týsdagur 1. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 1. juli 2003
21
C
M
Y
K
tin
so fóru vit. Við seinastu
kreftunum á degnum varð
ein bóltur fyrst smashaður
niður í gólvið til fyrsta
føroyska matchbóltin, og tá
Álendingar so royndu at
toga seg aftur við enn
einum smashi var Ragnar
Petersen í Haraldsstovu á
teimum og sendi bóltin
beint niður aftur í álendska
gólvið.
Risin var fallin, og tó at
kappingin enn er ung, so er
einki at ivast í, at Føroyar
við hesum sendu eitt kraft-
igt signal, um liðið hesa-
ferð skal takast í enn størri
álvara, enn neyðugt hevur
verið seinnu árini. Vit hava
altíð verið nær, men sein-
asta fetið hevur mest sum
hvørja ferð resta. Tað fetið
tykist nú vera tikið, og bara
sálarliga lyftið, sum hetta
gav, kann heilt víst vera
nakað, sum fer at føra
menninar væl longur fram
komandi vikuna.
Eingin ivi er um, at Rúni Weihe er »vápnið« hjá føroyska
landsliðnum, sum kann opna blokkarnar hjá mótstøðuni
Bárður B. Mikkelsen
leggur stóran dent á
týdningin av at halda
oddasessinum í
bólkinum, so slepp-
ast kann undan ov
harðari mótstøðu í
hálvfinaluni
FLOGBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey: Hóast Føroyar
í fyrsta dystinum á oyggja-
leikunum vunnu á gull-
favorittunum av Álandi,
so tóktist tað ikki, sum um
leikararnir á liðnum tóku
nakað sum helst fyri givið
eftir sigurin.
Í øllum førum vildi
Bárður Bendix Mikkelsen
ikki takað nakað pláss í
hálvfinaluni sum eina
sjálvfylgju. Heldur ikki
hóast Føroyar við hesum
hava tikið ringastu forð-
ingina í royndunum eftir
hálvfinaluni burtur.
- Nei, tað fari eg so ikki
at siga. Nú mugu vit eisini
fyrst síggja, hvat Cay-
mann hevur at bjóða uppá.
Teir hava gjørt stór fram-
stig seinnu árini, og sjálvt
um eg rokni við, at vit eiga
at kunna vinna teir, so taka
vit einki fyri givið. Nú
fingu vit í øllum førum
eina góða byrjan móti
Álandi, sum annars hava
verið mest sum ómenn-
iskjansligir seinastu leik-
irnar, og sálarliga er tað í
øllum førum nakað, sum
kann geva okkum nakað.
Komu ígongd
Um sjálvan dystin móti
Álandi, sum av sonnum
kann bera heitið, mara-
thon-dystur, helt Bárður,
at hetta nokk hevði verið
ein av teimum betru dyst-
unum hjá Føroyum.
- Tað er sjálvandi altíð
soleiðis, at tú tekur eitt
sindur av tíð at koma
ígongd, tá talan er um
fyrsta dystin, og tað
brúktu vit so eisini hesa-
ferð. Tað blívur kanska
eisini eitt sindur hart, tá
vit faktist spæla tey bæði
fyrstu settini uttan eina tí
einastu útskifting, og tí
gerast vit kanska eitt sind-
ur moyrir.
Í
nógva
hitanum
í
høllini var hetta sjálvandi
eisini nakað, sum merkt-
ist, og hetta var eisini
nakað, sum Bárður helt
darvaði føroyska spælin-
um fyrstu løtuna.
- Ja, hitin og ikki minst
nýggju
bóltarnir,
sum
verða nýttir, var so heilt
víst nakað, sum vit skuldu
venja okkum við. Hasir
bóltarnir eru nógv lættari
enn teir, sum vit áður hava
brúkt, og eitt nú sást hetta
aftur í fleiri kiksaðum
servum, tí kemur rættiligt
spinn ikki á bóltin, so fer
hann bara flúgvandi beint
fram. Men tað er so tað
sama fyri øll liðini.
Og at enda, so fekst
Bárður eisini hóast alt at
siga, at útlitini fyri hálv-
finaluni nokk ikki vóru so
galin, sum hann annars
lætst at byrja við.
- Tað skal í øllum førum
vilja illa til, um vit ikki
megna tað. Men hartil skal
so eisini leggjast afturat,
at tað nú er ótrúliga týdn-
ingarmikið, at vit halda
fast um fremsta plássið.
Tað kann í øllum førum
geva tann fyrimunin, at vit
sleppa undan Saremaa í
hálvfinaluni, og tað vildi
heilt víst verið ein fyri-
munur. Men sum sagt, so
skal einki takast fyri givið
kortini, segði Bárður at
enda.
Skulu halda fast
- Hasir bóltarnir eru nógv
lættari enn teir, sum vit áður
hava brúkt, og eitt nú sást
hetta aftur í fleiri kiksaðum
servum, tí kemur rættiligt
spinn ikki á bóltin, so fer
hann bara flúgvandi beint
fram, helt Bárður B.
Mikkelsen millum annað um
dystin
21
20
Nr. 121 - 1. juli 2003
C
M
Y
K
Føroysku flogbólts-
menninir fingu eina
dreymabyrjan upp á
oyggjaleikirnar, tá teir
longu í fyrsta dyst-
inum vunnu á gull-
favorittunum úr
Álandi
FLOGBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey: Tað var mest
sum dømt flogbóltsveitsla
frá fyrsta bríksli í Sir John
Loveridge Hall í snotuliga
Beau Sejour Leisure Centre
á Guernsey, tá mansflog-
bólturin fór ígongd.
Lutakastið hevði lagað
tað soleiðis, at gullfavo-
rittarnir úr Álandi høvdu
ein av teimum heldur
lúmsku dystunum, tá teir í
fyrsta umfarinum skuldu
royna seg móti føroysku
f l og b ó l t s m o n n u n u m .
Menninir, sum kanska ikki
hava staðið seg heilt so væl
seinnu árini sum kvinnur-
nar, men sum hinvegin
mest sum hvørja ferð hava
givið sterkastu liðunum ein
skarpan gang.
Tað vistu áskoðararnir
hjá bæði Føroyum og
Álandi, og tað vistu leikar-
arnir
eisini.
Áskoðara-
plássini fram við vøllinum
vóru fullsett frá fyrsta
bríksli, og hvør í sínum lagi
royndu teir báðir áskoðara-
bólkarnir at lyfta sítt lið til
sigurs.
Og at talan gjørdist um
ein bæði undirhaldandi og
spennandi dyst, kunnu tað
so neyvan vera tvær ymsar
meiningar um. Tað var
kanska Áland, sum legði
betri fyri, og fyrstu longu
løtuna høvdu føroyingar
sear trupult við at byrgja
upp fyri álopsspælinum,
sum vælleikandi hevarin
sendi skiftivís á kantarnar
og móti miðjuni. Føroy-
ingar vóru á ongan hátt
niðurspældir, og teir høvdu
alla tíðina samband við
mótstøðuna, men hvørja
ferð tað reið um snarið,
hvørt okkara skuldu taka
leiðsluna ella ikki, so
koppaði hetta til fyrimuns
fyri hinar.
Og so var tað eisini hitin.
Sterku
projektørarnir
gjørdu avgjørt sítt til at hita
høllina upp, og við full-
settum áskoðaraplássum og
hartil einum ferðmiklum
dysti, so var sjónligt, at
hetta var nakað sum tók
leikarunum fast. Ikki minst
teimum føroysku, sum til
tíðir veruliga tóktist hava
trupulleikar av hesum. Men
samstundis
var
hetta
kanska eisini júst nakað av
tí, sum gav føroyingum
møguleika at venda dyst-
inum. Føroysku leikararnir
tóku sær nevnliga alla
tíðina stundir til at halda
gólvið reint, og hóast annar
av dómarunum meira enn
ta einu ferðina kom út á
gólvið at kanna, um talan
veruliga var um vátt gólv,
ella um tað bert var nøl, so
fingu okkara á henda hátt
órógvað álendsku rútmuna.
Nóg nógv til at venda
næsta settinum var hetta tó
ikki, tí hetta gekk júst sum
hitt fyrsat. Við føroyingum
í hølunum á – men ongan
tíð frammanfyri – Áland,
og við 2-0 leiðslu var einki
at siga til, at álendsku
áskoðararnir vóru í hopla.
Sálarligt mistak
Hetta við støðugu gólvturk-
anini var í øllum førum
nakað, sum var viðvirkandi
at geva okkara monnum
meira luft, men mest týð-
andi avgerðin til okkara
fyrimuns kom helst, tá
triðja settið byrjaði.
Kanska helt álendski
venjarin, at hetta nú var
mest sum heima, ella
kanska vildi hann bara geva
nøkrum av stuðulsleikar-
unum eina tiltrongda hvíld.
Í øllum førum gjørdi hann
tríggjar
útskiftingar,
tá
hetta settið byrjaði, og
spakuliga vóru tað nú før-
oyingarnir, sum fingu fatur
í rætta endanum. Rúni
Weihe, sum í serflokki er
besta føroyska álopsvápnið
tóktist nú vera vorðin
heitur. Odd Eliasen kom
inn at heva fyri Bárð
Bendix Mikkelsen, sum
ikki hevði spælt upp til sítt
besta, og á gólvinum
spraklaði Johan Petur á
Stongunum sum ein annar
krossfiskur, soleiðis at tað,
sum føroyski blokkurin ikki
tók, kortini varð heintað
uppaftur.
Leiklutirnir á liðunum
báðum tóktust nú eisini alt
meira umbýttir. Munurin
var framvegis at kalla eing-
in, men okkara hildu mót-
støðuni í einum jarntaki, og
við fyrsta settinum heima
hómaðist nú ein møguleiki
fyri sigri.
Og tað var sjónligt, at
føroyska liðið nú hevði
fingið eina sálarliga yvir-
vág. Eina yvirvág, sum
partvíst eisini flutti seg yvir
á tí kropsligu. Tí hóast
føroyingarnir
framvegis
tóktust nýta nógv fleiri
kreftir í spæli sínum, so var
samstundis líkt, at okkara
eisini høvdu meira eftir í
sær. Álendingarnir byrjaðu
annars eisini fjórða settið
betri, men okkara bara
togaðu seg upp. Noktaðu at
geva seg yvir. Og sjálvt tá
alt sá mest vónleyst út,
funnu teir ein útveg. Hetta
var við støðuni, 24-22, har
mótstøðan altso hevði tveir
matchbóltar. Eitt tekniskt
time-out gav føroyingunum
nýggjar leikarar inn á
vøllin. Bárður hevaði nú alt
fyri eitt upp til tvey smash
niður í álendska gólvið, og
so vóru hinir at kalla
groggy. Teir royndu at verja
seg, men við triðja sett-
bóltinum fingu føroyingar
javnvág í dystin.
Spurturin
Og nú var eingin ivi um,
hvør parturin tóktist vera
betri fyri. Gullfavorittarnir
úr Álandi hingu við høvd-
inum, men hóast hetta, so
fingu teir mannað seg upp
til eina seinastu roynd.
Hendan rakk upp til eina
11-8 leiðslu, men tá føroy-
ingarnir aftur togaðu seg
sjálvar upp eftir hárinum,
bar alt tann vegin, at hetta
var okkara dagur.
Stóran týdning
Áskoðarafjøldin var á gosi,
meðan føroyingarnir aftur
togaðu seg upp á javnt, og
Áland-Føroyar 2-3 (25-23, 25-22, 22-25, 26-28, 13-15):
Tóku favorittarnar við brest
Tá Ragnar Petersen í Haraldsstovu blokkaði seinasta bóltin í gólvið, var føroyski sigurin á gullfavorittunum veruleiki
C
M
Y
K
20