dahl-Olsen var besti føroyski súkklarin í
einkultstartinum sunnudagin. Hann gjørdist nummar 18 av
teimum 43 luttakarunum, sum komu á mál
Tveir av føroysku rennarunum í frælsum ítrótti,
Heini Hátún og Hallur Holm, eru ikki við á
oyggjaleikunum í ár. Teir vórðu báðir skaddir stutt
undan fráferð, og hava ikki runnið síðani skaðin tók
seg upp. Talið av ítróttarfólkum í frælsum ítrótti er
tískil á níggju ístaðin fyri ellivu.
Heini og Hallur skaddir
Í fjølmiðladeplinum á St. Pierre Park Hotel er
nakað, sum verður rópt »Quote of the day«. Tann
fyri sunnudagin ljóðaði soleiðis:
»Vit mugu taka hvønn dyst, sum hann kemur...«,
sagt av fótbóltsvenjaranum hjá Sark, tá hansara lið
tapti 19-0 ímóti Gibraltar fyrstu ferð teir spældu á
oyggjaleikunum.
Quote of the day: